Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Viljormur Davidsen og teir úr Vejle eru nú einsamallir á odda í næstbestu donsku deildini. Her heima hava golf- og rennikappingar verið um vikuskiftið, og í teimum er okkurt føroyskt met sett Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Gilli Rólantsson kom á máltalvuna, tá ið hann og liðfelagarnir í Brann í gjár høvdu vitjan av Odd í norsku Elitserien. Føroyski landsliðsleikarin legði Bergen- felagið á odda tá ið ein hálvur tími var spældur, og í seinna hálvleiki staðfesti Kristoffer Barmen ein 2-0-sigur. Gilli spældi allan dystin til vinstru har frammi. Sigurin lyftir Brann upp aftur á triðja pláss, sum teir eru á saman við Molde. Oddalið er Rosenborg, 10 stig frammanfyri Brann. Vejle, sum hevði Viljorm Davidsen á vinstra bakki allan dystin, vann aftur í gjár, tá ið teir vóru á vitjan hjá Esbjerg, ið júst er flutt niður úr Superliguni. Vejle vann dystin 2-1, sum eisini var støðan í hálvleikssteðginum. Allan Sousa og Rasmus Lauritsen skutu málini hjá Vejle, sum nú er einsamalt oddalið í næstbestu deildini við fullum stigatali, nevniliga níggju stig fyri tríggjar dystir. Vejle hevur sum heild verið sannførandi undir nýggja italska venjaranum, Adolfo Sormani. Komandi vikuskifti spælir Vejle ímóti Skive, sum enn einki stig hevur fingið. AC Horsens heldur fast við góðu gongdini í donsku Superliguni, har teir leygardagin vóru á vitjan hjá donsku meistarunum, FCK, í Parkini. Heldur óvæntað var AC Horsens á odda 1-0 í hálvleikssteðginum við máli frá Bubacarr Sanneh, og tað var ikki fyrr góðar 10 minuttir fyri leiklok, at Federico Santander fekk javnað til 1-1 fyri FCK, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. AC Horsens, sum enn ikki hevur havt Hall Hansson á vøllinum vegna fótskaða, er á triðja plássi í donsku Superliguni. Tað verður hildið, at Hallur Hansson verður úti í ein lítlan mánaða afturat. Jóan Símun Edmundsson byrjaði aftur á bonkinum, tá ið OB í gjár var á vitjan hjá AGF í Århus. Annan dystin á rað hjá OB endaði tað við 0-0-javnleiki. Føroyski landsliðsleikarin varð innskiftur í 62. minutti. Góðu tíðindini eru, at OB ikki hevur latið eitt mál inn í fýra dystir. Odense-felagið er nú á sætta plássi við átta stigum. Ein útgáva av El Clásico var í gjár, tá ið FC Barcelona og Real Madrid hittust í Super Cup í sponskum fótbólti. Dysturin varð spældur á Nou Camp, og hetta var fyrri dystur av tveimum. Real Madrid legði seg á odda við sjálvmáli frá Gerard Piqué, men Lionel Messi javnaði við brotssparki. Innskifti Cristiano Ronaldo gjørdi tað til 2-1, og hóast hann varð rikin av vølli eftir tvey gul kort, so fekk somuleiðis innskifti Marco Asensio sparkað ein 3-1-sigur heim til Real Madrid í evstu løtu. Útgangsstøðið er tískil frálíkt hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum mikukvøldið fær vitjan av FC Barcelona í seinna dystinum. FR. ÍTRÓTT Top Run varð fyriskipað fyri 15. ferð í gjár. Hetta er ein einfaldur, men knallharður teinur, nevniliga úr Kollfjarðadali og niðan á Sornfelli. Frælsur Ítróttur Føroya skrivar, at luttakaratalið mangan hevur verið upp ímóti 100, men at talið tey bæði seinastu árini hevur verið undir 50. Andrias Hansen úr Bragdinum vann hjá monnunum. Hann rann frá hinum alt fyri eitt og kom einsamallur á mál við tíðini 44.02, ið einans er ein minutt frá metinum hjá Marnari Djurhuus. Menn -40 ár 1. Andrias Hansen, Bragdið, 44.02 2. