týsdagur 15. august 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hóast Føroyar longu eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti, fer
sonevnda ”stjórnarskipanin” at bera loysingina við sær, um
hon verður samtykt flaggdagin næsta ár.
Útlitini eru, at við ”stjórnarskipanini” skulu Føroyar loysa frá
Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum.
Orsøkin er, at hon stríðir ímóti allari yvirskipaðari lóggávu í
Føroyum.
Sannlíkt er, at ”stjórnarskipanin” fer at skapa ein løgfrøðiligan
og politiskan samanbrest millum Føroyar og hollu
samstarvsfelagar okkara í Danmark.
GRUNDLÓGARSTRÍÐ Í VÆNTU
Eitt grundlógarstríð sæst í havsbrúnni, og tað kemst av, at í
”stjórnarskipanini” stendur millum annað, at eingin lóg kann
setast í gildi fyri Føroyar, uttan at Løgtingið hevur samtykt
hana.
Við øðrum orðum er ætlanin at taka alt vald.
Føroyar hava ikki lóggávuheimild á øllum økjum. Eitt nú hevur
Løgtingið ikki heimild til at lóggeva um Hægstarætt, gjaldoyra-
og peningapolitikk og á uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska
økinum, tí hetta eru málsøki, ið ikki kunnu yvirtakast.
Skal ætlanin hjá samgonguni um eina ”stýrisskipan” gerast
til veruleika, má annaðhvørt Grundlógin broytast, ella mugu
Føroyar fara úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. Soleiðis er
støðan, og tað er hetta seinna – loysingin – sum verður framt.
Heldur enn at koma opið og erliga inn gjøgnum høvuðsdyrnar
og greiða føroyingum frá, at nú vil samgongan hava
loysing, velja tey bakdyrnar og vilja sníkja loysingina
ígjøgnum við einari ”stjórnarskipan”, ið skal syndra Ríkið og
Ríkisfelagsskapin løgfrøðiliga og politiskt.
GRUNDLÓGIN ER GALDANDI Í FØROYUM
Eingin ivi er um, at Grundlógin er galdandi í Føroyum. Tað
prógva eisini dómar, ið eru avsagdir í Føroya Rætti, Eystara
Landsrætti og Hægstarætti.
Kortini royna summir politikarar og løgfrøðingar at greiða
føroyingum frá, at hvørki Grundlógin ella Heimastýrislógin eru
galdandi fyri Føroyar, og at Grundlógin bert er okkurt hissini
skjal, ið kann leggjast til viks ella broytast so, sum man hevur
hug til.
Í sonevndu ”stjórnarskipanini” er Grundlógin – tilvitað – ikki
nevnd við einum orði. Har skal Grundlógin ikki viðurkennast
sum ein lóg. Heldur verða Ríkisfelagsskapurin og Grundlógin
ílatin sjálvgjørd heiti so sum “stjørnarrættarligur sáttmáli” ella
ella “altjóða sáttmáli”.
Veruleikin er, at Grundlógin sjálvandi er lóg, og hon stendur
oman fyri allar aðrar lógir í landinum. Hon er galdandi fyri
øll málsøki – eisini tey, ið eru yvirtikin. Hon útvegar øllum
føroyingum grundleggjandi og dýrabar ríkisborgararættindi, og
tann mest týðandi funktiónin, ið Grundlógin hevur, er at verja
fólkið ímóti politikarum.
FØROYINGAR FÁA EINA TÁTU
Meðan politikarar í Føroyum hava sitið uppi yvir henni í áravís,
hevur sonevnda ”stjórnarskipanin” av taktiskum orsøkum havt
fleiri nøvn.
Undir fullveldissamgonguni, sum eisini vildi loysing, kallaðist
tað ein ”grundlóg”. Eftir hetta linkaðu tey heitið og kallaðu
”grundlógina” eina ”stjórnarskipan”. Síðani hevur samgongan
roynt at gera ”grundlógina” upp aftur linari við heitinum
”samleikaskjal”.
Hetta er sum at geva føroyingum eina tátu.
Týðandi er tó, at eingin letur seg lumpa av skiftandi nøvnum.
Fakta er, at politikarar úr samgonguni hava á Løgtingsins
røðarapalli og í útlendskum fjølmiðlum sagt, at
”stjórnarskipanin” er byrjanin til, at Føroyar skulu loysa og
gerast fullveldisland, og at sama ”stjórnarskipan” skal vera
grundlóg fyri Føroyar.
Tí er einki at ivast í: ”stjórnarskipanin” er í roynd og veru
amboðið til loysingina.
HVØNN STATUS HEVUR ”STJÓRNARSKIPANIN”?
