mánadagur 14. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUMMARFESTIVALURIN
Harriet Olafsdóttir
Hósdagurin
byrjaði
ikki
heilt
óvæntað við regnið, ið bara versn
aði út á kvøldið. Hettar ávirkaði
sjálvandi uppmøtingina á festival
inum.
Tað var ikki fyrr enn Lukas
Graham spældi kl 22.00, at fólk
rættuliga vóru komin á festivalin,
og hóast nógva regnið, so leveraði
bólkurin til fulnar.
Bæði til Lukas Graham og
Danny and The Veetos sungu fólk
við og tóktust at royna at fáa tað
besta burturúr. Tey flestu høvdu
latið seg í regnklæði, og hjá teimum,
ið ikki høvdu, komu ókeypis
regnsløgini frá Trygd væl við.
Silvalandið var sera væl vitjað á
festivalinum, og høvdu fyriskipar
arnir veruliga spílað seg út fyri at
gera Føroya størsta spæliland so
spennandi og fjølbroytt sum gjør
ligt.
Summar Festivalurin verður
neyvan kallaður familjufestivalurin
fyri einki.
Tað var kanska serliga á tjald
ingarplássinum hósdagin, at veðrið
spældi neiliga inn – tí hóast tjald
ingarplássini vóru útseld í ár, sá
tað ikki út til at vera pakkað við
teltum. Tó so, vóru tað nøkur, ið
trossaðu veðrið, og tað spældi væl
av, í ringasta fall høvdu tey gistandi
møguleikan at fara inn í tað stóra
tjaldið, ið stóð mitt á tjaldplássinum
at fáa hitan og keypa sær heita
suppu.
Fríggjadagurin var eitt sindur
tað sama, uppmøtingin kom held
ur ikki rættuliga, fyrr enn høvuðs
navnið fyri kvøldið Christopher
trein á pall kl 21.00. Christopher
megnaði at fanga fjøldina og var
tað sum Sjúrður Skaale segði, tá
hann presenteraði Christopher,
hettar var eina mest fyri tey und
ir 25 ár.
Áskoðararnir til hesa konsertina
vóru mest í tí yngra endanum, men
bólkurin leveraði og serliga til teir
kendu sangirnir sungu fólk hart
við.
Tá Tinganest síðan spældi í telt
inum beint eftir Chrisopher, var
tjaldið á tremur við fólki – kanska
bæði tí, at tað framvegis regnaði
eitt sindur, men eisini her vóru
tað vælkendu tónarnir, ið fangaðu.
Restina av kvøldinum var nakað av
fólki, og hjá teimum, ið ikki høvdu
mist vónina av regninum og kulda
var lagið heilt gott. Føroysku bólk
arnir átti náttina og vóru tað her
serliga teir lokalu bólkarnir, sum
trektu.
Leygardagurin sá heldur lovandi
út frá morgunstundini. Í Klaksvík
var stemningurin góður og serliga
á tjaldingarplássinum, í hitapott
inum og á campingøkinum runt í
býnum hugnaðu fólk sær í sólini.
Men kl 16.00, tá Kristina Bær
entsen trein á pallin, byrjaði aft
ur at regna – og tað rættuliga illa
eina løtu. Men Kristina tók tað við
einum smíli og megnaði at fanga
fjøldina, hóast hon hevði á orði,
at hettar minti ikki sørt um kon
sertina hjá henni í fjør.
Tað vóru nógv fólk til konsertina
hjá Kristinu, serliga um man hugsar
um, at konsertin var longu kl 16.00
– áskoðararnir sungu við og nýttu
framførsluna.
Í sera skiftandi veðrið leygar
dagin blivu teir flestu festival gest
irnir hangandi út á kvøldið, men tá
so Toto trein á pall kl 22.00 fyltist
økið knappliga, og veðrið bleiv gott.
Tað sást, at tað vóru fleiri, ið høvdu
leitað sær einamest á festivalin
fyri at hoyra høvuðsnavnið Toto
– Vágsbøur var á tremur, og fólk
stóðu sum sild í tunnu, bæði á
Vágsbøi og á vegnum við matar
støðini. Manningin úr Toto megn
aði at savnað og fanga fjøldina.
Onkur vildi vera við, at teimum, ið
dámdi Toto, fingu eina brand kon
sert fyri allar pengarnar.
Alt í alt ein væleydnaður, men
serstakliga vátur Summar Festi
valur.
Summar Festivalurin hevur verið
um vikuskiftið – og hóast skiftandi
veður koyrdi festivalurin eftir
skinnarum, og alt gekk sum ætlað
SUMMAR FE