Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. oktober 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2004 29 FCK er aftur á null Tap móti uppflytar- unum og Brøndby sigur í toppdysti ber við sær, at FCK longu er átta stig frá odda- sessinum, sum teir so fegnir vilja vera við í stríðnum um SUPERLIGAN Jóannes Hansen Vikuskiftið hilnaðist illa hjá FCK. Teir taptu 4-1 í Silkeborg. Harvið hava meistararnir og steypa- vinnararnir bara fingið eitt stig burturúr útidystunum móti teimum báðum upp- flytaraliðunum — Silke- borg og Randers FC. Eftir rættuliga trilvandi byrjan hevði FCK undan ferðini til Silkeborg vunnið tríggjar ferðir á rað. Tí varð mett, at skútan var komin aftur á røttu kósina. Vónir- nar vóru eisini góðar undan uppgerðini, tí Silkeborg hevði tapt seks dystir á rað. At tað hevur gingið rætta vegin hjá FCK, og at Silke- borg hevur verið illa statt, sást lítið til sunnudagin. Silkeborg vann 4-1, FCK avrikið var ússaligt, og lið- formaðurin, Bo Svensson, staðfesti aftaná, at nú eru teir aftur á nullpunktinum. Hesa ferð vóru Zuma og Peter Møller í FCK álopin- um. Eftir steðgin varð Álv- aro Santos settur á vøllin fyri miðvallaran Michael Silberbauer. Jesper Bech var ikki við, tí hann var skaddur. Todi Jónsson stríðist framvegis við at koma fyri seg eftir liðbandsskaða í knænum. Nú eru tað knappliga tveir mánaðir síðani, at liðbandið fór. Á heimasíðu síni segði Todi í síðstu viku, at hann verður ikki førur fyri at spæla fyrrenn um mánaðarskiftið. Tí verður tað neyvan ikki nakað serligt, at hann fer at spæla afturat í hesum árin- um. Danska fótbóltskapp- ingin fer í vetrarfrí tríggjar vikur undan jólum. Toppurin Í hesum vikuskiftinum varð sjøtul settur á annan trið- ingin av donsku landskapp- ingini. Í fyrsta triðinginum tapti Brøndby bara eina ferð. Tað var í fyrsta um- farinum, tá ið OB vann 2-1 á teimum. Síðani vann ella spældi Brøndby hvørja ferð javnt. Leygardagin vitjaði OB á Brøndby stadion. Talan var um rættuliga toppuppgerð. Brøndby vann 2-1. Øll málini komu í 2. hálvleiki. Sigursmálið stútaði ungi miðverjin Daniel Agger. Hetta var fyrsta málið hjá honum í Brøndby. Hesin evnaríki, stóri og ungi mað- urin kom í besta Brøndby hópin, eftir at Jón Rói Jacobsen í síni tíð hevði strítt seg so langt. Viborg er rættuliga óvæntað næstfremst. Hesa ferð hevði Viborg, sum var á triðja plássinum, vitjan av FCM, sum frammanundan var á fjórða plássinum. Tað hevur ikki gingið nakað serligt síðstu umførini hjá FCM, og teir taptu enn eina ferð. Hóast toppskjúttin í superliguni Mohammed Zidan javnaði til 1-1, so tykist sjálvsálitið hjá FCM ikki at vera nakað serligt. FCM javnaði, tá ið tað restaðu seks minuttir, men Viborg fekk sigursmálið í síðstu løtu. AGF var undan viku- skiftinum næstfremst. Hesa ferð høvdu teir í Århus vitjan av AaB, sum hevði vánaliga byrjan upp á kappingarárið, men sum frammanundan ferðini til jyska høvuðsstaðin hevði fingið fult tríggjar ferðir á rað. Í Århus var úrslitið 2- 2. Á heimaliðnum hildu teir seg hava havt spæl og møguleikar til at fáa øll stigini. Botnurin Síðsta kappingarár