týsdagur 19. oktober 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
11
Tvey tey elstu fótbóltsfeløgini í landinum hátíðarhalda
100 ára føðingardag í hesum árinum. Tey eru KÍ og HB.
Vit vilja alt fyri eitt ynskja teimum hjartaliga tillukku við
vón um mong góð ár aftrat. .
Tað var ein sera áhugaverd og virðilig løta, tá HB hátíðar-
helt 100 ára dagin í Norðurlandahúsinum sunnudagin.
Havnarfólk og ítróttaráhugað úr øllum landinum fyltu alt
húsið henda dagin og man tað vera fyrstu ferð, at ítrótturin
hevur átt Norðurlandahúsið so burturav. Ein kann eisini
siga, at nú hetta góða hús hevur verið karmur um mest
sum øll hugandi tiltøk í samfelagnum, og nú ítrótturin
megnaði at fylla karmarnar út henda halgidagin eisini, so
er ringurin líkasum sluttaður, sum tikið verður til.
Norðurlandahúsið, sum fyrst og fremt er bygt til at hýsa tí
vit vanliga skilja við mentan og síðani øllum hugsandi
tiltøkum og ráðstevnum, er við hesum seinasta tiltaki
sínum nú av álvara vorðið til eitt fólksins hús í breiðastu
merking.
Tað verður tó oftani ført fram, at ítrótturin fyllur í so nógv
í tí annars lítla føroyska samfelagnum. Tú fær ikki vent
tær, ikki blaðað í eini ávís ella tendrað fyri útvarpi og
sjónvarpi, uttan at ítrótturin og her serstakliga fótbólturin
hevur eina ta hægstu raðfestingina. Tað fellur summum
fyri bróstið. Hetta kunnu vit altíð tjakast um, fyri og ímóti.
Hinvegin er ikki so lætt heldur at hava eina javnvág í,
nettupp tí ítrótturin og her serliga fótbólturin fyllur so
ómetaliga nógv í lívinum hjá so mongum. Vit mugu so
heldur ikki gloyma, hvussu mong fólk kring alt landið
hvønn leygardag og sunnudag leita sær út til fótbólts-
vøllirnar at fylgja sínum liðum. Og hvønn týdning hetta
hevur reint sosialt og menniskjansliga eisini.
Og hesin áhugi fyri ítróttar- og felagsandanum kom so
sannliga til sjóndar í Norðurlandahúsinum sunnudagin,
har høvi m.a. var ogna sær tær báðar bøkurnar, sum eru
skrivaðar um 100 ára gomlu stríðskempuna og fólkaogn-
ina Havnar Bóltfelag. Teir báðir útvarpsmenninir, Jógvan
Arge og Súni Merkistein hava ódeyðiliggjørt søguna um
henda eina aldursforsetan í føroyska ítróttarheiminum.
Hetta at halda við hesum og hasum er nakað, sum eyð-
kennir ein stóran part av gerandisdegnum hjá okkum
øllum. Vit halda við okkara næsta, við okkara granna, við
okkara bygd ella býi, við okkara landi, við okkara flokki
osfr. Tað at halda við onkrum er vorðið so gróðurfest í
okkum, at tað sæst aftur í gerandisdegnum so ella so. Og
tað sást so eisini væl og virðiliga aftur í Norðurlanda-
húsinum sunnudagin, har yngri, tilkomin og eldri vóru
komin saman at gleðast um tað nærum øll hesi halda við,
nevniliga HB.
Tað er hugaligt, og tað rørir hjartastreingir at síggja hesi
mongu góðu fólk gleðast um tað, sum hetta felag og tey
fólk, sum hava stríðst fyri tí øll hesi 100 árini, hava staðið
fyri og standa fyri: nevniliga at geva lívinum eisini annað
innihald enn arbeiði. At brúka frítíðina til nakað
mennandi og skapandi. Í hesi tíðini har vit seta fokus á
fólkaheilsuna, eiga vit so sanniliga eisini at hava í huga
týdningin sum eitt nú HB hevur fyri somu fólkaheilsu.
Tað skal vera vón okkara, at hetta góða felag og øll tey
mongu góðu fólk, sum eru karmurin um hetta felag, hava
eydnuna við sær í bæði gaman og álvara. Gott í tykkum.
Hjartaliga tillukku enn einaferð.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Virðiligur HB dagur í
Norðurlandahúsinum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Jan Christiansen
borgarstjóri
Lat meg fyrst, enn einaferð
vísa á, at barnaansingar-
økið er kommunalt, ímeðan
eldra økið er 100 prosent
landsmál. Vit lovaðu undan
seinast vali, at nú var nokk
tosað um barnaansingar
trupulleikarnar, og at nú
skuldi hesin trupulleikin
loysast. Lyftið vit góðu er
útført,
barnaansingar-
trupulleikin er loystur.
