týsdagur 19. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
17
Framleiðsla av rálýsi
og hávirðis krotum úr
fiskalivur er fyrsta
stig í ætlanini hjá
Faroe Marine Bio-
tech, sum í framtíðini
skal undir hávirkaða
framleiðslu av
gelatini og øðrum
úrdráttum úr slógvi
FISKIVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Aftan á drúgvar fyrireik-
ingar verður nú farið í
gongd á Eiði við fram-
leiðslu av biotøkniskum
úrdráttum, upplýsir Egil
Olsen, stjóri í Faroe Marine
Biotech. Í fyrstu syftu er
talan
um
royndarfram-
leiðslu av rálýsi burtur úr
fiskalivur, og tá hesar
royndarkoyringar eru lidnar
skal so farast undir veruliga
framleiðslu, skilst.
Hugtakið aftan fyri Faroe
Marine Biotech byggir á at
tann fiskur ið føroyingar
veiða kann sum heild gagn-
nýtast væl meira enn hann
verður ídag. Við hjálp av
framkomnari
tøknifrøði
kunnu tær sokallaðu hjá-
vørurnar úr fiskinum virð-
isøkjast og gerast um til
ymiskar úrdráttir at útflyta
til Europa, Japan, og USA.
Talan er um ein stóran og
vaksandi marknað ið ofta
verður býttur upp í fýra
segment, nevniliga matvør-
ur, heilsukostur og kosttil-
skot, heilivágur, og kosmet-
ika. Sum skilst skulu Faroe
Marine Biotech ta fyrstu
tíðina virka sum undirveit-
ari hjá framleiðarum av
fiskaolju kapslum, eitt væl
umtókt kosttilskot í nógv-
um londum.
Stórar avbjóðingar liggja
í at fáa til vega vitan og
tøknifrøði
umframt
ta
fíggjarligu orkuna ið krevst
til vørumenning. Tí er eis-
ini umráðandi at velja út
rætt marknaðar segment og
fokusera, samstundis sum
tað ræður um at gera
gongdina til marknað so
stutta sum møguligt.
»Frá vørumenning til
fulla framleiðslu kunnu
ganga nógv ár og krøvini til
vitan so væl sum kapital
eru sera høg í hesari vinn-
uni,« segði Egil Olsen.
»Men vit eru nú eftir tógvið
stríð komin so mikið væl
áleiðis at okkara fyrsta
framleiðslu stig er aktuelt
nú… Vit fara um fáar dagar
at royndarframleiða, og so
skjótt vit eru liðug at
royndarkoyra útgerð og ar-
beiðsgongdir, seta vit veru-
liga framleiðslu í gongd.«
Sparikassa fígging
Hjávørur av fiski fevna um
tað tilfeingi sum ikki kemur
til lands við rávøruni,
nevniliga livur, sil, rogn,
magar og aðrir innvølir,
umframt tær fiskarestir ið
stava frá høvuðs viðgerðini
av rávøruni á landi, so sum
høvd, ryggir, skræða og
avskurður.
»Teir vinnuligu møgu-
leikarnir í biotøkni eru sera
stórir,« segði Egil Olsen.
»Talan er í stóran mun um
ótroyttar møguleikar í før-
oyskari fiski- og alivinnu
hvat hjávørum viðvíkur…
Hetta hevur, saman við
okkara góðu sambondum
við biotøkniskar fyritøkur
uttanlands, umframt einum
almennum ynski um at fáa í
gongd slíka vinnu í Føroy-
um, verið við til at fáa okk-
um at trúgva upp á hesa
vinnu.«
Egil Olsen roknar við at
um fá ár arbeiða umleið 15
fólk hjá Faroe Marine Bio-
tech.
Við fígging frá Føroya
Sparikassa, aftan á eina
hækking av partapeningin-
um til smáar fýra milliónir
krónur, hava Faroe Marine
Biotech keypt høllina hjá tí
sum var HydroTech um-
framt útgerð til framleiðslu
av biotøkniskum úrdrátt-
um. Útgerðin er installerað
soleiðis at fyrsta stig í ætlan
felagsins nú kann setast í
verk so skjótt neyðugar
royndarkoyringar eru gjøg-
numførdar. Hvat viðvíkur tí
fíggjarliga, er Egil Olsen
sera takksamur fyri tann
stóra áhugan ið Sparikassin
hevur sýnt felagnum.
