hósdagur 17. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
6
Skúlabyrjan:
LÍVSSTÍLUR
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
N
ú summarfrítíðin er lið-
ug og sjøtul er settur á
eitt nýtt skúlaár, eru
tað 716 børn í Føroyum,
sum byrja í 1. flokki. Bæði børnini
og foreldur teirra skulu laga seg
eft ir nýggja gerandisdegnum og
av bjóð ing unum, sum fylgja við.
Tað er stór broyting frá barna-
garði til skúla, og hóast barnið skal í
skúla og læra nýggju manna gongd-
ir nar uttan mammu og pápa sín,
so er ein væleydnað skúlabyrjan
tengd at góðum samstarvi millum
skúl an og heimið, og tað er um-
ráð andi, at foreldur gera sítt til, at
barnið fer at trívast, heldur Mari-
anna Skarðenni Poulsen, lærari og
lesi vegleiðari.
At vera skúlaklárur
Tað er ymiskt, hvussu tey á leið
sjey ára gomlu børnini, sum byrja
í fyrsta flokki eru fyri. Marianna
Skarð enni Poulsen greiðir frá, at
tað er ideelt, at børnini duga at bíða
eft ir tørni, tá tey fara í skúla, tí tað
er ógjørligt hjá einum lærara at
svara einum heilum flokki í senn,
tá tey hava eitthvørt, sum tey vilja
siga. Tó, so má barnið eisini vita, at
hó ast tað onkuntíð má bíða, so skal
tað ikki halda seg aftur, tí samskifti
er partur av skúlalívinum. Eisini
er umráðandi, at barnið dugur
at lurta, og lurtar eftir lærara og
floksfeløgum sínum og ikki bert
eftir sær sjálvum. Eisini má barn ið
læra, hvussu tosað verður inni í eini
skúlastovu í mun til, hvussu tosað
verður aðrastaðni í skúl an um.
Hetta kallar Marianna Skarðenni
Poul sen at tosa í rættari tónalegu.
– Lærarin brúkar nógva tíð
fyrsta árið at minna børnini á, at
tey nú mugu tosa spakuliga, lurta,
ella hugsavna seg. Hetta við, at tey
tosa spakuliga við ein, sum situr
við síðuna av, og at tey kunnu tosa
harð ari í forkorterinum er nakað,
sum tey mugu læra. Tað læra tey
í skúl anum, men foreldrini kunnu
stuðla hesum, og byrja at læra tey
hetta heima eisini, sigur hon.
Ein onnur avbjóðing hjá nógv-
um børnum, sum koma úr barna-
garði í skúla er at skula sita niðri í
longri tíð.
– Tað kann verða ein stór broyt-
ing hjá barninum, at nú skal tað
sita, tá vit hava tíma og bert renna,
tá tað er fríkorter. Tá barnið reisir
seg upp, tá tað ætlar sær, órógvar
tað undirvísingina, men tað er eis-
ini nakað, sum barnið skal læra,
sig ur hon.
Tað er serliga tað fyrsta hálva
ár ið, sum verður brúkt til at rætta
inn, og at læra barnið at ganga í
skúla.
– Hóast man ofta sigur, at man
skal gera skúlan fyri barnið og ikki
barn ið fyri skúlan, so má havast í
huga, at skúlin er ein læristovnur,
har vit hugsavna okkum í longri tíð,
hó ast man, sum skúlalógin eisini
sig ur, roynir at møta barninum
har tað er, sigur hon.
Praktisk viðurskifti
Tað kann tykjast einfalt, men tað
eru eisini praktisk viðurkifti, sum
gera, at barnið fer at trívast. Barnið
má vera fullsvøvnt og hava etið
morg un mat og gjørt skúlatingini,
tá tað kemur í skúla, men tað er
eis ini umráðandi, at barnið hevur
tey tingini, sum tørvur er á í skúla-
deg num.
– Tað er umráðandi, at skúla-
task an er pakkað, og tey tingini,
sum barnið skal brúka eru við.
Hev ur barnið fimleik tann dagin,
so skal fimleikataskan eisini við.
Børn ini leggja merki til hvønn
ann an og leggja til merkis, um eitt-
hvørt ikki er, sum tað skal vera hjá
sær ella hjá hinum, sigur Marianna
Skarð enni Poulsen.
Hon leggur afturat, at tað eisini
er umráðandi, at skúlabarnið skil-
ur, hvat er mítt og hvat er títt. Tað
kemur ofta fyri, at børnini ikki
hava skit tað. Eisini mugu for-
eldr ini ansa eftir, at barn teirra
kem ur í skúla til tíðina. Marianna
greið ir frá, at tað er sera skjótt til,
at stempul verður sett á eitt barn,
sum ofta kemur ov seint.
– Barnið minkar, tá tað fær at
vita, at tað altíð kemur ov seint,
sig ur hon og leggur afturat, at
tað eisini er nakað, sum foreldrini
kunnu hava í huga.
Ein væleydnað skúlabyrjan er tengd at
góðum samstarvi millum skúlan og heimið,
og tað er umráðandi, at foreldur gera sítt
til, at barnið fer at trívast, heldur Marianna
Skarðenni Poulsen, lærari og lesivegleiðari
FORELDUR
TÝÐANDI
LEIKLUT