Vit hava staðfest, at
landið ikki megnar at loysa
sínar trupulleikar viðvíkj-
andi eldrarøktini, og hevur
Tórshavnar Kommuna tikið
atlit til hesa støðu. Støðan
hjá nógvum gomlum er so
vánalig, at sitandi býráðs-
samgonga beinanvegin fór
til verka at hjálpa uppá
støðuna. Ellisheim til 10
búfólk er liðugt í Tjarnar-
gari. Dagtilhald er eisini
bygt í Tjarnargarði, har 12
familjur kunnu verða av-
lastaðar í dagtímunum, við
tað at tey trygt kunnu lata
minnisveiku
mammuna
ella pápan til fakfólk, sum
undir góðum umstøðum
kunnu taka sær av viðkom-
andi. Heim fyri minnisveik
er undir bygging við Valla-
líð, og um fáar mánaðir er
heimið liðugt, so at 16 de-
ment eldri fólk kunnu flyta
inn. Somuleiðis er samtykt
og peningur settur av til
bygging av nýggjum røkt-
arheimi til 24 fólk, sum
væntandi er liðugt um eitt
ár ella so. Stuðul er somu-
leiðis givin Alsheimer-
felagnum, ið fyrsta dagin
lata upp dagtilhald til
minnisveik.
Tørvurin er stórur, og
eru vit vælvitandi um, at
oman fyri nevndi plássini
avgjørt ikki nøkta tørvin
hjá teimum gomlu. Men
skjøtil er settur á, og nú er
túrurin komin til tey gomlu.
Fleiri búmøguleikar
Tað líkist ongum, at vit í
2004 ikki kunnu veita
okkara gomlu búmøgu-
leikar, soleiðis at tey kunnu
fáa eina trygga tilverðu
teirra seinastu ár. Umráð-
andi er, at fleiri møguleikar
eru at velja ímillum hjá
okkara eldra ættarliði, tá
tey ikki longur orka at
búgva heima.
Smærri tryggar íbúðir til
teirra, ið eru frægast fyri.
Sambýli til tann, ið ynskir
tað, og ellisheim til tey, ikki
ikki hava ta stóru røktina
fyri neyðini, sum eitt
røktarheim kann geva. Ikki
er rætt, at gomul dement
mugu búgva saman vit
teimum, ið hava sítt fulla
vit. Tí er avgerandi, at vit
bygga heim, ið hóska til
okkara gomlu.
Tá Landið ikki orkar at
taka á seg uppgávuna, so
mugu vit hjálpa til, soleiðis
at okkara gomlu borgarar
fáa sømulig kor. Tað skylda
vit teimum.
Annars haldi eg, at eldra-
økið átti at verið lagt út til
kommunurnar at umsiti!
Fyrst børnini, nú tey gomlu
Okkurt má gerast, so at okkara gomlu, fáa sømulig kor. Tað skilda vit teimum
VAL04
Birgir Sondum
valevni á lista E
Undanfarna
býráðssam-
gonga hevur lagt eftir
teimum fáu blettunum í
miðbýnum, eitt nú deiliga
bønum niðanfyri Mortan-
stovubrekkuna, sum nú
verður gjørdur til P-økið.
Eg ætli at arbeiða ímóti, at
meira asfalt verður lagt á
grønu blettarnar í miðbý-
num.
Tað kann ikki vera rætt,
at borgararnir skulu bera
ótta fyri jørðini býráðið
eigur. Vanliga eru tað pri-
vat, ið byggja á egnum
lendi. Fylgja tey byggisam-
tyktini, er í lagi.
Í fleiri førum seinasta
valskeið, hevur samgongan
ikki sjálvt fylgt spæliregl-
unum. Egnar byggisam-
tyktir eru ikki virdar. Sam-
tyktirnar eru snøgt sagt
broyttar til gagns fyri bý-
ráðið, eitt nú Vallalíð og
Kommunuskúlin.
Aðrastaðni byggja tey
bilhús
ella
P-kjallarar.
Hetta kundu vit meira enn
so eisini gjørt í Havn. Bil-
arnir
í
høvuðsstaðnum
verða neyvan færri í fram-
tíðini.
Byggideildin hjá Tórs-
havnar Kommunu kundi
virka væl. Nógv gott fólk er
at taka av, og fingu tey
arbeiðsfrið, komu óivað
fleiri góð uppskot á borðið.
Eitt nú uppskot um fram-
tíðar parkeringsmøguleikar
í býnum.
Meira grønt, minni svart
VAL04
Høgni Hoydal
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum, Bárður
Nielsen, viðgongur nú,
at hann hevur gjørt eina
tekniska roknivillu í
sambandi við nógv um-
rødda skattalættan hjá
sambandssamgonguni.
