Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2004 27 KÍ formaðurin fegnast um, at Heðin aftur fer at spæla í barndómsfelagnum, og hann undirstrikar samstundis, at Atli Danielsen eisini verður í Klaksvík næsta ár KÍ FYRIREIKING Jóannes Hansen Heðin á Lakjuni fer næsta ár aftur at spæla við barn- dómsfelagnum. Á móttøk- uni, sum HB skipaði fyri í Norðurlandahúsinum sunnudagin, varð boðað frá, at klaksvíkingurin ikki verður í HB næsta ár. HB takkaði honum fyri árið og góða íkastið, sum hann hevur verið til stóru sigr- arnar, og samstundis ynsktu teir honum góða eydnu. Tað hevur ljóðað eina tíð, at Heðin aftur skuldi til Klaksvíkar, og tað váttar Heðin á Lakjuni, at hann skal: – Vit flyta norður aftur at búgva. Eg havi havt nøkur sera góð ár í høvuðsstaðn- um, og nú gleði eg meg til aftur at spæla við KÍ. Eg veit ikki, hvussu nógvan styrk felagið fer at fáa, men mín fatan er, at teir arbeiða miðvíst við hesum, so tað sær spennandi út. Heðin á Lakjuni hevur spælt fótbólt í havnarfeløg- unum í trý ár, og úrtøkan hevur verið framúr stór. Í 2001 vann hann FM og steypakappingina við B36. Í 2003 vann hann steypa- kappingina og silvur í landskappingini við B36, og í ár hevur hann vunnið bæði FM og landskapping- ina við HB. Atli verður í Klaksvík Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, fegnast sjálvandi um, at Heðin á Lakjuni aftur er komin til Klaksvíkar, har hann eisini var í 2002. – Heðin hevur ikki minst í ár víst, at hann er ein góður spælari. Í síðstu viku var hann aftur á landsliðn- um, og tað var ikki annað enn rímuligt, at hann aftur fekk tann møguleikan, tí hann hevur verið stinnur á HB liðnum. Gestur Hovgaard undir- strikar staðiliga, at Atli Danielsen fer ongan veg. – Áhugin fyri fótbólti her norðuri er rættuliga stórur. Eg verði aftur og aftur biðin um viðmerkingar til tíðindi um, at Atli skal flyta til Havnar at spæla. Eg kann bara staðfesta, at vit hava sáttmála við Atla næsta ár, og harvið verður tað. Hvussu verður tað við venjaranum? – Vit gjørdu trý ára sáttmála við Ove Flindt- Bjerg í fjør. Møguleiki var hjá báðum pørtum at siga sáttmálan upp, tá ið hetta árið var farið, men tað hev- ur hvørgin parturin gjørt. Ove Flindt-Bjerg verður tískil venjari hjá okkum næsta ár, sigur Gestur Hovgaard. KÍ formaðurin vil ikki gera viðmerkingar til søgur, sum hoyrast um aðrar spælarar, ið skulu vera á veg til Klaksvíkar. Tað hevur annars ljóðað, at Rúni Elttør, sum í ár hevur spælt við ÍF og í fjør var í B36, aftur skal spæla við KÍ, og at Hjalgrím Elttør eisini skuldi flyta úr Fremad Amager og til barn- dómsfelagið. Í síðstu viku visti Dimmalætting at siga, at Hjalgrím hevur fingið tilboð frá Fremad Amager um nýggjan sáttmála. Sátt- málaskeiðið hjá Hjalgrími í Fremad Amager verður lið- ugt á nýggjárinum. Heðin aftur til Klaksvíkar Eftir tveir dystir hava vestmenningar fult stigatal, men málmunurin er bert trý rætta vegin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at strandingar í nógv ár hava myndað avgjørda oddin í føroyskum mans- hondbólti, tykjast teir í ár at hava mist tann allar sein- asta broddin, sum teir ann- ars hava havt. Einki er at ivast í, at StÍF hevur kanska besta hópin, tá um ræður føroyskar hondbóltsleikarar, men nú teir royna seg uttan útl- endskan styrk yvirhøvur kann roknast við, at teir í avgerandi dystunum koma at vanta seinasta broddin, sum kann koppa dystunum rætta vegin. Tað var tó um reppið, at teir kortini megnaðu at basa arvafíggindanum úr VÍF, sum hinvegin heldur ikki hevur tann heilt stóra útlendska styrkin. Soleiðis eru tað í ár bara Daniel Rápa og Dejan Lacock, sum ikki er