týsdagur 19. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
13
VIÐMERKINGAR
Johan Mortensen
Valevni Tjóðveldis-
flokksin til Býráðið
Sjálvur var eg Hoydøl-
um í 70unum tá ung-
dómsuppreisturin
fór
um allan heim og setti
spurnartekin við allar
myndugleikar, fyriskip-
anir og vanahugsan.
Tjak og støðutakan um
Vietnamkíggið, heims-
politik og moral, tjak og
visiónir um Føroyar. En-
gagement og persónlig
støðutakan.
Føroyskur ungdómur
er ídag ó-engageraður í
samfelagsviðurskiftum.
Ung ídag eru alt ov
politisk korrekt, undir-
brotlig fyri myndugleik-
um og apatisk yvirfyri
vinnulívinum, Tað er
heldur ikki so lætt at
vera ungur ídag og at
skulu hava høgar karak-
terar fyri at "blíva til
nakað," helst fulltrúði í
almennu fyristingini við
pensión og vera tjekk-
aður og coolir og fínur
og so blíva dismissaður
og frustreraður .Ung
ídag eru líkasæl við
Løgtings og Býráðs-lim-
um, troytt av livibreyðs-
politikarum
uttan
karismu og visiónum og
sum bara hvørt fjórða ár
hava áhuga fyri teimum.
EMINEM og RAM-
STEIN og SMIRNOFF
er sku nógv feitari enn
parlamentarisku Føroy-
ar.
Valrættaraldurin
og
koyrikort skal setast
niður til 16 ella 17 ár. Er
tú nóg gamal at gjalda
skatt skal tú eisni hava
rætt at atkvøða. Skiljið
ikki at tað skal verða so
torrørt við einum spæli-
staði í Havn. Müllers
Pakkhús vildi verið væl
hóskandi og Móttøku-
húsið hjá Býráðnum ein
ófør ungdómscafe. Bæði
húsini standa tóm meg-
inpartin av árinum, so
tað skuldi verði lag á
manni.
Tað er hugaligt at
POLUNG
verður
virkið. Spælistøð og
kollegiðir eru sjálvsøgd,
men
eg
vóni
at
POLUNG eisini fer at
gera sær nakrar tankar
um hvussu hetta land
skal byggjast. Skulu vit
verða ein sjálvbjargin,
stolt Tjóð við einum
altjóða
vinnulívi
mannað við ungum,
ambitiøsum
profitt-
skapandi
føroyingum
ella ein patetiskur al-
mannaklientur í Norður-
atlantshavi har danskir
provokerandi muslimar
seta dagsskránna……
åahh, gå hjem og vug !
POLUNG &
Ung Í Havn
Hanus Vang
1. partur
Í 1980 komu Hoyvík og
Hvítanes uppí Tórshavnar
Kommunu, og síðani eru
vit
undirløgd
avgerðir
býráðsins uppá gott og
mest ilt.
Ongin fólkaatkvøða var
um
samanleggingina,
hvørki her ella har. Teir
arbeiða útfrá at demokrati
er alt ov trupult og drúgvt. -
Tá man hevur maktina.
Nú tjúgu og fýra ár seinni
kann á mongum økjum
sannast
at
vit
vórðu
"bóndafangaði" so dyggi-
ligani.
Mafiur í Ruslandi og
aðrastaðni
kundu
helst
fingið væl av íblástri í
Havn.
SANDVÍKAR
Ein av allar ljótastu gerðum
teir fremja er at taka øki í
Sandvíkum til skjótivøll.
Ein skjótivøllur kann gerast
næstan hvar sum helst, men
tað eru bara einar Sand-
víkar.
Tær eru eitt ótrúliga
vakurt og deiligt pláss. Fyri
fólk, fugl, seyð og komandi
ættarlið.
Sigast skal at tær eru
einasta lætt atkomuliga
fjøruslætta pláss her á leið.
Eitt guðs givið sálarbóta-
røki (ella rekreativt øki).
Men tað røkkur meðal-
meðviti í býráðnum ikki til
at fata. Ei heldur hjá lands-
býarskipanarmyndugleikan
um ella í yvirófriðingar-
nevndini.
