týsdagur 15. august 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stjóri til Nám
Ert tú ein námsfrøðiligur viti, sum brennir fyri útbúgving,
læring og nýhugsan, og sum ynskir at slóða fyri fakligari og
námsfrøðiligari menning, so er hetta eitt áhugavert starv
við nógvum spennandi avbjóðingum
Starvið
Uppgávan hjá stjóranum í Námi er at leiða ein stovn, har
læring og námsfrøðilig menning eru kjarnuøkini. Stovnurin skal
útvega undirvísingarverkinum fjølbroyttar og tíðarhóskandi
undirvísingarmiðlar.
Harumframt røkir stovnurin ein undirvísingarportal, KT-
samskiftisskipan, miðlasavn, skeiðsvirksemi og veitir skúlum,
stovnum og lærarum ráðgeving.
Nám skal røkta og menna samskiftiskervið í undirvísingar-
verkinum, hava námsfrøðiligan verkstað og kunna um undir-
vísingarmiðlar. Próvstovan, sum er serstøk eind undir Námi, er
eisini partur av ábyrgdarøki stjórans.
Ætlanin er at styrkja námsfrøðiliga menningarpartin og ráðgev-
ingina hjá Námi, ið fatar um alt útbúgvingarverkið, líka frá
dagstovni til endan á miðnám, herundir eisini sernámsfrøði.
Søkt verður eftir stjóra, sum
• skal mynda og menna Nám, námsfrøðiligu tænastuveitingina,
útgávuvirksemið, tøkniligu menningina, eftirmetingar,-
royndar- og próvtøkuhald
• skal hava námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu
ábyrgdina á stovninum
• er framtakshugaður, sær møguleikar heldur enn forðingar, og
dugir at finna loysnir
• skal skapa virðing fyri stovninum, fremja góðar
arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum starvsfólk
• skal tryggja, at starvsfólkini hava møguleika fyri
førleikamenning
• skal fylgja væl við og luttaka í námsfrøðiligum orðaskifti, úti
og heima
• skal ráðgeva Mentamálaráðnum í viðurskiftum, sum
stovnurin umsitur
Stjórin skal tryggja, at virksemi stovnsins er á einum høgum
fakligum støði, og at játtanin verður nýtt á fullgóðan hátt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
og arbeiðsroyndir, sum hava týdning fyri starvið. Tað er ein
fyrimunur, at umsøkjari hevur leiðslútbúgving og leiðsluroyndir.
Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari hevur sýnt
• góðar førleikar at standa á odda fyri námsfrøðiligari menning
• góð leiðslu- og samstarvsevni og mennandi leiðslustíl
• vilja og evni at royna nýggjar leiðir
• góðan málførleika
Vit bjóða
Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við
nógvum samskifti við skúlar, stovnar og skúla- og stovnsleiðslur.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri
bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er sáttmálasett og lønt í 38. lønarflokki sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag
landsins uttan tó at vera tænastumannastarv.
Lønin er kr. 51.935 umframt 15% í eftirlønargjaldi.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. oktober 2017.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skal sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Ella: mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
mikudagin 30. august 2017.
Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Poul
Geert Hansen, aðalstjóra, á tlf. 55 50 10.
Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar
– prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn og útlán, samskiftisskipanin og skeið. Játtanin á
fíggjárlógini í 2017 er 13,8 mió. kr., umframt at stovnurin hevur sølu og tænstuveiting fyri 8 mió. kr. Í Námi eru 21 starvsfólk og í Provstovuni eru 7. Sí www.nam.fo
MENTAMÁLARÁÐIÐ