Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. august 2017 sosialurin 95 23 Nógv ensk orð eru fastur part­ur av orða­feinginum bæði hjá børn­um og vaksnum, til dømis “cool” og “mega”. Um hetta er gott ella ringt kunnu tað vera ymsar mein­ingar um. Men ein sannroynd er tað, at tað føroyska málið hevur harð­ari kapping enn aðra staðni, tí teldu­ spøl, filmar og annað líknandi hjá børn­um og ungum ikki eru á okkara móðurmáli. Tað er eisini vorð­ið sera vanligt at tær føroysku barnasendingarnar verða valdar frá, tí tað er skjótari og lættari at finna ein útlendskan film á til dømis You­ tube og Netflix. Eg haldi eisini, at vit hava eina avbjóðing og eina uppgávu framm­ an fyri okkum, tá námsfrøðingar í vøggu­stovum greiða frá, at fleiri føroysk børn niður í 1-2 ára aldur til døm­is telja og syngja á enskum og nýta ensk orð fyri vanlig hugtøk, til dømis litir og fruktir. Snildfonir og teldlar eru nú ein so nat­úrligur partur av okkara ger­ and­is­degi, at tað ikki er óvanligt at eisini hesi yngstu børnini sita við hes­um tólum og sjálvi “youtuba” film­ar. Av tí at filmarnir ofta eru á ensk­um, verður tað eisini tað málið tey læra. Tað kann verða trupult at upp­byggja móðurmálið, tá tann út­ lendska ávirkanin byrjar so tíðliga. Hvussu skal barnið læra at brúka og benda t.d. orðið /reytt/, tá tað held­ ur, at tað eitur /red/? Tað er sera umráðandi, at tilfar til børn og ung verður umsett til før­oyskt og landsins myndugleikar eiga at taka hetta í størsta álvara. Samskifti og sosialir førleikar Málið er eisini eitt sosialt fyribrigdi, sum mennist best við at tað verð­ur brúkt saman við øðrum og tað kann verða trupult, tá vit eru upp­tikin av hvør sínum. Tí hevur tað stóran týdning, at for­eldu­r sita saman við børnunum og síggja føroyskar barnasendingar sam­an við teimum. Tá fær man eina fel­ags løtu, og tað ber til at tosa sam­an um tað, sum man hevur sæð. Tá tey lítlu børnini sita nógv við hvør sín­um skíggja, missa tey eisini tað sos­iala samspælið og samskiftið, sum tey kundu fingið, um tey ikki sótu við hesum tólum. Tá læra tey held­ur ikki at vera saman og fáa ikki ment teirra sosialu førleikar, sum tey skulu í barnaárunum, sam­ bært Albert Gjedde, professara og heila­granskara (TV2, 15/3-2016). Ein WHO rapport frá mars 2016 vísti, at ser­liga donsk børn (11-15 ár) brúka minni og minni tíð saman aft­an á skúlatíð. Albert Gjedde vísir á, at vit menn­iskj­ur ikki eru tvey-dim­en­ s­i­o­n­el og tí skulu vit vera fysiskt sam­an fyri at menna okkara sosialu førleikar. Vit kunnu læra nakað av teim­um sosialu miðlunum, men hetta kann ikki koma í staðin. Vit skulu vera saman fyri at læra at avlesa hvønnannan. Hann stúrir fyri, at tey børnini, sum nú vaksa upp, gerast sosialt inkompetent, tí tað gerst alsamt meira vanligt, at tey smáu børnini eisini sita hvør sær við hesum tólum og eru minni og minni saman. Hetta kann hava við sær, at tað grundleggjandi samskiftið ikki verður ment nóg væl. Vit vaksnu og okkara talgildi atburður Tað er ikki bert børnini, sum eru upp­tikin av tøknini. Vit vaksnu eru ikki minni upptikin, kanska meir í mongum førum. Vit lesa tíðindir og yvirskriftir á ymiskum tíðindaportalum og eru á sosialum miðlum, sum tildømis Facebook, Mess­enger og Instagram. Tað er ein nat­úrligur partur av okkara gerandisdegi og vit fáa lætt og ó­makaleyst samskift við okkara kæru, sum ikki eru nærindis. Hetta er eitt sera gott amboð, men vit noyð­ast at hugsa um, hvørjum tíðin fer frá og hvussu vit samskifta við okk­ara kæru, sum eru hjá okkum? Herumframt hava nógv eina snild­fon sum arbeiðstelefon og hetta gevur møguleika at arbeiða heim­an­ífrá. Umframt at avgreiða tele­fon­sam­røður er lætt og skjótt t. d. at lesa og svara teldupostum. Hetta