Og óndskapurin toppar
nú teir eisini fara at hegna
fjøruna
frá
Sandvíka-
ryssuni og næstan inn til
Víkina Føgru, saman við
slættanum. Fyrndargamla
rættin verður hegnað frá
sum ein blindtarmur í
skjótiøkinum.
Soleiðis verður fjøran
totalfriðað fyri fólk, seyð
og fugl. Hetta er álvarsligt
brot á galdandi lógir,
lunnindir og siðvenju, tí
fjøran altíð hevur verið
almenningur, har øll hava
ávísan rætt.
Tá fer at liggja sera væl
fyri at hegla alt til við
blýggjhøglum
og
leir-
dúgvuskørum.
Og ferðaleiðarar fara at
kunna greiða fremmanda-
fólki í bussunum frá
hvussu væl vit í Tórshavnar
Kommunu duga at røkja
okkara fagrastu náttúru-
virðir.
--------
Í summar komu ternurnar í
stórum meingi aftur í Sand-
víkar, eina mest tí vit við
dyggari løgregluhjálp hava
hildið ólógligu skjótingini
burtur í níggju ár.
Men hvat fara ternurnar
at gera tá skjótingin byrjar
aftur?
Og Jan, Marius og Simmi
halda seg helst vera klókari
enn ternurnar. Halda seg í
minsta lagið hava rætt til
hvat sum helst, fram um
allar aðrar verur.
Men tá teir sleppa hetta,
so mugu teirra avvarðandi
myndugleikar vera eins
sørir fyri klókskap og með-
vit.
- framhald.
VAL04
Bjørn Harlou
FO-335 Leynar
bharlou@post.olivant.fo
Búskaparáðið har både ret
og pligt til at vurdere den
indflydelse, som ILA har
haft på økonomien i færøsk
fiskeopdræt og på den fær-
øske samfundsøkonomi i
det hele taget. Men, når Bú-
skaparáðið og andre øko-
nomer udtaler sig om,
hvordan ILA kunne være
undgået, og hvordan be-
kæmpelsen af ILA burde
være foregået, er det om-
trent lige så interessant,
som hvis ortopædkirurg-
erne på Landssjúkrakusi?
havde
udtalt
sig
om,
hvordan Norrønas havari
kunne være undgået, og
hvordan
skaderne
på
skroget burde repareres.
Det gør ikke sagen
mindre
interessant
at
nyhedsmedierne ukritisk
viderekolportere Búskapa-
ráðiðs kritik af ILA be-
kæmpelsen. Den næste
"avis-and" bliver vel dyr-
lægers vurdering af, hvor-
når eller hvordan privati-
seringen af Føroya Banki
burde finde sted.
Búskaparáðið og ILA
Býráðs-imperialisma
- og hví allatíðina renna
undan samleikanum
heldur enn opið og erligt,
andlit til andlit at siga
sum er?
Øssur D. Jacobsen
Høgni Hoydal var nú
skjótur í blekkhúsið at bera
í bøtuflaka fyri, at hann er
danskur varalimur í Norð-
urlandaráðnum.
Tað er áhugavert, hvørj-
um hann nú tænir. Løg-
tingið valdi so aðrar í sessin
at umboða Føroyar.
At HH eisini er í polit-
iskum skrásettum parlagi
við Eindarlistan er ikki so
nógv at siga um. Tjóð-
veldið luttekur allastaðni
uttanlanda
við
uttasta
vinstra. Tað er ikki so langt
síðani, at fremsti gestarøð-
arin
á
landsfundi
hjá
Vinstri-Grønu í Íslandi var
tjóðveldismaður, nevniliga
Torbjørn Jacobsen, verji
floksins fyri Fidel og Che.
At so HH nú kókar alt
niður til tekniskt samstarv á
danatingi eru kávalótir.
Eingin hevur forðað tjóð-
veldinum farnu mansaldr-
arnar at samstarva aðrar
vegir, men tað hevur ong-
antíð verið aktuelt - av
givnum orsøkum, sjálvsagt.
