týsdagur 19. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
5
Hóast veðrið ikki var
til vildar, so komu
heilt nógv børn at
síggja Trølla-
ommuna, tá hon
vitjaði á Shellstøðini í
Klaksvík leygardagin
BARNATILTAK
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Heilt nógv fólk vórðu savn-
að við Shell-støðina leygar-
dagin í sambandi við, at
sølubúðin er liðugt um-
bygd. Niclas Heri Jákups-
son hevur ikki talið, men
hann sigur, at tað vitjaðu
ómetaliga nógv fólk allan
dagin. Men um fimmtíðina
vóru heilt nógv, tí tá skuldi
Trølla-omman koma á vitj-
an.
Fyrr um dagin høvdu
Shell og Mjølnir skrivað
undir sáttmála, og klokkan
17 skuldi Trølla-omman
koma á vitjan.
Tað regnaði, men tað lat
ikki til at gera tað minsta.
Børn og vaksin gingu inn
og út úr sølubúðini, har
sodavatn og køkur vóru at
fáa. Hetta stytti um bíðitíð-
ina til omman kom. Brád-
liga hoyrdist floyt frá
einum oljubili. Í einum av
stóru bilunum hjá Shell
kom Trølla-omman koyr-
andi. Hon veittraði út
gjøgnum bilrútin og bað
børnini bíða, meðan bilfør-
arin fór at venda bilinum.
Børnini so gjørdu, men
kortini runnu tey ímóti bil-
inum, tá hann kom inn á
økið rundan um støðina.
Omman leyp løtt á tá úr
bilinum, og fleiri av børn-
unum fingu ein koss.
– Og halgatrý omma er
góð við tykkum, segði hon,
meðan hon tók tvørtur um
fleiri børn. So byrjaði hon
at býta góðgæti út til teirra.
– Ger so væl, og ger so
væl. Hygg her, omma hevur
sjálv bakað, segði Trølla-
omman, meðan hon býtti
Twix út til børnini.
Nógvar smáar barna-
hendur rættu seg fram ímóti
henni. Nakrar ferðir royndi
hon at sleppa eitt sindur
nærri sjálvari sølubúðini í
Shell, men tað eydnaðist
ikki, tí har vóru so nógv
børn, og øll vildu hava okk-
urt leskiligt frá Trølla-
ommuni.
– Nå, nú er posin tómur.
Er tað nakar, sum vil eiga
hann, rópti omman eina-
ferð. Nógv børn stóðu sum
kánus, men flennandi tók
omman ein annan posa og
helt fram at býta út.
Tað var nakað strævið
fyri ommuna at vera einsa-
møll um uppgávuna at býta
út, men Trølla-Pætur var
sum skilst upptikin onkra
aðrastaðni, so hann fekk
ikki verið við.
Men alt eydnaðist kortini
væl hjá ommuni hendan
dagin, og øll børnini fingu
hana at síggja og okkurt
søtt.
Leygardagin varð ein
tvey ára sáttmáli
millum flogbólts-
felagið Mjølnir og
Shell undirskrivaður
SÁTTMÁLI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klokkan
15
skrivaðu
Niclas Heri Jákupsson,
leiðari og Eyðbjørn Andre-
asen, formaður í Mjølni
undir tvey ára sponsor-
avtalu.
Fleiri av leikarunum hjá
bæði kvinnu- og mansliðn-
m í meistaradeildini vóru
tilstaðar. Bæði liðini hava
fyri stuttum spælt seg í
steypafinaluna, og ber tað
brá av, at kappingarárið hjá
Mjølni kann fara at gerast
gott aftur í ár.
Niclas Heri Jákupsson
sigur, at tað hevur stóran
týdning fyri Shell at vera
stuðul hjá Mjølni.
– At
síggja
okkara
merkið á klæðunum hjá so
sunnum, røskum og seriøs-
um ítróttarfólki, sum ferð
eftir ferð hava megnað at
fáa eitt flott úrslit, kann
ikki annað enn vera gott,
sigur hann.
