Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 199 - 19. oktober 2004 Nr. 199 - 19. oktober 2004 9 TÍÐINDASKRIV Føroya Musikklærarafelag og Sanglærarafelag Føroya, skipa fríggjadagin 22. okto- ber og leygardagin 23. oktober fyri áhugaverdari ráðstevnu í Norðurlanda- húsinum. Ráðstevnan lýsir m.a. musikkskúlaskipanir í Nor- egi, Íslandi, Danmark og Føroyum. Á ráðstevnuni hava fyri- reikararnir bjóðað 5 dugna- ligum fyrilestrahaldarum úr norðurlondum at halda fyrilestrar. Hesir hava allir drúgvar royndir innan ymisk tónleikaøkir. Hví Ráðstevna Tað eru 20 ár síðani verandi musikkskúlaskipan bleiv gjørd, og er einki "komma" broytt hesi árini. Tað er meira og meira sjónligt, at tíðin, í ávísum førum, er farin frá verandi skipan, sum t.d. ikki tekur hædd fyri undirvísingini hjá framkomnum næming- um. Musikklærarafelagið vil við hesum fáa gongd á kjakið um, hvussu ein á besta hátt kann tillaga eina nýggja skipan til dagsins veruleika. Ynski hjá lærarum hevur í langa tíð verið at fáa eina samansetta starvssetan, har tað ber til, bæði at vera lærari og tónleikari. Ein av fyrilestrahaldarunum er Erik Bugge úr Noregi. Fyrilestur hansara snýr seg m.a. um, hvussu saman- settar starvssetanir virka í Norland Fylke. Ein annar fyrilestrahald- ari er Tormod Bjørnestad úr Noregi. Hesin hevur drúgv- ar royndir í, hvussu til ber at betra og økja um sam- starvi millum Fólkaskúlan og Musikkskúlan. Áheitan á politiska myndugleikan! Ráðstevnan miðjar eisini eftir, at fáa á tal politiska myndugleikan, sum á ym- iskan hátt umsita sang- og tónleikaundirvísing í Før- oyum. Tí verða musikkskúla- leiðarar, umboð fyri komm- unupolitikkarar, Mentanar- nevnd Løgtingsins og §7 nevndin fyri Musikkskúla- skipan Føroya bodnir at luttaka. Fyrireikararnir vóna, at ráðstevnan vil virka fyri at fólk, ið varða av musikk- skúlaskipanini, eisini vilja ogna sær størri fakligt inn- lit í, hvussu slíkar skipanir virka í øðrum londum. MARKNAÐARRÁK Hóast oljugoymslurnar í USA øktust í farnu viku, so eru m.a. bensingoymslur- nar enn heldur slunknar. Tí setti oljuprísurin aftur met, tá WTI-Crude oljan nærk- aðist 55 dollarum. Hetta er hægsti oljuprísur nakrantíð. Oljan vil tískil ikki fara úr andglettinum, og tí var tað sera áhugavert, at Green- span fríggjakvøldið helt røðu um búskaparligu ávirkanina av oljuni. Sum vanligt vandaði Greenspan sær neyvt um orðini. Kortini segði hann, at oljuprísurin ikki er so mikið høgur, at hann hóttir búskapin eins og áður, tá prísurin hevur verið á høgum stigi. Hetta varð tulkað, sum at FED aftur fer at hækka rentuna 10. nov. Eftir at sannlíkindið fyri hesum annars varð lækkað dagarnar undan røðuni, so eru renturnar hækkaðar eitt sindur av røðuni. Búskapartølini í farnu viku vóru misjøvn. Viku- ligu arbeiðsloysistølini og ídnaðarframleiðslan vóru verri enn væntað, men ódn- irnar, ið hava herjað, gera tølini torfør at tulka. Hin- vegin so gjørdust tøl fyri prísvøkstur og smásølu góð. Samanumtikið benda búskapartøl í USA fram- vegis á, at búskapurin er í framgongd og at rentustigið í USA, og harvið eisini í Evropa, er í lægra lagi. Roknskapurin hjá Nokia var bjartur, tí bæði úrslitið og sølan gjørdist hægri enn væntað. Herumframt missir Nokia ikki marknaðarpart longur. General Motors (GM) kunngjørdi hinvegin ein daprari roknskap, tí úrslit teirra gjørdist lægri enn væntað. Samstundis lækkaði GM metingarnar um heilársúrslitið. Annars kunngjørdu eisini General Electrics, Yahoo! og Intel góðar roknskapir meðan Philips kungjørdi vánaligan roknskap. Ein áhugaverd vika er fyri framman. Ein orsøk er, at týdningarmikil prísvakstr- artøl úr USA verða kunngjørd týsdagin, men eisini tí at hópin av rokn- skapum, frá m.a. IBM, Mot- orola, Microsoft og Ericsson, verða kunngjørdir. Vikan kann tískil gerast óstøðug, men oljan fer framvegis at hava stóra ávirkan. Samanumtikið sýn- ast partabrøv sterk, men roknskaparúrslitini eru av- gerandi fyri hvussu partabrøv fara at hilnast hesa vikuna. Renturnar eru hinvegin ov lágar og eiga at hækka sum frálíður, men oljan er framvegis gekkurin. Greenspan óttast ikki høga oljuprísin Vika 43, 2004 www.kaupthing.fo Ráðstevna um musikkskúlaskipanir Skrá fyri Ráðstevnuna Fríggjadagin 22. oktober 2004 09:00-09:30 Skráseting 09:30-10:00 Ráðstevnan verður sett Jógvan á Lakj- uni, Mentamálaráðharri 10:00-10:30 Fyrilestur Erik Bagge NO Samansett størv a. Tónleikari/lærari b. Fólkaskúlin, Musikkskúlin, Studentaskúlin 10:30-11:15 Kjak 11:15-11:30 Kaffi 11:30-12:00 Fyrilestur Svend Aaquist DK Nútímanstónleikur i undirvísingini 12:00-12:45 Kjak 12:45-14:00 Ábit Norðurlandahúsið er vertur fyri ábitinum. 14:00-14:15 Tónleikur 14:15-14:45 Fyrilestur Peter O. Petersen FO Sangurin í føroyska Fólkaskúlanumen i 14:45-15:30 Kjak 15:30-16:00 Fyrilestur Tormod Bjørnestad NO a. Samstarv millum Fólkaskúlan og Mentanarskúlan 16:00-16:45 Kjak Leygardagur 23. oktober 2004 09:45-10:00 Tónleikur 10.00- 0:30 Fyrilestur Bjørn Árnason ÍS Fakfelagsarbeiði í Musikkskúlahøpi 10.30-11:15 Kjak 11.15-11:30 Kaffi 11:30-12:00 Fyrilestur Martin Mouritsen FO Føroya Musikkskúli í 20 ár. 12:00-12:45 Kjak 12:45-14:00 Ábit Norðurlandahúsið er vertur fyri ábitinum 14:00-15:00 Orðaskifti 15:00-15:30 Kaffi 16:00-17:00 Konsert við kórinum Tarira Nýggj skipan í Vágatunlinum Eitt ordiligt skinn Leiðslan fyri Vága- tunnilin hevur nú mist tolið við gjald- skipanini og fer at skifta til nýggja skip- an, sum helst verður sett í gildi í hesum árinum GJALDSSKIPAN Edvard Joensen Vágar: Nú er »well«. Leiðslan fyri Vágatunnilin hevur mist tolið og fer nú at kassera gjaldskipanina, sum verið hevur, síðan tunnilin lat upp. Gjaldskipanin, har fólk, sum ikki hava kubba, hava skula goldið beinleiðis við gjaldskorti, ella tikið sær ein seðil fyri síðan at gjalda seinni, hevur ongantíð virk- að. Og nú verður hon blak- að burtur, sigur Reinhold Isaksen, fíggjarleiðari hjá Vágatunlinum. Ferðslan fer í hesum samanhangi at verða um- løgd, soleiðis at koyrt verð- ur bara á einari breyt. Høgra breytin, har bilarnir koyrdu inn til gjaldauto- matina, verður niðurløgd, og øll ferðslan fer so eftir vinstru breytini, har skrá- setingartól fara at ansa eft- ir, hvør hevur kubba, og hvør ikki hevur. Tey, sum ikki hava kubba, fáa so sendandi rokningina, sigur Reinhold Isaksen. Kubbaskipanin hevur riggað væl, og tey vænta hjá Vágatunlinum, at hend- an nýggja skipanin, sum er roynd aðrastaðni, eisini fer at rigga her. Reinhold Isaksen væntar ikki tær stóru eykaútreiðsl- urnar av hesi nýggju skip- anini, ætlanin er at fara undir. Rokningarnar verða avgreiddar elektroniskt og sendar móttakaranum á sama hátt sum eitt nú sjón- varpsgjald og tryggingar- gjøld. Og at fáa fólk at gjalda verður væl tað sama, sum tað er í dag, tá fólk taka ein seðil og so skulu gjalda seinni. Stóri trupulleikin við gjaldskipanini hjá vága- tunlinum hesi skjótt tvey áirini, tunnilin hevur verið opin, hevur verið kortskip- anin. Hon hevur ongantíð virkað, og neyðugt hevur verið at havt fólk sitandi á vakt allar dagtímarnar, sum annars ikki var ætlanin. Tað hevur verið ov dýrt og ber ikki til í longdini, ásannar leiðslan. Norðmenn hava ment eina skipan, sum skrásetir allar bilar, sum koyra fram- við, og síðan sendir krav út. Hesi skipan hava fólk frá Vágatunlinum verið og hugt at, og hava so valt at seta hana upp við tunnils- munnan og blaka ónýtiligu kortkipanina, sum verið hevur, burtur. Reinhold Isaksen sigur, at hetta verður gjørt fyrsta dagin, og