Fyrsta stigið í ætlanini
hjá Faroe Marine Biotech
snýr seg um at framleiða
rálýsi og hávirðis krotur úr
fiskalivur; um tvey-trý ár
skal síðani farast undir ann-
að stigið sum fevnir um
framleiðslu av gelatini úr
fiskaskræðu;
nøkur
ár
seinni skal so, á triðja stigi,
farast undir ta meiri hávirk-
aðu framleiðsluna av en-
zymum og tílíkum úrdrátt-
um.
Endamálið hjá Faroe
Marine Biotech er at opti-
mera virðið og gagn-nýtsl-
una av hjávørum úr fiski-
vinnuni í Føroyum; bio-
tøknisk menning og fram-
leiðsla av hávirðis úrdrátt-
um úr hjávørum frá fiski og
alivinnuni; gransking; lut-
tøka í norðurlendskum og
altjóða verkætlanum; ný-
skapan og førleikamenn-
ing; ráðgeving og umboð-
an.
Útlendingar uppií
Tað var neyvan av tilvild at
júst Eiði varð valt til sæti
hjá partafelagnum Faroe
Marine Biotech. Egil Olsen
dylir ikki fyri at eitt tilboð
um yvirtøku av fyrrverandi
hølunum hjá HydroTech
gjørdi sítt, men fleiri aðrir
tættir vóru eisini í myndini.
»Eftirsum Eiði hevur
bæði Norðís, Salmon Pro-
tein og Bátafisk, kunnu vit
rokna við at tað er lutfals-
liga høgligt at fáa hendur á
rávøru her. Síðani kemur
sambandið við Havnina og
restina av Eysturoynni, sum
eisini er rættiliga gott. Eitt
annað sum ávirkaði okkum
til at velja Eiði, var at vit
fingu eitt gott tilboð um at
keypa hendan stóra og fína
bygningin sum HydroTech
hevði; eg rokni við at vit
kunnu húsast her í rættiliga
langa tíð áðrenn tað gerst
trongt.«
Samstundis sum Faroe
Marine Biotech í vár keypti
HydroTech høllina, varð
daglig leiðsla sett í felagn-
um. Hendan er samansett
av, umframt Egil Olsen sum
stjóra,
virkisleiðaranum
Annu Katrin Matras, tekn-
iska leiðaranum Absalon
Wolles, og fíggjarleiðaran-
um Eyðun Gaardabo.
Formaður í nevndini fyri
Faroe Marine Biotech er
Gestur Hovgaard, Gransk-
ingardepilin
fyri
Økis-
menning; hinir nevndarlim-
irnir eru Viktor B. Johan-
sen,
Maritex
(Noreg);
Eirikur á Húsamørk, Faroe
Marine Products; Ólavur
Bjarkhamar, Delta Sea-
food; Adrian Dalsá, Shet-
land Islands Council; Geir
W. Wold, Vesterålens Her-
metikfabrikk
(Noreg);
Ólavur Asafsson Olsen, KJ
Hydraulik.
Føroyskar
fiskivinnu
fyritøkur eiga góð 26 pros-
ent av partapeninginum í
Faroe
Marine
Biotech,
meðan føroyskar tænastu-
fyritøkur í fiskivinnuni eiga
smá 25 prosent, útlendskir
ileggjarar í fiskivinnuni
góð 22 prosent, ein ílegg-
ingar grunnur á Eiði smá 8
prosent, privatpersónar í
fiskivinnuni smá 8 prosent,
og aðrir privatpersónar góð
11 prosent.
Faroe Marine Biotech undir framleiðslu
Egil Olsen, stjóri í Faroe Marine Biotech, her avmyndaður á trappuni heima í Saltangará
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Tangarnir til rálýsi eru partur av framleiðslu útgerðini á Eiði
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Fyrrfyrandi bygningurin hjá HydroTech, sum Faroe Marine
Biotech hevur yvirtikið
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
Rændu gentu
Myndugleikarnir
í
Grikkalandi hava tikið
tríggjar menn úr Bul-
garia og skuldsett teir
fyri at hava rænt eina 16
ára gamla bulgarska
gentu og flutt hana til
Grikkalands. Gentan er
við barn, og ætlanin hjá
burturfltarunum var, at
eini barnleys hjún í
Athen skuldu keypa
barnið.
Gentan bleiv burtur-
flutt tann 1. oktober.
Hon bleiv fyrst flutt til
Eysturríkis og síðani til
Grikkalands, har hon
varð stongd inni í einari
íbúð í Athen. Seinasta
fríggjadag eydnaðist tað
henni at flýggja, og hon
boðaði alt fyri eitt
griksku løgrgluni frá tí,
sum hent var. Stutt eftir
vórðu teir tríggir bulgar-
arnir tiknir, og myndug-
leikarnir kanna nú, um
teir munnu hava burtur-
flutt fleiri bulgarskar
gentur, sum hava verið
við barn.
