Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2004 23 Neistin-Kyndil 24-33 (12-15): Meistararnir reistust Eftir eyðmýkingina móti KÍF fyri viku síðani, reistist Kyndil, tá teir hølvaðu grann- arnar ígjøgnum HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um ordans bakka- láara, sum Kyndil fekk í fyrsta umfarinum av lands- kappingini, tá teir máttu lúta fyri KÍF, sum á pappír- inum tykist veikari, enn teir vóru í fjør. Tí skuldi talan verða um uppreisn, tá grannauppgerð- in móti Neistanum stóð á skránni, og her talaði alt fyri einum spennandi dysti. Neistin hevði í sín lut heldur ikki ráð at tapa, eftir at teir eisini máttu lúta fyri StÍF í sínum premierudysti. Lítil spenningur Fyrstu lítllu løtuna sá eisini út til, at talan skuldi gerast um eina hampuliga javna uppgerð, men skjótt byrjaði Kyndil at draga frá. Ein óhugnaligur effektivitetur saman við heldur dølskum verjuspæli hjá Neistanum, bar við sær, at Kyndil skor- aði í hvørjum einasta álopi fyrstu 10 minuttirnar, og tá skjúttarnir hjá Neistum ikki megnaðu at fylgja við, kom eitt hampuliga stórt glopp í. Ikki minst undraði tað í hesum sambandi, hvussu illa væl vaksna verjan hjá Neistanum riggaði. Hóast allir bakspælararnir eru væl omanfyri teir 180 senti- metrarnar, so sluppu kynd- ils-menn at kalla ótarnaðir at spáka heilt inn, áðrenn skot vórðu latin av. Ella varð spælt skjótt út á kant- arnar, har tunga verjan als ikki megnaði at fylgja við flytingunum. Neistin fekk betra nakað um hetta, og seinastu løtuna undan steðginum varð mun- urin minkaður niður í trý mál. Nakað sum tó skuldi vísa seg at verða tað nærm- asta, sum teir bláu komu grannunum í dystinum. Neistin í kreppu Tí Kyndil legði aftur bragd- liga fyri í seinna hálvleiki. Kanska vóru teir í Neistum ovurtendraðir, ella var talan bara um ófantaligt verju- spæl. Men í øllum førum slapp Kyndil fyri tað heilt nógva at spæla í yvirtali seinasta hálva tíman. Mál- ini skolaðu inn úr øllum ættum, og var tað ikki tí Zeljko Jotic eftir steðgin framdi fleiri góðar bjarg- ingar, so hevði avhølvingin helst verðið nógv størri, enn hon bleiv. Ein munur upp á níggju mál, er tó helst í sjálvum sær nóg mikið, til at Neistin komandi dagarnar noyðist at leita djúpt, til tess at finna nakað av sjálvsáliti aftur, eins og tað í øllum førum prógvar, at liðið hev- ur nógv at arbeiða við, um málið um eitt pláss í heið- ursmerkjarøðini skal náast. Á pappírinum er einki at ivast í, at Neistin hevur eitt av sterkastu liðunum í kapp- ingini. Við monnum sum Damir Oros, Áka Mørk og Blagoje Buha hevur liðið leikarar, sum á einum góð- um degi uttan stórvegis trupulleikar kunnu røkka 10-12 málum, og tað eigur í øllum førum at vera eitt gott grundarlag at byggja á. Tað er tó ikki uttan orsøk, at tað ofta verður tikið til, at hondbóltsdystir verða vunnir í verjuspælinum. Her skuldi Neistin havt góðar fortreytir við eini verju, sum helst telist mill- um tær hægstu í landinum, men at støddin í sjálvum sær ikki er nakar garantur, var dysturin sunnudagin gott dømi um. Oftast tóktist verjuspælið beinleiðis klossut. Kyndils-menn sluppu at ganga heilt inn móti strikuni, áðrenn skot vórðu latin av. Og hóast ferðin ikki var so høg, sum hon væntandi verður seinni á kappingarárinum, so bera 10 útvísingar sítt greiða boð um trupulleikarnar, sum Neistin hevði, tá Kyndil royndi at spæla tunt. Gott Kyndils-lag Hjá Kyndli sær støðan hinvegin eitt sindur bjartari út, eftir