týsdagur 19. oktober 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 199 - 19. oktober 2004
25
VB-Stjørnan 22-23 (12-12):
Gysari í Vági
Stjørnan vísti stóra
styrki, tá tær vendu
hóttandi tapi til tepr-
an sigur í einum
sonnum gysara í høll-
ini í Vági sunnudagin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað varð sagt undan dystin-
um, at talan helst var um
veruliga styrkisroynd fyri
báðar partar, og skal gang-
ast eftir hesum, so verður
talan um sera hart oddastríð
í ár.
Meistararnir úr Stjørnuni
tryggjaðu sær í vár gullið
júst í Høllini í Vági, tá tær
settu VB til viks, og tí var
einki at ivast í, at hetta fram
um aðrar var júst dysturin,
sum tær í Vági vildu vinna.
Mistu leiðsluna
Tað sá eisini leingi út til, at
hetta skuldi eydnast VB.
Størsta partin av fyrra um-
farinum vóru tær omaná,
og góðar fimm minuttir fyri
leiklok vóru tær á odda við
fimm málum.
Men so bragdaði av álv-
ara hjá Stjørnuni. Sum um
tær ikki høvdu gjørt annað,
varð eitt álop fyri og annað
eftir avsluttað upp á rekord-
tíð, við at antin Katarina
ella Alina lupu upp og
smekkaðu til, og tá farið
varð til hálvleiks, stóð 12-
12 uppi á máltalvuni.
Og fyrstu løtuna av
seinna
umfarinum
helt
Stjørnan fram í sama lag.
Tær vunnu seg upp á 16-13,
men so byrjaði VB at svara
aftur. Tær fingu alt betri
tamarhald á skjúttunum hjá
Stjørnuni, og tá alternativ-
ini á plássinum eru færri,
nú Annika Ljósstein helst
er úti restina av árinum,
høvdu gestirnir ikki so
nógv fólk at flyta runt við,
sum tær annars hava havt.
Munurin minkaði spaku-
liga, og høllin var á gosi, tá
tað fýra minuttir fyri leik-
lok aftur stóð á jøvnum.
Stjørnan hevði tó ikki heilt
slept takinum. Alina Olaru
legði tær enn einaferð á
odda, áðrenn Joan Midjord
Djordjevic síðani staðfesti,
at tað loysti seg hjá felagn-
um at keypa seg heim til
dystin. VB fekk minkað um
munin einaferð afturat,
men nærri enn tí eina mál-
inum komu tær tó ikki, og
fyribils mugu tær tí síggja
Stjørnuna nakað framman
fyri seg.
Sterka Stjørna
Og spurningurin er, um
ikki Stjørnan longu nú fer
at toga seg leyst av hinum
liðunum. Í øllum førum
tykist liðið hava eina styrki,
sum hini ikki megna at
standa ímóti.
Tað telur tó skeiva vegin,
at skaðin, sum Annika
Ljósstein fekk beint undan
kappingarbyrjan er somikið
álvarsligur, at hon helst ikki
verður før fyri at spæla
aftur í ár. Hartil fekk Beinta
Joensen skaða í hondina í
dystinum í Vági, og tað
kann viðføra, at Stjørnan
fyri eina tíð missir eitt
vandamikið kontravápn, tó
at Stjørnan á hesum pláss-
inum er sera væl fyri.
Og endaliga, so skal
heldur ikki roknast við, at
Joan M. Djordjevic verður
so nógv at síggja á liðnum í
vetur. Hon er farin uttan-
lands í útbúgvingarørind-
um, men hesaferð varð hon
keypt heim at styrkja um
liðið. Tað fer tó ikki at vera
galdandi fyri hvønn dyst,
og so er spurningurin,
hvussu Stjørnan fer at skipa
spælið, tá vanligi skiparin
ikki er til staðar.
Breiddin í lagi
Hjá VB mundi tað kennast
heldur beiskt, at tær so-
leiðis skuldu missa eina
annars trygga leiðslu, men
tað er einki at ivast í, at eis-
ini tær verða drúgvar í ár.
