Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 199 - 19. oktober 2004 Nr. 199 - 19. oktober 2004 15 Dagurin 19. oktober. Baltasar. Ein av teimum trimum vís- monnunum. Eftir halgisøguni bar hann skegg og var blámaður. Bábelskt navn, ið merkir Baal skal verja hann. Prógv Fróði Madsen hevur 6 sept. 2004 tikið prógv sum kandidatur í pædagogiskari psykologi (Cand. pæd. pæd. psyk.) frá Danmarks Pædagogiske Universi- tet. 15. oktober 2004 hevði Eyðin Thomassen 25 ára starvsdag hjá Landsverki sum økisleiari í Vágum. 90 ára føðingardagur Í dag, 19. oktober, fyllir Jóhannes Miðberg, Vest- manna, 90 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. Eyðin Thomassen, Sørvágur: 25 ára starvsdag hjá Landsverki Hósdagin 7. oktober læt bilasølan Ivan Johansen Bilar ein nýggjan sergjørdan Citroën Jumper til Frítíðarheimið í Skrivaragøtu í Havn. Sarvsfólkini á stovn- inum hava savnað pening inn til bilin BILUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Frítíðarheimið í Skrivara- gøtu í Havn, ið er ein um- lættingarstovnur, hevur fingið ein sergjørdan Citro- ën Jumper til at koyra sínar brúkarar til og frá ymiskum tiltøkum. Bilurin er skiftur út við ein gott 8 ára gamlan um- bygdan vøruvogn, sum hevði tænt fyri seg. Nýggi bilurin er gjørdur til endamálið. Talan er um ein Citroën Jumper 2,8 HDI MH (miðal høgur) automatic við 128 hk dieselmotori, ið er upp- bygdur í Danmark sum ein 9 persónabilur, ið lættliga kann gerast um, so pláss er til tveir rullustólar. Hóast bilurin er stórur og rúmligur krevst einans vanligt koyrikort fyri at kunna koyra hann, soleiðis at starvsfólkini á stovninum sjálvi kunnu koyra hann. Citroën hava spesiali- serað seg í at gera sergjørd- ar bilar til nógv ymisk endamál, og bilurin lýkur øll ES-krøv til trygd. Dragihurð er á síðuni, og aftan er ein lyft til at koyra rullustólar út og inn. Á Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu eru tey sera væl nøgd við bilin, sum lættir nógv um í teirra arbeiði. Leiðarin á stovninum, Ingun Mohr Jacobsen, sig- ur, at starvsfólkini á stovn- inum hava savnað pening inn til bilin við tveimum stórum tiltøkum. Tá stovn- urin fylti 25 ár, var stórt Tombola á verkstaðnum Vón á Argjum, og skipað hevur verið fyri neyta- mykjukapping. Foreldur og avvarðandi hjá brúkarunum hava hjálpt væl til við at skaffa lutir, eins og fyritøkur, feløg, peningastovnar og einkultar kommunur eisini hava stuðla. Vit vilja takka øllum, sum hava stuðla okkum so væl i innsavningini til bilin, sum er eitt neyðugt amboð í okkara arbeiði, sigur Ingun Mohr Jacobsen. Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, Tórshavn: Nýggjan sergjørdan Citroën Bilurin hevur lyft aftan, og pláss er til tveir koyristólar. Pauli Waag, sølumaður hjá Ivan Johansen Bilum, sýnir her bilin fram Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Góði pápi, hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegi tínum í dag, 19. oktober. 90 ár er ein høgur aldur, men tú ber hann ótrúliga væl, ikki minst eftir sjúku fyri góðum ári síðani ert tú bara heilt byrgur aftur. Vit systkin hava so nógv at siga tær takk fyri, orð gerast so fátøk, tá ið vit hugsa um alt, tú hevur verið fyri okkum øll. Frá 14 ára aldri hevur tú strevast á havinum undir skiftandi umstøð- um, hóast leingi burtur heimanífrá, tí túrarnir til Grønland og New Foundland gjørdust rættiliga langir. Eftir stuttan steðg heima, so legði tú aftur út á hav, burt frá tínum kæru, fyri at vit, ið heima vóru, kundu hava tað gott og onki mangla til lívsins uppihald. Við eini góðari konu og stórum barnaflokki, 6 systkin, gekk alt væl. Vit minnast okkara barnadagar við stórum takksemi, pápi, tí vit høvdu tað so gott. Sum systkin kunnu vit siga við ein munn, tit eru okkum góð for- eldur og ikki minst sum abbi og omma, langabbi og langomma. Alt tykkara lív er merkt av Gudstrúgv og tað vita vit sum systkin, at tú pápi saman við mammu og ommu bóru okkum á bønarveingjum, sum gjørdi, at vit vóru ein tryggur og glaður barnaflokkur í uppvøkstri okkara. Pápi, tú hevur altíð havt eina sera góða sangrødd, sangurin fylti nógv í heimi okkara. Tá ið fyrsta har- monikan og síðani guitarin kom, tá vit vóru tannáringar, tá