at miseran móti KÍF mundi senda lagið niður móti nullpunktinum eftir seinasta vikuskifti. Liðið líkist at kalla sær sjálvum frá meistaraheitin- um í fjør, og við Ragnari Stakksund sum styrki frá grannunum er enn ein strongur í kontraspælinum fingin upp á pláss. Hartil tykist liðið í ár eisini at hava fingið nakað meira breidd í. Ikki minst er Rók- ur A. Nielsen ein sera spennandi leikari. Enn er hann bara fyrsta árs ung- lingaleikari, men kropsliga styrkin er stór, og megnar Kyndil at røkja talentið rætt, er einki at ivast í, at teir her hava ein leikara, sum í nógv ár framyvir fer at verða ein av berandi kreftunum á liðnum. Komandi vikuskifti eitur mótstøðuliðið StÍF, og tað verður kanska ein styrkis- roynd hjá Kyndli, sum nú skal prógva, at teir aftur í ár ætla sær ein leiklut í oddin- um. Neistin skal tá hitta H71, og hóast vit enn bert eru komin heilt stuttan veg í grundspælinum, so eru longu nú ábendingar um, at hetta verður dysturin, har Neistin skal gera av, hvørt ætlanirnar um heiðursmerki skulu gerast egg ella ungi. Neistin-Kyndil 24-33 (12-15) Málskjúttar Neistin: Áki Mørk 9, Damir Oros 5, Dann Thor- leifsson 5, Helgi Michelsen 2, Jón Ludvig 1, Ræni Slættanes 1, Blagoje Buha 1 Kyndil: Rókur A. Nielsen 6, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Jacob Jónsson 4, Josef Abrahamsen 4(2), Ragnar Stakksund 3, Janus Einar Sørensen 3(1), Finnur Hansson 3 Brotskøst: Neistin 1, Kyndil 5 Útvísingar: Neistin 10, Kyndil 3 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Prógvaðu eins og leikararnir, at tað fyrstu vikurnar ræður um at spæla seg í form FAKTA UM DYSTIN Blagoje Buha tykist vera í iva um, hvørji ráð nú eru at taka til. Tað sama kann helst eis- ini sigast um Neistan, sum í løtuni tykist vera í djúpum aldudali Mynd: Álvur Haraldsen Nr. 199 • týsdagur • 19. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo HB aftur í aðru deild Eykaliðini hjá føð- ingardagsbørnunu m býttu um pláss í aðru- og triðju deild FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at HB vann trygg- an 4-0 sigur í fyrra upp- og niðurflytingardystin- um, var neyvan nakað annað væntandi, enn at havnarliðið skuldi taka sessin í aðru deild frá klaksvíkingum, sum annars hava verið sera drúgvir í deildini. Leygardagin var so seinni dysturin millum liðini á skránni, og hesin staðfesti so dyggiliga, at HB í løtuni er tað av fel- øgunum, sum er betri fyri. HB hevur á sínum liði fleiri ungar leikarar, sum royna at ota seg fram ímóti besta liðn- um, umframt at talan so eisini er um nakrar gamlar kempur, og ser- liga var tað ein av hes- um, sum gjørdi um seg. Gunnar Mohr stóð sjálvur fyri trimum av málunum hjá HB, um- framt at hann legði upp til hini bæði í 5-1 sigr- inum, sum staðfesti, at HB nú aftur hevur teir næstbestu í næstbestu deildini. Og so kundi felagið samstundis seta eitt ordiligt punktum fyri kappingarárinum, tí við hesum hevur HB um- boðan í øllum vaksna- mannadeildum, tá farið verður undir komandi kappingarárið. Fjórðu deildar liðið hjá felagnum vann nevnliga sína deild fyrr í ár, og sum tað so skemtiliga verður tikið til á heima- síðu felagsins, so verður áhugavert at vita, hvussu tann trupulleikin verður tacklaður, nú liðið er noytt at flyta upp! Kappingarnar skifta navn Hondbóltssambandið hevur gjørt sponsor- avtalu við Atlantic Airways og Sunset Boulevard, sum við hesum koma at eiga heitini á fremstu