týsdagur 15. august 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Staravegur 17
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Starv og hægri útbúgving
innan grannskoðan, roknskap,
skatt og vinnulívsrætt
SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f grannskoða, veita roknskaparhjálp og ráðgeva í skatta- og vinnuviðurskiftum. Vit
arbeiða millum annað fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðarfyritøkur, kolvetnisfeløg, reiðaravirki, eftirlønargrunn,
fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar.
Arbeiðið
Tú verður partur av einum dugnaligum, vælút
búnum og ágrýtnum toymi av starvsfólkum.
Dagligu uppgávurnar eru fjøl broyttar og fevna
millum annað um at grannskoða ársroknskapir,
veita roknskapar hjálp og ráðgeva vinnuligum
og almennum fyritøkum um fíggjarlig viður
skifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í føroyska
vinnulívið.
Útbúgvingin
Samstundis sum tú arbeiðir, verður byrjað upp á
hægri lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu
lesur tú HD, harav 2 tey fyrstu árini eru skipað við
undirvísing á Handilsskúlanum í Tórshavn. Seinnu
2 árini av HDlestrinum eru skipað í samstarvi
ímillum Handilsskúlan í Tórshavn og Århus
Universitet.
Eftir loknan HDlestur er møguleiki at søkja inn á
cand.merc.aud.útbúgvingina á lærdum háskúlum
í Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at
fullføra cand.merc.aud.útbúgv ingina. Velur tú at
arbeiða í lestrartíðini, mást tú rokna við, at tað
tekur eini 3 til 4 ár at fullføra cand.merc.aud.
útbúgvingina.
Cand.merc.aud.útbúgvingin gevur møguleika
fyri at gerast statsaut. revisor ella løggildur
grannskoðari. Harumframt gevur cand.merc.
aud. útbúgvingin fjølbroyttar arbeiðs møgu
leikar, m.a. sum roknskapar/ fíggjar leiðari í størri
fyritøkum.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur eitt gott miðnámsskúla
prógv serliga innan øki, ið eru viðkomandi so sum
støddfrøði ella virkisbúskap. Tú ert sinnað/ur at
fara undir at lesa HD og síðani cand.merc.aud.
Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg
skrivliga, at tú ert fryntlig/ur, fyrikomandi og at tú
hevur lætt við at samstarva við onnur.
Umsóknin
Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúla
prógvið (seinasta støðumet) og møguligum
arbeiðsroyndum verður at senda okkum skjótast til
ber og í seinasta lagi 20. august 2017.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við
at skriva teldupost til mh@spekt.fo.
Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í
trúnaði.
Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla? Hevur tú áhuga í sam felags- og vinnuligum viður skiftum?
Dámar tær at arbeiða við tølum, og ætlar tú tær at fáa eina hægri útbúgving innan búskapar frøði?
Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, sam stundis sum tú hevur møguleika at fáa eina hægri
búskaparliga útbúgving.
TILMELDING TIL
FERÐA L EIÐARA SKEIÐ
Miðnám í Vestmanna skipar fyri ferða leið ara
skeiði, sum byrjar 6. september 2017 og endar í
mai 2018. Skeiðið er uml. 200 undirvísingartímar,
har uml. tveir triðingar eru ástøðilig undirvísing,
meðan seinasti triðingurin er skipaður sum
vistar skeið, vitjanir og túrar.
Ástøðilig undirvísing verður mikukvøld kl. 18.15
til 21.30, meðan tann praktiski parturin verður
skip aður í vikuskiftum. Skeiðsluttakarar hava
møtiskyldu, og skeiðið endar við próvtøku.
Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari er fyltur 21
ár, tá skeiðið byrjar. Umsøkjari skal hava góðan
málsliga førleika í einum ella fleiri fremmanda
málum í minsta lagi á Bstigi. Í ávísum føri kann
upptøka fara fram við støði í eini upptøku sam
røðu.
Tilmelding fer fram á hesi leinkju: innskriving.fo.
Freistin at søkja um upptøku er mánadagin
28. august kl. 12.
Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda
sær til Hildu Thomsen, ferðaleiðara, á
tlf. 213722.
MIÐNÁM Í VESTMANNA
Postrúm 96 | 350 Vestmanna | fiskvest@fiskvest.fo
Sosialurin 341800
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum.
(Set kross við tað hald tygum ynskja)
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Teldupostur:
Vanligt hald
Vikuskiftis hald
Virkis hald
Send lepan til Sosialin
* Viðmerk eisini ábyrgdarpersón
HALDARALEPI