týsdagur 15. august 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað verður so at siga
ómøguligt nú at finna
eina breiða semju um
fiskivinnunýskipanina
SAMGONGAN EINSAMØLL
VIÐ NÝSKIPANARUPPSKOTI
Árni Gregersen
Tá ið uppskotið um fiskidag
ar fyri komandi fiskiár kom
aftur
úr
vinnunevndini,
væntaðu fleiri, at tað fór at
bera til at finna semju mill
um andstøðu og samgongu í
nevndini.
Kanska fyrst og fredmst
tí umboðini í nevndini vóru
meira samd innanhýsis enn
samgonguumboðini vóru við
uppskotsstillaran, sum altso
var landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum,
Høgni
Hoydal.
Men tá ið álitið var lagt
fram. vóru tey tvey. Eitt
frá
samgonguumboðun
um í vinnunevndini, Bjarna
Hammer, Magna Arge og
Bjørt Samuelsen og eitt frá
andsstøðuumboðunum, Ják
up Mikkelsen, Jørgen Nicla
sen, Bjørn Kalsø og Jógvan
Skorheim.
Hetta neyvan tí ósemjan
teirra millum er so stór, men
meira tí at samgonguumboð
ini noyddust at leggja seg
meira uppat uppskotinum
hjá
landsstýrismanninum
enn andstøðuumboðini.
Bæði álitini mæla tó til,
at fiskidagarnir verða ásett
ir fyri 12 mánaðir. Munurin
er, at hjá samgonguumboð
unum, eru dagarnir deildir í
ein triðing, sum eru fyri í ár
og verða givnir eftir galdandi
lóg um vinnuligan fiskiskap,
meðan restin – teir fyri 2018
– berða givnir eftir nýggju
lógini, sum altso ikki er løgd
fram enn.
Grundleggjandi ósemja
Tað tyktist sum samráð
ingarnar um fiskidagarnar
tóku eitt sindur av tíð, men
veruleikin er, at ásetingin av
fiskidøgunum bert var eitt
lítið mál at samráðast um.
Í samgonguni er mesti
partur av tíðini farin við at
arbeiða við nýggju lógini,
sum altso verður løgd fyri
tingið í august, eftir hvat
løgmaður segði í ólavsøku
røðuni.
Nógva fundarvirksemi í
fiskimálaráðnum og í sam
gonguflokkunum
hevur
fyrst og fremst snúð seg um
tær broytingar, sum skulu
gerast í uppskotinum, sum
skal gerast í staðin fyri tað,
sum fall burur, tá ið løgtings
formaðurin sendi tingið í
summarfrí.
Í samgonguni er ongantíð
funnin einn fullgóð semja
um nýskipanina. Ein semja,
sum eisini fer niður í tað sum
onkur heldur vera smálutir,
men sum fyri onnur kann
hava álvarsliga ávikan á ger
andisdagin.
Ein fundur var í vár á
Seglhúsloftinum á Tvøroyri.
Kjakið tá var rættuliga hvass
orðað og semja fanst ikki um
nakað fyrr enn ein stórur
partur av tingmanningini
var farin norðuraftur til
Havnar.
Tá ið tey vóru farin,
meldaðu samgonguleiðarar
nir út, at teir vóru samdir og
at øll samgongan var samd
um nýggja uppskotið, men
tað gjørdist rættuliga skjótt
greitt, at so einfaldur var
veruleikin ikki.
Baklandið trýstir og
andstøðan trýstir
Í politikki er tað soleiðis, at
tað ber væl til at finna eitt
felags stev, tá ið til dømis ein
samgonga situr saman í ein
um rúmi.
Tá er trýstið ikki serliga
stórt, men so skjótt tað kem
ur alment fram, hvør avtalan
er, so verður trýst lagt á
politikkararnar. Serliga tá
ið tað snýr seg um mál, sum
hava við nógvar pengar at
gera.
Soleiðis er tað í uppskot
inum um fiskivinnunýskip
an.
Samgongan hevur boðað
frá, at hon vil hava, at virðini
í samfelagnum verða øðrvísi
býtt. Tað vil siga, at onkur
av teimum, sum hava nógv
mugu lata til onnur, sum
hava minni.
Tað sigur seg sjálvt, at hesi
leggja trýst á politikararnar,
sum hava ætlanir um at gera
broytingar.
Andstøðan
veit
eisini
hvussu hetta fer fram, so tá
ið hesar broytinganar koma
í tingið, so gera andstøðu
flokkarnir tað teir kunnu,
fyri at forða teimum at verða
samtyktar.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum,
Høgni
Hoydal, veit ómetaliga væl,
at soleiðis er politikkur, men
hann hevur gjørt eitt upp
skot einaferð, so hann letur
seg neyvan trýsta langt –
hvørki av andstøðuni ella av
vinnuni.
Kemur
ein
nýskipan
ígjøgnum, sum hevur radi
kalar broytingar við sær, so
verður tað ikki nøkur breið
semja. So verður tað sam
tykt við fáum atkvøðum –
kanska onkrum hendinga frá
andstøðuni, meðani tað kann
henda, at onkur samgongu
fólk ikki fara at atkvøða fyri.
Útlitini fyri einari breiðari semju um fiskivinnunýskipanina eru vánaligari enn nakrantíð
Vinnan bíðar enn eftir at vita, hvussu
fiskivinnuskipanin fer at virka eftir nýggjár.
POLITIKKUR
Høgni Hoydal,
landsstýrismaður við
fiskivinnumálum, er
neyvan sinnaður at
bakkka langt í fiski
vinnuuppskotinum.