Grikska løgreglan sig-
ur, at mamma gentuna
hjálpti teimum trimum
monnunum at burtur-
flyta gentuna. Bulgarsku
myndugleikarnir siga, at
tann
39
ára
gamla
mamman er eftir øllum
at døma flýdd av landin-
um, og tí leitar Interpol
nú eftir henni, skrivar
VG.
Kappast um olju
í Iran
Tey bæði stóru norsku
oljufeløgini, Statoil og
Hydro,
kappast
um,
hvørt teirra skal sleppa
at útbyggja tað risastóru
iransku
oljuleiðina
Yadavaran.
Iransku myndugleik-
arnir hava boðað frá, at
innan ársskiftið fara teir
at taka støðu til, hvat
ella hvørji oljufeløg
skulu sleppa at byggja
Yadavaran út. Síðani
hava Statoil og Hydro
boðið seg fram. Statoil
er við í einari stórari
gassverkætlan har suð-
uri í Iran, og Hydro eig-
ur 75 prosent av rætt-
indunum í einum oljuøki
nakað
norðan
fyri
Yadavaran og stutt frá
irakska markinum.
Iranskar
kanningar
benda á, at umleið 17
milliardir tunnur av olju
eru í Yadavaran-økinum,
og at tað fer at bera til at
útvinna 14 milliardir
tunnur haðani. Tann
parturin, sum Statoil og
Hydro
kappast
um,
verður metur at kunna
geva ímillum 300.000
og 400.000 tunnur um
dagin, skrivar Aften-
posten.
Nader vil ikki
gevast
Ralph Nader, sum enn
eina ferð stillar upp sum
óheft valevni til forseta-
val í USA, sýtir fyri at
taka seg aftur, sjálvt um
veljarakanningar vísa, at
hann fær ikki meiri enn
eitt prosent av atkvøð-
unum.
Demokratarnir vilja
hava Nader at taka seg
burtur úr valstríðnum.
Teir vísa á, at á valinum
fyri fýra árum síðani
fekk Ralph Nader, sum
tá stillaði upp fyri Tey
Grønu, 100.000 atkvøð-
ur í Florida, og at tað var
orsøkin til, at George W.
Bush vann á Al Gore har
og tískil forsetasessin.
Men Nader vil ikki gev-
ast. Hann sigur, at ein og
hvør hevur loyvi at stilla
upp til forsetavalið, og at
hann ger tað, tí teir báðir
stóru flokkarnir leggja
alt ov lítlan dent á mál,
sum hann sjálvur heldur
hava stóran týdning.
Ralph Nader hevur
fyrr boðið sær til at
stuðla
demokratarnar
upp undir valið í næsta
mánað, men tá søgdu
demokratarnir nei takk.
Funnu gamla
borg
Fornfrøðingar
hava
funnið
borgina
hjá
gamla Djengis Kahn, og
tað hevur givið teimum
og øðrum áhugaðum
eina vón um, at tað
kanska fer at bera til at
finna grøv hansara eis-
ini.
Mongolskir og ja-
panskir
fornfrøðingar
funnu borgina har eyst-
uri í Mongolia, og tað
hevur givið fornfrøðing-
um og øðrum áhugaðum
eina vón um, at kanska
ber tað til at finna grøv
hansara eisini. Hetta er
ikki fyrstu ferð, at forn-
frøðingar hava leitað
eftir bústaðnum hjá tí
stóra landtakaranum. Í
1993 varð ein roynd
gjørd, men teir mon-
golsku myndugleikarnir
steðgaðu arbeiðinum, og
tað gjørdu teir eisini, tá
ein onnur roynd bleiv
gjørd fyri tveimum árum
síðani.
Djengis Kahn hersetti
stórar partar av Asia.
Søgufrøðingar siga, at
verður grøv hansara
funnin, verður tað uttan
iva neyðugt at skriva ein
part av veraldarsøguni
umaftur, tí grøvin hevði
væntandi avdúkað, at
sambandið
ímillum
eystur og vestur var
munandi størri á hansara
døgum enn higartil hild-
ið.
