hósdagur 17. august 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. august 2017
sosialurin 95
22
kjak
Um børnini skulu menna teirra
mál og samskifti, mugu vit
vaksnu vera nærverandi.
V
it liva í einari talgildari
verð, og talgildir miðlar
eru natúrligir partar av
okkara samfelag og av
okkara samskifti. Hetta er komið
fyri at vera, og meira kemur afturat,
tí framtíðin er eisini talgild.
Vit hava nógvar fyrimunir av
tøknini, men ein vansi kann vera, at
vit gerast so upptikin av tí talgildu
verðini og tí samskiftinum, sum
er har, at vit gloyma, at annað
samskifti og virksemi eisini krevur
okkara ans.
Vit vita til dømis, at um vit nýta
telefonina, tá vit koyra bil, vísa vit
ikki ferðsluni nóg stóran ans, og
ólukkur kunnu henda. Fokus er á
hetta, og vit fáa bót, um vit verða
tikin í hesum.
Samspæl og samskifti við barnið
krevur eisini, at vit vísa barninum
ans, men um okkara uppmerksemi
er meira á t. d telefonini, fær barnið
ikki tað uppmerksemið, sum krevst
fyri at tað kann menna samskifti
og tilogna sær sosialar og málsligar
førleikar.
Børnini hjá okkum hava tørv
á og fara altíð at hava tørv á at
vit vaksnu eru nærverandi. Tí tað
er gjøgnum beinleiðis samband
og samspæl við onnur, at henda
menning vanliga fer fram. Tað er
tí neyðugt, at vit eisini fáa fokus á,
hvussu vit nýta skíggjar, tá vit eru
saman við børnum.
Tað fyrsta samspælið
Tað fyrsta natúrliga samspælið
millum barnið og tann vaksna er
sera týdningarmikið. Tað er her,
grundarsteinurin fyri alt samskifti
verður lagdur. Barnið lærir at vera
saman við øðrum og lærir, hvussu
samspæl og samskifti fer fram.
Tað lærir millum annað at vísa
og deila uppmerksemi, at brúka
og skilja eygnasamband og and
litsbrøgd, og at eitt samskifti fer
báðar vegir. Vanliga læra tey flestu
børnini at fara í hetta samspæl
bara við at vera saman við øðrum.
Stigvíst mennir barnið teir eg
inleikar, sum eru neyðugir fyri at
kunna samskifta og fara í samspæl
við tey menniskjur, sum eru um
barnið og hava umsorgan fyri tí.
Hetta fyrsta samspælið er sostatt
grundleggjandi fyri ta fyrstu
menningina, men eigur eisini at
vera grundleggjandi fyri samskifti
í víðari menningini (Hewett et al.
2012).
Tað kunnu tó vera íbornar
umstøður, sum gera, at henda
menning er seinkað ella tarnað.
Um hetta grundleggjandi fyrsta
samspælið verður órógvað av tele
fonum og tøkni hjá okkum vaksnu,
kunnu vit hugsa okkum, at tað
kann gerast trupult hjá summum
børnum at menna samskiftið og at
tilogna sær málið. Tí er alneyðugt,
at øll vaksin, ið varða av børnum
avmarka nýtsluna av t. d. telefon
um og teldlum, tá tey eru saman við
sínum egnu børnum og saman við
øðrum børnum.
Mítt starvsliga og egna
bakstøði fyri hesa grein
Seinastu 10 árini havi eg sum
taliráðgevi havt mína dagligu
gongd á dagstovnum í Føroyum.
Eg starvist við børnum sum av
ymiskum orsøkum hava tørv á
at fáa taliundirvísing og veiti
starvsfólkum og foreldrum
ráð og vegleiðing, tá børn hava
avbjóðingar innan mál og talu.
Tá eitt barn hevur tørv á taliund
irvísing eru serligar umstøður, sum
gera tað avbjóðandi hjá barninum
at vera í vanligari menning og tí
kann tað vera neyðugt at arbeiða
beinleiðis við hesum undir skipað
um og friðarligum kørmum.
Tá eg byrjaði í hesum starvi fyri
10 árum síðani, kendu vit ikki til
snildfonir og teldlar, og vit vistu
sjálvandi ikki, hvønn týdning tað
seinni fór at hava fyri samskiftið
millum vaksin og børn. Tá var fokus
á, at børn í Føroyum hoyrdu alt ov
nógv útlendsk mál í sjónvarpinum
og á telduni og at hetta kundi ávirka
tey málsliga.
Sum taliráðgevi upplivdi eg eisi
ni, at serliga tey børnini, ið ikki vóru
sterk málsliga, fingu eyka trupull
eikar við at tilogna sær tað føroyska
málið, tí tey vórðu ávirkað serliga
av donskum og enskum filmum og
spølum.
Hóast nógvar góðar føroyskar
barnaløtur vóru at síggja í sjón
varpinum, var tað ikki nokk. Tað var
ein stórur saknur, at tað ikki bar til
at keypa tær umsettu barnarøðir
nar, sum til dømis Mumi og Mowgli.
Tá mínar gentur vóru lítlar, vóru
millum annað hesar barnarøðir ein
partur av okkara gerandisdegi, tí vit
vóru so heppin at hava eina ommu,
sum tók upp fyri okkum, og tí bar til
at síggja tað aftur.
Ofta hugdu vit eftir tí saman og
eg ivist ikki í, hvussu stóran týdn
ing tað hevur havt fyri tær at hoyra
tað føroyska málið í hesum røðum
og vit eisini kundu tosa saman um,
hvat hendi í filmunum.
Heima hjá okkum hava eisini
fleiri mál verið (føroyskt, danskt
og enskt) eins og í nógvum øðrum
familjum, og tað var tí eisini serliga
neyðugt at leggja dent á tað før
oyska máli.
Í 2008 var arbeitt fyri at fáa
Mentamálaráðið at raðfesta hetta
økið, so tað kundi lata seg gera at
keypa hesar umsettu barnarøðir og
annað føroyskt tilfar. Tað kom onki
burturúr, og í dag hevur Kringvarp
Føroya enn ikki rættindini til um
sett tilfar og tað kann tí ikki liggja á
heimasíðuni.
Tøkni og tann málsliga
ávirkanin í dag
Tíðirnar broytast og málini broytast
sjálvsagt eisini við hesum og tað
er onki nýtt í tí. Í dag hoyra børn
í Føroyum enskt eins og í øðrum
londum og tað er vorðið vanligt
at børn brúka enskt (og danskt)
bæði í spæli og dagligari talu.
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo
Meiningar og kjak
Latið nærveruna vera h
heldur enn á einum skí