Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 POLITIKKUR Árni Gregersen Nýskipanin av fiskivinnuni skuldi mill um annað hava við sær, at farið varð frá fiskidagaskipan til kvotur fyri heimaflotan. Men hendan broytingin hendir ikki nú. Fleiri orsøkir eur til tess. Tann fyrsta er, at ongin nýskipan er sam tykt enn og nýtt fiskiár byrjar 1. september. Tað vil siga, at tingið sambært lóg ini um vinnuligan fiskiskap, sum enn er galdandi, so skulu fiskidagar áset ast fyri komandi fiskiár. Men í uppskotinum frá lands- stýr is mann in um við fiskivinnu- mál um, Høgna Hoydal, stendur, at fiski dag ar nir bert skulu ásetast fyri fýra mán aðir – altso tað sum eftir er av hesum árinum. Allir hoyringspartar, sum hava ver ið inni í vinnunevndini hava mælt frá hesum uppskotinum. Teir siga við ein munn, at tað er alt ov stutt tíð hjá vinnuni at leggja virk- semi til rættis og vilja heldur hava, at fiskidagarnir verða ásettir fyri eitt ár ella fyri 16 mánaðir. Andstøðan er meirluti Í vinnunevndini er tað soleiðis, at and støðan hevur meirlutan, men sam gongan hevur kortini Bjarna Ham mer, Javnaðarflokkurin, sum for mann. Vinnunevndin hevði fund í Klaks vík fríggjadagin og nevndin hevði aftur fund mánadagin klokk- an 12. Stríðið stendur um, um tað ber til at skriva eitt álit, sum bæði sam gongan og andstøða taka undir við. Tá ið blaðið fór til prentingar var fundurin ikki liðugur, men vit skilja, at arbeitt var við at fáa eitt áli, sum bæði samgonga og and- støða kunnu taka undir við. Trupulleikin er, at álitið tá fór at víkja frá tí, sum landsstýrismaðurin hev ur mælt til í uppskotinum og at nevnd in fór at mæla Løgtinginum til at áseta fiskidagarnar fyri 12 mán að ir. Hetta hevur sjálvandi stóra ávirk an á uppskotið um fiskiddagar, sum landsstýrismaðurin við fiski- vinnu málum hevur lagt fram. Tí er neyð ugt, at uppskotið verður orð- að soleiðis, at tað eisini fer at passa saman við komandi lógini um fiski- veiðu. Vinnunevndin hevur fingið at vita, at fýra mánaðir er ov stutt tíð hjá vinnuni at abrieða eftir og tío vil nevndin eisini mæla til, at hetta verður longri. Nógvir tekniskir og løg frøð is lig- ir spurningar taka seg upp í hesum sam bandi, men fleiri av keldum okk ara vilja vera við, at hetta eru spurn ingar, sum kunnu loysast. Ótti hevur verið fyri, at vera fiski dagar ásettir fyri meira enn fýra mán að ar, so fer tað at forða fyri, at veiðu loyvini verða drigin inn til landið aftur 31.desember í ár. Tí er hetta eisini ein løgfrøðislig- ur spurningur, sum má loysast, áðr- enn álitið verður lagt fram. Politiskir spennignar At vinnunevndin møguliga fer at gera stórar broytingar í upp skot- inum hjá lands stýr is mann inum við fiskivinnu, kann sjálvandi fáa pol it isk ar avleiðingar. Alt, sum hevur við fiskivinnu at gera, er nú so politiskt, at sjálvt smá broytingar kunnu skapa mis- javna í javnvágina. Skipanin er sjálvandi greið. Tað er Løgtingið og tingfólk, sum samtykkja lógirnar. Lands stýr is- fólk ini umsita lógirnar og koma við upp skotum um lógir. Veruleikin er tó, at í politikki eru tað tey sterkastu, sum vinna. Hetta er eins nógv galdandi innan eina samgongu ella flokk, sum tað er millum samgongu og andstøðu. Viðvíkjandi fiskidøgunum hesa ferð er tað sjálv nýskipanin av fiskivinnuni, sum ger málið so pol- it iskt. Um flokkarnir vilja tað ella ei, so eru fiskidagarnir hesaferð ein part ur av fiskivinnunýskipanini. Ætlanin er, at hendan nýskipan skal virka frá 1.januar, men hon er ikki løgd fyri tingið enn – eftir at hon fall burtur undan ólavsøku. Tað einasta vit vita er tað, sum løg- maður boðaði frá í røðu síni á ólav- søku, at farið verður ikki til kvotur fyrr enn 1. januar 2019. Tí má ein loysn finnast á fiski- døg unum. Landsstýrismaðurin sigur, at dagarnir skulu ásetast eftir at nýskipanin er samtykt – vinnu- nevnd in – í minsta lsagi partar av henni – halda at hetta skal gerast nú. Politiska støðan er rættuliga spent undan at Løgtingið skal taka støðu til fiskidagarnar fyri komandi tíð Fiskidagar: POLITISKUR SNÁVINGARSTEINUR Andstøðan arbeiðir fyri, at fiskidaganarir verða ásettir fyri meira enn fýra mánaðir. Bjarni Hammer er formaður í vinnunevndini. Hann skal royna at sameina nevndina, so bert eitt álit verður lagt fram. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eigur uppskotið um fiskidagar fyri 2017