var Esbjerg leingi fremst. Fyrsti triðingurin í hesum kappingarárinum hevur verið rættuliga trilvandi. At fleiri av mest royndu spælarunum ikki hava verið við, hevur verið mett sum stórur veikleiki. Hesa ferð var Esbjerg í Farum. Tað hevur verið og er nógvur turbolensur í og kring FCN, har venjarin, Christian Andersen, er í brenni- deplinum. Úrtøkan hjá teimum hevur heldur ikki verið nakað at reypa av, og eftir tólvta umfarið er FCN næstniðast. Esbjerg vann 3-2, eftir at teir í steðginum høvdu verið á odda 3-0. Ringast av øllum stendur tað til hjá uppflytarunum úr Randers. Sunnudagin vóru teir í Herfølge, har tað heldur ikki hevur hilnast nakað serligt hjá heima- liðnum. Herfølge legði seg framum 2-0, men Randers javnaði til 2-2, tá ið tað restaði eitt korter. So fekk Herfølge sigursmálið, og tað var ikki so lítið kosti- ligt. Ein verjuspælari hjá Randers royndi at sparka burtur. Bólturin rakti í bein- ið á dómaranum og støkk til ein av Herfølge spælar- unum, sum skoraði 3-2 sigursmálið! Mynd: Zuma Einki er at siga til, um teir í FCK hanga eitt sindur við høvdunum í hesum døgum Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby (S) 11 7 - 3 - 1 18 7 11 24 2 Viborg 11 6 - 2 - 3 14 10 4 20 3 AGF 11 5 - 3 - 3 19 13 6 18 4 FCM 11 5 - 2 - 4 15 16 -1 17 5 OB 11 5 - 1 - 5 21 17 4 16 6 FCK (M) 11 4 - 4 - 3 18 19 -1 16 7 AaB 11 4 - 2 - 5 17 14 3 14 8 Esbjerg 10 4 - 1 - 5 21 18 3 13 9 Silkeborg 11 4 - 1 - 6 21 21 0 13 10 Herfølge 11 4 - 1 - 6 13 23 -10 13 11 FC Nordsj. 11 3 - 3 - 5 13 18 -5 12 12 Randers FC 10 2 - 1 - 7 9 23 -14 7 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Frem 11 6 - 3 - 2 20 8 12 21 2 Sønderjyske E 11 6 - 2 - 3 26 13 13 20 3 AC Horsens 10 6 - 2 - 2 20 10 10 20 4 HIK 11 6 - 2 - 3 21 15 6 20 5 Skjold 11 6 - 2 - 3 19 17 2 20 6 Fremad Amager 10 5 - 3 - 2 20 10 10 18 7 Fredericia 11 5 - 3 - 3 20 12 8 18 8 Vejle 11 6 - 0 - 5 29 27 2 18 9 Køge 11 4 - 5 - 2 27 17 10 17 10 AB 11 5 - 2 - 4 20 18 2 17 11 NFA 11 3 - 3 - 5 24 25 -1 12 12 B 93 11 2 - 4 - 5 17 27 -10 10 13 Brønshøj 11 2 - 3 - 6 16 25 -9 9 14 Næstved 11 2 - 2 - 7 10 22 -12 8 15 Dalum 10 2 - 0 - 8 14 35 -21 6 16 Ølstykke 11 1 - 2 - 8 10 34 -24 5 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen (Frem), Jann Ingi Petersen, Andrew av Fløtum, Hjalgrím Elttør (Fremad Amager), Johan Byrial Hansen (AC Horsens) Danska 2. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brabrand 11 8 - 2 - 1 31 13 18 26 2 Kolding FC 11 7 - 0 - 4 24 15 9 21 3 Slagelse 11 6 - 3 - 2 23 14 9 21 4 Glostrup 11 6 - 2 - 3 26 20 6 20 5 Jetsmark 11 6 - 2 - 3 26 21 5 20 6 Holbæk 11 6 - 1 - 4 19 14 5 19 7 Næsby 11 5 - 2 - 4 15 14 1 17 8 Lyngby 11 5 - 1 - 5 21 16 5 16 9 Roskilde 11 5 - 0 - 6 12 19 -7 15 10 Aarhus Fremad 11 4 - 2 - 5 20 17 3 14 11 B 1909 11 4 - 2 - 5 11 15 -4 14 12 Hjørring 11 3 - 4 - 4 13 16 -3 13 13 B 1913 11 3 - 3 - 5 16 18 -2 12 14 Holstebro 11 3 - 2 - 6 14 18 -4 11 15 Kalundborg 11 2 - 2 - 7 18 27 -9 8 16 Værløse 11 1 - 0 - 10 8 40 -32 3 Føroyskir leikarar: Christian Holst Lamhauge (Lyngby) 29 28 Nr. 199 - 19. oktober 2004 Súni varð bestur Súni Olsen