mánadagur 14. august 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað eru 25 ár síðani, at Premier League sá dagins ljós.
Tað hevur verið ein kollvelting fyri fótbóltin í Onglandi
og minni eru nógv. Premier League er í heimsins
best umtókta landskapping, har sjónvarpsrættindini
kosta áleið 50 milliardir krónur. Her er ein ferð
gjøgnum tey 25 árini við Premier League
Tróndur Arge
Enskur
fótbóltur
hevur
tað ikki gott, tá Leeds í 1992
vinnur
bestu
deildina
í
Onglandi. Enski áskoðarin
er illa umtótkur og verður
útróptur fyri at verða ein
hooligan.
Bæði
Heysel
(1985) og Hillsborough (1989)
vanlukkurnar hava sett sín
dám á. Eftirfylgjandi kem
ur Taylor-kanningin, sum
broytir
umhvørvið
kring
dystarupplivingina, tí nú
kunnu áskoðarar ikki standa
longur.
Men tað byrtist ein vón,
tá Ongland í 1990 kemur í
hálvfinaluna til HM, ensk
feløg sleppa aftur at luttaka
í Evropa, eftir fimm ára bann
orsaka av Heysel vanlukkuni,
og Sky Sports kemur við eini
ætlan, sum broytir enska
fótbóltin.
Tað eru stóru feløgini,
ið ætlar sær at gera eina
deild fyri seg, men blíva
skjótt samd um, at tey
mugu
øll
feløgini
og
fótbóltssambandið við. Eitt
argument er, at við eitt nú
sjónvarpsavtaluni við Sky
Sports, so fáa ensku feløgini
fleiri inntøkur og harvið eru
í betri støðu til at vinna í
Evropa.
Cantona og United
Sigur tú Premier League, so
sigur tú eisini Manchester
United. Tað er einki felag,
sum verður sett meiri í
samband við kommersiellu
tilgongdina
av
Premier
League
enn
Manchester
United. Felagið hevur ikki
vunnið enska meistaraheitið
síðani
1969,
men
hevur
alíkavæl eitt stórt fólksligt
grundarlag,
tá
fyrsta
kappingarárið verður skotið
í gongd.
Ein
ávísur
skoti
við
nanvinum Alex Ferguson
verður settur í sum venjari
í 1986, men hevur trupult
við
at
vinna
álitið
á
viðhaldsfólkunum. Í 1992
endar Alex Ferguson við
at keypa karismatiska Eric
Cantona
frá
Leeds
fyri
lítið og lætt. Skotin hevur
eftirfylgjandi sagt, at hann
upprunaliga skuldi slett ikki
keypa Eric Cantona, men tók
av tá hann fekk møguleikan.
Við tiltikna 7’aranum fær
Manchester United undan
gongumannin og leiðaran,
sum liðið hevur brúk fyri.
Felagið leggur nógv fyri at
byggja út á Old Trafford og
gongur á odda tá tað kemur
til
branding.
Við
tíggju
stigum fleiri enn Aston Villa
vinnur Manchester United
endiliga aftur meistaraheitið.
Liðið
vinnur
aftur
Premier League árið eftir og
byrjar at gera seg galdandi
millum tey stóru í Evropa.
Fyrsti ríkmanseigarin
Áðrenn Roman Abramovich
og Chelsea var tað Jack
Walker og Blackburn. Í fyrru
hálvu av 90 unum keypir
hann fyri áleið 250 millión
ir krónur í spælarum og tað
røkkur til eitt meistaraheiti.
Vinnilívsmaðurin setti sær
fyri at knúgva Manchester
United og í kappingarárinum
1994/95 eydnaðist tað.
Við Alan Shearer á odda
vinnur Blackburn Premier
League, men tað var um
reppið at tað kiksar, tí
Blackburn tapur ís einasta
dystinum,
men
til
alla
lukku vinnur Manchester
United ikki. Í dag síggja
vit teir í fleiri feløgum,
men
í
Premier
League
søguni, so er Jack Walker
fyrsti
ríkmansiegarin,
ið
broytti eitt felag til eitt
meistarafelag.