Nú er so HH varalimur fyri
Line Barfod úr Eindar-
listanum. Sjáldsom "tekn-
isk" varalimaskipan má
sigast, har varalimurin,
sambært HH, ger av, nær
hann møtir. Vanliga møta
varalimir bara, tá valdi
limurin hevur forfall.
Einki
varð
avdúkað
undan fólkatingsvalinum í
2001. Síðani hevur Tjóð-
veldið:
• givið seg undir (undir-
skrivaði) donsku grund-
lógina,
• saman við norðuratlants-
bólkinum tryggjað sær
milliónaupphædd
úr
danska
ríkiskassanum
(annars hevði flokkurin
kanska verið farin á
húsagang),
• verið í valsamgongu við
m.ø. SF (sosialistunum),
Eindarlistanum (gomlu
kommunistunum),
• osfr.
Sagt verður, at Tjóðveldið
ikki atkvøður í fólkatingin-
um. Men tað er fupp. Tað
ber snøgt sagt ikki til at
vera uttanveltaður í parla-
mentariskari forsamling.
Tí, velur tú ikki at at-
kvøða, ja, so stuðlar tú
meirilutanum. Sama skipa-
n sum í løgtinginum.
Einasti máti ikki
at
blanda seg í danskan poli-
tikk er at halda seg burtur
haðani.
HH sigur í blaðgreinini,
at undirritaði er fyrrverandi
løgtingsmaður. Ja, rætt er
tað. Munurin er bara, at í
teimum døgum vóru tjóð-
veldismenn so frægir, at
teir stóðu við sínar sosial-
istisku loysingarhugsjónir.
Men einki er broytt - gam-
alt vín á nýggjar fløskur.
Allir flokkar á løgtingi
samstarva við flokkar aðra-
staðni, so hví kann Tjóð-
veldið ikki siga sum er?
Opið og erligt, andlit til
andlit, sum tikið plagar at
vera til.
Júmen, tjóðveldið hevur danskan limaskap
í Norðurlandaráðnum!
Jóhan Carl Dam
arbeiðari
Tað skal loysa seg at
arbeiða. Hvussu ofta og
leingi hava vit ikki hoyrt
politikarar og onnur siga
hesi orð. Og eru tey í roynd
og veru góð og fjálgandi.
Men tey eru tíverri ikki
galdandi fyri okkum, sum
byggja tilveruna á arbeiðs-
mannalønina. Politikararnir
hava boð uppá, hvussu teir
kunnu hjálpa teimum, sum
vinna meðal- og háinntøk-
urnar at fáa meira burturúr,
men ikki tá tað um lægstu
inntøkurnar ræður. Heili-
vágurin er skattalætti, og tá
láginntøkurnar gjalda lut-
víst lítið í landsskatti, ber
ikki til at hjálpa hesum við
skattalætta. Og tað vil aftur
siga, at tað ber ikki til at
hjálpa teimum við skatta-
lætta, sum størsta tørvin
hava fyri hjálpini. Skatta-
lættin er als ikki fyri lág-
inntøkurnar. Og vit eru
mong, sum standa spyrj-
andi. Hví hjálpa teimum,
sum vinna 4, 5, 6, ella
700.000 og ikki teimum,
sum liggja niðan fyri
200.000? Hví er tað so
átroðkandi í hesum trongu
tíðum at linna mest um hjá
teimum, sum hava mest,
meðan tey, sum mangla
mest, fáa minst? Hetta
samstundis sum politikarar
og arbeiðsgevarar tosa í
fullum álvara um lønar-
steðg. Nei, eingin er eina
løtu í iva um, at sokallaða
bjargingarætlan landsstýri-
sins fer at leggja enn størri
byrðar á tey lægsløntu. At
ætlanin fyrst og fremst fer
at víðka gjónna millum tey
ríku og tey, sum valla hava
til lívsins uppihald.
Hugsið um arbeiðaran
Teir, sum sita við landsins
leiðslu, hava ikki tey lægst-
løntu fremst í huganum.