Útlendingarnir á liðnum
eru tær somu, og tó at
Gurið Mortensen uttan iva
er svárur missur hjá liðn-
um, so telir tað rætta vegin,
at Sólrun Krosslá, Christina
Holm og Arnleyg Hjelm nú
aftur hava tikið hondbóltin
fram. Tað ger í øllum før-
um, at hópurin í ár er eitt
fitt petti breiðari, enn hann
var tað í fjør, og tað kann
gera munin, tá tættir og
orkukrevjandi dystir eru á
skránni.
Egil á Bø flytir nú úr
B36 og aftur til EB/-
Streym, har hann ætl-
ar at vera, inntil hann
fer at gevast at spæla
á hægsta støði
EB/STREYMUR
FYRIREIKING
Jóannes Hansen
EB/Streymur rakk í júst
farna
kappingarárinum
fimta plássinum. Tað er
besta endastøða, sum EB/-
Streymur nakrantíð hevur
rokkið í bestu deildini.
Felagið er farið undir
fyrireikingarnar til nýggja
kappingarárið. Piotr Kra-
kowski verður venjari, men
talan verður ikki um stór-
vegis útskiftingar í spælara-
hópinum. Tað hevur ikki
verið at frætt um nakran,
sum ikki fer at halda fram,
og í EB/Streymi verður
sagt, at teir hava ikki ætl-
anir um at leita eftir nógv-
um nýggjum spælarum.
Teir eru væl nøgdir við
fólkið, sum teir hava havt.
Ein nýggjur spælari kem-
ur til EB/Streym. At siga, at
talan er um nýggjan spæl-
ara, er kanska at taka
munnin í so fullan. Talan er
heldur um gamlan kenning,
sum leitar aftur til barn-
dómsfelagið.
Egil á Bø spældi í fjør við
EB/Streymi. Í ár hevur
hann aftur verið í B36, har
hann var í fleiri ár, áðrenn
hann í fjør fór aftur til EB/-
Streym, og nú er hann á veg
aftur á Mølina.
– Jú, tað er rætt, at eg
havi gjørt avtalu við EB/-
Streym um, at eg skal spæla
við teimum næsta ár. Eg eri
30 ára gamalur, og árini
fara at fækka, sum eg havi
eftir í fremstu røð. Eg taki
eitt ár í senn. Sum tað sær
út í løtuni, so ætli eg mær
ikki aftur at skifta felag. Eg
verði í EB/Streymi, inntil
eg fari at gevast, sigur Egil
á Bø.
Umframt í EB/Streymi
og B36 hevur Egil á Bø
eisini spæl við ÍF og NSÍ.
Mynd: VB-Stjørnan
Daiva og hinar í VB munnu
iðra seg um, at tær innan
fimm minuttir í fyrra
hálvleiki mistu fimm mála
stóra leiðslu
Mynd: Áki Bertholdsen
VB-Stjørnan 22-23 (12-12)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskaite 8, Daiva Toumaite 5(2),
Rannvá Augustinussen 5, Margreth Augustinussen
2, Christina Holm 1, Arnleyg Hjelm 1
Stjørnan: Alina Olaru 6(3), Katarina Stepanov 6,
Joan M. Djordjevic 4, Anna Kristina Samson 3,
Beinta Joensen 3, Una Olsen 1
Brotskøst: VB 3, Stjørnan 4
Útvísingar: VB 2, Stjørnan 3
Dómarar: Kári Hansen & Dánjal Hansen
FAKTA UM DYSTIN
Egil aftur á Mølina
Egil á Bø er nú aftur í
EB/Streymi, og sjálvur sigur
hann, at hetta helst verður
endastøðin í fótbólti fyri
hansara viðkomandi
25
24
Nr. 199 - 19. oktober 2004
Søljan-VÍF 27-21 (9-10):
Søljan heldur
oddasessinum
Við tryggum sigri á
einum VÍF liði, sum
at kalla er undir end-
urstovnan, helt Søljan
fast um óvanda odda-
sessin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað hevur ikki verið vanligt
seinnu árini, men veruleik-
in sigur, at Søljan eftir tvey
umfør er oddalið í bestu
kvinnudeildini í hondbólti.
