týsdagur 19. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
7
Vilja seta ferð á føroyska
skipaskráseting
Tveir lærarar á
Føroya Sjómansskúla,
Sjúrður Guðjónsson
og Kristin Rasmus-
sen, hava tikið stig til
stóra ráðstevnu um
altjóða skipaskráset-
ing í komandi viku, tí
teir halda, at altjóða
skipaskráseting kann
gera mun í Føroyum
ALTJÓÐA
SKIPASKRÁSETING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hóast føroyingar í mong ár
hava havt eina altjóða
skipaskráseting, so eru bert
nøkur heilt fáa útlendsk
skip í føroysku skipaskrá-
setingini. Hetta halda menn
á Føroya Sjómansskúla
verða stórt spell, og teir
royna tí nú at birta undir
aftur kjakið, um tað ikki er
rætt at fáa lagt lunnar undir
eina altjóða føroyska skipa-
skráseting, ið kann verða
freistandi fyri útlendsk
reiðaríir.
Lagast til tørvin
Teir báðir lærararnir á sjó-
mansskúlanum,
Sjúrður
Guðjónsson og Kristin Ras-
mussen, eru millum teirra,
ið halda, at vit sum skjótast
eiga at fáa broytt okkara al-
tjóða skipaskráseting, so-
leiðis at hon gerst meiri
áhugaverd fyri útlendingar.
Teir siga, at tað er neyðugt
hjá føroyingum at fara út og
spyrja útlendsk reiðarí, hvat
tey vilja hava, og hvat teim-
um tørvar fyri møguliga at
skráseta síni skip í Før-
oyum.
– Vit noyðast at hugsa um
nýggjar vinnuvegir, og
hetta er avgjørt ein vinnu-
vegir, ið kann gerast ser-
stakliga áhugaverdur fyri
føroyska samfelagið. Vit
skulu minnast til, at fáa vit
nógv fremmand skip í okk-
ara skráseting, so gevur
hetta økt virksemi til nógv-
ar vinnubólkar, so sum um-
boðsvirksemi, skrásetingar,
eftirlitsvirksemi, banka- og
tryggingarvirksemi,
ad-
vokatvirksemi
umframt
mangt annað, sigur Sjúrður
Guðjónsson, sum tó leggur
afturat, at talan í fyrstu
atløgu neyvan verður um
fleiri arbeiðspláss til føroy-
ingar á sjónum.
– Tað er tó av alstórum
týdningi, at vit ikki bara
fara út við onkrum hálvum.
Tað skal verða ordiligt og
áhugavert fyri kundarnar, tí
annars spyrst onki burturúr.
Er okkara tilboð ikki meiri
enn næstbest, so koma vit
ongan ongan veg, tí tað
ryktast so ómetaliga skjótt í
vinnuni, hvussu tær ymisku
skipaskrásetingarnar eru,
sigur Sjúrður Guðjónsson.
Onnur oyggjasam-
feløg eru frammalaga
Fleiri
oyggjasamfeløg
kring heimin eru framma-
laga á skipaskrásetingar-
marknaðinum, vísa teir
báðir sjómansskúlalærarar-
nir á. Eitt nú hevur Isle of
Man eini 400 til 500 út-
lendsk skip í sínari skipan,
og harav eru eini 70 teirra
donsk.
Teir
báðir
lærararnir
meta, at fara føroyingar í
næstum av álvara undir at
gera nakað við sína altjóða
skipaskráseting, er ikki
óhugsandi, at vit um eini 10
ár hava okkurt um 500
fremmand skip í skráset-
ingini, um karmarnir eru
teir røttu.
Tað er tó av stórum týdn-
ingi, at rætt verður borið at.
Sjúrður Guðjónsson og
Kristin Rasmussen siga, at
tað er alneyðugt, at Føroya
Landsstýri tekur fyrsta
stigið til at fáa karmarnar í
rættlag. Her verður hugsað
um eina nýggja skráseting-
arlóg og eina serliga skatta-
lóg fyri hesi skip.
Áðrenn hettta verður
gjørt, er tó neyðugt hjá før-
oysku myndugleikunum at
fara út til møguligu kundar-
nar at kanna, hvat ið teir
høvdu ynskt sær av einari
føroyskari altjóða skipa-
skráseting. Tá ið hetta er
gjørt, kunnu karmarnir
tillagast, og síðani skal
skipaskrásetingin markn-
aðarførast uttanlands. Sjálv
marknaðarføringin noyðist
ikki at gerast so kostnaðar-
mikil, siga teir báðir sjó-
mansskúlalærararnir, tí er
skipanin góð, ryktast tað
ógvuliga skjótt í vinnuni
um hana.
Avbjóðing fyri
Sjómansskúlan
Fæst gongd av álvara á eina
slíka skipaskráseting, fer
hetta eisini at seta krøv til
Føroya Sjómansskúla og
aðrar maritimar skúlar, siga
teir báðir lærararnir á
skúlanum.