partur av Vestmanna-partinum av VÍF-liðnum. Misnýtt brotskøst Talan var alla tíðina um ein tættan dyst inni á Skála sunnudagin. Eitt skifti fyri steðgin vann StÍF sær eina trý mála stóra leiðslu, men hendan var undan steðgin- um minkað í at kalla einki, og eftir steðgin fóru vest- menningarnir so avstað. Ikki minst takkað verið málverjaspælinum, sum aftur hesa ferð vísti seg í serflokki, tá talan er um brotskøst. Hetta er ein eginleiki, sum VÍF-málverjarnir hava havt seinastu nógvu árini, og einki tykist at broytast í so máta í ár. Strandingar høvdu í dystinum fýra brotskøst, sum øll vórðu misnýtt, og saman við dystinum móti H71 seinast siga hagtølini hjá VÍF, at teir hava fingið 11 brots- køst dømd ímóti sær, men at bert eitt av hesum er far- ið inn. Tá tað so verður lagt afturat, at VÍF hevur vunnið hesar dystir við tilsamans trimum málum, so er einki at siga til, um Eli Müller og Dejan Lacock í hesum døg- um ganga eitt sindur erp- andi kring bygdina. Og sum dysturin leið, so bendi alt á, at talan skuldi gerast um ein heilt tryggan sigur hjá VÍF. Okkurt skifti var leiðslan fýra mál, men móti endanum fór aftur at tátta í. Tríggjar minuttir fyri leiklok var munurin bert eitt mál, men so gekk ikki longur, og við tveimum málum frá unga Karl Johan Durhuus kundi VÍF stað- festa sigurin. Bíða eftir Kyndli Og hesin ber við sær, at VÍF eftir tveimum umfør- um er einasta liðið, sum hevur fult stigatal í deildini. Tað hava teir helst eisini eftir dystirnar næsta viku- skifti, tá KÍF kemur á vitj- an, men so verður talan um dyst móti Kyndli, og tá er einki at ivast í, at spenning- urin fer at vera væl størri. Hjá strandingum sær nokk ikki so svart út, hóast teir ikki hava útlendska styrkin við í ár. Felagið hevur seinnu árini uppalt hópin av framúr hondbólts- leikarum. Aftur í ár síggjast eisini nýggj nøvn treingjast upp á dómaraseðilin, og so er spurningurin bara, hvørt hesi eisini eiga seinasta kryddið, ella um tað verður neyðugt at leita uttanlands eftir hesum. StÍF-VÍF 21-23 (9-8): Aftur tepurt hjá VÍF StÍF-VÍF 21-23 (9-8) Málskjúttar StÍF: Leivur Justinussen 4, Bárður Danielsen 4, Artur Johansen 4, Sveinur Justinussen 4, Bent Djurhuus 3, Pauli G. Hansen 2 VÍF: Agnar Joensen 8(2), Ingi Olsen 5, Karl Johan Durhuus 4, Jákup S. Andreasen 3, Harald Bjørgvin 1, Petur Frank Joensen 1 Brotskøst: StÍF 4, VÍF 3 Útvísingar: StÍF 3, VÍF 2 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum. FAKTA UM DYSTIN Eg havi havt nøkur sera góð ár í høvuðsstaðnum, og nú gleði eg meg til aftur at spæla við KÍ, sigur Heðin á Lakjuni, sum nú aftur vendir heim til Klaksvíkar 27 26 Nr. 199 - 19. oktober 2004 StÍF var greitt omaná, tá Tjaldur vitjaði sunnudagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tvey av liðunum, sum á pappírinum tykjast vera í veikara endanum av kvinnudeildini hittust á Skála sunnudan, tá Tjaldur vitjaði StÍF. Fyrsta umfarið høvdu tey bæði verið fyri greiðum tapi, og hjá Tjaldri gjørdist talan í so máta um eina endurtøku sunnudagin. Heilt so greitt, sum tað var móti Stjørnuni, gjørdist tapið tó ikki, men tað var sjáldan ivi um, at StÍF var sterkara liðið. Fyrsta korterið ella har á leið var tað tó Tjaldur, sum hevði leiðsluna, men so skjótt strandakvinnurnar fóru at máa av hesari tóktist greitt, hvønn vegin tað fór at bera. Og eftir steðgin settu tær á heimaliðnum so alt upp á pláss. Seks mál á rað í átta minuttir beindu allan sum helst iva til viks, og so kundi tað gera tað sama, at Tjaldur royndi at pynta eitt sindur um seinastu 20 minuttirnar. Stigini fóru í øllum førum ikki nakran veg. Líta frameftir Tað eru bara tvey ár