Fyrsta umfarið vunnu tær
stórsigur á Tjaldri, og hesa-
ferð var tað VÍF, sum stóð
fyri skotum. VÍF hevur
annars seinnu árini verið
eitt av avgjørt sterkastu
kvinnuliðunum í landinum,
men í er so ikki líkt til, at
tær skulu hava nakran leik-
lut í heiðursmerkjarøðini.
Kappskjóting
Fyrstu longu løtuna var
annars líkt til, at talan
skuldi gerast um eina
hampuliga javna uppgerð.
Liðini bæði hava í Nicoletu
Radu Hansen og Ioanu
Rápa hvør sín stórskjútta,
og tær báðar skiftust so
hampuliga væl um at skora
fyrsta hálva tíman. Ioana og
VÍF vóru tó eitt vet stinn-
ari, men tær megnaðu tó
ikki at halda leiðsluni allan
vegin.
Nú var tað heldur ikki
bert Nicoleta, sum dugdi at
senda bóltin í kassan. Sølj-
an hevur umframt hana eis-
ini aðrar leikarar, sum væl
duga at spæla hondbólt.
Leikarar, sum nú í trý ár
hava vant seg við umstøð-
urnar í bestu deildini, og
sum saman við útlendska
styrkinum hjá felagnum av
álvara tykjast vera í ferð við
at blóma.
VÍF hevi tó leingi munin,
men seinastu tíggju minutt-
irnar ella so punkteraðu
gestirnir. Ioana varð hildin í
einum jarntaki, og við seks
málum á rað stðafesti Sølj-
an, at tær ikki hava nakrar
ætlanir um at geva seg yvir.
Styrkisroynd
Hvussu langt Søljan kann
røkka, er kanska eitt sindur
trupult at staðfesta longu
nú, bert tvey umfør eru
leikt. Ein ábending um
hetta fæst tó helst komandi
vikuskifti, tá VB kemur
vestur á vitjan.
Hjá VÍF er spurningurin í
løtuni helst meira um at
uppbyggja eitt nýtt sterkt
lið, og heilt galið fer tað
væl neyvan at ganga, hóast
tær enn eru stigaleysar.
Hóast frágongd, so telir
liðið enn nakrar av teimum,
sum í tvey ár vóru við til at
vinna tað, sum vinnast
kundi, og hartil eru eisini
fleiri aðrar yngru leikarar,
sum spakuliga eru í ferð við
at menna seg fyrstudeildar-
leikarar. Hvussu leingi tann
menningin so fer at taka,
kann tó bert tíðin vísa.
Fagnaðurin vesturi á Vágum er stórur, nú Søljan eftir tvey umfør er á odda í bestu
kvinnudeildini
Savnsmynd
Søljan-VÍF 27-21 (9-10)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu 11(2), Lina Andriulyte 7(1),
Heidi Maria Akselsen 4, Arnleyg Haraldsen 3(2),
Fía Selma Nielsen 1, Heidi Haraldsen 1
VÍF: Ioana Rápa 12(3), Eyðritt Andreasen 3, Linda
Johannesen 3, Kirstin Helgadóttir 2
Brotskøst: Søljan 8, VÍF 6
Útvísingar: Søljan 6, VÍF 4
Dómarar: Heri Petersen & Brandur Johannesen
FAKTA UM DYSTIN
Tað glapp burtur ímillum
hjá okkum seinasta viku-
skifti, men við 17 málum í
dystinum móti Tjaldri sein-
asta vikuskifti, setti Nico-
leta Radu Hansen nýtt met í
málskjóting í føroyskum
kvinnuhondbólti í nýggjari
tíð.
Nicoleta
er
nevnliga
fyrsta kvinnan seinastu
fimm kappingarárini, sum
kemur upp á 17 mál í
einum dysti. Tríggjar ferðir
er komið fyri, at leikarar
hava skotið 16 mál, og
somuleiðis er tað tríggjar
ferðir hent, at ein leikari
hevur staðið fyri 15 málum
í einum dysti hesi árini.
Nicoleta hevur ikki áður
verið á hesum listanum
fyrr, men við ferðini, sum
hon hevur lagt út við hetta
kappingarárið, tykist tað
bert vera ein spurningur um
tíð, áðrenn hon aftur fær
sítt navn á listan yvir flest
mál í einum dysti.