UTTAN ÚR HEIMI
Rakettirnar verða
partur av ameri-
kanska rakettverju-
skjøldrinum, men
Damark hevur ikki
fingið fyrispurning
um loyvi at seta
rakettir upp í
Grønlandi
VERJUSKJØLDUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í Bretlandi vil blaðið The
Independent vera við, at
bretska stjórnin hevur givið
USA loyvi at seta rakettir
upp á bretskari jørð sum
lið í tí ætlaða rakettverju-
skjøldrinum
hjá
Bush-
stjórnini.
Sambært blaðnum hevur
Tony Blair, forsætisráð-
harri, boðað amerikonsku
stjórnini frá, at Bretland
góðtekur, at rakettirnar
verða settar upp Blaðið
sigur seg hava fingið at
vita, at málið var fyri á ein-
um fundi ímillum bretskar
og amerikanskar diplomat-
ar í mai, og at partarnir
samdust um, at tær ameri-
konsku rakettirnar skulu
setast upp á flogstøðini
Fyllingdale í Yorkshire.
Amerikanararnir hava fyrr
fingið loyvi at seta eina
nútímans radarastøð upp
har.
Amerikanska verjan er
longu farin undir at seta 16
rakettir upp í Kalifornia og
Alaska. Sagt verður, at tað
verður neyðugt við 24
rakettum afturat til verju-
skjøldurin, og at tær flestu
teirra helst skulu setast upp
í Evropa.
Danskir og grønlendskuir
myndugleikar hava játtað
USA at nútímansgera rad-
arastøðina í Thule, men
sambært Politiken hevur
Danmrk ikki fingið nakran
fyrispurning úr Washington
um loyvi at seta rakettir upp
í Grønlandi.
Jordanski yvirgangs-
maðurin al-Zarqawi
sigur nú, at al-Qaeda
er við til at leggja
mótstøðuna í Irak til
rættis
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Var einki samband ímillum
Irak og yvirgangsfelagsska-
pin al-Qaeda, tá Saddam
Hussein ráddi fyri borgum,
so ber ikki til at siga tað
sama nú.
Gjáranáttina kunngjørdi
jordanski yvirgangsmað-
urin Abu Musab al-Zar-
qawi, at hansara felags-
skapir, Tawhid og Jihad,
arbeiða saman við al-
Qaeda fyri at gera enda á
fíggindum Islams, sum eru
komnir til Irak, sum tikið
varð til.
– Vit almannakunngera,
at leiðarar og hermenn hjá
Tawhid og Jihad hava
svorið Osama bin Laden
trúskap stóð í boðunum frá
al-Zarqawi.
USA hevur leingi lagt al-
Zarqawi undir at hava
skipað fyri mótstøðuni í
Irak,
og
amerikanska
stjórnin hevur lovað 25
milliónir dollarar í finn-
ingarløn, verður hann av-
dúkaður og tikin.
Serfrøðingar í yvirgangi
hava higartil sagt, at einki
samband hevur verið ímill-
um al-Zarqawi og bin
Laden, men nú er líkt til, at
teir hava tikið seg saman
ímóti amrikanarunum í
Irak, skrivar Reuters.
Tawhid og Jihad hava
átikið sær ábyrgdina av
fleiri burturflytingum og
avrættingum í Irak. Hildið
verður, at al-Zarqawi sjálv-
ur hevur avrættað nøkur av
teimum burturfluttu.
Hvítarussiski
forsetin
sleppur at stilla uppaftur.
Alexander Lukasjenko,
forseti í Hvítarusslandi,
verður ofta umrøddur sum
tann seinasti einaræðisharr-
in í Evropa, og nú hevur
hann tryggjað sær rætt til at
stilla upp til eitt valskeið
afturat.
Fyri at hann kundi stilla
upp fyri triðju ferð, mátti
grundlógin broytast, og á
fólkaatkvøðu um vikusiftið
atkvøddu 77 prosent fyri at
broyta
grundlógina,
so
Lukasjenko kann halda
fram.
Tað er úrslitið hjá teirri
almennu valnevndini, men
andstøðan leggur myndug-
leikarnar undir grovt val-
svik. Sambært valnevndini
var valluttøkan 90 prosent,
men anstøðan sigur, at
minni enn helmingurin av
veljaranum atkvøddu, og at
fólkaatkvøðan tí var ó-
gyldug. BBC sigur seg eis-
ini hava prógv fyri valsviki.
Lukasjenko vann ivaval
USA skal hava rakettir
í Bretlandi
Al-Qaeda er við í mótstøðuni í Irak
Fyri fyrstu ferð hevur Abu Musab al-Zarqawi boðað frá, at
hann samstarvar við Osama bin Laden um mótstøðuna í Irak
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
17
16