Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017 SOSIALURIN 95 21 Kappingar seta dám á dagin Á Sjómannadegnum í ár verður møgu ligt, at kappast í at fiska við tráðu, skera agn, egna, baka køkur, svimja um vágna, bøta trol, halda dregg, togtogan, sjómanstaki og so er eisini føroyameistarakapping fyri pør í at vinda hespur upp í noða. – Vit hava roynt ymiksar kapp- ing ar gjøgnum árini, og hava hildið fast í hesum konseptinum, tí tað hevur sett ein serligan dám á dagin, sigur Karl Birgir Isaksen. Eina árið varð ein roynd gjørd at finna heimsmeistara í egning. Tá varð vitjað í Íslandi og í Noregi, men tað datt niðurfyri, tí hini londini ikki fingu fíggjað kappingini. John William Joensen leggur aft- ur at, at grundtankin var at seta fokus á fiskivinnuna, og harvið eisini menn, sum arbeiða í vinnuni, og sum vanliga onki fokus er á. – Tá fingu vit tankan um at gera ein egnara til heimsmeistara. Tað hevði verið ótrúligt, sigur John William Joensen. Skráin útviklað gjøgnum árini Teir halda allir tríggir, at skráin á Sjó mannadegnum er ment nógv hes ir 13 Sjómannadagarnar, sum hava verið. Tað er vaksið um talið av spennandi ókeypis tiltøkum, og í ár eru eisini skjóttgangandi bát ar og Silja Star siglur túrar við ferða- leiðara til Mikladals at hyggja at Kópa konuni. – Skráin hevur ment seg hesi ár- ini, men Sjómannadagurin hevur eis ini megnað, at fylgt við tíðini so- leið is, at hann enn er viðkomandi og áhugaverdur, halda teir tríggir fyri skipararnir. – Vit halda fast við bygnaðin av skránni, men vit leita eisini eftir ym iskum serstøkum, sigur hann, og greiðir frá um tað eina árið, tá ein livandi springari var við á deg- num. – Tað hevði verið eitt spring- ara dráp tað árið, og vit høvdu lat ið tann eina springarin liva, so leið is, at hann kundi vera við á Sjó manna deg num. Tað var nakað heilt ser ligt, tí vit blivu øll so góð við hendan springaran, sigur hann. Nú er Sjómannadagurin vorðin so mikið stórur, at í fjør og fyrraárið vóru á leið 10.000 fólk til tiltakið, so fyrireikararnir hugsa ikki líka nógv um at finna agn, sum lokkar fólk til Klaksvíkar, men halda seg til bygnaðin av skránni og savna seg eisini um ókyepis matin, verður greitt frá. Maturin Tað eru summi ting, sum heilt víst eyðkenna Sjómannadagin. Eitt teirra er maturin, og serliga er tað hágóðsku Fish&Chips máltíðin frá Papa’s Barn úr London, sum sein- astu árini hava verið støðugt mill- um topp 10 av bestu Fish&Chips kokk un um í Stórabretlandi. Fisk- ur in er fyrsta flokksvøra frá Gad- us, og kipsið verður framleitt úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnaði til enda mál- ið. Papa’s Barn hevur verið við á Sjómannadegnum í fleiri ár, og eru so væl umtóktir, at fólk í fjør stóðu og bíðaðu eftir átuliga skund verð- un um í heili fimm tímar, greiða teir trígg ir frá. – Tað er ein hugni í, at fólk tíma tað, flennir Karl Birgir Isaksen, men leggur afturat, at umframt Papa’s Barn, letur Kristian í Grót- in um makrel rættir bæði til vaks in og børn, og Bakkafrost tekur skip- ið Martin úr sigling, og umborð verð ur laksur grillaður til tey svongu, sum ikki vilja standa og biða eftir fiski og kipsi í tímavís. Tað verða leiðararnir og stjórarnir í Bakkafrosti, JFK og Kristiani í Grót inum, sum fara at servera mat in. – Tað er eisini umráðandi, at fólk síggja hesi andlitini, sum tey hoyra um dagliga í tíðindunum. Tá tosið bert verður um kvotur og trup ul- leikar er skjótt til, at tað ikki verð ur varnast, hvussu nógv eisini verð ur givið til samfelagið, sigur Karl Birg- ir Isaksen. Standa saman Spurdir um, hvat teir 10 mennirnir, sum skipa fyri Sjómannadegnum fáa burt urúr at brúka so nógva tíð og orku uppá eitt slíkt tiltak ár eftir ár, siga teir, at teir frøðast um, at kunna standa saman um hetta í Klaks vík ini. – Vit eru bert ein lítil partur av deg num, tí onki av hesum hevði ver ið veruleiki, um ikki vinnan stuðl aði og var við, sigur Karl Birgir Isak sen. – Vit vilja økja um vælveruna hjá borgarunum í samfelagnum, sum vit búgva í. Tað hevur nakað at siga, at samfelagið er áhugavert og at tað hendir nakað har, sum vit eru, sigur Oliver Joensen. – Hvørt ár tá vit enda tiltakið havi eg tár í eygunum, tí man verð- ur rørdur av, at tað møta so nógv fólk upp. Tað er fantastiskt, tá alt eydnast og dagurin er liðugur, sig- ur Karl Birgir Isaksen at enda. Skráin til Sjómannadagin er at finna á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Karl Birgir Isaksen, Oliver Joensen og John William Joensen leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til Sjómannadagin Vatnkríggj á keiini á Sjómannadegnum. Mynd: Oliver Joensen