Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. august 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 14. august 2017 · Nr. 93 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Tað hevur elvt til nógv kjak, at eitt úrslit í næstbestu deildini sunnudagin end­ aði við, at B36 vann heili 32-0 móti ÍF. Sjálvt úrs­lit­ið, ið helst er størsta úrs­lit­ið í før­oyskum mann­fólka­fót­ bólti í nýggjari tíð, hevur tó ikki vakt størst ans. Heldur er tað, at ÍF einans møtti upp við sjey leikarum, tá dóm­arin bríkslaði dystin í gongd, og sum dysturin leið einans megnaðu at spæla við átta leikarum. Í samrøðu við Kringvarpið segði ÍF for­ maður­in, Leif Andre Eliasen eftir dystin, at ein misskiljing var orsøkin til at ÍF møtti upp við so fáum leikarum. Talan er um eina mis­ skilj­ing. Vanligi samskiparin hjá felagnum er í løtuni burtur­staddur, og venjarin hjá 1.deild helt sambært faroe­soccer at dysturin skuldi spælast klokkan 18:00. Tað var ikki fyrrenn sama morgun, at venjarin varn­aðist at dysturin longu skuldi spælast klokkan 12:15, segði Leif Andre Eliasen við Kring­varpið. Tíðspunktið av dystinum er ongantíð flutt Andrass Thomsen, ið er sam­ skipari hjá B36, vísir aftur, at B36 hevur flutt dystin í ótíð. Undan kappingini hava feløg­ini fingið at vita at nýggja Comet skipanin hjá FSF er tað, ið ein skal ganga eftir fyri at fylgja dystar­ tíð­um. Í tí skipanini hevur tíðs­punktið alla tíðina verið klokkan 12:15, og longu týs­ dag­in í farnu viku varð kunn­að um tað. So um ÍF hevði hugt inn á tí skipanina ístaðin fyri á FaroeSoccer, hevði ongantíð nøkur mis­ skilj­ing komið í, sigur Andrass Thomsen. Andrass Thomsen sig­ur víðari at tað at spæla klokk­ an 12:15 ein sunnudag, er eitt vanligt tíðspunkt í Gunda­ dali, tí at so nógv trot er á vallun­um. Orsøkin til at dysturin var lagdur so tíðliga, er tí at nógv virksemi er á vallunum sunnu­dagar. Vit mugu sam­ skipa tíðirnar saman við HB, og 1.deild hjá HB fekk tíðina klokkan 15:00. Harafturat vóru eisini U-16 dystir og U-14 dystir hjá báðum liðum, so tí passaði tað best at leggja dystin klokkan 12:15. Klokk­an 12:15 er heldur ikki eitt ókent tíðspunkt, tí vanliga vera dystir í bestu kvinnudeildini leiktir klokk­ an 12:15 sunnudagar, meðan Effo-liðini hjá B36 og HB spæla klokkan 15:00, sigur Andrass Thomsen. Málúrtøkan kann vera avgerandi Stórsigurin hjá B36 sunnu­ dagin kann í seinasta enda væl koma at vera av­gerandi fyri endaliga úrslitið í deildini. B36 stríðist í botni­num av deildini fyri niður­flyting ímóti Giza Hoyvík og TB/FCS/ Royn, har sera tætt er millum liðini. Í løtuni er Giza Hoyvík eitt stig oman­fyri B36 og TB/ FCS/Royn, har B36 hev­ur betri mál­mun enn suður­oy­ ing­arnir. Serliga er tað sigurin sunnu­dagin, ið hevur givið B36 ein so góðan málmun. Skuldi málúrtøkan verið av­ ger­andi í deildini, má tað tí kenn­ast eitt sindur beiskt fyri kappingarneytarnar hjá B36, at B36 sunnudagin skuldi fáa so nógv mál á pluss síðuni í einum dysti, sum í veruleikanum er ein ó­realit­isk mynd av einum fótbólts­dysti. Tó skal B36 ikki lastast, tí teir gjørdu bert sína skyldu við at spæla og vinna dystin. Heldur er tað ÍF, ið eigur stóru skyldina. ÍF er eisini fyri langari tíð síðani flutt nið­ur úr deildini, har teir enn ikki hava fingið nakað stig og hava málmunin -120. Um vikuskiftið var Summar Festivalurin og nógvur fótbóltur. Eg haldi enn eina ferð, at KÍ rakar rætt við at leggja dystin til tey stóru tiltøkini, tá ongin annar fótbóltur er í bestu deildini. Tað prógvar fríggjakvøldið við Djúpumýru, har tað vóru heilt nógvir áskoðarar til dystin millum KÍ og Víking. Eg havi sagt tað fyrr og sigi tað aftur, føroyskur fótbóltur má kenna sítt pláss. Tí haldi eg tað er týdningarmikið, at tora at flyta nakrar dystir í hvørjum umfari, so vit fáa møguleika at síggja fleiri dystir í einum umfari. Eg haldi eisini tað er sjarmerandi við fimm dystum sunnudag klokkan 15, men eg haldi samstundis, at tá verður ov lítið ljós varpað á fleiri av dystunum. Øll kundu fylgja við dystinum í Klaksvík, tí dysturin var tann einasta á hesum degnum. Eg haldi eisini vit skulu til at fáa fríggjakvøldsdystirnar aftur á skránna. Vit hava ikki so nógvar áskoðarar at taka av, men vit hava nógvar fótbóltselskarar, sum elska at fara til dyst. Tann møguleikan skulu vit geva teimum. Av tí at alt umfarið hesaferð er spælt fríggjadag og leygardag, so spældi 1.deild sunnudag. Eg havi sjálvur spælt í 1. deild í nøkur ár tilsamans og aftur her haldi eg, at tað kundi verið vert at hugt kappingina í gjøgnum. 1.deild er ikki Effo-deildin og fáir spælarar fáa pengar fyri at spæla fótbólt. Tí leggja spælarar ikki feriu eftir eitt nú fótbóltinum og tað órógvar nógvar dystir rundan um summarferiuna. Nógv lið mangla nógvar spælarar og tí kundi verið vert at sett spurningin, um tað er neyðugt at spæla í 1. deild, tá meginparturin av spælarunum eru í feriu? Tað skal vera ósagt um Summar Festivalurin hevði nakra ávirkan, men tað sær illa út, tá eitt lið tapur 32-0 klokkan 12.15 ein sunnudag eftir eitt tað størsta tiltakið í landinum. At føroyskur fótbóltur skal kenna sítt pláss merkir ikki, at fótbólturin í Føroyum skal niðurraðfestast, men heldur umraðfestast, so vit fáa sum mest burturúr. trondur@sosialurin.fo Summar Festivalurin og fótbóltur Formaðurin hjá ÍF sigur, at ein misskiljing er orsøkin til lemjandi 32-0 tapið hjá felagnum í næstbestu deildini, meðan B36 vísir aftur, at dysturin nakrantíð er fluttur. Hevði ÍF hugt inná Comet skipanina hjá FSF, sum er álagt feløgunum at fylgja við ígjøgnum, hevði ongantíð nøkur misskiljing komið í, sigur Andrass Thomsen úr B36 ÍF TAPTI 32-0 Rok um dystaráseting: