Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017 SOSIALURIN 95 14 TEMA: Fosturtøka Tær eru ikki sálarliga í topp form, og ongin av kvinnunum er fegin um støðuna. Tó kenni eg einki til tað, ið felagsskapir sum ProVita føra fram um, at flest allar kvinnur fáa seinárin MORTAN ØSTERØ MORTAN@SOSIALURIN.FO Á rliga verða um 30 fost urtøkur framdar í Føroyum, og vís andi til strongu treyt- ir nar, sum kvinnurnar skulu lúka fyri at fáa eina fost ur tøku, hevur støðugt verið ført fram, at føroysku læknarnir fara í so lætt um tulkingarnar av lógini. Kvinnurnar skulu nevni liga til samrøðu við bæði komm unu- lækna og síðani við serlækna, ið meta hvørt kvinnan kann fáa fost ur tøku sambært lógini. – Tað er sjálvandi er ymiskt hvussu lækn ar hvør sær def in era sálarligu og lik am ligu heilsuna hjá mammuni og fostrinum. Óan sæð hvussu restrik tivur abort poli tikk urin í ein um landi er, ásetir lógin eitt mark, og so verður rúm fyri tulk ingum. Men eg kenni meg abso lutt trygga við, at kvinnurnar upp fylla treyt- ir nar í Føroyum, og lækn arnir prakti sera eftir lógini, sig ur Katrin Kallsberg, yvirlækni. Sambært henni er eisini sjáld- an, at ósemjur eru um met ing ina av umstøðunum hjá kvinnuni mill um kommunulæknan og ser- lækn an. – Fyrst og fremst skal kvinnan sjálv ynskja eina fosturtøku. Síð- ani kannar kommunulæknin um hon lýkur treytirnar og vísir henni til okkara. Tær sjáldsomu ferð ir- nar, at vit hava eina øðrvísi fatan enn kommunulæknin, stendst oft ast av, at ein feriuavloysari er settur, sum kanska kemur frá ein- um øðrvísi landi við linari abort- lóg gávu, sigur Katrin. Kunnaðar Í viðtaluni fáa kvinnurnar eisini ve g leiðing og ráðgeving frá lækn- un um. – Vit tosa við kvinnuna, og kanna eisini um fostrið liggur inn an- ella uttanfyri lívmóðrina. Síð ani vissa vit hana um, at borð ið ikki fangar, men at hon til eina og hvørja tíð kann steðga til gongdini. Vil hon halda fram, tosa vit eisini um fyri byrging, so leiðis, at hon ikki kem ur í eina líkn andi støðu aftur, sigur Katrin Kalls berg, sum tó vísir á, at kvinn- urnar eftir umstøðunum eru væl fyri eftir fosturtøkuna: – Tær eru ikki sálarliga í topp- form, og ongin av kvinnunum er fegin um støðuna. Tó kenni eg einki til tað, ið felagsskapir sum ProVita føra fram um, at flest allar kvinnur fáa seinárin. Kvinn urnar eru allar rættiliga av kláraðar við støðuna – siga mínar royndir úr bæði Føroyum og Noregi, har abortin er frí, sigur Katrin Kallsberg. Hóast fosturtøkulógin í Før- oy um er frá 1956, gevur tað ikki forð ingar í arbeiðsdegnum, men Katrin Kallsberg heldur tað vera hósk andi við eini dagføring av lóg ini. – Lóggávan er fult brúkbar í arb eiðs degnum og loyvir millum ann að ávísum tulkingum. Tó eru læknavísindalig framstig hend, um framt at ávís krøv eru ótíð- ar hósk andi – sum eitt nú politi- vátt an um neyðtøku. Tá treingir lógin, reint læknaliga, til eina dagføring, soleiðis at hon end ur- speglar 2017 heldur enn 1956, sig- ur Katrin Kallsberg, yvirlækni í kvinnu sjúkum. KVINNUR AVKLÁRA Tað er ein tung avgerð at fáa fosturtøku, men kvinnurnar eru vanliga avkláraðar við støðuna, sambært Katrin Kallsberg, yvirlækna í kvinnusjúkum