hósdagur 17. august 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
20
SJÓMANNADAGURIN
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Á
kontórinum
hjá
Karl Birgir Isaksen
í Klaksvík sita teir
tríggir: Karl Birgir
Isak sen, Oliver Joensen og John
Willi am Joensen og fyrireika Før-
oya Sjómannadag 2017, sum verður
hild in í Klaksvík fyri trettandu ferð
um vikuskiftið.
Tiltakið er vaksið nógv, síðani
tað fór av bakkastokki fyri fyrstu
ferð í 2005, og í fjør og fyrra árið er
mett, at fleiri enn 10.000 fólk vitjaðu
í Klaksvík á Sjómannadegnum.
Fólksliga og familjuvinaliga tiltakið
heiðr ar teimum, sum arbeiða í
fiski vinn uni og tá Sjómannadagur
er, síggjast fleiri bátar liggja stilt,
tí mannskapurin skal halda Sjó-
manna dag.
Fiskivinnan
viðkemur øllum
Oliver Joensen, sum tey flestu
kenna sum fyrrverandi blað-
stjóra á Norðlýsinum, greiðir
frá, at hugskotið til Føroya Sjó-
manna dag kom, tá hann í 2004
sæt í flogfarinum á veg heim úr
Dan mark. Tá kom hann í prát við
Niclas Hera Jákupsson, sum tos-
aði um, at tað hevði verið uppá
sítt pláss, at gjørt okkurt til tak
í Klaksvík og saman komu teir
tá fram til hugskotið um ein sjó-
manna dag.
– Umhvørvið hjá okkum her í
Klaksvík er sjógvurin, og fiski vinn-
an viðkemur hvørjum hús ar haldi
, so tað var upplagt at royna ein
sjómannadag, sigur Oliver Jo en-
sen.
– Vit vóru á leið 10 mans, sum
skip aðu fyri degnum og tann
fyrsti sjómannadagurin líktist
ikki sjómannadegnum, sum hann
er í dag. Tá løgdu vit stóran dent
á spøl umborð á skipum og slíkt,
sum sjómenn fáast við, leggur
hann afturat.
Árið eftir varð ein sjálvs ogn ar-
stovn ur stovnaður við tí endamáli
at nøra og varðveita áhugan fyri
fiski vinnuni á sjógvi og landi, og
at kveikja áhuga fyri tí, ið hevur
við sjógvin at gera.
Tað árið varð eitt lítið telt sett
upp við eini mikrofon, og tað stóra
á degnum var ymisku kapp ing ar-
nar, sum fólk kundu lut taka í. Hetta
árið vitjaðu á leið 500 fólk tiltakið í
Klaksvík. Tey fyrstu árini mentist
tiltakið so líð andi, og tað varð
seinni flutt út í Klaksvíksgarðin í
vestara havna øk ið vegna plásstrot.
Teir tríggir greiða frá, at Sjó-
manna dag urin hevur dugað væl, at
fylgt við soleiðis, at fólk allastaðni
frá kenna seg væl kom in til Klaks-
víkar hesar dag ar nar. Tað er um-
ráð andi fyri fyri skip ar ar nar, at
politikkur ikki verður blandaður
upp í tiltakið, hóast orða skifti er
hvast í løtuni.
– Hóast tað hevur verið trýst á
okkum viðhvørt, so halda vit harða
linju, og vit eru ópolitiskir, sig ur
John William Joensen.
Ókeypis tiltak
– Eg helt, at tað var ótrúligt, at man
kann gera eitt so stórt ókeypis til-
tak í Klaksvík, sigur Karl Birgir Is-
ak sen, tá hann verður spurdur um,
hví hann valdi at vera við til, at fáa
eitt slíkt tiltak á beinini.
– Ongin hevur fingið løn á Sjó-
manna degnum, men onkur hevur
onk un tíð fingið samsýning fyri at
hava brúkt nógva tíð uppá tiltakið.
Ítr ótt ar feløgini í Klaksvík hava
eis ini bakkað tiltakinum upp fyri
samsýning til feløgini. Tó, so hava
vit goldið fyri hondverkarar til ljóð
og annað. Eisini hevur Sjó manna-
dag urin goldið fyri undirhaldið,
sum er á degnum, greiðir Karl Birg-
ir Isaksen frá.
Hann leggur afturat, at enda-
mál ið hevur verið, at fingið fyri tøk-
urnar í landinum at taka lut. Hetta
hevur eydnast, og í ár er fyrsti
Sjómannadagur, har als ong in søla
av nøkrum slagi er á øk inum.
– Í ár er alt ókeypis, staðfestir
hann.
Hann leggur afturat, at orsøkin
er, at Sjómannadagurin verður
stuðl aður av Gados, Kristian í
Grótinum samtakinum og Bakka-
frosti. Eisini stuðlar MBM við
kakao og ísi til børnini, og ótelj andi
aðrir stuðlar lata gávur, vinn ing ar
og annað.
– Tað er ótrúliga nógvur stuðul
lat in til Sjómannadagin. Eg havi
sett eitt roknistykki upp og eg meti,
at tað, sum Sjómannadagurin fær
í gávum er vert á leið 1,3 milliónir
til sam ans, staðfestir Karl Birgir Is-
ak sen.
Orsøkin til dygga stuðulin er, at
konseptið er sett saman á ein ávís-
an hátt, heldur hann.
– Tað er ókeypis, rúsfrítt og man
gleðir familjurnar, staðfestir hann.
Øll tiltøkini, sum eru í Føroyum
um summarið eru kostnaðarmikil,
og tað kostar nógv hjá eini barna-
fam ilju at luttaka í stevnum og
festi valum. Hetta er eitt alternativ
til tað, og tí halda fyrireikararnir,
at undirtøkan hjá teimum, sum
stuðla og teimum, sum luttaka er
so góð, sum hon er.
Eisini er tað umráðandi, at
Klaksvíkin stendur saman um
tiltakið, sum er rúsfrítt og fam ilju-
vinaligt. Rúsdrekka hevur ong an-
tíð verið fokus á degnum, og tað er
møgu liga eisini tí, at fleiri stuðlar
velja at stuðla degnum, greiðir
Oliver Joensen frá.
Hvørt ár tá vit enda tiltakið, havi eg tár í
eygunum, tí man verður rørdur av, at tað møta
so nógv fólk upp, sigur Karl Birgir Isaksen, ein
av fyriskiparunum av Føroya Sjómannadegi,
sum verður í Klaksvík um vikuskiftið
Føroya Sjómannadagur:
y
FISKIVINNAN
VIÐKEMUR
OKKUM ØLLUM
Vatnkríggja millum bátarnar á Sjómannadegnum.
Mynd: Oliver Joensen
Kapping í togtogan á Sjómannadegnum.
Mynd: Oliver Joensen