Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 GULLLAKSAVERTÍÐIN NÆRKAST ENDANUM Vilmund Jacobsen Kvotan av gulllaksi, sum tey trý partrolarapørini hava loyvi at fiska í vertíðini í ár, er á tilsamans 11.700 tons. Fiskimálaráðið býtir ikki kvot­una út millum skipini ella pørini, men reiðaríini hava sínámillum býtt kvot­ una, soleiðis at einki par verð­ur fyri vanbýti, um okk­ urt skuldi gingið galið. Tey trý partrolarapørini, sum í nógv ár hava fiskað gull­laks frá apríl til aug­ ust/ sept­emb­er, eru Eyst­ ur­búgvin/ Vest­ur­búgv­in, Pol­ar­hav/ Stjørn­an og Vest­ menn­ing­ur/ Skora­berg, og pørini eiga í ár ein trið­ing av teim­um 11.700 tons­un­um í part. Tað er Tavan í Leirvík, sum hev­ur keypt meg­in­part­ in av gull­laks­in­um til sína fars­framleiðslu, og soleiðis hev­ur eisini verið í vertíðini í ár. Men, nú Tavan í ár er givin at keypa nakað fyrr enn van­ ligt, hava gulllaksaskipini á sein­astu túrunum lagt veið­ ina upp í Kollafirði, har fisk­ ur­in verður heilfrystur og seld­ur sum slíkur. Sløk 10.000 tons Millum skipini, sum á sein­ asta túri landaðu gulllaks til fryst­ingar í Kollafirði, vóru Eyst­urbúgvin og Vest­ur­ búgv­in. – Skipini eru nú á øðrum túri, síðan Tavan gavst at keypa, og spurningurin er, hvussu nógvir gulllaksatúrar verða gjørdir aftrat í hesi ver­tíðini, tí kvotan verður skjótt uppi. Tað sigur reiðarin á Vest­ ur­búgvanum, Dánjal í Skál­ um í Vestmanna. – Prísurin fyri gulllaks, sum er landaður til fars­ fram­leiðslu í Leirvík, hevur ver­ið betri enn prísurin, vit fáa fyri gulllaks, sum fer til frystingar í Kollafirði. Markn­að­urin fyri heilfrystan fisk sveiggjar altíð nakað, og í løt­uni er farsmarknaðurin betri enn marknaðurin fyri heil­fryst­an fisk, sigur reið­ ar­in. Sosialurin kann leggja aftr­at, at marknaðurin fyri gulllaksafars er ikki mink­ andi, men heldur veksandi. Hjá Tavuni í Leirvík er einki broytt, men tað er onk­ ur keypari av gull­laksa­farsi í Nor­egi, sum áður hevur ligið inni við stórari goymslu, ið nú hevur minkað um goymsl­una. Av gulllaksakvotuni á 11.700, hevur Tavan í vertíðini í ár keypt sløk 10.000 tons, sum eru virkað til fars. Valdu gulllaksin Dánjal í Skálum vísir á, at Vesturbúgvin hevur fisk­að gulllaks heilt síðan í 1993, og hesi árini hevur fiski­skap­ur­ in – soleiðis sum allur fiski­ skap­ur nú einaferð er – verið skift­andi. – Tey árini, tá upsa­fiski­ skap­urin royndist væl, og gull­laksa­veiðan royndist minni væl, hevur verið freist­ andi at leggja um aftur til upsa­v­eiði mitt í vertíðini. Reiðarin sigur, at tá sam­ starv­að verður við annað skip, sum í hesum førinum við teir, ið eiga Eysturbúgvan, er neyð­ugt, at tingini liggja í rími­liga føstum og tryggum kørm­um. – Tí avgjørdu vit fyri nógv­um árum síðan sam­an við eigarunum av Eyst­ur­ búgv­an­um, at skipini eru á gull­laksaveiði í vertíðini – og ikki skifta millum gulllaksa- og upsaveiði í hesum tíð­ar­ skeiði. Dánjal