úr GÍ og Rannvá Andreasen vórðu kosin sum bestu leikarar í júst lidna fótbóltsárinum, tá gallaveitsla varð hildin um vikuskiftið GALLAVEITSLA Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum tað hevur verið siður seinnu árini, so var tað aftur í ár GÍ, sum skipaði fyri gallakvøldinum, og aftur hesaferð var Mentunarhús- ið í Fuglafirði karmur um tiltakið. Umframt at hetta var eitt høvi hjá leikarum, venjar- um og leiðarum annars at siga takk fyri lidna fótbólts- árið, so var hetta sjálvsagt eisini staðið, har bestu leik- ararnir á árinum skuldu kjósast. Súni bestur Ikki óvæntað, so varð tað Súni Olsen úr GÍ, sum fekk hendan heiðurin hjá monn- unum. Hóast GÍ til tíðir hevur riðið hampuliga lágt í landskappingini, so hava avrikini hjá Súna støðugt verið í topp, og ikki minst hevur hann eisini verið millum teir allarbestu, hvørja ferð landsliðið hevur leikt. Hjá kvinnunum fall valið aftur í ár á Rannvá Andrea- sen úr KÍ. Umframt heitið sum ársins leikari, vann hon eisini gylta skógvin frá Thomas Dam ítrótti fyri tey 30 málini, sum hon skeyt í landskappingini. Hjá monnunum var tað Sonni L. Petersen, sum við 13 málum var besti mál- skjúttin. Nógv steyp at handa Tað eru tó eisini onnur steyp, sum verða latin á slíkari gallaveitslu. Á venj- arasíðuni fekk Johan Niel- sen stórt heraklapp fyri ar- beiði sítt á Skála, sum eftir tvey ár í niðurflytingarstríði brádliga var við í gull- stríðnum storan part av kappingarárinum. Hjá kvinnunum var tað meist- aravenjarin, Jón Harald Poulsen, sum fekk hendan heiðurin. Ársins málverji í kvinnu- deildini varð Randi Ward- um úr KÍ, og hjá monnun- um fall valið á Bjarna Johansen úr VB, sum aftur í ár hevur verið tryggur aft- asti skansi hjá vágbing- unum. Og at enda skuldu ársins stjørnuskot kjósast. Oftani eru tað hesi, sum størsti spenningurin er um. Fleiri vóru eisini, sum fingu atkvøðu, men tá talt varð saman, høvdu Jónhard Frederiksberg úr Skála og Rakul Magnussen úr EB/- Streymi fingið flestu at- kvøðurnar. Tey bestu Hesi vórðu heiðraði á gallakvøldinum leygarkvøldið Gylti skógvurin frá Thomas Dam Ítrótti - Kvinnur Halltóra Joensen, B36 15 Malena Josephsen, KÍ 26 Rannvá Andreasen, KÍ 30 Menn Súni Olsen, GÍ 12 Rógvi Jacobsen, HB 12 Sonni L. Petersen, EB/S 13 Ársins venjari - Kvinnur (steyp latið av Samkeyp) Jón Harald Poulsen, KÍ Menn John Nielsen, Skála Ársins málverji - Kvinnur (steyp latið av Statoil) Randi Wardum, KÍ Menn Bjarni Johansen, VB Ársins stjørnuskot - Kvinnur (steyp latið av Tryggingarfelagnum Føroyar) Rakul Magnussen, EB/Streymur Menn Jónhard Frederiksberg, Skála (steyp latið av Føroya Tele) Ársins leikari - Kvinnur Rannvá Andreasen, KÍ (steyp latið av Skipafelagið Føroyar) Menn Súni Olsen, GÍ (steyp latið av Atlantic Airways) Fagnaðurin var stórur, tá vinnaranrir av atkvøðugreiðslunum ein og ein vórðu rópt upp Mynd: Finnur Justinussen Súni Olsen hevði eitt sera gott kappingarár persónligt, og hóast tað ikki gav heiðurs- merki í landskappingini, so mundi steypið um vikuskiftið vera eitt stórt plástur á sárið Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 28