Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. august 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 16. august 2017 · Nr. 94 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tvey starvsfólk til Visit Faroe Islands Visit Faroe Islands Gongin 9 PO Boks 118 110 Tórshavn Tel. 666 555 info@visitfaroeislands.com www.visitfaroeislands.com Visit Faroe Islands arbeiðir eftir eini strategi fyri Føroyar sum ferðafólkaland, sum skal tvífalda ferðavinnuna fram til 2020. Søkt verður eftir skrivstovufólki at arbeiða fulla tíð. Við hesum starvinum kemur tú at røkja allar vanligar skrivstovuuppgávur, har tú kemur at taka ímóti fyrispurningum á telefon, telduposti og teimum sosialu miðlunum, senda tilfar út og annars fyrifallandi arbeiði á skrivstovuni. Har - ímillum m.a. hjálpa til við fjøl miðlavitjan- um, heimasíðu, frágreiðingum og rætt - lestri, eins og hjálpa til við pørtum av bókhaldsarbeiðinum. Vit leita eftir tær sum: · Hevur góðar málsligar førleikar bæði í talu og skrift á føroyskum, norður- lendsk um og enskum · Viðkomandi teldukunnleika til vanligu forritini · Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert · Hevur toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí. SKRIVSTOVUFÓLK BÓKHALDARI Av tí at tit dagliga koma at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi at tit eru jalig og hava lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju. Vit kunnu bjóða tykkum: · Eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum samskifti úteftir · Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini · Tit verða partur av einum toymi við 6 starvsfólkum, sum saman við vinnuni, myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkalandi. Løn og setanartreytir Skrivstovustarvið er fulla tíð og bókhaldsstarvið er hálva tíð. Tit verða lønt eftir avvarðandi sáttmálum. Umsókn Umsóknir til størvini við týðandi avritum skulu sendast til guri@visitfaroeislands.com, ella til: Visit Faroe Islands, Att: Guðrið Højgaard, Gongin 9, Postsmoga 118, 110 Tórshavn Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 24. august 2017. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Størvini verða sett skjótast til ber. Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um størvini við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til guri@visitfaroeislands.com Søkt verður eftir einum bókhaldara at arbeiða hálva tíð. Við hesum starvinum kemur tú at røkja allar bókhaldsuppgávur í felagnum. Vit leita eftir tær sum: · Hevur drúgvar royndir við bókhaldi og Navision skipanini · Hevur viðkomandi útbúgving · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur ein eyðsýndan røkiskap í øllum tí tú gert · Hevur toymishugburð og er ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí. Almannaverkið søkir eftir náms frøð­ ingum og heilsurøktarum til ávikavist Sambýlið á Fugloyarvegi og til Sambýlið í Børkugøtu 1. Um størvini Sambýlið Fugloyarvegur • Tíðaravmarkað starv á 40 tímar um vikuna at seta frá 01.09.17 - 31.08.18, ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar fevna um alt samdøgrið. Á Sambýlinum á Fugloyarvegi búgva 5 borgarar við menningartarni. Talan er um fólk sum hava stóran tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt. Sambýlið í Børkugøtu 1 • Farloyvisstarv á 40 tímar um vikuna at seta frá 01.09.17 - 31.07.18, ella skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar fevna um alt samdøgrið. • Starv á 20 tímar at arbeiða 3. hvørt vikuskifti. Arbeitt verður leygardag og sunnudag. Á Sambýlinum í Børkugøtu búgva 6 borgarar við menningartarni og autismu. Talan er um fólk sum hava stóran tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt Setanar­ og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið. Tænastan er í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 6. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag ella Heilsurøktara-felagið. Freist Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.08.2017 kl. 12.00. av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: Námsfrøðingar og heilsurøktarar til Sambýlið á Fugl oy­ ar vegi og Sam býlið í Børkugøtu í Tórshavn Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn