hósdagur 17. august 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
5
ANNIKA KUNOY IM
Fleiri hunda- og kettueigarar hava
funnið skógarmottu, tað sum á donskum
verður nevnt skovflåt, á kelidjórum
teirra. Hetta sigur djóralæknastovan,
sum eisini mælir til, at hundar og kettur
verða kannaðar fyri skógarmottir, sum
síðani verða tiknar burtur á rættan hátt,
eru tær at finna á djórunum. Tað ber
til at fyribyrgja bit við eitt nú bravecto,
skrivar djóralæknastovan.
– Skógarmottan er ein motta, sum
sýgur blóð. Hon kann vera berari
av einari vandamiklari bakteriu og
elva til sjúkuna borreliose. Tí er tað
týdningarmikið, at mottan verður tikin
burtur so skjótt sum til ber. Verður
skógarmottan tikin burtur innan 24
tímar, er vandin fyri at fáa borreliosu
lítil, skrivar djóralæknastovan.
– Fyri at taka skógarmottuna burtur,
er best at nýta eina serliga mottu-
tong. Skuldi tað hent seg, at tú ikki
fært alla mottina úr, er best at ringja
til djóralæknan og fáa vegleiðing har,
verður kunnað.
Djóralæknastovan leggur afturat, at
tey sum búgva har, sum skógarmottan
javnan er at síggja, kunnu geva
djórunum fyribyrgjandi viðgerð. Hesin
heiligvágur ger, at mottan ikki bítur
seg fasta á djóri og fyribyrgir í tríggjar
mánaðir. Hesin heiligvágurin verður
útflýggjaður eftir ávísing.
HALLUR AV RANA
Sambært hagtølum hjá donskum
heilsumyndugleikum hava 22 kvinnur,
búsitandi í Føroyum, fingið fosturtøku í
Danmark síðani 1997.
Tað upplýsir danski
heilsumálaráðharrin Ellen Trane
Nørby í svari til fyrispurning frá
fólkatingsliminum Magna Arge, sum
í síðsta mánaði setti ráðharranum ein
§20 fyrispurning um talið av føroyskum
kvinnum, ið fáa fosturtøku í Danmark.
Ráðharrin upplýsir í svarinum,
at hagtølini byggja á tøl frá
Sundhedsdatastyrelsen, ið hevur fingið
tey til vega frá Register over Legalt
Provokerede Aborter, ið er skrásetingin
yvir allar framdar fosturtøkur á
donskum sjúkrahúsum og klinikkum,
men at hædd skal takast fyri, at
bústaður ikki er upplýstur hjá øllum
kvinnum.
Fólkatingslimurin setti ráðharranum
spurningin, tí hann ynskti at fáa greiðu
á, um ein av orsøkunum til lága talið av
fosturtøkum í føroyska heilsuverkinum
kundi vera, at føroyskar kvinnur fara
til Danmarkar at fáa fosturtøku, heldur
enn gera tað í Føroyum.
Í fyrispurninginum
vísti
fólkatingslimurin
á, at talið av
fosturtøkum
í Føroyum í
2016 var 36
fosturtøkur
fyri hvørji
1.000 fødd
børn, meðan
sama tal í
Danmark í 2014
var 259.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Tollarin sigur at
hashundurin ikki er
nakar Country Spaniel.
Hann hatar country sigst
Henrik Old breyt
ikki lógina, tá hann
noktaði at strika
bummgjaldið í
Vágatunlinum.
Statens Kunstfond
hevur keypt trý
listaverk eftir Jóhan
Martin Christiansen.
Kris Kristoffersen fekk
mánadagin 1.000
krónur í bót fyri at
smugla 3 gramm av
marihuana til Føroya
Peningurin frá
ráninum í Viðareiði í
fjør eru komnir aftur
íaftur, men tjóvurin
er ikki funnin.
Íløgufelagið Tjaldur
fer at byggja
hotellíbúðir undir
Bryggjubakka
Týsdagin legði ein
grind beinini
í Fámjin.
»Joints«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Talið á steypum, sum Real Madrid
hevur vunnið, síðani Zinedine
Zidane bleiv venjari í januar í fjør.
7
Kris Kristoffersen fekk
mánadagin 1.000 krónur í
bót fyri at smugla 3 gramm
av hassji og 26 joints til
Føroya í fjør. Ein joint er
ein marihuanasigarett,
sum oftast hondrullað.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Sæð á Facebook:
1. Deild hjá ÍF hevur
fund í kvøld. Á skránni
eru 32 innkomin mál
Lot til andøvsgul av suðri, 3
til 8 m/s, sum hækkar í ein
landnyrðing og makar nakað.
Sólglottar, men kanska okkurt
æl. Hitin millum 12 og 14 stig.
Gul til stívt andøvsgul av norðri,
5 til 10 m/s, sum sum frá líður
lækkar í ein útnyrðing. Skýggjað
og stundum regn ella ælaveður.
Hitin millum 9 og 13 stig.
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni
av ymsum ættum, undir 5 m/s.
Skýggjað og sólglottar, men okkurt
æl. Hitin millum 10 og 13 stig.
3-8 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
ANNIKA KUNOY IM
skógarmottan tikin burtur innan 24
Skógarmotta
funnin á fleiri
hundum og kettum
ALLUR AV RANA
spurningin, tí han
Fáar kvinnur til
Danmarkar at
fáa fosturtøku
Um orðið sigur Sprotin
1 (narko) hassj (tlm) torv
2 hassjsigarett
3 marihuanasigarett
øroyum.
ginum
in
ý
g
g
grind bein
í Fámj
Visti tú?
At nýggi fi lmurin hjá
Sakaris Stórá, Dreymar
við havið, verður
frumframførdur 6.
septembur?
OVASTEVNA