Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 BankNordik byggir nýtt í miðbýnum Vilmund Jacobsen Millum 13 og 15 mans eru til arb­eiðis hvønn dag á Vágs Skipa­smiðju, og her hevur ver­ið nógv at gera í alt summ­ar – alt frá vanligum við­líka­haldi til ymiskar um­ væl­ing­ar og høvuðssýn. Guðmundur K. Jacobsen, stjóri, sigur, at herfyri høvdu teir línu­skipið Pison uppi. Skip­ið stóð á bedingini í eina lítla viku, har skrokkurin varð vaskaður og málaður, og sink­ini vórðu skift. – Vit hava eisini komb­in­ er­aða snellu-og línuskipið Norð­søka uppi, og her um­ væla vit eitt nú róður og kjøl, sum eru skaðar, ið skipið hev­ur fingið, sigur hann. Høvuðssýn Guðmundur K. Jacobsen sig­ ur, at útróðrarbáturin Akra­ leit­ið eisini hevur staðið á bed­ingini í eina tíð. – Akraleitið fær høv­uðs­ sýn, og hetta arbeiðið verð­ur gjørt, soleiðis at tað pass­ar inn í annað virksemi á bed­ ing­ini, sigur stjórin á Vágs Skipa­smiðju. Í dag verður farið undir at skifta ytstu bátabrúnna í bátahylinum Inni á Fjørð í Vestmanna. Vestmanna kommuna hevur heitt á bátaeigarar, sum hava bátar liggjandi við brúnna, um at flyta bátarnar, meðan arbeiðið verður gjørt. Trolbátar koma inn at landa Vilmund Jacobsen Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í grøn­lendsk­ um sjógvi. Tey fiska ser­liga tosk og brosmu. Hesi bæði skipini koma vænt­andi heim at landa sein­ast í hesi vikuni. Tvey línuskip eru vestan fyri undir Føroyum og fiska tosk og svartkalva, og tey koma væntandi inn at landa seinast í vik­uni. Umframt tey bæði ís­fiska­línuskipini í grøn­ lendskum sjógvi, er eis­ini eitt frystilínuskip har yviri. Haraftrat eru tvey føroysk línuskip í Grøn­ landi og taka ímóti fiski. Á Fiskamarknaði Før­oya hava tey ikki ser­liga stórar vónir um útróðrarfisk hesa vik­ una, tó at streymur og verður eru brúkilig. – Útróðurin er sum heild smá­lig­ur, siga tey. Flestu partrolarapør eru til fiskiskap og koma inn at landa so hvørt, sum henda vikan gongur. – Men, upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er smá­ligur, og okkurt parið roynir eftir svartkalva, eins og trý partrolarapør framvegis fiska gulllaks. Teir, sum royna eftir svartkalva, fáa ikki tær heilt stóru nøgdirnar, men prísurin á svart­ kalva er lutfalsliga góður. Onkur djúpvatnstrolari er á ísfiski, og ein frystir veiðina umborð. Hesi skipini – tveir á ísfiski og ein frystitrolari - royna serliga eftir svartkalva og kongafiski. Fríggjadagin var ein trolbátur á landleiðini. Teir fingu eina blanding av toski, upsa og flat­ fiski. Nakrir vóru norðan fyri og fiskaðu tosk, hýsu, upsa og flatfisk. Væntandi landa fleiri trolbátar í dag. vilmund@sosialurin.fo Nógva virksemið, sum er víða um landið, dryppar eisini av sær á Vágs Skipasmiðju, har teir hava havt úr at gera í summar Nýggi bankabygningurin í Klaksvík verður partur av Biskupstorginum í miðbýarhjartanum Dryppar eisini av sær á Vágs Skipasmiðju Stórt og hugnaligt tiltak við harmonikutreffi verður í Fuglafirði í døgunum 25.-27. august – við konsertum, dansi og øðrum Vilmund Jacobsen Seinasta hósdag skrivaðu Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, Hjalti Josephsen, stjóri í Norðhús og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, undir avtalu um bygging av nýggjum bankabygningi í miðbýnum í Klaksvík. Nýggi bygningurin verður 230 fermetrar stórur og fer at hýsa átta starvsfólkum. Eftir ætlan verður bygningurin liðugur eftir summarfrítíðina í 2018, og bæði bankastjóri og borgarstjóri fegnast um plássið hjá bankanum í nýggja miðbýnum. - Við nýggja bygninginum vísir bankin, at tey vilja eina framtíð í Klaksvík, og vit eru ómetaliga glað um, at tey við hesum gerast partur av nýggja miðbýnum, sum veruliga er eitt frambrot fyri okkum øll, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Her stendur línuskipið Pison uppi á Vágs Skipasmiðju, har teir hava havt úr at gera í summar