Fólkaflokkurin hevur so
ongan tíð havt tað, meðan
Javnaðarflokkurin
bert
tykist vera arbeiðaravinur í
andstøðu. Vit síggja javn-
aðartingmenn gráta kroku-
dillutár í út- og sjónvarpi,
um at teir eru ímóti skatta-
lættanum, men at teir kenna
seg budnar av avtaluni. Hví
tramin gera slíka asosiala
avtalu?
Um javnaðarmenn eru
veruligir arbeiðaravinir, so
kunnu teir uttan nakað
"gera avtalur" við Fólka-
flokkin og Sambandsflokk-
in um at hjálpa arbeiðar-an-
um. Eisini tá tað um skattin
ræður. Tað ber til at broyta
skattalógina soleiðis, at
yvirtíðin hjá einum ar-
beiðsfólki
ikki
verður
skattað harðari enn onnur
inntøka. Sum er loysir tað
seg ikki at arbeiða yvir, tí
hesin parturin av inntøkuni
verður etin upp av skatti.
Eisini eiga politikarar at
syrgja fyri, at arbeiðarin
fær eins góðar yvirtíðar-
sømdir (gjøld) sum tey
alment løntu fáa.
Góðu politikarar, eru tit
arbeiðaravinir, so hugsið
um okkum heldur enn at
hjálpa teimum, sum longu
hava nokk og kanska meira
enn tað.
Ein av grundgevingunum
fyri at veita teimum betri
stillaðu skattalætta er, at so
fara hesi at nýta peningin
sum íløgur í verandi og
nýggjar vinnur. Slutur og
vrøvl. Ikki ein av króna av
teimum, sum tey vælbjarg-
aðu fáa meira útgoldið, fer
til slíkt. Peningurin endar í
kassanum hjá Føtex í
Keypmannahavn og hjá
matstovueigarum í Suður-
evropa. Restin verður sett í
bankan á privata 60-ára
uppsparing. Nei, skatta-
lættin fremur einki vinnu-
lív. Nógv størsti parturin
fer til forbrúk av innfluttum
vørum, til tænastur, sum
flestar verða keyptar uttan-
lands.
Tryggið okkara løn
Politikararnir kunnu eisini
gera nakað, sum fer at
gagna okkum øllum. Tað er
at seta í verk príseftirlit, eitt
príseftirlit, sum veruliga
hevur eftirlit við okkara
krambakallum. Eitt eftirlit
sum forðar teimum í at
stinga av við hvørji einastu
lønarhækking,
áðrenn
hendan er komin í lønar-
posan. Príseftirlitið, sum
var, meira spurdi handils-
lívið til ráðs, enn hevði
veruligt og effektivt eftirlit
við teimum. Ein arbeiðara-
familja við børnum er so
tengd at vøruprísum, at
hesir kunnu avgera, um tey
hava ráð at liva.
Eitt virkið og effektivt
príseftirlit nýtist ikki at
merkja ein stóran og dýran
stovn. Sjálvur havi eg fleiri
ferðir skotið upp, at vit lata
fólk, sum hava roynt at
hildið hús við lítlum peng-
um, fremja hetta eftirlitið.
Ikki er neyðugt at nýta
akademiskar útbúgvingar
ella líknandi. Nei, latið
fólk, sum kenna støðuna
hjá barnafamiljum, fara í
holtur við hasar kremmar-
arnar, hvørs fremsta dygd
er at smyrja tjúkt uppá.
So leingi sum lønirnar
eta allan lønarvøkstur og
helst meira enn so, kann alt
tos um hækkingar og lættar
halda uppat. Fer arbeiðara-
familjan ikki at fáa sína løn
tryggjaða,
so
fer
alt
politikararnir annars siga
um hetta mál, bert at vera
uttanum tos og fjákalótir.
Gloymið tríparta-
samráðingarnar
Sjálvandi skal vinnulív
okkara vera kappingarført,
men tað skal sanniliga ikki
bara vera arbeiðarin, sum
tryggja
kappingarførið.