Løgmaður hevur alment ført fram, at sonevnda
”stjórnarskipanin” ella ”samleikaskjalið” skal standa undir liðini
á okkara Grundlóg. Øll vita, at hetta letur seg ikki gera, uttan
at Føroyar fara úr Ríkinum og Ríkisfelagsskapinum. Onnur
í samgonguni halda fast um, at ”stjórnarskipanin” skal vera
oman fyri Grundlógina.
Í ”stjórnarskipanini” er tó einki nevnt um, hvønn status hon
hevur. Hon verður hvørki skilmarkað sum lóg, løgtingslóg ella
politisk proklamatión. Hon verður bert nevnd ”stjórnarskipan”,
og hon virðir hvørki Grundlógina ella Heimastýrisskipanina.
Margháttligt er, at ongar viðmerkingar fylgja við
”stjórnarskipanini”, og tað er beinleiðis brot á Tingskipanina.
Uttan útgreinandi viðmerkingar ber ikki til at tulka ivamál, sum
kunnu koma. Soleiðis verða dómstólarnir settir til viks.
Løgfrøðiliga er hetta púra óbrúkiligt, men politiskt er hetta
funnin fressur til at skapa stríð og órógv við.
Afturat hesum skal gangast uttan um Løgtingið, tí
”stjórnarskipanin” skal fremjast við fólkaatkvøðu, og løgmaður
førir eisini fram, at fólkið er oman fyri Løgtingið og landsstýrið.
Álvaratos.
Eru Føroyar ikki longur eitt umboðandi fólkaræði, har ið
fólkavalda Løgtingið gevur landsstýrinum mandat til at stýra
landinum fólksins vegna? Eru tað nú veljararnir, ið skulu smíða
lógir í Føroyum?
SJÁLVSAVGERÐARRÆTTUR KANN MISSAST
Sum áður nevnt eru Føroyar tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tað
hevur sjálvt stjórnin í Keypmannahavn viðurkent fyri langari
tíð síðani.
Tó hevur sonevnda ”stjórnarskipanin” eina áseting um
føroyskan sjálvsavgerðarrætt.
Hugsa tær, um føroyingar vraka ”stjórnarskipanina”, so sum
veljarakanningar benda á? Tá kann avleiðingin verða, at
Føroyar missa sjálvsavgerðarrættin, ið vit øll eiga í felag.
Hetta má ikki henda.
Soleiðis kann man ikki spæla sær við Føroyum og føroyingum.
TÚ VEITST HVAR TÚ HEVUR SAMBANDSFLOKKIN
Í Sambandsflokkinum eru vit hóvlig, semjusøkjandi og
samstarvssinnað, og hvønn dag arbeiðir flokkurin hart fyri
Føroyum og føroyingum, sum skulu trívast og byggja okkara
fantastiska land.
Men vit taka ikki undir við sonevndu “stjórnarskipanini”, tí tað
er at spæla hasard við føroyingum.
Støðan hjá Sambandsflokkinum er klár sum krystall. Vit
halda okkum til Grundlógina, tí hon tryggjar føroyingum
ríkisborgaraskap og hópin av ríkisborgararættindum, sum
øll njóta gott av. Føroyingar hava atgongd til tað besta úr
tveimum fantastiskum og framkomnum londum.
Felagsskapurin útvegar øllum føroyingum mest møguligt
persónligt frælsi, og hann er við til at tryggja eitt kappingarført
vælferðarsamfelag fyri ung og eldri í Føroyum.
Við ríkisborgaraskapinum hava allir føroyingar atgongd til
alt, sum Ríkið bjóðar, og við reyða passinum í hondini røkka
vit møguleikum langt út um Ríkisfelagsskapin. Til dømis eru
einastandandi møguleikar fyri at arbeiða og virka í ES, hóast
Føroyar ikki hava ES-limaskap, og útbúgvingarmøguleikarnir
eru nærmast óendaligir.
Verður “stjórnarskipanin” samtykt, hvørva allir fyrimunir, og
tað er ein sannroynd, at livifóturin í Føroyum viknar munandi,
tá ein milliard krónur verður tikin út úr føroysku vælferðini
hvørt ár frameftir.
Sum føroyingur mást tú velja, hvat ið tú vilt fyri framtíðina hjá
tær, tínum børnum, og teirra børnum.
Kemur sonevnda “stjórnarskipanin” til fólkaatkvøðu næsta
ár, er talan um eitt álvarsligt val, ið fær ávirkan á teg og tínar
eftirkomarar í alla framtíð.
STJÓRNARSKIPANIN ER LOYSING
Sonevnda ”stjórnarskipanin” stríðir ímóti Grundlógini, Stýrisskipan Føroya,
Heimastýrisskipanini, Tingskipanini og vanligum lóggávusiði í landi okkara