Halgatrý omma er góð við tykkum
– Veitslurnar fyri
støk er ein
møguleiki til tey
støku at fara út til
ein góðan bita og at
hugna sær. Tað er
ikki altíð eins
hugaligt at fara út
aleinaður, og tískil
kann ein tílík veitsla
vera eitt gott høvi til
at sleppa út og
hugna sær, sigur ein
av fyrireikarunum
Dagbjørg Hjaltalin
VEITSLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyri triðju ferð verður
skipað fyri veitslu fyri
støkum. Hon verður 30.
okt. við borðhaldi og
dansi. Tað eru Dagbjørg
Hjaltalin
og
Ólavur
Groth, sum skipa fyri
veitsluni.
Dagbjørg greiðir frá, at
hon fekk hugskotið, tá
hon var til eina tílíka
veitlsu í Danmark fyri
nøkrum
árum
síðani.
Síðani spældi hon við
tankan í eina tíð, inntil
hon fann ein at skipa fyri
tí saman við, sum hevði
haft somu tankar.
–
Endamálið
er
simpulten
at
geva
teimum, ið sita einsamøll
eitt høvi til at fara út at
skemta og hugna sær,
sigur hon.
Hon greiðir frá, at ein
dama, sum hevði verið til
veitsluna
hjá
teimum
segði, at hon varð vorðin
einkja fyri nógvum árum
síðani og hevði ikki verið
úti síðani tá Men hon lat
so væl at veitsluni og
segði, at hon hevði farið
aftur, um tað so var dagin
eftir.
– Tá ein er stakur, er ein
ikki so ofta úti og etur ein
góðan bita, tí hava vit
gjørt av, at tey skulu fáa
ein
góðan
bita
til
veitsluna
við
trimum
rættum og síðani dans
aftaná.
Hetta
kvøldið
verður tað X-Rays ið
spælir. Men samstundis
fáa tey eisini høvi til at
sita og práta við borðið og
læra hvønn annan at
kenna, greiðir Dagbjørg
frá.
Veitslan
fyri
støk
verður tann 30. oktober,
og freistin at tekna seg er
úti tann 21. oktober.
Shell og Mjølnir tvey ár
Niclas Heri Jákupsson og Eyðbjørn Andreasen skrivaðu undir
tvey ára sáttmálan leygardagin
Hvussu nógv fólk vitjaðu í Shell leygardagin, er ilt at meta um,
men leiðarin, Niclas Heri Jákupsson, sigur, at ómetaliga nógv
fólk vitjaðu allan dagin
– Ger so væl. Omma hevur
sjálv bakað, rópti Trølla-
omman til børnini, meðan
hon gav teimum Twix
Børnini fingu eisini sodavatn at drekka, meðan tey bíðaðu eftir
ommuni
Eitt høvi til hugna
Annita á Fríðriks-
mørk, løgtingskvinna
hjá Tjóðveldisflokk-
inum, heldur ikki, at
allar føroyskar kvinn-
ur eru líka fyri fostur-
tøkulógini. Tær, sum
hava fíggjarliga ella
sálarliga orku til at
fara niður at fáa
fosturtøku, fara.
Meðan tær, ið ikki
hava neyðugu ork-
una, verða í Føroyum
og eiga barnið, vísir
tingkvinnan á
FOSTURTØKA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Føroyska fosturtøkulógin
forðar ikki fosturtøku. Tað
sigur Annita á Fríðriksmørk
á heimasíðuni hjá Tjóð-
veldisflokkinum. Her hugs-
ar hon um, at tær føroysku
kvinnurnar, sum vilja hava
fosturtøku, men ikki fáa
hana í Føroyum, kunnu fara
niður. Men so eru tað nak-
rar, sum ikki hava fíggjar-
ligu ella sálarligu orkuna til
at fara niður, og tískil mugu
tær føða barnið.