– Skúlin noyðist so at
koma inn við serkunnleika
og skipa fyri skeiðum um
serføroysk fyribrigdi, eitt nú
á lógar-, trygdar- og heilsu-
økinum, ið teir útlendsku
yvirmenninir noyðast at
kenna til, sigur Sjúrður
Guðjónsson.
Somuleiðis
heldur hann, at ein slík
skipan í longdini eisini kann
hava eitt positivt árin á
áhugan fyri at fara undir
útbúgving á skúlanum.
Tí skipar Føroya Sjó-
mansskúli fríggjadagin 29
oktobur fyri einari ráð-
stevnu um altjóða skipa-
skráseting. Fyrireikararnir
siga seg vóna, at ráðstevnan
kann verða ein neisti til
eina veruliga politiska við-
gerð av hesum evnum.
Á ráðstevnuni luttaka eitt
nú
landsstýrismenninir
Bjørn Kalsø og Bárður
Nielsen, ið skulu svara
spurningum
viðvíkjandi
málinum.
Harumframt
verður undirstjórin í Dansk
Rederiforening, Jan Frits
Hansen, við, og hann fer at
greiða frá, hvørji krøv, ið
reiðarar seta til eitt land, ið
vil verða við í kappingini
um skráseting av skipum.
Aðrir, ið taka lut á ráð-
stevnuni, eru eitt nú Óli
Hans H. Olsen, stjóri á
Skipaeftirlitinum og Kristin
Rasmussen, sjómansskúla-
lærari.
Sjúrður Guðjónsson og Kristin Rasmussen, ið eru fyriskiparar av ráðstevnuni um altjóða skipaskráseting, halda tað verða alneyðugt, at føroyingar fara undir at
gera meiri við júst hetta øki
Mynd: Jens Kr. Vang
Eldur
settur á
ein bil
Hóskvøldið varð eldur
settur á ein lastbil niðast
á Velbastaðvegnum í
Havn. Løgreglan hevur
enn ikki tikið nakran
gerningsmann,
men
kriminaldeildin arbeiðir
við málinum.
Blakað
avroðini í
ánna
Fríggjadagin varð ein
maður í Vágunum meld-
aður, fyri at hava blakað
avroðini í ánna, eftir at
hann hevði flett. Hetta
er sum kunnugt ikki
loyvi, tí alt burturkast
eftir flettingina, skal
latast í byngjurnar hjá
IRF.
Løgeglan í Vágunum
hevur málið um hendi,
og maðurin kann vænta
sær at fáa eina bót.
Ferðslu-
óhapp
Millum
Gilja
Leygarnáttina fór ein
bilur út av vegnum
Millum Gilja. Førarin
var yvir 18, men hevði
ikki koyrikort. Hann var
eisini ávirkaður av rús-
drekka. Fleiri ung vóru í
bilinum, og tvey teirra
endaðu á skaðastovuni.
Ein hevði brotið nøsina
og fingið aðrar smá-
skaðar í andlitið, með-
ani hin varð seymaður í
hondina, umframt at
hann hevði fingið ymsar
smásnuddir ymsa staðni
á kroppin. Løgreglan
sigur, at tey tó høvdu tað
gott eftir umstøðunum.
Førarin verður í næstum
ákærdur fyri rúsdrekka-
koyring.
Maður
tikin við
hashi
Leygarnáttina var løg-
reglan í Klaksvík biðin
at koma á staðið, tá nak-
að av ófriði var í býnum.
Ein maður varð tikin, og
tá hann varð kannaður,
vísti tað seg, at hann
hevði 2 gramm av hashi
í lummanum.
Atlantsfarið:
Aftur til fiskiskap fyri 600.000 kr.
Skipsbrotnir
undir Suðuroynni
Atlantsfarið hevur
loyvi at hava eina
ávísa hjáveiði av ym-
iskum fiskasløgum, tá
ið roynt verður eftir
svartkjafti í norskum
sjógvi. Haraftrat hev-
ur skipið loyvi at veiða
280 tons av "øðrum
fiskasløgum". Reiðar-
in, Dánjal Johansen,
viðgongur, at av teim-
um 108 tonsunum,
sum Atlantsfarið
hevur inni, nú skipið
liggur í Måløy í Nor-
egi, er ein ávís nøgd av
makreli, sum teir ser-
liga fingu í seinasta
hálinum
ATLANTSFARIÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var norska blaðið,
Bergens Tidende, sum í
síðstu viku bar tíðindini
um, at føroyska skipið, At-
lantsfarið, varð tikið í
norskum sjógvi fyri ólóg-
liga veiði.
