týsdagur 19. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Nr. 199 - 19. oktober 2004
21
vann
landsliðsmaðurin
Rógvi
Jacobsen
greitt
framman fyri Kára Nielsen
og Heðin á Lakjuni.
Tann heilt stóri enda-
bresturin á 100-ára haldin-
um hjá HB verður komandi
leygarkvøld, tá ið stór
gallaveitsla er á skránni í
Ítróttarhøllini á Hálsi. Sum
skilst verða ikki færri enn
slakir 900 gestir til hesa
veitslu, og tað man óivað
verða ein tann størsta av
sínum slag í Føroyum.
Sunnudagin varð
skipað fyri almennari
móttøku í Norður-
landahúsinum í
sambandi við 100 ára
føðingardagin hjá
Havnar Bóltfelag, og
samstundis kom
seinna bind av søguni
um HB út í bók.
HÁTÍÐARDAGUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Eini 500 fólk vóru til há-
tíðarhaldið hjá HB í Norð-
urlandahúsinum sunnudag-
in. Skráin fyri hátíðarhaldið
var umfatandi við eitt nú
framløgu av nýggju bókini
um seinastu 50 árini í søg-
uni hjá HB, filmsbrot, kór-
sangi, røðum, gávuhandan-
um og mangt annað.
Stovningardagurin
komin upp á pláss
Hátíðarhaldið var sunnu-
dagin, 17. oktobur, tí menn
hava hildið, at hetta var
sjálvur stovningardagurin
hjá Havnar Bóltfelag. Tó
hevur verið eitt sindur av
óvissu um hetta, tí at fyrsta
siðan í fyrstu gerðabókini
hjá HB var burtur. At óviss-
an var grundað, kundi ein
íðin B36-viðhaldsmaður,
Birgar Johannesen, ið ar-
beiðir við eini Havnar-al-
frøði, herfyri vátta, tá hann
bar tey boð, at HB var sett á
stovn 4. oktobur 1904.
Hetta hevði hann funnið
fram til í sinum arbeiði við
at leita í gomlum bløðum á
Landsbókasavninum.
Birgar var sjálvur til stað-
ar í Norðurlandahúsinum
sunnudagin, har hann hand-
aði formanninum í HB eina
gávu, sum var eitt inn-
rammað
dópsbræv
hjá
Havnar Bóltfelag, har tað
stóð, nær felagið varð sett á
stovn.
Øll 100 ára søgan
komin út í bók
Eitt tað mest spennandi á
skránni fyri teir mongu
HB-fjeppararnar, ið høvdu
leitað sær niðan í Norður-
landahúsið, var nýggja
bókin, ið bleiv løgd fram
fyri almenninginum sunnu-
dagin.
Fyri 10 árum síðani kom
fyrra bókin um søguna hjá
HB, Havnarmenn í Gunda-
dali, út. Hesa hevur Jógvan
Arge skrivað, og er hon um
søguna hjá felagnum frá
stovnani í 1904 og fram til
1954. At skriva um tey
seinastu 50 árini hevði
leiðslan í HB fyri góðum
ári síðani heitt á ein annan
útvarpsmann, Suna Merkis-
stein, at taka sær av, og
hesin hevði játtað. Úrslitið
hjá honum er ein bók upp á
ikki minni enn 465 síður,
og fleiri enn 600 forvitnis-
ligar myndir eru í bókini.
Í ritstjórnini saman við
Suna Merkisstein hevur
eisini Marni Mortensen
sitið. Hann hevur í mong ár
arbeitt við at savna hagtøl
hjá HB, og somuleiðis
hevur hann stríðst fyri at
fáa hendur á so nógvum
søguligum myndum, ið
hava við Havnar Bóltfelag
at gera.
Røður og kórsangur
Teir báðir áðurnevndu høv-
undarnir, Jógvan Arge og
Suni Merkisstein, hug-
leiddu
sunnudagin
eitt
sindur um arbeiðið við at
skriva søguna hjá føðingar-
dagsbarninum.
Jógvan
Arge greiddi frá um, tá ið
havnarmenn av fyrstan tíð
fóru undir at spæla fótbólt,
og hvussu dystast varð við
manningarnar á fremmand-
um herskipum undir kríg-
num.
Aðrar, ið bóru fram røðu,
vóru eitt nú Heðin Morten-
sen,
ÍSF-forseti,
Jan
Christiansen, borgarstjóri,
Bjarki Mohr frá FSF og Kaj
Leo Johannesen, fyrrver-
andi mámanskempa hjá
HB.
Tónleikur var eisini á
skránni í sambandi við
móttøkuna. Tað var eitt kór
mannað við átta ungum
monnum, ið sang nakrar
kendar HB-sangir í eini eitt
sindur øðrvísi útseting, og
ikki kann sigast annað, enn
at tað ljóðaði avbera væl.
Eitt tað síðsta á skránni
var avdúkingin av, hvør
gjørdist ársins leikari hjá
føroyameistarunum.
Her
Stórfingin føðingadagur og bókaútgáva
Fótbóltformaðurin, Birgir Enghamar her saman við unnustuni Anniku Hansen tók ímóti
gávum
Birgar Johannessen handaði Birgir Enghamar útklipp úr
Dimmalætting við stovningardegnum 4. oktober 1904
Ársins leikarar hjá HB: Rógvi
Jacobsen í miðjuni. Nr. 2 og 3 gjørdust
Heðin á Lakjuni og Kári Nielsen
HB stuðlar lótu felagnum 200.000 kr. í føðingardagsgávu.
Formaðurin tók ímóti
Tríggir av teimum gomlu og
trúgvu HB -arunum her í
Norðurlandahúsinum til 100
ára haldið: Jógvan á Lag,
Hans Marius Mikkelsen og
Meinhard Arge
Hesaferð vóru tað ítróttarfólkini, sum fyltu
Norðurlandahúsið.
Nýggja bókin, sum Súni Merkistein hevur skrivað um
seinnu 50 árini hjá HB gekk sum heitt breyð saman við
bókini hjá Jógvan Arge um tey fyrstu 50 árini
Eitt serstakt HB
kór setti sín dám
á hátíðarhaldið
Eyðfinn Lamhauge, Sverre Jacobsen, Martin á Mýruni og
Sólbjørn Mortensen hava tikið mong tøk fyri HB
Nógv kend andlit vóru at síggja í Norðurlandahúsinum
Uni Arge og Ingi Rasmussen kaga gjøgnum nýggju HB bókina
her saman við Bjarka Mohr frá FSF
C
M
Y
K
21
20