Skulu vit bera boð í bý hvat
vinnuligari kapping og
fótafesti viðvíkur, so er so
ómetaliga nógv annað enn
bara lønin at hugsa um. Her
er so nógv at tríva í, so
nógv at siga við okkara
vinnulívsfólk og politikar-
ar, at vit lata tað liggja
hesaferð. Eg vil bara siga
tað, at arbeiðsgevarar og
politikarar
skulu
ikki
trúgva, at teir kunnu nýta
okkara løn sum trumf í
rossahandlum, sum bara
fara at geva arbeiðsgevar-
unum fyrimunin. Og eiga
fakfeløgini ikki eingang at
hugsa um at gerast partur í
trípartasamráðingum. Vit
síggja longu nú, hvussu ilt
politikarar hava við at geva
teimum lægstløntu nakað
sum helst. Og vit eiga at
ansa eftir ikki at lata teir
tvinna lønir og skatt saman.
Skatturin er bert eitt av
mongum avgjøldum, sum
politikarin kann leggja á
herðar okkara. Nei, latið
okkum stríðast fyri at
tryggja og betra korini hjá
teimum lægru løntu. Tey
bera sín, lutvíst alt ov stóra,
part av samfelagsbyrðuni,
og støðan í samfelagnum
fer altíð at verða mett eftir,
hvør støðan hjá teimum
lægru løntu er.
Gloymið
tí
alt
um
trípartasamráðingar. Hesar
fara bert at koma arbeiðar-
anum aftur um brekku. Tær
fara bert at breiðka gjónna
enn meira. Politikararnir
eiga eisini at gloyma alt um
skattalættauppskotið, sum
liggur á borðinum í løtuni.
Nýtið
heldur
peningin
øðrvísi og skilabetur. T.d.
til at tryggja lægstu lønun-
um munandi.
VIÐMERKINGAR
Sjálvandi skal tað loysa seg at arbeiða
Hanus Vang
Býráðs-Imperialisma
2. partur.
ÚTSTYKKINGAR
Tá Býráðið í sínum
"vísdómi" ger útstykk-
ingar, oyðsla teir so við
lendinum at tað sær út til
at teir halda Føroyar eru
víðari land enn eitt nú
Ísland.
Men tað passar ikki!
Tí Føroyar eru næst-
tættast fjølbygdar av
Norðanlondum.
Í Hoyvík verður alt ið
hellir meir enn eini 20
stig lagt út til "fríøkir".
Ella rossabeitir.
Men Býráðið eigur at
vita at Føroyar hella, tí
tað síggja øll hvønn dag.
Nú haldi eg meg hava
funnið útav hví at onki
verður bygt á lendi við
vanligum halli.
Tað er tí at tað als ikki
er Býráðið ella tekniska
"umsitingin" íð "menna"
býin, men eitt danskt
ráðgevingarfelag, sum
hevur alla ávirkan og
avgerðarrætt.
Og sum kunnugt er
Danmark av allar slætt-
astu londum. Á henda
hátt er føroyska fólka-
sálin als ikki við til at
gera av hvussu vit
mynda
framtíðina
í
bústaðarbyggingingini í
Suðurstreymoy.
Fyri miljónir árliga
lata
vit
útlendingar
skalta og valta við dýra-
barum lendi.
( "der udstykkes ikke
på skrånende terræn" )
BÝRÁÐIÐ LUMPAR
SÆR OGN!
Hoyvíkshagin er vorðin
eitt sjálvtøkuborð hjá
dýrum donskum ráð-
gevarum, býráðnum og
onkrum býráðslimi.
Teir skitsa eitt sindur á
eitt kort, og keypa stóra
vídd í senn til grund-
stykkir, vegir, spæli-
pláss, stovnar og áður-
nevndu hellandi fríøkir.
Tá fólk keypa jørð til
stykkið
gjalda
tey
munandi meiri fyri fer-
meturin enn Býráðið
gjørdi. Munurin fer til at
gjalda ta jørð í fer til alt
rundanum. Men tá av-
tornar stendur Býráðið
sum ognari av lendinum
til alt uttan grund-
stykkini. Tann íð gjaldar
alt átti at átt jørðina.