síðani, at StÍF vann bronsuna í kvinnudeildini, men hóast hetta, so tykjast heiðurs- merki ikki at vera tað, sum tey tosa um í løtuni. Við Burcea Abela í mál- inum sum einasta útlend- ingi er málið heldur at byggja eitt nýtt lið upp, og einki er at ivast í, at tilfarið í ein stóran mun er til stað- ar. Ikki minst tykist Re- bekka – við tí so væl kenda eftirnavninum, Justinussen – at vera ein leikari, sum kann gera nógv um seg komandi tíðina, men eisini aðrar á liðnum hava áður prógvað, at tær væl kunnu standa seg. Hjá Tjaldrinum tykist talan hinvegin ikki at skula gerast um nógv annað, enn eitt stríð fyri at sleppa und- an botnplássinum. Spaku- liga eru nøkur nýggj nøvn tó í ferð við at troka seg inn á liðið, og fáa hesar tíð at mennast, so kann eisini væl vera, at Tjaldur í framtíðini fer at hava eitt orð at siga í føroyskum kvinnuhond- bólti. Eftir at hava vund- ið burtur úr meist- araliðnum fyri viku síðani, varð KÍF so dyggiliga sett upp á pláss, tá H71 var mótstøðuliðið HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At tað er skjótt hvønn vegin í ítrótti, eru avrik- ini hjá KÍF seinastu góðu vikuna gott dømi um. Fyri viku síðani løgdu teir lunnar undir kapp- ingarárið við einum stríðsavriki, sum var nóg mikið til at senda meist- ararnar úr Kyndli til hús við stórtapi. Hesaferð vóru hoyvíkingar mót- støðuliðið, og tað var ikki bara sum at siga tað. Longu fyrstu tíggju minuttirnir bóru boð um, at hetta skuldi ikki vera dagurin hjá KÍF, og við støðuni 2-9 valdi Kári Durhuus at rópa sínar menn inn til time- out, hóast bara smáir tíggju minuttir vóru farnir á klokkuni. Eftir hetta gekst nakað betri, men tó ikki soleið- is, at munurin minkaði nakað serligt. Hoyvík- ingar hava styrkt sær væl um liðið í summar- steðginum, og teir megnaðu uttan stórvegis trupulleikar at halda tørn. Tað gjørdu teir eisini eftir steðgin, og spaku- liga noyddust KÍF at ásanna, at her fekst einki burturúr. Seinastu løtuna tóktist eisini, sum høvdu teir givið upp alla vón um at fáa nakað burturúr dystinum, og so kundi H71 í friði og náðum økja um leiðsluna, sum at enda gjørdist heili 11 mál. Miðja høgt Saman við avrikinum móti VÍF seinast er einki at ivast í, at avrikið hesa- ferð var við til at geva hoyvíkingum trúnna uppá, at tað væl kann gerast eitt stuttligt kapp- ingarár hjá teimum í ár. Tá Henrik Gerster kom til sum venjari fyri góðum ári síðani vóru boðini, at teir um tvey ár skuldu gerast partur av føroyska hondbóltsodd- inum, og nú gott ár seinni er als ikki óvist, at tað málið er so veru- leikafjart. Plássið í steypafinaluni í fjør staðfesti eisini, at liðið kann røkka langt á ein- um góðum degi, og nú ræður um at bera so í bandi, at tað verður styttri millum góðu av- rikini. Hjá KÍF var talan um ordans bakkaláara, eftir at teir høvdu lagt so bragdliga fyri. Nú bend- ir veruleikin aftur meira tann vegin, at teir mugu stríðast fyri at sleppa undan botninum. Men júst tað at stríðast er ein av fremstu eginleikun- um hjá liðnum, og tað skuldi verið ógvuliga løgið, um teir bara tveita handklæðið í ringin so- leiðis uttan víðari. KÍF-H71 26-37 (14-20): Kollfirðingar niður á jørðina Neistin vann ein uppibornan sigur á Kyndli, men sigurin var ikki heilt so vísur, sum tølini siga HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var neyvan nakað ann- að í væntu, enn at Neistin skuldi vinna ein tryggan sigur á Kyndli sunnudagin. Hóast tað eru nøkur ár síð- ani seinasta meistaraheitið, so plagar Neistin at spæla við um heiðursmerkini, samstundis sum Kyndil hevur havt ein stóran nið- urtúr á kvinnusíðuni seinnu árini. Eitt skifti ljóðaði enntá, at Kyndil