– Tað ger, at allar før-
oyskar kvinnur ikki eru líka
fyri lógini, vísir Annita á.
Hon leggur afturat, at tað
er tað sama galdandi, tá tað
kemur til kommunulæknan.
– Á bygd eru kvinnurnar
ikki líka væl fyri, sum
kvinnur í Havn. Tí í høv-
uðsstaðnum hava vit jú
fleiri kommunulæknar, og
tað frættist skjótt, hvør
lækni er so mikið liberalur,
at hann finnur ein ella
annan útveg, so at ein
kvinna
kann
fáa
eina
fosturtøku. Tað er ikki
galdandi í bygdum, har
kanska bara tann eini lækn-
in er, sigur Annita á Fríð-
riksmørk, sum samanber
føroysku fosturtøkulógina
við eina harmoniku.
– Ein liberalur lækni
kann altíð finna ein ella
annan máta at geva einari
kvinnu fosturtøku uttan at
bróta verandi lóg, sum hon
er í dag. Men um vit fingu
fría fosturtøku, so hevði ein
lækni sum noktaði at geva
fosturtøku brotið lógina,
sigur Annita.
Annita heldur ikki, at tað
kann vera rætt, at tað veldst
um, hvønn hugburð eins
kommunulækni hevur til
málið, um ein kvinna fær
fosturtøku ella ikki.
Hon heldur fram, at tað
er jú sera ójavnt, hvussu
læknarnir síggja upp á slíkt,
og tískil kann tað koma at
vera læknin, sum situr við tí
avgerandi orðinum, og tað
heldur Annita er beinleiðis
skeivt.
Kvinnumál
Annita er fyri fríari fostur-
tøku, og tað hevur ting-
kvinnan ongantíð lagt nak-
að skjól á. Ei heldur er hon
bangin fyri, at tað kann
skaða hennara egna polit-
iska yrkið.
– Veljarin skal vita, hvar
hann hevur meg. Eg skal
ikki ganga aftan á honum,
um ein kann siga tað so,
sigur hon og leggur afturat,
at hetta er ikki nakað nýtt í
sjálvum sær. Annita segði
eisini undir seinasta val-
stríðið, at hon er fyri fríari
fosturtøku.
Men hon greiðir frá, at
soleiðis hevur tað ikki altíð
verið.
– Fyri nøkrum árum
síðani helt eg ikki, at frí
fosturtøka var tað rætta,
men tað er broytt í dag við
at eg havi munandi meira
vitan
um
hetta,
sigur
Annita, sum ikki er í iva
um, at endaliga avgerðin
eigur at liggja hjá kvinnuni.
– Fosturtøka er ein sera
álvarslig og stór avgerð,
men tað kemur fyri, at
gentur ella kvinnur koma í
eina støðu, har fosturtøka
er einasta valið fyri tær. Og
at føra fram, at kvinnur við
fríari fosturtøku fara at nýta
tað sum fyribyrging, er
púra burturvið, heldur løg-
tingskvinnan.
Annita sigur sjálv, at á
ein ella annan hátt, so kenn-
ir hon tað sum sína ábyrgd
at standa fram og royna at
fáa glið á kjakið um fría
fosturtøku, tí hon sjálv er
kvinna.
– Kvinnan er tann, sum
er næst hesum kjakinum.
Harvið sigi eg ikki, at menn
ikki hava eina meining um
hetta og taka orðið á tingi,
men jú, á ein ella annan
hátt, so kenni tað sum mína
ábyrgd, viðgongur hon.
Annita er eisini sannførd
um, at um kvinnurnar vóru
betur umboðaðar á tingi, á
formanspostum
ella
í
landsstýrinum, so hevði
meira ljós verðið varpað á
hetta málið, sum er so eymt
og kensluborið fyri mong.
– Fosturtøka er ein spurn-
ingur um kvinnulig rætt-
indi, staðfestir Annita.