er eisini eitt hent og gott am­ boð og kemur kanska serliga væl við hjá barnafamiljum, sum hava tørv at kunna flexa millum privat- og ar­beiðslív. Tað er tó neyðugt at handfara øll hesi góðu amboð við størsta skyn­ semi, so tað ikki órógvar okkara sam­veru við børnini. Samskiftið við børnini kann vera í vanda, tá vit vaksnu eru ov upp­tikin og bundin av tøknini (Jesper Juul, TV2 Østjylland 20/6-17; Jonas Proschold, Politiken 18/6-17). Tá fáa tey ikki tað uppmerksemið, tey skulu hava fyri at menna seg kenslu­liga, sosialt og málsliga Sam­stundis síggja børnini, at tað er í lagi at vera á snildfonini ella teldli­num allatíðina, tí vit vaksnu gera tað. Børnini gerast sostatt eisini bund­in av hesum eins og vit vaksnu og so­leið­is melur tann keðiliga ringrásin. Vit vaksnu mugu hugsa um, hvat vit sjálvi gera, tí vit eru fyrimyndir hjá børnunum. Vit eiga øll ábyrgd og kunnu øll gera mun Um ringrásin skal steðga og mynstr­ið broytast, mugu vit, ið eru um børn, leggja telefonina og teld­ilin frá okkum, tá vit eru saman við børn­unum, bæði tá tey eru lítil, størri og stór. Tað er ongantíð ov seint at byrja. Tað eru vit for­ eld­ur, sum eisini skulu menna sos­ialu og málsligu førleikarnar hjá okkara børnum. Málið hevur eis­ini beinleiðis samband við lesi- og skrivimenningina, so tað hevur eisini sera stóran týdning fyri skúlagongdina hjá børnunum, at tey hava fingið so gott í beinið sum til ber, áðrenn tey fara í skúla. Vit vita, at tað er gott fyri málsligu menn­ingina at vit syngja og lesa við teim­um. Men vit skulu eisini geva okkum tíð bara at práta við børnini og lurta eftir teimum og geva teimum tað besta uppmerksemið, vit eiga, eisini í gerandisløtunum. Okkum dáma øll at fáa upp­ merk­semi frá tí, sum vit tosa við. Tað er ong­antíð stuttligt at tosa við ein, sum ikki tykist at lurta og sum ikki legg­ur í at svara. Samrøðan gong­ur eisini betri, um báðir partar eru við. Børnini hava tørv á at fáa nógv­ar góðar gerandisløtur, har tey sleppa at venja samskiftið og mál­ið. Vit læra málið við at brúka tað og tað er í gerandisløtunum, at børnini kunnu venja málið. Tað er her, at tey kunnu venja seg at seta orð og setningar saman. Tað eru gerandisløturnar, ið gera mun­in og tað er heima, at vit skulu geva hesum ans, tí tað eru har, at skíggj­ ar­nir fylla. Á allarflestu dagstovnunum verð­ur gjørt eitt stórt arbeiði at menna børnini, eisini málsliga. Men sum alla aðra staðni er tíðin knøpp og børnini mong og tað kann vera av­mark­að, hvussu nógv beinleiðis sam­band eitt barn hevur við ein vaksn­an gjøgnum dagin. Tað er nettup hetta beinleiðis sam­band, sum kann menna barn­ið, um tað annars er eitt gott og gev­andi samband, sum gevur barn­inum møguleika at menna sam­skifti og mál. Tann dagliga mál­ menn­ing­in nýtist ikki altíð at vera skip­að. Tað kann vera nokk bara at vera til staðar í løtuni. Vera lurtandi og forvitin og hoyra og síggja barn­ ið, har sum tað er og hetta skal man sjálvandi eisini minnast til á dags­ tovnunum. Vit eiga øll at finna næ­r­ veruna fram, tí vit eiga øll á­byrgd­ ina og vit kunnu øll gera mun. tíðargrein Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Lisbeth Gotved Petersen, taliráðgevi hjá børnunum íggja FAKTA  Lisbeth Gotved Petersen er út­búgvin audiologopedur, tali- hoyri- og lesiráðgevi frá Køb­en­havns Universitet í 1997 og hevur seinastu 10 árini starv­ast sum taliráðgevi hjá Sernámi.  Hon og maðurin hava til­sam­ ans seks børn í aldrunum 14-26 ár og búgva í Havn. Tað er alneyðugt, at øll vaksin, ið varða av børnum, avmarka nýtsluna av til dømis tele­ fon­um og teldlum, tá tey eru saman við sín­um egnu børnum og saman við øðrum børnum, sigur Listbeth Gotved Perersen, taliráðgevi í Tíðargreinini í dag