fór at taka liðið úr kappingini, men so galið tykist tað nú als ikki at vera. Bitu frá sær Kyndil gav enntá Neistan- um ein lítlan hvøkk fyrstu løtuna av dystinum. Á lið- num í ár eru onkrar av teimum, sum áður hava tikið nógv tøk fyri felagið, og nú gjørdu Anja Midjord, Súsanna Hansen og Lotte Sørensen sítt til, at talan ikki gjørdist um nakran walk-over hjá Neistanum. Okkurt skifti var Kyndil enntá á odda, men móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist tó Neistanum at toga seg framum. Og tó at Kyndil í seinna hálvleiki royndi at toga seg framat Neistanum, so eydnaðist hetta ongantíð heilt. Eitt skifti varð mun- urin minkaður í fýra mál, men so tók Neistin dik á seg seinastu 10 minuttirnar, soleiðis at talan samanlagt gjørdist um ein tryggan sigur. Kyndil kann kanska Neistin vísti tað so ikki í hesum dystinum, men tað tykist sanníkt, at tær væl kunnu fara at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið aftur í ár. Sum vant, so verður aft- ur í ár roynt at seta nýggjar leikarar við, men hartil hevur liðið í ár eisini nakrar leikarar, ið veruliga hava royndir, so tað munar. Eitt nú var Inga Dahl aftur at síggja á vøllinum, eins og Kára á Dunga og Helena Dam Poulsen hava sín stóra týdning fyri liðið. Tað sama hevur Ása Dam á Neystabø skjótt eisini fingið, og lærir hon at stýra sínum ídni eitt lítið sindur betri, kann hon gerast ein av teimum heilt spennandi leikarunum í landinum. Hjá Kyndli verður talan helst ikki um heiðursmerki í ár, men tað verður nokk heldur ikki um sama leiklut niðast á botninum, sum tað annars hevur verið lagt upp til. Við Guðrun á Lágabø hevur liðið fingið ein kom- petentan avloysara í mál- inum, og megna tær royndu at toga spælið hjá minni royndu eitt sindur upp, so skal tað als ikki koma óvart á nakran, um tær grønu megna at spæla seg til eitt ella tvey óvæntað úrslit í ár. Neistin-Kyndil 28-19 (12-9): Tølini siga ikki alt StÍF-Tjaldur 31-25 (13-10): Tjaldur í botni StÍF-Tjaldur 31-25 (13-10) Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7, Poula Olsen 7, Sunfríð B. Jacobsen 6, Anna B. Danielsen 4, Paula Høgnesen 4(2), Malan Petersen 3 Tjaldur: Vesna Tomajek 8(1), Kristine Ellingsgaard 6, Mona Langgaard 4, Hansa Mikkelsen 2, Kirstin Jacobsen 2, Heidi Heinesen 2, Julianna Rasmussen 1 Brotskøst: StÍF 3, tjaldur 1 Útvísingar: StÍF 4, Tjaldur 6 Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum. FAKTA um dystin Neistin-Kyndil 28-19 (12-9) Málskjúttar Neistin: Simona Petersen 10(2), Lív Sørensen 5, Ása Dam á Neystabø 5, Annika Thomsen 3, Marjun Trónd- arson 3, Lív Reynheim 2 Kyndil: Randi S. Wardum 7, Lotte Sørensen 5(2), Linda Weihe 4(1), Súsanna Petersen 2, Súsanna K. Hansen 1 Brotskøst: Neistin 5, Kyndil 7 Útvísingar: Neistin 3 Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen. Høvdu ikki stórvegis av trupulleikar av at stýra ferð- fátæka dystinum. FAKTA um dystin Hóast tær stríddust, so fekk Kyndil einki burtur úr grannauppgerðini, men fyrstu stigini eru helst ikki heilt so langt burturi, sum mong annars hava hildið Mynd: Álvur Haraldsen FAKTA um dystin KÍF-H71 26-37 (14-20) Málskjúttar KÍF: Gert Hansen 4, Rógvi Weihe 4, Regin Petersen 4, Eddie Joensen 4, Mirko Milenkvic 2, Kristian Madsen 2, Jóan Pauli Olsen 2(1), Teitur Joensen 2, Petur Martin Poulsen 1, Sune Davidsen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 8, Piti Negru 7, Niels Viggo Niclassen 7(4), Henrik Gerster 5, Birgir Kass 4, Christian Eli Zachariassen 3, Høgni M. Joensen 2, Olaf Vestergaard 1 Brotskøst: KÍF 2, H71 4 Útvísingar: KÍF 2, H71 3 Dómarar: Hartvig Joensen & Pole Hansen C M Y K 26