Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Spenningurin í Effo- deildini økist, tá toppdysturin millum KÍ og Vìking endar við javnleiki, meðan NSí tapur fyri HB samstundis sum B36 vinnur. Í botninum ríkur ÍF eftir ósigur fyri Skála, meðan 07 Vestur livir í vónini, eftir 2-2 móti EB/ Streymi Næstbesta liðið hjá ÍF tapur ikki minni enn 32-0 fyri B36 í 1.deild. ÍF hevur bara sjey spælarar tá dysturin byrjar og ein kemur afturat. ÍF siga, at teir boðini um at dysturin er framskundaður er ikki komin fram Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu vinna íslendsku steypakappingina við 1-0 sigri á Gunnari Nielsen og FH. Kaj Leo í Bartalsstovu leggur upp til sigursmálið Premier League kappingarárið byrjar aftur við einum braki, tá Arsenal vinnur 4-3 á Leicester fríggjakvøldið. Bæði Manchester feløgini og Tottenham vinna eisini sínar dystir, meðan meistararnir úr Chelsea tapa óvænta 3-2 fyri Burnley Dia Midjord, fyrrverandi stjóri í Kringvarpinum, er aftur at síggja sum hondbóltsvenjari. Hann skal komandi kappingarár venja mansliðið hjá StÍF. Gilli Rólantsson skorar, tá Brann vinnur 2-0 á Odd í norsku landskappingini. Tvøramaðurin verður seinni valdur til dagsins spælara ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Diego Costa er burturvístur frá besta liðnum hjá Cheslea Trygvi Mortensen, venjari hjá 07 Vestur, um at hava kenslurnar við á bonkinum Um eg bara skal sita á bonkinum og góðtaka alt, so gevist eg Eg nokti at venja við eykaliðnum Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Kaj Leo í Bartalsstovu Aldur: 23. juni 1991 Starv: Fótbóltur (ÍBV) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1: Gary Cahill (Chelsea) 2: Alexandre Lacazette (Arsenal) 3. Alan Shearer (Blackburn, Newcastle) 4. 13 ferðir 5: 6 (Manchester United, City, Blackburn, Arsenal, Chelsea og Leicester 6. Ryan Giggs (632) 7. Petr Cech (149) 8: Matthew Le Tissier (Southampton) UMMÆLI Hey Kaj Leo og til lukku við steypasigrinum í gjár. Hvussu hevur tú tað í dag? Takk fyri tað, eg havi tað fínt, man er eitt sindur eymur, men tað skal man helst vera. Hvussu hava tit feirað steypasigurin? Vit sigldu fyrst inn við Herjólfur (bátinum) við fult av áskoðarum sum vóru komnir til fastlandi at stuðla okkum, og fult av fólki á kaiini at taka ímóti okkum. Tað bleiv skotið nógv fýrverk, móttiknir við buquette og sangi saman við áskoðarinum. Tú legði upp til málið, hvat hendi? Vit vinna bóltin og fara í mótálop, eg fái ein bólt upp gjøgnum høgru síðu, sum eg renni upp og fái tveir móti mær, leggi bóltin kanska eitt sindur knappliga og óvæntandi innfyri, sum áleyparin hjá okkum kann renna inn í og seta í málið. Hvussu var at spæla eina íslendska steypafinalu? Tað var øgiliga stuttligt, hetta er størsti dysturin í íslenskum fótbólti, og dysturin hevði ótrúliga nógv at siga fyri eyjamenn og felagið, deilig kensla at kunna vera við til at vinna steypakappingina, aftaná at IBV ikki hava vunni eitt steyp í 19 ár. Ert tú í toppform til komandi landsdystirnar? Ja eg eri í toppformi beint nú, eg spæli nógv og føli meg væl, tað verður spennandi til teir komandi landsdystirnar sum vera nú. Tað stóð ikki skrivað í stjørnunum, at lokali drongurin úr Sheffield, Jamie Vardy, skuldi blíva til nakað serligt innan enskan fótbólt, tá ið hann sum 16 ára gamal bleiv leyslatin av felagnum, sum hann framvegis elskar mest av øllum, Sheffield Wednesday. Orsøkin var, at Vardy varð mettur at vera ov lítil. Eftir vrakingina fór skjóti, men klæni framherjin til Stocksbridge Park Steel í 8.(!) bestu deildini í Onglandi, har hann spældi fótbólt fyri nøkur fá oyru og arbeiddi á einari vanligari verksmiðju og drakk øl í frítíðini - hetta var lívið hjá Vardy til hann gjørdist 24 ára gamal. Í 2011 hitti Vardy umboðs­ manninum John Morris, ið segði, at Vardy hevði evnir at spæla á landsliðnum. Hesum flenti áleyparin eftir, men hetta árið tók yrkisleiðin dik á seg. Fyrst skifti hann til Fleetwood, gjørdist toppskjútti og flutti upp í League Two, áðrenn Leicester í 2012, sum tá spældi í næstbestu deildini, keypti Vardy. Í Leicester hevur Jamie Vardy notið síni bestu fótbóltsár, og hann rakk hæddina, tá hann í 15/16-kappingarárinum setti met við at skora í heili 11 Premier League-dystum á rað og var ein av høvuðsorsøkunum til, at Leicester bergtók fótbólts­ heimin við at vinna ensku lands­ kappingina. Í bókini fortelur ein bersøgin og erligur Jamie Vardy um nógvar stuttligar hendingar ígjøgnum árini - tó eisini um minni góðar løtur orsakað av rúsdrekka, harðskapi og ljótum málburði. LES UM: Tær dámar at lesa um ein púra vanligan persón, sum tók øll á bóli og gjørdist ein stjørna IKKI LES UM: Tú ikki tolir at lesa um ein bersøgnan leikara, ið hevur eitt hav av ,,skeivum” hendingum at fortelja um HVUSSU ER AT LESA: Spennandi allan vegin ígjøgnum. Fylgt verður ígjøgnum alla yrkisleiðina hjá Vardy, og lesarin fær eitt veruligt innlit í, hvørjum korum maðurin plagdi at spæla fótbólt í. HVAT SIGUR TÚ: Ein ótrúlig søga, sum vísir okkum øllum, at alt ber til, og at man ongantíð skal gevast, hóast tað av fyrstan tíð ikki gongur, sum ein ynskir tað Ummælið: Jamie Vardy - From nowhere 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvør er fyrsti spælarin at blíva útvístur í Pemier League í hesum kappingarárinum? 2 Hvør skoraði fyrsta málið í Premier League í hesum kappingarárinum? 3 Hvør er samlaði toppskjútti í søguni hjá Premier League? 4 Hvussu oftani hevur Manchester United vunnið Premier League? 5 Hvussu nógv feløg hava vunnið síðani Premier League byrjaði í 1992? 6 Hvør spælari hevur spælt flestar dystir í Premier League søguni? 7 Hvør málverji hevur hildið málið reint í flest dystir í Pemier League søguni? 8 Hvør er ikoniski spælarin á myndini, sum í dag eisini er viðmerkjari?