hósdagur 17. august 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
7
Lesa saman
Tá børnini byrja í fyrsta flokki
verð ur farið undir at læra bók stav-
ir og at lesa, sum eitt av tí fyrsta. Tí
er umráðandi, at foreldur eisini eru
við á hesum økinum frá byrjan av
við at lesa fyri og seinni við børn-
um sínum hvønn dag.
Áðrenn børnini duga at lesa,
verð ur mælt til at lesa fyri teimum.
Nógv ir lærarar mæla til, at lisið
verð ur í 15 minuttir hvønn dag úr
bók, sum ikki hevur við skúla ella
skúlating at gera. Tá barnið byrj ar
at lesa kunnu foreldrini býta tíð-
ina upp, har barnið lesur nakrar
min uttir og foreldrini nakrar min-
utt ir, greiðir lesivegleiðarin frá.
Tá foreldur og børn velja tilfar,
so heldur Marianna, at tað hjálpir
væl uppá hugin hjá barninum,
um bøkurnar eru um okkurt, sum
barn ið hevur áhuga í.
– Á bókasavninum eru nógvar
góð ar bøkur, og barnið kann finna
sær okkurt, sum tað hevur áhuga
í. Eg vil viðmæla krabbabøkurnar,
sum eru býttar upp eftir tor leika-
stigi. Eisini gevur Nám nógvar
góð ar barnabøkur út, so nógv er
at velja í, sigur hon.
Tosa um hugtøk
Eisini er umráðandi at tosa saman
um tað, sum lisið verður, tí tað eru
nógv orð og hugtøk í lisna til far in-
um, sum barnið ikki skilur. Mari-
anna Skarðenni Poulsen heldur, at
av tí, at flestu børnini eru á stovni
saman við javnaldrum, so eru nógv
gerandisorð, sum tey ikki læra
natúrliga longur. Tí mugu for eldur
og lærarar seta sær fyri at greiða
frá tá lisið verður, so barnið ven ur
seg við orðini og hugtøkini. Eis ini
verður lættari at læra at lesa, tá ein
kennir fleiri hugtøk aftur í tekst-
un um, heldur hon.
– Fleiri orð tú kennir, fleiri orð
kenn ir tú aftur, tá tú fert at lesa,
stað festir hon.
Marianna Skarðenni Poulsen
greið ir frá, at tað er sera ymiskt,
hvussu skjótt børnini læra at lesa.
Summi børn duga longu at lesa, tá
tey byrja í skúla, ímeðan summi als
ikki duga. Tey flestu koma tó eftir
tí um jóltíðir.
Tá tey børnini læra at lesa
kunnu foreldrini hava í huga, at
tað hjálpir barninum um peikað
verð ur við fingrinum, tá man
lesur. Eisini kann man biðja barnið
peika, tá man lesur fyri tí, so tað
sær orðið, sum lisið verður, sigur
Mari anna Skarðenni Poulsen.
– Hetta er sovorið, sum vit gera í
skúl anum, men sum avgjørt eisini
er gott at gera heima, sigur hon.
Tað er ikki bert teksturin, sum
er umráðandi, tá barnið skal læra
bókstavir, orð og ljóð. Myndirnar
eru avgjørt eisini av stórum
týdningi, og tær geva nógv orð –
bæði til foreldur og barnið, heldur
hon.
Samband við onnur
Tey børnini, sum koma í flokk sam-
an skulu vera saman meginpartin
av tíðini í fleiri ár, tí vigar tað sosi-
ala sambandi millum børnini í
flokk inum eisini nógv.
Tað eru serliga flokslærarar, ið
taka sær av trivnaðinum í flokk in-
um, og Marianna Skarðenni Poul-
sen greiðir frá, at í fyrsta flokki eru
nógvir tímar í føroyskum, sum eis-
ini verða brúktir til at arbeiða við
ym isk um samansjóvandi evnum og
bólka arbeiði annars. Harumframt
er tað umráðandi, at heimini hava
í huga, at tá børnini verða boðin í
føð ing ardagar ella eitthvørt annað
hjá hvørjum øðrum, so skulu tey
fara, so ongin verður útihýstur.