92 flokkurin
og Arsenal
Manchester United tekur nú
yvir aftur og setur seg á alt.
Við sokallað 92 flokkinum,
David
Beckham,
Paul
Scholes, Ryan Giggs, Nicky
Butt og Neville beiggjnum,
Gary og Phil, í fagrasta blóma
verður Manchester United
aftur best og størst.
Størsta kappingin kemur
frá
Arsenal
og
nýggja
franska venjaranum Arsene
Wenger. Við sínum altjóða
innsparki í Premier League
megnar hann tríggjar ferðir
at
knúgva
Manchester
United,
sum
hesi
árini
vinnur seks meistaraheiti
upp á níggju ár.
Alex Ferguson verður til
Sir Alex Ferguson, meðan
Arsenal skrivar søgu, tá liðið
vinnur meistaraheitið í 2004
ósigrað.
Manchester
United
og Arsenal hugna sær í
oddinum, men tað er bara
til fótbóltsheimurin verður
presenteraður fyri russiska
Roman Abramovich. Hann
keypur Chelsea og Premier
League hevur ikki verið tað
sama síðani.
Ríkmenn og
Premier League
Í 2003 keypti russiski Roman
Abramovich Chelsea. Felagið
royndi at blanda seg millum
tey stóru, men hóast ein
altjóða
dám
við
italska
Gianfranco Zola á odda, so
megnar felagið ikki at takast
við tey heilt stóru.
Tað broytist eftir eigara
skiftið. Chelsea setur José
Mourinho sum venjara og
vinnur Premir League í
2005 og 2006. Árini eftir eru
tað Chelsea og Manchester
United sum stríðast um
meistaraheitini,
meðan
Manchester
City
verður
keypt av Sheik Mansour
úr Abu Dhabi. Í 2012 verður
meistaraheitið
avgjørt
í
yvirtíðini, tá Sergio Aguero
tryggjar Manchester City
fyrsta
Premier
League
meistaraheitið í søguni.
Seinastu seks árini hava
Chelsea
og
Manchester
City vunnið hvørsíni tvey
meistaraheiti, meðan Man
chester United vinnur í sein
asta kappingarárinum hjá Sir
Alex Ferguson sum venjara,
meðan Claudio Ranieri og
Leicester fyrraárið stóðu fyri
mest óvæntaða meistara
heitinum í 2016.
Manchester
sær best út
Til
hetta
kappingarárið
tykist verða torført at meta
um hvør vinnur Premier
League.
Meistararnir
úr
Chelsea taptu púra óvæntað
fyri Burnley í fyrsta umfari,
meðan Liverpool misti tvey
stig í evstu løtu í Watford.
Arsenal sá heldur ikki
betri út enn næstbest, men
tryggjaði sær ein 4-3 sigur
á Leicester. Best frá byrjan
komu Manchester liðini og
Tottenham.
Manchester
United vann 4-0 á West Ham,
meðan Manchester City og
Tottenham
vunnu 2-0 á
útivølli móti upp
flytarum.
Triði uppflytarin, Hud
dersfield, vann heldur
óvæntað heili 3-0 á úti
vølli móti Crystal Palace,
meðan Wayne Rooney
skoraði avgerandi málið
fyri Everton í eini seinnu
debut, eftir at hann kom
aftur til barndómsfelagið.
Premier League er byrjað
við einum brakið. 31 mál
í tíggju dystum og fleiri
óvæntaði úrslit og nøk
ur reyð kort fyri millum
annað harðar taklingar. Júst
soleiðis kenna vit Premier
League.
trondur@sosialurin.fo
STUTT SØGD TÍÐINDI
Premie League:
25 ÁR VIÐ
PREMIER LEAGUE