Man tað vera legalt at
lumpa smábarnafamilj-
ur?
Kanska var eins frægt
bara at tikið býráðið
heilt av og síðani lati
Rambøll Nyvig í Hørs-
holm stýrt øllum bý-
num.
Tí í "Handlingsplan
for Thorshavn Komm-
une" áseta teir tó at onki
skal gerast 100 metrar
frá sjóvarmálanum. Og
har sæst at teir hava
teknað og friðað Sand-
víkar.
framhald.
FØROYAR HELLA!
Jenis av Rana
Løgtingslimur f. Mið-
flokkin
Blakkaveðrurin vá 66 pund,
nakað minni enn væntað,
men ikki eitt pund ov lítið
taka vit atlit fyri heilsuni.
Tungur var hann at fella, og
ikki fekk eg meg at binda
hann, áðrenn seinasta skot-
ið fall og vit báðir, bróður,
lyftu hann á flettiborðið.
Tíma seinni, afturvið
døgurðanum, tosaðu vit um
seinasta
kravboðið
frá
heilsufrøðiligu-
ikki
at
binda niður seyð og als ikki
at stinga. Øll tøkk til tey
fyri hetta. So ringdi fartele-
fonin, óvæntaðir gestir,
Danmark radios radioavis.
Teir bóru stórtíðindir og
ynsktu viðmerkingar til
hesi. Danskur politikkari,
og ditto kvinnufelagsskap-
ur, savnaðu saman pening
føroyskum kvinnum til
hjálpar, so hesar "kunnu
sleppa til móðurlandið", so
teir har kunnu fáa beint fyri
størri parti av komandi
ættarliðinum enn nøkur, við
verandi lóggávu, halda seg
kunna her heima.
Tvær nýggheitir í somu
viku, ansa tær fyri ikki at
binda niður seyð og væl-
komin til Danmarkar at
beina fyri tí ófødda. Danir
gjalda bæði ferð, uppihald
og kostna til "sjúkrahús".
Qou Vadis Føroyar?
Hvar enda vit føroyingar?
Eins óvirðiligt tað vildi
verið at evna til eina lóg,
sum hevur við sær at før-
oysk hjún enda uttanlands
at fremja fosturtøku, eins
óvirðiligt er at sleppa
komandi føroyska ættar-
liðinum, og foreldrum tess,
upp á fjall, við ikki at veita
teimum
hjálp
við
tí
trupulleika, sum ger at
nøkur teirra síggja fost-
urtøku verða eina loysn.
Fosturtøku verður ong-
antíð ein loysn fyri barnið!-
hví verður tað gloymt? Hví
verður barnið nærum ong-
antíð umtalað av teimum,
sum tosa fyri fosturtøku?
At beina barnið burtur
kann sammetast við at
viðgera symptomir heldur
enn sjúkuna- og tað verður
vanliga av øllum, lærdum
og leikum, mett høpisleyst.
Mamman, pápin, barnið,
familjan- øll hava uppi-
borið samfelagsins hjálp
við tí trupulleika, sum drív-
ur tey so langt, at tey velja
at leita upp fólk, sum,
ístaðin fyri at hjálpa, mis-
kunnarleyst bjóða sær at
leggja stein oman á byrðu
teirra. Tey hava uppiborið
samfelagsins
treytaleysu
hjálp, kosta hvat hon enn
vil, at bera í heim tað barn,
sum um nøkur ár skal
manna skúlar okkara og
síðani gerast grundarstuð-
ulin undir framtíðar Føroy-
um.
p.s.
Ímynda tær at vísindin um
nøkur ár boðar frá, at prógv
nú eru fyri, at barnið í
móðurlívi bæði kennir pínu
og angist, tá roynt verður at
tína tað? Hvussu fara
ættarliðini tá at meta um
okkum, okkum sum loyvdu
hesum at henda. Eg vænti,
at andstygd teirra verður
verri, enn okkara er í dag
um menn sum Hitler og
Stalin.
jenis
Tú mást ikki... binda niður seyð
C
M
Y
K
13
12