Sambært blaðnum, hevði
norska sjóverjan illgruna
um, at skipið hevði veitt
makrel,
og
somuleiðis
funnust teir at fiskarídag-
bókini hjá skipinum, sum
teir ikki hildu var í lagi.
Fyri rættin í gjár
Reiðarin, Dánjal Johansen í
Miðvági, segði mánamorg-
unin við Sosialin, at At-
lantsfarið liggur í Måløy í
Noregi, og at viðgerðin av
málinum helst kom fyri
rættin í gjár.
– Vit hava fingið eitt til-
boð um at rinda kr.
600.000, soleiðis at skipið
kann sleppa útaftur, men
enn hava vit ikki tikið støðu
til hetta. Alternativið er, at
vit bíða, til dómurin í
málinum er fallin.
Tá ið vit tosaðu við reið-
aran, var hann júst á veg til
Havnar at finna út av, hvat
best var at gera.
Í stuttari samrøðu, vísti
hann á, at tað er torført at
koma í "klemmu" við
norsku myndugleikarnar.
– Hetta vísa aðrar roynd-
ir, sum føroysk skip hava
havt í Noregi, sigur hann.
Seinasta hálið
Dánjal sigur, at Atlantsfarið
royndi eftir svartkjafti í
norskum sjógvi, tá ið
sjóverjan kom umborð.
– Skipið hevur bara botn-
trol umborð, og tá verður
ein ávís hjáveiða av øðrum
fiskasløgum. Teir royndu á
leiðini, har onnur skip og
eisini norsk skip royndu við
botntroli.
Sum skilst á Dánjali,
hevur Atlantsfarið eisini
loyvi at fiska eitt nú sild og
upsa í norskum sjógvi, og
harumframt hevur skipið
loyvi at fiska 280 tons av
"øðrum fiskasløgum".
– Vit eru nú í holt við at
kanna, hvat "onnur fiska-
sløg" merkir, og um talan
her kann vera um eina ávísa
nøgd av makreli.
Hann viðgongur, at av
teimum 108 tonsunum,
sum Atlantsfarið hevur
inni, nú skipið liggur í
Måløy, er ein ávís nøgd av
makreli, sum teir serliga
fingu í seinasta hálinum.
Standa sína roynd
Uppá fyrispurning um fisk-
arídagbókina, sum norsku
myndugleikarnir
eisini
hanga seg í, sigur reiðarin,
Dánjal Johansen, at hetta
hevur hann onga við-
merking til.
– Hetta má standa sína
roynd, tá ið málið kemur
fyri í rættinum, sigur hann.
Tað er stívliga eitt ár
síðan, at Atlantsfarið varð
keyptur úr Skotlandi.
Seks mans eru við skip-
inum, sum lastar 1300 tons.
Sunnukvøldið kundi
ein rættilig bátsvan-
lukka verið hend vest-
anfyri Suðuroynna, tá
ið tveir brøður úr
Porkeri, Eirikur og
Halgir Poulsen, vóru á
veg úr Vági og norður
til Hvalbiar í AWI 33-
bátinum, Emily TG 69.
– Meðan eg eri í mask-
inrúminum, er ein
hvøllur brestur, og tað
vísir seg, at tað er kjøl-
urin sum tekur. Bátur-
in stendur ikki, men í
bølamyrkrinum síggja
vit, at tað brýtur í bæði
borð - bæði innanfyri
og uttanfyri bátin
SKIPSBROT
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eirikur Poulsen, sum eigur
Emily og rør út við honum,
skuldi á veg til útróðrar
sunnukvøldið føra beiggja
sín, Halgir, norður til Hval-
biar, har hann skuldi avstað
við skipi. Síðan skuldu
Eirikur og bátsfelagi hans-
ara, Terjon Tausen, ætlandi
loysa av Hvalba um 22-
tíðina hetta kvøldið.
Men brøðurnir báðir,
Eirikur og Halgir, komu
ongantíð til Hvalbiar.
– Eg hevði tikið ís og olju
í Vági, tá ið vit loystu um
18-tíðina. Veðrið var av tí
besta, og vit væntaðu, at túr-
urin norður til Hvalbiar fór
at taka slakar tveir tímar.
Eirikur sigur, at hann fekk
bátin nýggjan, 21. juli 2001,
og heilt síðan byrjanina,
hevur hann havt trupulleikar
við, at oljufiltrini typpast
við tí úrsliti, at motorurin
ikki orkar tað, hann eigur.
– Tá ið vit vóru komnir
norður á syðra enda á
Hvannhaga, helst á leiðini
við Múlatanga, fingu vit
trupulleikar við brenniolju-
filtrinum. Motorurin gekk
illa og vildi kódna. Eg av-
gjørdi tí at venda suðuryvir
aftur.
Hann sigur, at løtu seinni
hoyrdist kjøl-alarmur, og tá
vóru teir staddir stutt úr
landi.