var nógvur sangur og tónleikur í heimi okkara. Felags fyri okkum, ið vuksu upp í býlinginum á Heygum, var tað góða samanhaldi familjunnar mill- um og heimini vóru altíð opin fyri børnum og ungum, somuleiðis í barnaheimi okkara. Pápi, tú ert trúfastur maður og tað kundu skipsfelagar tínir sanna. Tú sigldi við sama reiðaríi í mong ár. Tá ið sluppirnar vórðu avloystar av trolarunum, sigldi tú við sama trolarafelag, »Stjørnan«, líka til tú gavst at sigla. Gullfinnur varð tann fyrsti, síðani Gullberg, so kom Kap Farvel. Hvønn sunnudag varð lisin lestur umborð og ikki vóru tað fáir lestrar, tú las, fastur forsangari var tú og tað skilja vit væl. Eisini var tað fastur skikkur at lesa lestur heima sunnudag, um ikki varð farið í kirkju, og skiftust vit sum oftast at lesa. Hetta gjørdist ein góð barlast at hava við út í lívið. Hóast árini eru mong kemur tú framhaldandi, um ikki so ofta sum fyrr, í Guds hús at hoyra gleðiboðskapin um Guds frelsandi náði og syngja Harranum lovsang. Fyri okkum er tað ein stór gleði at uppliva, hvussu røsk tit bæði eru, pápi og mamma, mamma fyllir 85 ár í desember og tú 90 ár í dag, hóast tað so gongur dagurin sína dagligu gongd, tit passa húsið, matgera, gera reint og vaska klæði uttan nakra heimahjálp og tær tyngru uppgávurnar sum viðlíka- hald, hjálpa vit tykkum við. Hóast høgan aldur og styrkin viknar, er blíðskapurin tann sami sum altíð, ongin sleppur avstað aftur, uttan at ein drekkamunnur verður boðin. Abba- og ommubørn, langabba- og langommubørn gleða seg at vitja tykkum, tí altíð er okkurt gott inni í skápinum, tá tey koma. Pápi, tú ert vorðin ein bygdar- mynd við tað at tú í mong ár hevur gingið morguntúr inn eftir ovara vegi, tá ið veðrið er til vildar, og mangt gott prát hevur tú fingið inni á bonkinum, tá ið tú stegðar á at hvíla teg. Pápi, vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 90 ára degi tínum við øllum góðynskjum um mangar góðar løtur í framtíðini saman við tær og mammu. Harrin signi og styrki tykkum. Heilsan, børnini Jóhannus Miðberg (Jóhannus í Geiluni) Vestmanna 90 ár Hósdagin 7. oktober var ein nýggjur sergjørdur Citroën Jumper latin Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu, Á myndini eru: Jórun Dánjalsdóttir, stýrislimur, Elin Lindenskov, formaður í stýrinum, Pauli Waag, sølumaður hjá Ivan Johansen Bilum, og Ingun Mohr Jacobsen, leiðari á stovninum, saman við trimum búkarum, Theodor Esmar Hansen, Elvin Veihe og Tordur í Túni Mynd: Jens Kristian Vang Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, svarar atfinningunum frá Búskaparráðnum aftur. Tað er beinleið- is osakligt og villeið- andi, tá Búskapar- ráðið sigur, at Vinnu- málaráðið er orsøkin til ringu støðuna í alivinnuni, sigur Bjarni Djurholm KONJEKTUR- FRÁGREIÐING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, vil ikki hava sitandi á sær, at hann og Vinnumála- ráðið eru orsøkin til, at støðan í alivinnuni er so álvarssom, at vinnan í løt- uni so dánt hórar undan. Í feskastu konjekturfrá- greiðingini finst Búskapar- ráðið hvassliga at Vinnu- málaráðnum fyri handfar- ingina av kreppuni í ali- vinnuni. Búskaparráðið vísir á, at Vinnumálaráðið fekk eitt rimmar varskó frá Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni í 2000, men kortini valdi Vinnumálaráðið ikki at seta í gildi nýggjar og herdar reglur fyri aling og sjúku- tiltøk fyrr enn um nýggjárs- leitið 2003. – Tá Búskaparráðið kon- kluderar, at ikki fyrr enn við endan á 2003 verða settar nýggjar og herdar reglur viðvíkjandi alingini, so blandar Búskaparráðið appelsinur og sitrónur saman, tí Búskaparráðið blandar umhvørvis- og veterinæra økið saman. Tað er beinleiðis skeivt, at eingir reglar komu fyrr enn 2003, tí beinanvegin aftaná kanningina hjá AkvaplanNIva(kanningin hjá Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni, blðm) vóru reglar gjørdar, har m.a. markvirði vóru ásett. Tí kemur BR til villleiðandi niðurstøðu, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur afturat, at Búskaparráðið hevur bert valt at nýta umhvørvis- frágreiðingina sum dokum- entatión fyri sínum uppá- haldum um, at Vinnumála- ráðið er orsøkin til støðuna í alivinnuni. – Hetta er beinleiðis