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan, 51.28 3. Hans Erland Thomsen, Bragdið, 54.01 Menn +40 ár 1. Martin Gravesen, Bragdið, 47.01 2. Sam Vang, Bragdið, 48.57 3. Hjalmar Sjóvará, Bragdið, 49.34 Kvinnur -40 ár 1. Sigrun K. Kristiansen, Bragdið, 1.00.59 2. Inga Thorkildshøj, Bragdið, 1.01.30 3. Herdis Ludvig, Bragdið, 1.05.36 Rebekka Fuglø hevur enn einaferð betrað um sítt met á 800 metrum. Tað hevur í eina tíð bent á tann bógvin, at tað skuldi eydnast henni at betra um verandi met, ið var 2.12,77 frá finaluni á oyggjaleikum í 2015. Tá vann hon silvur. Í donsku kappingini Baneturneringen hevur tað nú eydnast henni at tikið metið. Í einari annars stinnari kapping kláraði hon at renna seg til silvur, og við tíðini 2.10,72 betraði hon um føroyska metrið á 800 metrum við meira enn tveimum sekundum. Yrkisleiðin hjá Usain Bolt er nú av. Seinasti teinur hansara var í HM í London leygardagin, har hann saman við Jamaica rann 4 x 100 metrar. Hinir á liðnum vóru Omar McLeod, Julian Forte og Yohan Blake. Jamaica lá rímiliga væl fyri áðrenn Usain Bólt sum tann seinasti skuldi renna, men hann hevði ikki runnið nógvar metrar, tá ið hann mátti gevast vegna eina fipurspreinging í lærinum. Hetta var ein óheppin endi á eina framúrskarandi yrkisleið, og hetta var fyrstu ferð síðani 2007, at stafettin hjá Jamaica ikki vann gull í HM. Vertstjóðin Stórabretland fekk gull við tíðini 37,47, USA silvur við tíðini 37,52 og Japan bronsu við tíðini 38,04. GOLF Í góðveðrinum í gjár varð skipað fyri BankNordik Open á golfvøllinum á Glyvursnesi. Kappingin varð skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikappi, og við vóru 22 luttakarar, ið mannaðu í alt sjey lið. Úrslitið gjørdist: 1. Hans Pauli (Palli) Henriksen 37 stig, Bárður Vilhelmsen 34 sti og Per Poulsen 32 stig. Liðkappingina vunnu Páll Kjærbo, Finngerð Hansdóttir og Jens Guttesen við 85 stigum. TENNIS Danska tennisdrotningin, Caroline Wozniacki, spældi í gjár finalu í Rogers Cup í Kanada, har hon ávegis finaluni eitt nú hevði vunnið ímóti heimsins nummar eitt, Karolina Pliskova. Í finaluni var mótstøðukvinnan Elina Svitolina úr Ukreina. Wozniacki var væl við í fyrsta setti, men hon tapti tað at enda 6-4. Í øðrum setti varð hon avsmurd 6-0. Hetta var sætta WTA- finalan hjá Wozniacki, men heldur merkisvert, so hevur hon tapt allar seks. Næsta kapping hjá Caroline Wozniacki og hinum kvinnunum verður í Cincinnati, USA. Tann kappingin er byrjað í dag. Hjá monnunum var Rogers Cup spælt í kanadiska býnum Montréal, og her hittust Roger Federer og Alexander Zverev í finaluni. Tað var tann 20 ára gamli týskarin, Zverev, ið heldur óvæntað fór avstað við sigrinum. Hann vann dystin 6-3, 6-4. Zverev er nummar átta í heiminum, og hetta var sætti kappingarsigurin í ár hjá stórtalentinum, sum annars hevur russisk foreldur. STEVNA ÍMÓTI SUPERLIGUNI