Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Betta á dalinum Kjak síða 10 Vágsbø ella Vágsbø (i) Símun Gullaksen kjak 10 Ritan er nøktandi loysn » – Kona mín hevur gjørt meg til eina rukku«. Soleiðis segði Heindrikur prins­ ur í sjón­varps­samrøðu við danskt viku­blað í síðstu viku. Ein ikki sørt løgin útsøgn frá tí gamla prinsinum, sum hevur ver­ið gift­ur við Margretu drotning sein­ astu hálvu øldina. Tað er vorðið alsamt meira týðu­ ligt seinastu árini, at prinsurin er mis­nøgd­ur við støðu sína í danska kongs­húsi­num. Men enn løgnari er tað, at so nógv »klók« fólk nú átala miðl­ar­nar fyri at endurgeva tað, sum tann gamli prinsurin sigur. Fleiri fólk hava víst á leiðreglur um góð­an fjøl­miðlasið – at tað er ikki rætt at end­ur­geva fólk, sum týðu­liga ikki vita, hvat tey siga. Eis­ ini hava fleiri fjølmiðlafólk í Før­ oy­um í kjabólki víst á, at prinsurin helt týðuliga er í ørviti: »Hvat ólukkan hugsa tey á Se­ & ­Hør um útyvir krónur og oyru?? Prins­agemalurin tykist jú at vera so lall­andi dementur, at tað spreingir øll etisk mørk í journalistikki at leggja eitt slíkt videobrot út. Tað ring­asta er, at ser­i­øsir miðlar sum Pol­i­tik­en og DR sitera tað, ið hann sig­ur í vide­obroti­num. Tristur, trist­ur sen­s­a­tións­journalistikkur,« verð­ur skriv­að í bólki­num hjá før­ oysk­um fjøl­miðla­fólkum – og so er langt kjak, har fleiri fjøl­miða­fólk eru samd um, at vit ikki eiga at endur­geva tað, sum prins­ur­in sig­ u­r, tí hann er dementur. Well. Stuttligt at journalistar, bæði í Før­oyum og í Danmark so­ leið­is kunnu stilla diagnosuna hjá ein­um manni, tey slett ikki kenna og ong­an­tíð hava tosað við. Sjálvandi hevur hetta einki við de­mens at gera. Prinsurin er for­ nerm­að­ur, og hjúnarbandið hjá teim­um báðum átti langt síðani at ver­ið kollsiglt. Talan er um størstu kreppu í kongs­húsi­num í mannaminni. Sjálv­andi skulu fjølmiðlarnir greiða frá tí ­– og tí at kongshjúnini eft­ir øll­um at døma eru komin til ein hjún­ar­skiln­að, sum tey av prakt­ iskum áv­um neyv­an gjøgn­um­føra. Um so var, at prinsurin var dem­ ent­ur, so hevði hann valla slopp­ið at gart­er­að soleiðis al­ment, sum hann ger. Danir eru ikki vanir við, at tey kongaliga kunnu vera akkurát líka býtt og gera akkurát somu feil­ir, sum vit onnur. Danir halda, at tað er bara í Onglandi, at tey konga­ligu gera feilir. Hetta vísir best tann glantri­ leikin, at vit – ella rættari danir – í 2017 tilbiðja mon­arki­ið og góðtaka, at ávís fólk verða fødd til at vera leiðarar okkara. Ein leivd frá einræðistíðini, sum langt síðani átti at verið av­tikin. Rukkan sum vil vera kongur Fyrrverandi amerikanski sendi­harrin í Keyp­manna­ havn, Rufus Gifford, sum fleiri ferð­ir hevur vitjað í Før­oy­um, ætlar sær nú upp í poli­tikk. – Eg má stilla upp. – Síðstu sjey mánaðirnar havi eg spurt, um eg kann ella átti at stillað upp til Kon­gress­ina. Eg havi ivast í mín­um evnum og spurt meg sjálv­an, um hetta er rætt fyri meg og familju mína. Soleiðis skrivaði Rufus Gif­f­ord á Facebook í gjár. Og hann heldur fram: »So mong tykkara hava sagt mær, at eg má fara eftir tí, sum eg eg trúgvi uppá. Hetta merkir alt fyri meg. So mong tykkara hava sagt mær, at eg ikki skal lata meg tøla av Trump, men at vera positivur og verja land­ ið, sum eg havi verið so erpin av at umboða. So mong tykkara úr øllum heiminum hava spurt meg, hvat eg fari at gera við hetta. Alt hetta hevur malið í høvdi mínum í dag. Men at síggja tað, sum fór fram í Charlottesville í gjár og ræðu­liga svar forsetans, fekk kenslur mínar at skifta frá vreiði til sorg og aftur til vreiði. Tað gjørdist greiðari enn nakrantíð, at vit mugu øll mugu reis­ast. Innsatsurin her er hægri enn nakrantíð í lívi mínum. Hóast avbjóðingar hvønn dag, so eri eg optimistur, eri postivur og trúgvi av fullum hjarta upp á hetta landið og fólkið. Og eg vil royna at greiða frá hví. So eg byrji við at kanna møguleikar mínar næstu vikurnar og lati frætta. Eg eri óttafullur og spentur. Eg veit ikki, um eg vinni ella tapi, men eg fari at stríðast av fullum hjarta. Og eg fara at biðja tykkum øll um hjálp.« Rufus ætlar sær í Kongressina So láturlig hava tey kongaligu sjáldan verið áður Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn, Rufus Gifford, sum setti Faroe Pride tann 27. juli í fjør, ætlar sær nú at stilla upp til amerikonsku Kongressina Bilasølan P/F í Hoyvík, sum selur merkini Audi, VW og Mazda hevði eitt gott ár í fjør. Úrslitið var tað 5.519.000 krón­ur, sum er meira enn tvífalt so gott sum ár­ið fyri, tá tað var 2.013.000 krónur. Bruttovinningur fel­ags­ ins var 14,8 milliónir krón­ ur, og felagið rindaði 1,16 mill­iónir krónur í skatti. Fíggj­ar­støð­an vísti við árslok eina eg­in­ogn upp á 13,4 milliónir krón­ur. Tað vísir roknskapurin, sum er almannakunngjørdur á vinnuvitan.biz Høvuðsvirksemið hjá Bila­søluni fevnir um um­ boð­an og sølu av VW. Audi. Seat og Mazda í Føroyum um­framt sølu av eykalutum og um­væl­in­g­um av hesum bil­um. – Úrslitið er betur enn mett varð, tá árs­rokn­skap­ ur­in fyri 2015 var gjørdur. Fel­ag­ið væntar, at virsemið í ár verður á sama astøði, sum í 2016, hetta kemur vænt­andi at hava við sær eitt úrs­lit á sama støði sum í 2016, skriv­ ar fel­ag­ið í leiðslu­frá­greið­ ing­ini. Felagið hevur goldið 6,3 mill­i­ónir krónur í lønum í 2016 í mun til 5,3 árið fyri. Stjóri í P/F Bilasøluni er Gunn­ar Osmundarson Just­ in­us­sen. Í nevndini sita: Jógvan Emil Niel­sen, Vest­manna, nevnd­ar­for­ mað­ur Gunnar Osmundarson Just­in­us­sen, Tórshavn, nevnd­ar­limur Rúni Jákupsson Lindberg, Hoy­vík, nevndarlimur. Bilasølan hevði 5,5 milliónir í yvirskoti