Tað er onki nýtt. Tjóð-
veldisflokkurin
hevur
áhaldandi víst á, at tøl
hjá hesi sambandssam-
gonguni verða slongd út
sum best ber til - og onki
hongur saman á botn-
linjuni.
Hetta
hevur
longu elvt til, at øll, sum
skulu virka og gera
íløgur í hesum landi,
hava sett seg at bíða og
vita hvørki út ella inn.
Ongin veit, hvat fer at
henda við fíggjar- og
búskaparpolitikkinum.
Og landsstýrið veit tað
ikki sjálvt.
Skammiliga asosialt
Nógv verri enn teknisk-
ar villur er tað, at skatta-
lættin er eitt tað grovasta
politiska feilskotið og
eitt tað mest asosiala til-
takið, ið er lagt fram í
Føroyum - enntá væl-
signað
av
Javnaðar-
flokkinum.
Skattalættin fer at
geva einum væl bjargað-
um persóni sum undir-
ritaða ella løgmanni
góðar 43.000 krónur í
skattalætta
um
árið.
Meðan ein vanlig verka-
kvinna ella ein arbeiðs-
maður fer at fáa góðar
2000 kr. um árið. Ongin
ivi er um, at prísvøkstur
fer at eta alt upp hjá
verkafólkinum, meðan
vit vælbjargaðu kunnu
fara eina luxusferð kring
knøttin fyri gávuna frá
javnaðarflokkinum.
Sjálvbjargnið fokið
Harafturat ger skatta-
lættin hjá sambandssam-
gonguni, at vit ikki
megna at fíggja eitt
samhaldsfast samfelag í
Føroyum. Vit verða aftur
heft at donskum pengum
og kunnu halda fram at
siga, at vit ikki megna at
bera okkara egnu væl-
ferðartænastur
uttan
danska hjálp. Vit væl-
bjargaðu skulu sleppa
undan at fíggja vælferð-
ina í Føroyum og heldur
gera okkum til stakkala-
dýr, ið noyðast at hava
blokk úr Danmark.
Undirskot til at venda
aftur í fortíðina
200 milliónir í undir-
skoti á fíggjarlógini tvær
reisur á rað uppá bara
sjey mánaðir, er triðja
avleiðingin av politiska
feilskotinum hjá sam-
gonguni. Bert við at taka
av skattalættan, studn-
ingin til rækjuflotan og
at leggja barsilsskip-an-
ina til arbeiðsmarknað-
in, hevði úrslitið nærkast
javnvág. Undirskot á
fíggjarlógini kann vera
skilagott, um tú gert
íløgur í framtíðina, sum
skapa nakað nýtt. Sam-
bandssamgongan hevur
undirskot fyri at venda
aftur til fortíðina.
Sparingar har
garðurin er lægstur
Og hvør ber sparingar-
nar, sum so nógv verður
tosað um? Samgongan
sparir bara har, sum
ongin sterkur bólkur er
at trýsta og gera malør.
Bara har hon heldur, at
hon
sleppur
lættast
ígjøgnum.
Sparingarnar í mið-
fyrisitingini hava ikki
rakt nakran stjóra ella
deildarstjóra. Tað eru
skrivstovufólk og teir
fulltrúar, ið skulu gera
fótarbeiðið, sum rúka.
Og so eru tað feløgini
hjá brekaðum, orða-
bókagerð, gransking og
mentan, sum verða rakt
sera meint.
Breiðar semjur til
breiðar herðar
Tann breiða samgongan
hevur higartil fingið
breiða semju um eitt:
Tær breiðastu herðarnar
skulu sleppa undan at
bera byrðarnar.
Skattalættin ikki
teknisk roknivilla,
men politiskt feilskot
Hjørleif Hjaltalin
Valevni fyri Fólkaflokkin til
Tórshavnar býráð
Nú nógvir nýggir býlingar
eru komnir í Tórshavn, er
fjarstøðan millum útjað-
aran og miðbýin økt mun-
andi.
Í vikuskiftinum eru ofta
ungdómstiltøk í býnum, og
sjálvandi hava tey flestu
ungu eitt ynski um at lut-
taka saman við teirra javn-
aldrum. Nógv av hesum til-
tøkum enda aftan á mid-
nátt, og tá skulu tey so
heimaftur!
Nógv foreldur hava ampa
av hesum, tí hvussu skulu
børnini koma út aftur til
býlingarnar, tá tiltøkini eru
liðug? Foreldrini vilja
fegin tryggja sær og vita, at
børn teirra kunnu koma
trygg til og frá hesum
tiltøkum!