ósakligt og villeiðandi. Tað er eisini hugvekjandi, at Búskaparráðið bert hevur biðið um ta einu frágreið- ingina. Hví hevur Búskap- arráðið ikki vent sær til Vinnumálaráðið, spyr Bjarni Djurholm. Landsdjóralæknin, Bjørn Harlou, finst í lesarabrævi í bløð- unum í dag hvass- liga at niðurstøðun- um hjá Búskapar- ráðnum um trupul- leikarnar í føroysku alivinnuni KONJEKTUR- FRÁGREIðING Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Spurningurin er um støðan, vit eru komin í, við stórum arbeiðsloysi og húsagangi í hesari vinnuni, ikki partvís var óneyðug, um stig vórðu tikin sambært serfrøð- ingaávaringunum fyri fleiri árum síðan. Í Sosialinum leygar- dagin endurgóvu vit niðurstøðurnar hjá Bú- skaparráðnum í samband við alivinnuna, og talan var greið. Føroya Landsstýrið hevði sovið í tímanum, tí hóast eitt rimmar varskó frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni longu í 2000, fekk Vinnumála- ráðið ikki sett í gildi nýggjar og herdar reglur fyri aling og sjúkutiltøk fyrr enn um nýggjarárs- leitið 2003. Hetta hevur fingið landsdjóralæknan, Bjørn Harlou, at taka blaðið frá munninum. Í lesarabrævi í Sosialinum í dag finst Bjørn Harlou hvassliga at Búskaparráðnum fyri at siga sína hugsan um hvussu ILA skuldi verið niðurbart. –...Når Búskaparráðið og andre økonomer ud- taler sig om, hvordan be- kæmpelsen af ILA burde være foregået, er det om- trent lige så interessant, som hvis ortopædkirur- gerne på Landssjúkra- húsið havde udtalt sig om, hvørdan Norrønas havari kunne være und- gået, og hvordan skader- ne på skroget burde repa- reres, sigur Bjørn Harlou millum annað. Harlou hartar Búskaparráðið Búskaparráðið villeiðir Um eina góða viku verður kunningar- ráðgevin hjá løg- manni, Jóannesi Eidesgaard, settur í starv á løgmansskriv- stovuni. Talan verður ikki um ein politiskan spunasmið, sigur Marjun Hanusar- dóttir, skrivsstovu- stóri NÝGGJUR KUNNINGARRÁÐGEVI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Føroyska stjórnin er kanska tann einasta í heim- inum, sum ikki hevur samskipandi fjølmiðlaráð- gevar í aðalráðunum, og tí- skil umhugsa vit at fáa meiri skipaði viðurskifti við nýggjari kunningar- deild í Tinganesi. Hesi vóru orðini hjá løg- manni, Jóannesi Eides- gaard, á fjølmiðlarfestival- inum um mánaðarskiftið februar-mars. Nú røkist alt fyri, at løgmaður ikki nýtist at bíða longur til hann fær ein fjølmiðlaráðgeva ella kunningarráðgeva afturat sær á løgmansskrivstovuni í Tinganesi – Jú nú er tætt uppundir. Innan eina viku vænti eg, at hann er settur, sigur Jóannes Eidesgaard. Samskipari Stjórin á Løgmansskriv- stovuni, Marjun Hanusar- dóttir, greiðir frá, at upp- gávurnar hjá kunningarráð- gevanum verður fjølbroytt- ar. – Hann kemur at leggja alla yvirskipaðu kunning- ina til rættis. Her hugsi eg um kunningar- og tíðinda- brøv, samskipan millum ráðini og millum landsstýr- ið og sendistovurnar. Kunn- ingarráðgevin skal fylgja gjøllað við, hvat útlendskir og føroyskir fjølmiðlar skriva um politikkin hjá landsstýrinum, sigur Marjun Hanusardóttir Marjun Hanusardóttir sigur, at kunningarráðgevin verður ein fullfíggjaður partur av embætisverking- um, og hann verður eisini løntur sum ein embætis- maður. Eingin spunasmiðjur Embætisverkini uttanlands hava í dag siðvenju fyri at vera á tremur við bæði fjøl- miðlaserfrøðingum og so- nevndum spindoktarum ella spunasmiðjum. Tað er kortini ikki ætlanin í Føroyum, at nýggi kunn- ingarráðgevin hjá løgmanni eisini skal virka sum ein politiskur spunasmiðjur. – Hann verður ikki ein politiskur spindoktari. Hansara uppgáva verður at bera fram vitan, og gera tað lættari hjá borgaranum at fáa vitan. Samgongan hev- ur eisini sett sær sum mál at gera fyrisitingina meira opna, og í tí arbeiðinum fer kunningarráðgevin eisini at fáa ein týðandi leiklut, sig- ur Marjun Hanusardóttir. 15 fólk søktu uppruna- liga starvið sum kunningar- ráðgevi hjá løgmanni. Kunningarráðgevin nærkast Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, heldur, at Búskaparráðið er beinleiðis ósakligt og villeiðir í nýggjastu konjekturfrágreiðingini. Mynd: Savnsmynd Um eina góða viku verður kunningarráðgevin hjá Jóannes Eidesgaard settur í starv C M Y K 15 14