Summir flokkar gera eisini vina-
bólk ar, har børnini fáa høvi til at
vitja heima hjá hvørjum øðrum.
Hon heldur, at tað er ymsikt,
hvussu væl slíkir bólkar rigga, tí
tað eru ikki øll foreldur, ið eru før
fyri at taka í móti børnunum. Tá
børn ini vitja í vinabólkum er tað av
all ar størsta týdningi, at foreldrini
hava okkurt fyri børnini og eru við
í tí, sum fer fram.
Ein annar møguleiki er, at for-
eldr ini skipa fyri tiltøkum nakrar
ferð ir um árið, har øll børnini við
for eldrum møta og gera okkurt
sam an. Tá fáa øll høvi til at síggja
hvønn annan og tosa saman.
Hon greiðir frá, at um man brúk-
ar foreldrini, so er tað góður fong ur
fyri flokkin og fyri einstøku børn-
ini. Onkuntíð hava foreldrini brúkt
sítt egna arbeiðslív ella frítíðarítriv
og til dømis bjóðað børnunum við
at hyggja, tá tey fletta.
– Tað hjálpir við trivnaðinum
hjá barninum, tá tað sær foreldrini
tosa við onnur foreldur, og tá
barn ið veit, at foreldurini ikki
tosa negativt um hini foreldrini,
børn ini ella lærarar, sum barnið
er saman við í gerandisdegnum,
sig ur Marianna Skarðenni Poulsen.
Úr faldarinum Tá barnið
byrjar at lesa
Tá tit lesa fyri barninum:
• Setið tykkum væl til rættis, so barnið
sær myndir og tekst í bókini
• Latið barnið kenna aftur og peika á orð í bókini
• Steðgið á og tosið um innihaldið,
orð, myndir og annað
• Greiðið frá, um okkurt er, ið barnið ikki skilir
Lagt til rættis hava: Helga Andreassen,
Gunnvá Dam og Tonnie Strøm
Tá barnið lesur fyri tær:
• Kanska skulu tit lesa eina ferð,
áðrenn barnið roynir seg.
• Sigið orðið, um barnið hevur trupulleikar
av tí. Umráðandi er, at barnið kemur
víðari og ikki missir hugin
• Ikki steðga barninum, um tað lesur skeivt. Rættið
bara um skeivleikin ger, at barnið ikki skilir.
• Tað er sera týdningarmikið, at tit rósa
barninum so upplivingin verður jalig.
• Um barnið heldur, at bókin er keðilig
ella ov torfør, so finnið aðra bók.
• Um barnið ynskir, so latið tað
lesa somu bók fleiri ferðir.
Lagt til rættis hava: Helga Andreassen,
Gunnvá Dam og Tonnie Strøm
Soleiðis stuðla tit barninum málsliga:
• Lesið dagliga fyri og saman við barninum.
• Syngið fyri og saman við barninum. Spælið
tykkum við rímum og ramsum.
• Tosið um tað tit gera ( ymiskt tit síggja,
les køkuuppskriftina, sjónvarpskránna,
ella okkurt úr bløðunum og spyr hvat
barnið hevur gjørt tann dagin).
• Hyggið at barnafilmum saman, steðgið filminum
og tosið um okkurt, ið er áhugavert at tosa um.
• Rættið ikki barnið, um tað sigur okkurt skeivt.
Takið setningin uppaftur við rætta málburðinum.
• Brúkið orðakort, har orð og bókstavir standa á.
Setið møguliga orðakort á lutir, djóramyndir o.a.
• Forteljið søgur og latið barnið fortelja
søgur, ið tað sjálvt finnur uppá.
Lagt til rættis hava: Helga Andreassen,
Gunnvá Dam og Tonnie Strøm