Eitt hugskot at loyst
henda trupulleika kundi
verið ein kvøld- og náttar-
bussur. Fyri at stytta tíðina ,
ein bussur nýtur til at koyra
runt allan býin, kundi
bussurin koyrt á høvuðs-
vegunum, uttan at fara inn í
sjálvar býlingarnar. Ein
tílík farleið kundi so nýtt
miðbýin sum knútapunkt.
Eg ivist ikki í, at nógv ung
vildu nýtt henda møgu-
leika. Tey ungu vildu havt
eina nógv styttri farleið frá
bussinum, enn um tey
skuldu gingið frá miðbý-
num, og foreldrini høvdu
verið munandi tryggari, at
latið børn teirra farið til
hesi tiltøk!
TÍÐINDASKRIV
frá Kristiliga Sangkórinum
Kristiliga Sangkórið byrjar
venjingina aftur týsdagin
19. okt. kl. 19.30. Vant
verður til eina jólaskrá.
Kórið hevur síðan byrjan
havt eina jólakonsert í
Havnar kirkju beint fyri jól
á hvørjum ári og soleiðis
verður eisini í ár. Harafturat
skal kórið syngja jólaløg
við ymisk høvi í býnum
fyri jól.
Nýggir
kórlimir
eru
vælkomnir. Sungið verður í
KFUM hvørt týskvøld kl.
19.30–21.30.
Kári Árting
Valevni Tjóðveldisfloksins
til býráðsvalið í Havn
Undrandi las eg herfyri at
varaborgarstjórin roynir at
geva mær ábyrgdina av, at
eingi grundstykki eru tøk í
Kollafirði. Eg kundi takka
fyri álitið, men eg haldi at
hann lítur alt ov nógv á
míni evni og ávirkan, tí eg
havi hvørki sitið í bygda-
ella býráðnum, tíansheldur
at eg eigi nakra jørð.
Tað tekur eitt sindur av
tíð at fyrireika nýggjar út-
stykkingar. Men álvaratos,
tey 5 komunalu grund-
stykkini, sum vóru út-
stykkjað hetta valskeiðið
bera ikki brá av politiskum
skjótleika.
Vit frøast øll her norðuri
um at loyst verður úr lagdi,
og at grundstykki fara at
vera tøk í næstum. Men tað
má ikki støðgast her. Tað
eigur framhaldandi at vera
arbeitt við tí stóru ætlanini
fyri bygdina, í samstarvið
við Kollafjarðanevndina,
og í samrøðu við okkum,
sum búgva her.
Meira um grundstykki í Kollafirði
Kvøld- og náttarbuss til tey ungu í
vikuskiftinum!
VIÐMERKINGAR
VAL04
Kristiliga Sangkórið venjing
Jógvan Thomsen
fólkaflokkurin
Í álitinum um eldraøkið,
sum landstýrismaðurin í
Almanna-og heilsumálum
læt gerða (august 2002),
framgongur, at økið í Suð-
urstreymi yvirhøvur er
ringast fyri, tá hugsað verð-
ur um tørvsfullna í mun til
búpláss. Harumframt stað-
festir álitið, at tørvurin eftir
2004 helst fer at økjast
munandi í mun til restina
av landinum. Bætar eru
gjørdir síðan 2002, harav
nevnast kunnu heimið fyri
minnisveik í Vallalíð og
Tjarnagarður við tilbygn-
ingi. Tó er langt eftir á mál.
Tórshavnar
Kommunu
eigur tí í næsta valskeiði, at
fáa framt tær íløgur í ser-
stovnar og búpláss, sum eru
neyðug, soleiðis, at tey,
sum hava hjálp fyri neyðini
framvegis kunnu hava ein
nøktandi gerandisdag og
eitt lív við innihaldi, hóast
lívið er farið at halla.
Tá hesi viðurskifti eru
fingin til vega, eigur Tórs-
havnar kommuna at virka
fyri, at raksturin av eldra-
økinum verður fluttur frá
landinum til kommunurnar
og skattabýtið ímillum land
og kommunu tillagað sam-
svarandi. Tað fer at stað-
festa, at ábyrgdin fyri teim-
um eldru liggur hjá komm-
ununi og bert hjá kommun-
uni.
Uppgávan hjá kommun-
uni verður tá at taka avgerð
um framtíðarbygna, tíðar-
ætlan, fíggjarætlan og aðrir
staklutir á eldraøkinum, so
farast kann til verka undir
skipaðum viðurskiftum.
Hetta er umráðandi, tí
talan er um tíðandi pen-
ingaupphæddir, sum skulu
til, fyri at røkka einum
nøktandi tænastustøði á
eldraøkinum.
Eldraøkið verður størsta avbjóðingin
komandi býráðnum!
VAL04
VAL04
C
M
Y
K
11
10