Fyri seinastu fimm kapp-
ingarárini sær listin annars
soleiðis út hjá monnum og
kvinnum:
Trý umfør leikt
á Mallorka
Mallorka: Føroyska
talvlandsliðið hevur
ikki fingið eina
ynskibyrjan í talvol-
ympiaduni, men hin-
vegin heldur onga
katastrofubyrjan
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
4 stig av 12 er úrtøkan hig-
artil. Telvað verða 14 um-
før.
Fyrsti dysturin endaði
við lemjandi 3,5-0,5 tapi
móti Moldavia, sum hevði
tveir stórmeistarar og
tveir altjóða meistarar á
liðnum. Moldavar hætt-
aðu sær at hvíla teirra
stjørnutelvara, Viktor Bo-
logan (2669), í dystinum
móti okkum. Hans Kristi-
an Simonsen varð maður-
in sum bjargadi okkum
hálva stigið.
Leygardagin vóru vit
favorittar móti Palestina
og vunnu eisini ein tepran
2,5-1,5 sigur. Stuttligt og
hugvekjandi var at síggja,
at
stórmeistarin
sum
mannaði 1. borð hjá pal-
estinensum, var úr Bul-
garia og jødi. Ein sonn
mynd um vón í kaos-
meldrinum í heimlandin-
um Palestina.
Martin Poulsen leikti
skeivt tíðliga í talvinum
og varð við brestin revs-
aður av stórmeistaranum.
Á hinum borðunum vóru
vit greiðir ratingfavorittar
og vit fingu eisini hálvt-
triðja stig av trimum.
Hans Kristian leikti javnt
á 2. borði, meðan John
Rødgaard og Eyðun Nol-
soe vunnu trygt á aftaru
borðunum. Eyðun hopp-
aði inn fyri Olaf Berg í
hesum dystinum.
Sunnudagin fingu vit
eina spennandi avbjóðing,
tá mótstøðuliðið var Mon-
golia. Á øllum borðum
høvdu teir hægri rating
enn vit, m.a. við tveimum
stórmeistarum, men kort-
ini hildu vit at vit kundu
gera ein vørr. Tíverri blak-
aðu vit nakrar góðar støð-
ur vekk og taptu loksins 1-
3. Martin og Hans Kristian
fingu ein uppibornan frí-
dag, sum merkti at Olaf og
Carl Eli komu inn á liðið.
John og Carl Eli leiktu
javnt, meðan Olaf og Eyð-
un máttu lúta.
Málið er 50% skoru,
tvs. 28 stig. Kanska tykist
hetta fjart í løtuni, men
skjótt kann venda. Helst
hitta vit eitt av veikaru
liðunum mánadagin."
Føroyar- Moldavia 0,5-3,5
Føroyar - Palestina 2,5-1,5
Føroyar - Mongolia 1,0-3,0
Einkultúrslitini:
Martin Poulsen
0,0 av 2
Hans Kristian Simonsen
1,0/2
Olaf Berg
0,0/2
John Rodgaard
1,5/3
Eyðun Nolsoee
1,0/2
Carl Eli N. Samuelsen
0,5/1
Nicoleta setti met
17 mál
Ár
Leikari
Lið
Dystur
2004/05 Nicoleta Radu
Søljan
Tjaldur-Søljan
2002/03 Áki Mørk
Neistin
KÍF-Neistin
1999/00 Áki Olsen
Neistin
Neistin-Tjaldur
16 mál
2003/04 Simona Petersen
Neistin
Neistin-VÍF
2001/02 Gabrielle Fekete
VB
StÍF-VB
2001/02 Simona Petersen
Søljan
Søljan-Stjørnan
2001/02 Heini Hanusarson Neistin
Neistin-H71
15 mál
2002/03 Áki Olsen
VÍF
VÍF-Neistin
2001/02 Bjarni Wardum
H71
StÍF-H71
2001/02 Heini Hanusarson Neistin
VÍF-Neistin
2001/02 Asta Petrauskiene Søljan
Søljan-Kyndil
2001/02 Ioana Rápa
VÍF
Søljan-VÍF
2000/01 Gurið Mortensen
VB
Tjaldur-VB
1999/00 John Petersen
StÍF
VÍF-StÍF
C
M
Y
K
24