Vantandi orðaskifti
Annita vísir eisini á, at ov
lítið orðaskifti er um júst
hetta málið.
Tískil er hon farin í holt
við at orða ein fyrispurning
til landsstýrismannin við tí
fyri eyga at fáa eitt orða-
skifti í gongd.
Kjakið um fría fosturtøku
er aftur við at blussa upp,
orsakað av ætlaninunum
hjá Kvindeligt selskab og
Kamal Qureshi at seta á
stovn ein grunn til føroysku
kvinnurnar, sum velja at
fara til Danmarkar at fáa
eina fosturtøku.
Í viðmerking sínari sigur
løgtingskvinnan seg vænta,
at grunnurin ikki fer at fáa
nakra umsókn.
– Føroyskar kvinnur, sum
velja at fara av landinum til
tess at fáa eina fosturtøku,
gera tað so diskret, at tað
síðsta tær kunnu finna
uppá, er at søkja ein dansk-
an grunn um stuðul, heldur
Annita á Fríðriksmørk.
Annita greiðir frá, hon
hevur fingið at vita frá
politikarum í eitt nú Dan-
mark, at síðani meira varð
gjørt fyri at upplýsa um
fyribyrging, er talið á
fosturtøkum lækkað.
– Tá Finnland kom í
kreppu herfyri, gjørdu tey
av at lækka játtanina til
upplýsing um fyribyrging.
So er tað nokk so áhuga-
vert, at talið á fosturtøkum
fór upp, sigur hon og vísir
á, at um frí fosturtøka skal
verða í Føroyum, so má og
skal størri dentur leggjast á
upplýsing um fyribyrging.
Fosturtøka:
Kvinnur ikki líka fyri lógini
Afturvendandi
tiltakið við
J–degnum, tá
jólabryggið hjá
báðum teimum
føroysku bryggj-
aríunum fæst fyri
bert 1 kr., er í ár
settur at vera
fríggjadagin 5.
november
Nú er ásett, at J-
dagurin í ár verður 5.
november.
Henda
dagin verða nýggju
jólaølirnar
hjá
bryggjaríunum vístar
fram.
Henda
dagin
er
eisini gjørligt at keypa
øl fyri bert 1 kr. Tó
verða
tað
bert
avmarkaðar nøgdir, ið
verða seldar so bíliga,
so tað ræður um at
koma fyrst framat.
Hetta er eitt tiltak,
sum
donsku
bryggjaríini
leingi
hava skipað fyri, bæði
tá sølan av páska– og
jólabrygginum byrjar.
Seinastu árini hava tey
føroysku bryggjaríini
eisini verið við, og í ár
verður
J–dagurin
sostatt fríggjadagin 5.
november.
–eys–
Tað gongur bara væl
við arbeiðinum upp á
Norðoyatunnilin.
Sambært Norðlýsin-
um kann roknast við,
at tað í hesi vikuni
verður komið í helvt
við boringini. Evsta-
mark fyri at verða
komin á mál við bor-
ingunum er í juni
komandi
ár,
men
væntast kann, at bor-
ingarnar verða lidnar
fyrr enn so.
Tá ið boringarnar
eru lidnar, verður farið
undir at gera arbeiðið
liðugt, og hetta skuldi
tikið umleið eitt ár. Á
hesum økinum er tó
eisini góður møguleiki
fyri, at arbeiðið gong-
ur skjótari enn væntað,
og Norðlýsið sigur seg
vænta, at tað neyvan
verður nógv seinni
enn á jólum komandi
ár, at arbeiðið upp á
Norðoyatunnilin verð-
ur liðugt.
–tn–
Annita á Fríðriksmørk heldur ikki, at allar føroyskar kvinnur eru líka í eygunum á føroysku
fosturtøkulógini
J – dagur
aftur
á skránni
Hálvur
tunnil
C
M
Y
K
5
4