í Skálum heldur, at sæð í bakspeglinum var hetta ein røtt avgerð, sum teir tóku tá. – Allir fiskiskapur er skift­ andi, og sjáldan eru fleiri ár eins, men sæð yvir eina longri tíð trúgvi eg, at av­ gerð­in at halda seg til gull­ laks­in í vertíðini hevur verið røtt, sigur hann. Aftur á upsa Tá gulllaksavertíðin verð­ ur av um nakrar dagar, fara Eyst­urbúgvin og Vest­ur­ búgv­in aftur á upsaveiði. Reiðarin í Vestmanna ásann­ar, at upsaveiðan ikki hev­ur roynst nakað serligt yv­ir eina longri tíð. Og tó. – Várið vignaðist ikki, sum vit vónaðu, tó at onkur pør gjørdu hampiliga góðar túr­ar, men tíðliga í summar høvdu partrolarar rættiliga góða upsaveiði. Hann vísir á, at upsi er semi­pelagiskur fiskur, og við­hvørt er trupult at vita, hvussu hann uppførir seg. Upsi verður fiskaður við botn­troli, tó at fiskurin stund­um ferðast víða í sjón­ um og kann vera trupul at hava við at gera. – Tað kann tí eisini vera rætti­liga trupult at meta um upsa­stovnin, leggur hann aftr­at. Dánjal í Skálum sigur, at hann sum skipaeigari gjøgn­um mong ár hevur lært ikki at hugsa so nógv um náttúruna, tí hon kann broyt­ast upp á lutfalsliga stutta tíð. – Skiftandi fiskiskapur hev­ur altíð verið, men vit, sum hava fingist við fiski­ vinnu nóg leingi, vita, at fisk­ ur kemur aftur. Hin størsti keypir Tað, sum upptekur reiðaran í Vest­manna nógv meira í dag enn skiftandi fiskiskapur, eru ætlaðu broytingarnar í okk­ara fiskiveiðiskipan, sum eft­ir hansara tykki ikki vera at liva við hjá einum lítlum reið­aríi. – Tá kvotur skulu seljast á upp­boði, verður tað tann størsti pengapungurin sum keyp­ir, og tá hava vit, sum eru eitt lítið reiðarí, ongan kjans. At náttúruviðurskifti eru skiftandi, hava vit lært okk­um at liva við, men tá pol­itiska skipanin gongur so hart á okkum – ja, tá kann stríð­ið skjótt vera tapt upp á for­hond, sigur reiðarin. Dánjal í Skálum leggur aftr­at, at teir hava átt og rikið trol­bátin Skálafoss síðan 2005, og hóast raksturin bara tað eina árið hevur giv­ið avlop, hava teir kortini liv­að í teirri trúgv og vón, at gongd­ in fer at venda. – Tú kanst stríðast ógvu­ liga leingi, tá tú hevur eina trúgv upp á, at náttúran fer at venda, og at tað tá fer at bera til. Men, tú stríðist ikki leingi ímóti einari lóg, sum gong­ur tær ímóti. Tá kanst tú tað sama blaka handklæðið í ringin beinanvegin, sigur Dánj­al í Skálum, reiðari. Tavan í Leirvík keypir ikki meira gulllaks í ár. Skipini landa nú tær seinastu lastirnar í Kollafirði, har gulllaksurin verður heilfrystur. Sosialurin hevur skift orð við Dánjal í Skálum, reiðara á Vesturbúgvanum – Hóast raksturin av Skálafossi bara hevur givið avlop í eitt ár síðan 2005, hava vit eina trúgv upp á, at gongdin fer at venda, sigur Dánjal í Skálum Her standa Vesturbúgvin og Eysturbúgvin á beding í Havn, og teir eru nú á seinasta ella næst seinasta túri á gulllaksi í hesi vertíðini sum byrjaði í apríl FISKISKAPUR