týsdagur 19. oktober 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
19
Havnin tekur lættliga
eini 500 - 600 hval,
sigur grindaformað-
urin í Havn í eini 22
ár, Jákup Andreas
Mohr. Men ábøtur
krevjast í Sandágerði,
ásannar grindafor-
maðurin enn einaferð
eftir eina stóra grind,
og eftir at hann í
áravís hevur biðið um
sand eystarumegin í
Sandagerði. Bert tveir
bólkar vórðu hildnir
til, men tað kókaði
eystanfyri Nólsoynna,
so hví ikki samskipa
betur, so okkurt fer
norðureftir, tá vit í
dag hava góðar bátar
GRINDADRÁP
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Myndir: Jan Muller
Ein hin størsta grindin í
áravís í Havn legði beinini í
Sandagerði herfyri. Sum
nakað forkunnugt í Havn
varð eisini býtt í heima-
partar, og fólk kundu fara á
bryggjuna at fáa sær eitt
kók. Ikki bert grindamenn -
og kanska manning á held-
ur fullum rakstrarbátum -
fingu part. Fólk løgdust
ikki á boðini, men ríkiligt
var til, so har var ongin
trupulleiki.
Ein,
ið
hevur
verið
grindamaður í Havn í mong
ár, er Jákup Andreas Mohr.
Í eini 55 ár hevur hann róð
og siglt í grind og spurning-
ar viðvíkjandi grind hava
altíð havt hansara stóra
áhuga. Í 1982 gjørdist hann
grindaformaður.
Fleiri bólkar
Vit hava hitt Jákup Andreas
á máli um ymsar grinda-
spurningar. Og hann er fús-
ur at svara.
- Tað var fínt, at tú ringdi.
Kanst tú ikki bara koma út
her, so vit kunnu práta, tí eg
havi nevniliga okkurt, ið eg
fegin vil siga, sigur Jákup
Andreas, tá vit ringja, so vit
leggja leiðina framvið.
– Av og á eru altíð ein ør-
grynna av grind eystanfyri
Nólsoynna. Hendan morg-
unin, 9. oktober, tá eg kom
til finningarbátin, vóru so
nógvir bólkar, at mær kom
til hugs, at tað var sum at
koma til eitt ovurstórt
sjálvtøkuborð, sigur Jákup
Andreas,
meðan
hann
skeinkir ein kaffimunn.
– Tá vit avlívaðu í Sanda-
gerði vóru bara tveir bólkar
av øllum teim mongu, sigur
Jákup Andreas um grininda
leygardagin, ið var 244
hval.
Biðið um sand
Fleiri undrast á klettarnar
eystarumegin í Sandagerði
og meta, at teir kanska áttu
at verið burturbeindir. Men
har kemur sovorðið sum
friðing upp í leikin.
– Eg havi í áravís biðið
um at fáa nakrar lastir av
sandi
eystarumegin
í
Sandagerði. Og tað hendi,
sum eg óttaðist fyri; grindin
kom í høvuðsheitum inn
eystantil, og hevði sandur
verið lagdur út, hevði
dráp~ið gingið nógv skjót-
ari og betur.
– Verður sandur lagdur
har, tekur vágin óivað grind
á 500 - 600 hval, sigur
Jákup Andreas Mohr, sum
metir, at klettarnir gera
onki, um bert sandur verður
lagdur út.
Býta til onnur øki
Sum heild metir Jákup
Andreas, at rætt er at býta
við onnur, um stór grind
kemur á Havnina.
– Kemur stór grind er
ikki óhugsandi, at ikki bara
Havnin fær heimapartar,
men møguliga eisini mið-
økið í Eysturoynni og
onnur øki, ið mangla grind,
sigur grindaformaðurin tey
seinastu 22 árini.
– Væl var sjógvað henda
dagin, og var væl sam-
skipað, so kundu 2 til 3
góðir rakstrarbátar farið við
tveimum bólkum norð í
Sund og møguliga 2 til 3
norð á Gøtusand við tveim-
um bólkum, sigur Jákup
Andreas, ið minnir á, at
ofta er ørgrynna av hvali
eystanfyri Nólsoynna.
Spikafeit grind
– Grindin var feit, og hvør
hvalur var spikafeitur, og
tílík grind hevur millióna-
virði í kjøtprísi. Tað er tí
mín inniliga áheitan at fáa
Jákup Andreas og sandurin í Sandágerði:
Ábøtur mugu gerast í Sandágerði
meira sand, so vit kunnu
taka ímóti stórum tali,
mongum umdømum til
gagns, sigur Jákup Andre-
as.
Raske drenge, grind at
dræbe. Soleiðis verður
kvøðið í Grindavísuni hjá
Pløyen. Og Jákup Andreas
metir
vón
verða
fyri
framman, tí unga ættarliðið
bæði dugir og tímir.
– Teir eru óførir. Duga
væl og arbeiða skjótt og eru
sera
dugnaligir,
heldur
grindaformaðurin um unga
grindafólkið. Og skipanin
við heimapørtum riggaði
sera væl, leggur hann aftur-
at.
Ikki vil hann fara út í
æsir við øllum, og at tosa
við útlendskar fjølmiðlar er
hann givin við, illa royndur
sum hann er av hesum.
Tá vit fara niður trappur-
nar, biður hann tygara út-
senda koma inn í kjallaran
at skoða framkomnu út-
gerðina, ið er við til at fáa
grindina til høldar. Ein stór
sag og ein vakumpakki-
maskina. Og innan útsendi
blaðmaðurin setir seg í
bilin, hevur Jákup Andreas
syrgt fyri, at eisini blað-
maðurin hevur fingið part,
tí 3 lykkjur og vakum-
pakkaðar spikfjósir liggja á
dúrkinum, tá leiðin aftur
gongur úr túninum hjá
Jákup Andreasi.
C
M
Y
K
19
18