Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Kring heimin verða smolt eina­mest framleidd í smolt­ støð­um við endurnýttum vatni. Hetta setir stór krøv til vatn­góðsku, so laksurin fær best møguligu livikor. Stóru útbyggingarnar av smolt­støðum gera, at til ber at ala alsamt størri smolt fyri at stytta um tíðina, sum laks­ur­in er í sjónum. Endamálið við hesum er at av­marka tíðina við eitt nú lúsa­trupulleikum. Á Fiskaaling eru tey far­ in undir samstarv við ali­ fe­lag­ið Luna fyri at menna vit­an­ina innan biofiltur, vatn­góðsku og fiskaheilsu á smolt­støðum. Seinastu árini hava før­ oysku alifyritøkurnar framt víð­fevndar byggingar av nú­ tím­ans smoltstøðum, har al­ neyð­ugt er við væl virk­andi og støð­ugari skipan, sum tryggj­ar áhald­andi góða vatn­góðsku og har­við betri fiska­heilsu og vøkstur. – Í hesi skipan eru tað bio­filtur, sum reinsa tað end­ur­nýtta vatnið fyri ótørv­ir, ið koma frá smolti og fóðri. Í filtrunum eru tað tær nitrifiserandi og deni­ tri­fis­erandi bakt­eri­ur­nar, sum burturbeina til dømis ammonium, nitrit og nitrat úr endurnýtta vatninum. Tal­an er um evni, sum í ov stór­um nøgdum kunnu hava bein­leiðis negativa ávirkan á laks­in við at elva til vánaliga heilsu og strongd og harvið økja um fellið. Á Fiskaaling ásanna tey tann al­stóra týdning, sum tað hev­ur at tryggja væl­ virk­andi og støð­ug biofiltur við gagn­ligum bakterium, ið megna at viðlíkahalda góða vatn­góðsku á smolt­støð­un­ um. – Størri vitan um bakt­er­ iu­sam­fe­lag­ið í bio­filtr­un­um – eitt nú um bakt­eriu­sam­ an­set­ing og virkni – kann geva virðismikið innlit í ym­isk viðurskifti á støðini, ið ávirka filtrini. Hetta kann so aftur geva alarum møgu­leika fyri at betra um manna­gongdir og harvið menna framleiðsluna.  Lagt verður aftrat, at vit­ an­in av hesum slag er rætti­ liga avmarkað í løtuni, og tí­ skil eru fólk á starvstovuni hjá Fiskaaling á iNOVA far­ in undir at at granska inn­ an hetta økið í tøttum sam­ starvi við vinnuna. – Eitt nú er farið undir eitt ítøki­ligt arbeiði, har Fiska­aling og Luna sam­ starva um at menna vit­an­ ina innan biofiltur, vatn­ góðsku og fiskaheilsu á smolt­støð­um, siga tey á Fiska­aling. ­ ­ Fiskaaling og alifelagið Luna eru farin undir samstarv at menna vitanina innan biofiltur, vatngóðsku og fiskaheilsu á smoltstøðum Vilja menna vitanina BOÐA GUÐS ORÐ: 10 fólk, umboðandi heima­ missiónina í Føroyum, eru farin til Grønlands at boða Guðs orð. Toymið fer at hava andaktir og bíbliutímar, eins og toymið eisini fer at vitja kirkjur, samkomur, fangahús, ellisheim, sjúkrahús og umborð á skip sum koma til Nuuk. Í morgun kunnar Fiska­ markn­aður Føroya um, at fjórða ”opna” upp­ boðssølan av fiski­rætt­ indum verður týsdagin, 19. september í ár Vilmund Jacobsen Rættindini, sum verða seld á søluni 19. september, eru 8.500 tons av norðhavssild – og 9.297 tons av svartkjafti. Í kunning um upp­boðs­ søluna siga tey á Fiska­ markn­aði Føroya, at ávís feløg og persónar, ið ætla at bjóða upp á hesi rættindi, skulu lata Vørn hóskandi skjal­prógv í seinasta lagi tríggj­ar vikur, áðrenn upp­ boðs­sølan verður hildin ella boð skulu latast inn. Lagt verður aftrat í frá­ boð­anini, at talan er um eigara av fiskifari und­ir føroyskum flaggi, utt­an veiðiloyvi, at fiska við ávísa fiskifarinum – ella føroyskt partafelag ella smá­parta­fe­ lag, ið skjal­prógv­ar avtalu um, at ávíst fiskifar undir føroyskum flaggi fiskar keyptu kvotuna.  Tey, sum ynskja sær neyv­ari upplýsingar um upp­boðssøluna, kunnu venda sær til Fiskamarknað Før­oya, ið veitir kunning um galdandi reglur. Í nátt hevur Rósing Lyder­sen, sum siglir við Magnusi Heinasyni, langt viðheftu mynd á netið. Maðurin við konga­fiskinum er Suni Drangá. Teksturin til mynd­ ina er: ”Enn er onkur stórur eftir; hesin er yvir 30 ár…” Skógrøkt nýggjan leiðara Vilmund Jacobsen Michael K. Jacobæus er settur í starv sum deildarleiðari á Skóg­ røkt Landsins. Hann er útbúgvin lend­is­ arki­tektur frá Land­ bún­að­arháskúlanum í Keyp­mannahavn. Nýggi deildarleiðarin hevur royndir inn­an skógrøkt og an­leggs­ virksemi og var í síni tíð ein teirra, sum setti á stovn P/f Hjálpirót. Michael K. Jacobæus hev­ur eisini fingist við at kunna um garðyrkið og lendisrøkt, eitt nú á kvøld­skúlanum. Seinasta árið hevur hann røkt starvið sum leið­ari á Skógrøkt Lands­ins sum avloysari.  Í eini 20 ár hevði Mich­ ael K. Jacobæus ábyrgd av grønu økjunum hjá Tórshavar kommunu, fyrst sum býargartnari og seinastu 10 árini sum lendisarkitektur á plandeildini.  Tað er Umhvørvisstovan, ið Skógrøkt Landsins ligg­ur undir, sum ber hesi tíðindi. Fjórða sølan við 17.797 tonsum