hann væntar, at nýggja skipanin fer at virka í hesum árinum. Við ruskinnsavning- arstøðina á Skála gongur ein pension- istur og saltar skinn í hesum døgum. Ágóð- in av søluni fer til ymiskt innbúgv í Meinigheitshúsinum. Øll, sum hava flett nakað á Skála í heyst, stuðla tiltakinum, sigur hann UPPRUDDING Edvard Joensen Skála: Skálafólk tveita ikki skinn- ini burtur, tá flett er í heyst. Væl verða tey koyrd á bingjuplássið, men har stendur Tórfinn og tekur í móti og saltar tey, fyri síðan at senda tey til MBM. Tað, hann fær afturfyri, verður brúkt til eithvørt, sum keypast skal til Meinig- heitshúsið á Skála. Á ruskinnsavningarpláss- inum niðanvert Sjóvartún á Skála gongur Tórfinn Han- sen nakrar dagar um vikuna og tekur í móti tí, skálafólk vilja sleppa av við til IRF at brenna ella tyrva. Men hesa tíðina, fletting- in hevur verið fyri, hava dagarnir verið fleiri og drúgvari enn vanligt hjá Tórfinni. Hann hevur átikið sær at taka øll skinnini frá flettingini upp. Tey verða snøggað, saltað í fláir og síðan send MBM, sum rindar afturfyri. Innkomna peningin letur Tórfinn Meinigheitshúsinum á Skála. Soleiðsi var eisini í fjør, og tá fekk hann umleið 10.000,- krónur ella so fyri skinnini, sum send vórðu MBM. Fyri tann peningin keytu tey sær eitt hátalara- anlegg sigur Tórfinn. Í ár hava tey ætlanir um at keypa teleslyngur til Mein- igheitshúsið, so fólk, ið ikki hoyra so væl, eisini kunnu fáa gleði av tí, sum fer fram í húsinum. Í ár er prísurin fyri skinn lægri, enn hann var í fjør, men Tórfinn væntar ikki minni inntøku av teirri or- søk. Prísmunurin fer nokk at verða útlíknaður av nøgdini, hann hevur fingið, so inntøkan man fara at verða tann sama, metir hann. Vælvildin er stór alla- staðni, greiðir Tórfinn Hansen frá. Fólk hava hoyrt um hetta tiltakið. Og tá tey frætta, hvat peningurin verður brúktur til, eru tey beinanveg klár við einum íkasti. Hann heldur, at helst er hvørt einasta skinn, sum loyst er á Skála í heyst, komið til hansara. Og tað eru ikki bara skálafólk, sum gleðast um tiltakið hjá Tórfinni. Tað gera teir eisini á brenni- støðini hjá IRF, sigur hann. Tí hetta lættir væl um brenningina, og skinn dálka ógvuliga illa, láta teir at í Leirvík sambært Tórfinni. Eisini saltið fær hann lagaliga, sigur Tórfinn Hansen. Tað fær hann fyri einki frá fiskavirkinum Vaðhorn á Strondum. Hetta er salt, sum bert er brúkt einaferð til at salta fisk við, og tí av fínasta slag til hetta endamálið, sigur hann. Ein ungur skálafjarðamaður plagar at koma við tí í stórum kørum. Og tá tíð er til tess, fer hann eisini til Kollafjaðar við skinnunum. So tað er ófør hjálp at fáa. Og so koma skálmenn framvið soleiðis hissini. Hyggja at, hvussu flógvin veksur. Práta um leyst og fast og fortelja fremmand- manninum eitt sindur um søgu og gomlu bygdina á Skála, sum liggur beint her omanfyri. Vísa á, at í hasum húsinum var fyrsti handilin á Skála yvirhøvur. Og har liggja gamlar húsatoftir, sum teir vita at nevna. Tórfinn tekur úr rúgvuni, Leggur upp á gamla lær- arapultin, sum komin var á bingjuplássið til at blaka burtur, men sum nú ger nyttu sum snøggingarborð hjá honum. Hann sker út- riðurnar snøggar. Halar, bein og ymsar lepar, sum hanga við, koyrir burtur. So- leiðis verða skinnini bæði fríari í ásjón og lættari at salta. Men hetta fer illa við knívinum, og hann noyðist at brýna í heilum. Røðirnar við gjaldstøðina hjá Vágatunlinum verða burtur, tá nýggja gjaldskipanin verð- ur sett upp, og bara verður koyrt í vinstru breytini Mynd: Edvard Joensen Gamli lærarapulturin úr Skála skúla er komin til heiður og æru á bingjupláss- inum, har Tórfinn nýtir hann at leggja skinnini á, sum hann snøggar, áðrenn tey verða saltað Mynd: Edvard Joensen C M Y K 9 8