hondbóltsdeildunum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hetta varð almannakunn- gjørt á tíðindafundi, sum Hondbóltssambandið mána- dagin helt í hølunum hjá Sunset Boulevard í SMS. Eivind Jacobsen, for- maður í HSF, greiddi frá, at hetta er ein liður í støðuga arbeiðinum hjá Hondbólts- sambandinum at betra um inntøkugrundarlagið. Og tó at tað einki varð sagt um, hvussu stóra upphædd før- oyskur hondbóltur fær aftur fyri avtaluna, so duldi for- maðurin ikki fyri, at tað hansara eygum var ein upp- hædd, sum var alt-avger- andi fyri, um Føroyar yvir høvur skulu gera sær nakrar tankar um at taka lut í altjóða kappingum við A- landsliðum okkara. Størsta sjónliga broyt- ingin, nú nýggja avtalan er undirskrivað, er, at besta mans- og kvinnudeildin framyvir broyta navn. Hjá monnum fer kappingin í bestu deildini framyvir at eita Atlantic Airways-kapp- ingin, og hjá kvinnunum verður nýggja heitið Sun- set-kappingin. Tað merkir so aftur, at verandi 2. deild broytir navn til 1. deild, eins og samsvarandi broyting sjálv- sagt verður gjørd í deildun- um niðanfyri hetta eisini. Glaðir stuðlar Eitt er, at formaðurin í HSF er fegin um nýggju avtal- una. Tað, sum kanska eisini er mest positivt fyri Hond- bóltssambandið er, at báðir høvuðsstuðlarnir eisini tóktist vera sera væl nøgdir. Atlantic Airways hevur seinnu árini – serliga við fótbóltslandsliðnum – pro- filera seg heilt nógv gjøgn- um ítróttin, og marknaðar- stjórin í felagnum, Kent L. Christensen, var ivaleysur, tá spurt varð, hvørt hetta var ein góður háttur at tengja eina positiva profil at felagnum. – Eitt er, at vit á hendan hátt kunnu styrkja um pro- filin ella image’ið á fel- agnum. Men eg haldi eisini, at tað er meira enn bara tað. Vit hava jú lýst í nógvum miðlum í nógv ár, men av hesum eri eg ikki í iva um, at vit hava fingið mest fyri pengarnar gjøgnum fót- bóltslandsliðið, sum jú fær eina ógvuliga góða ekspon- ering. – Nú verður so arbeiðið við hondbóltslandsliðnum byrja av nýggjum at kalla, og eg haldi heilt avgjørt, at hondbólturin í Føroyum er uppgangandi í løtuni. Tí vilja vit gjarna stuðla, og eins og vit við hesum eru við frá fyrsta degi, og tað rokni eg við fer at gagna okkara fyritøku, segði Kent, tá avtalan var undir- skrivað. Og eisini Rógvi Róin, sum umboðaði Sunset á tíðindafundinum, tóktist vera væl nøgdur um nýggja sáttmálan. Undan hesum hevur Sunset eisini verið høvuðsstuðul hjá kvinnu- landsliðnum, og partvíst helt Rógvi eisini, at tann avtalan hevur skundað undir hesa, sum nú er gjørd. – Vit hildu okkum í øll- um førum fáa sera nógv afturfyri avtaluna við kvinnulandsliðnum, sum jú hevði eina framúr væl egn- aða ferð í Italia. – Hartil er tað heldur einki at ivast í, at hetta við at stuðla ítróttinum hóskar seg væl til tann kundabólk, sum vit royna at raka. Ikki endiliga fólk, sum íðka ítrótt á elitustøði, men hetta við at hava sunnan lívsstíl og at vera aktivur. Tí meta vit eisini, at vit fáa nakað burtur úr hesi avtaluni. Sum nevnt, so varð ikki upplýst, hvussu stórar upp- hæddir sponsoravtalurnar fevndu um, men talan er so um tvey-ára sáttmálar, sum allir partar søgdu seg hava vónir um fóru at verða longdir til ta tíð. Tað sær hálvgum út, sum hevði Eivind hug at smíla, nú nýggju avtalurnar vórðu skrivaðar undir. Kent L. Christensen og Rógvi Róin tykjast hinvegin meira hugsunarsamir, men teir søgdu seg báðar vera væl nøgdar við avtaluna Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22