– Eg fór niður í maskin-
rúmið at kanna eftir, hvussu
vorðið var og bað beiggja
mín taka róðrið. Í maskin-
rúminum stendur sjógvur
uppundir blokkin á motor-
inum. Meðan eg eri í mask-
inrúminum, er ein hvøllur
brestur, og tað vísir seg, at
tað er kjølurin sum tekur.
Eirikur sigur, at báturin
stendur ikki, men í bøla-
myrkrinum síggja hann og
bróðurin, at tað brýtur í
bæði borð - bæði innanfyri
og uttanfyri bátin.
Longu tá ið Eirikur kem-
ur uppaftur úr maskinrúm-
inum, er beiggin, Halgir,
komin í yvirlivilsisdraktina
og hevur eina drakt klára til
hansara.
– Hann hjálpir mær í
draktina. Nú brýtur meira
uttanfyri enn innanfyri.
Dekkið á bátinum fyllist
eisini við sjógvi, og Emily
leggur seg eini 90 stig.
Teir senda nú út neyðar-
kall og siga, hvar teir halda
seg vera staddar.
– Her sá ógvuliga svart,
og lítil vón tóktist vera fyri
bjarging.
Eirikur sigur, at Halgir nú
flotaði bjargingarbátin og
fer í hann.
Ætlanin hjá Halgiri var at
vera í bjargingarbátinum og
hava hann kláran, til Eirik-
ur eisini kom uppí bátin.
Eirikur sigur, at motorur-
in á bátinum var í gongd
alla tíðina og einu løtuna, tá
ið hann í myrkrinum helt, at
báturin vendi út frá landi,
koyrdi hann spakuliga á
motorin.
– Men nú vísti tað seg, at
Halgir, sum var í bjarging-
arbátinum, fekk ikki kapp-
að línuna, og tískil var
bjargingarbáturin hangandi
uppi í útróðrarbátinum.
Einu løtuna stendur á, og nú
fer bjargingarbáturin undir.
Tá ið Eirikur nú einki
hoyrir ella sær til beiggja
sín, leypir hann eisini í hav-
ið í yvirlivilsisdraktini fyri
at finna beiggjan.
– Eg síggi beiggja mín
aftur, og nú liggja vit báðir
og flóta í briminum, meðan
báturin melur í klingur
rundan um okkum við
bjargingarbátinum afturút.
At endar slitnar bjargingar-
báturin úr, meðan útróðr-
arbáturin heldur fram at
mala rundan um okkum. At
enda steðgar maskinan á
bátinum, og teir gera av at
svimja aftur til bátin.
Beiggi mín sleppur fyrst
umborð og hjálpir mær síð-
an eisini umborð.
Í bølamyrkrinum vita teir
ikki, um nøkur hjálp er á
veg, men tá ið teir eru
komnir umborð aftur á
Emily, síggja teir, at ein 35
fót stórur útróðrarbátur,
Petur M, við Sigmundi og
Peturi Mikkelsen, er komin
teimum til hjálpar.
Jónrit var eisini skjót á
staðið og kundi lýsa við
ljóskastara, so betur sást,
hvussu vorðið var.
– Brimil kom eisini á
staðið, men vit fóru ikki av
Emily, fyrr enn reyvin á
bátinum fór undir. Tá lupu
vit í havið. Halgir fór um-
borð á gummibátin hjá
Brimli og eg fór umborð á
Petur M.
Eirikur sigur, at tað var
ongantíð vandi á ferð eftir,
at hjálpin var komin.
Hann sigur, at eingin
trupulleiki var at halda hit-
anum í yvirlivilsisdraktun-
um, meðan teir lógu í sjón-
um – hvørki, tá ið teir lógu
í briminum undir landi, ei
heldur tá ið teir lupu í
havið, tá ið reyvin á Emily
fór undir og teir hildu, at
báturin fór at søkka.
Eirikur kom á Tvøroyri
um midnáttina sunnukvøld-
ið við Petur M, men Halgir,
sum var umborð á Brimli,
ið sleipaði Emily, sum lá
ógvuliga tungt í sjónum,
var ikki á Tvøroyri fyrr enn
nakrar tímar seinni.
– Sum eg havi skilt, sakk
Emily, tá ið Brimil nærk-
aðist bryggjuni á Tvøroyri,
sigur Eirikur Poulsen.
Hann leggur aftrat, at
hann og bróðurin eftir um-
støðunum vóru hampiliga
væl fyri eftir óhugnaligu
hendingina, sum saktans
kundi kostað teimum báð-
um lívið, um verri vildi til
hetta kvøldið.
Tað er stívliga eitt ár síðan,
at Atlantsfarið varð keyptur
úr Skotlandi. Seks mans eru
við skipinum, sum lastar eini
1300 tons
Mynd: Edvard Joensen
mynd: Leivur Nygaard
C
M
Y
K
7
6