hósdagur 17. august 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
25
So upprann dagurin!!
Veðrið dagarnir frammanundan
hevði ver ið so heilt fantastiskt,
men tað var tað ikki hendan dagin!
Tað regnaði aaaalla tíð! Gott nokk
gavst tað við at regna, tá veitslan
byrjaði kl. 19, men tá kundi tað
hava ein lort, tí tá høvdu vit verið
og tikið myndir.
Dagurin byrjaði við, at eg fór til
Kitty at seta hár og leggja makeup.
Hon kom tíbetur norðureftir at
gera tað, so slapp eg frá at ferðast
alt for langt tann dagin. Eg haldi,
at vit byrj aðu kl. 10, og eg var liðug
uml. kl. 14. Mynda tøkan var kl. 15,
so tá máttu vit øll vera klár, men
vit vóru eitt sindur ov sein, tí altíð
tekur tað longri enn ætl að. Vit
droppaðu at seta slørið í hár ið tá,
tí klokkan var so nógv.
Av tí tað regnaði so illa, tóku vit
myndirnar inni í skúlanum í Gøtu-
gjógv, og tað riggaði bara heilt væl.
Sjálv andi hevði tað verið nummar
eitt at tikið myndirnar úti, tí tað
hev ur verið mín dreymur allatíð,
men ikki nógv at gera við tað.
Men tað er ikki frítt, at eg blívi eitt
sind ur øvundsjúk, tá eg nú síggi
brúð ar mynd ir hjá øðrum, sum
eru tiknar úti. So um eg renni meg
í onkrar á net inum, so scrolli eg
skjótt forbí tær. Tað, sum eygað
ikki sær, fær hjart að ikki ilt av ha?!
Myndatøka
Meðan vit taka myndirnar í skúl-
anum, síggi eg at bilar byrja at
koma í kirkjuna. Hufff, tá fóru
summ arfuglarnir í búkinum
ígongd!! Men tað góða er, at mað-
ur in stýrir “show’inum” í kirkjuni,
so um onkur feilur var gjørdur har,
so var tað hansara skyld. So kundi
eg í hvussu so er hvíla í tí.
Myndatøkan gekk fínastaslag.
Minsti sjeikurin hjá okkum var
slett ikki í stødinum til at taka
mynd ir, og hann megnaði eisini
at oyði leggja brystpyntið hjá Jan
bein anvegin, men tað flentu vit
bara eftir, tí hvat annað skal man
gera.
Vígslan
Vígslan skuldi byrja kl. 17, og eg
minn ist ikki heilt, hvat klokkan
mynda tøkan var liðug, men tað
var eitt lítið kaos, tá vit komu
heim. Klokkan var uml. 16.50, og
slør ið skuldi setast í, men kamb ur-
in á slørinum vendi galið. Eg hevði
tí betur Kitty hjá mær, so hon var
so fix at taka kambin av, og setti
slør ið fast við hárnálum. Tað tók
eina løtu, so vit vóru eitt sindur ov
sein, men tað skal man jú vera ha?
Eg var so forferdiliga nervøs, og
hevði roynt at drukkið teir ring-
astu nervarnar burtur við sjam-
panju, men tað var so lítið eg drakk,
so tað hjálpti ikki ein skid.
Tað var eisini virkuliga strævið
at vera í hesum kjólanum, og for-
ferdi ligt at seta seg í bilin!! Eg mátti
lyfta kjólan so langt upp, tí tað
regnaði so illa, og túnið hjá okk-
um er ikki tað allar lekkrasta, so eg
mátti passa so væl uppá at kjólin
ikki bleiv skitin. Eg vísti sikkurt
reyv fleiri ferðir, tí eg mátti lyfta
kjól an so langt upp, men screw
that! Og so at squeeza seg í bilin við
hesum stóra kjólanum…tað hev ur
nokk verið ein saftig sjón.
Í bilinum á veg yvir í kirkjuna
tóku nervarnir ordiliga yvir. Eg
rist ist og skalv, og Jan royndi at
sissa meg, men tað nyttaði yv ir høv-
ur ikki. Tá vit koyrdu niðan brekk-
una við fótbóltsvøllin, hugdu vit
inn eftir dalinum, og sóu at bilurin
hjá svigerinnuni stóð í ánni, sum
rennur framvið bygd ina. Vit vistu
beinanvegin, at hon allarhest hevði
gloymt at hál að hondbremsuna
upp, tí tað kem ur meira enn so fyri
her, at ein bil ur stendur í ánni, tá
fólk gloyma hond bremsuna, ella
at seta bilin í gear, tá tey sløkkja
hann. Tað redd aði mær totalt, tí tað
var so óluk sáliga stuttligt at síggja.
Eg gloymdi alt um nervarnar, og vit
sótu og flentu í kíki allan vegin til
kirkj una.
Løtan í kirkjuni var góð. Fyri
mítt viðkomandi, at tað var tann
all ar størsta og besta løtan, so hana
nýtti eg ordiliga.
Mín elsta systir sang sangin hjá
John Lennon “Grow old with me”,
og tað var eitt yvirraskilsi frá mær
til Jan. My favorite song!! :)
Hon hevði eisini nøkur systk-
ina børn við at hjálpa sær at syngja,
babba spældi undir við guitar, og
eitt systk inabarn hjá mær sat við
klav er ið. Shit tað var ein deilig løta
altso!! Jan sat og tútaði allatíð, so
eg visti, at hann eisini var glaður
fyri tað. Hann byrjaði at túta tá,
og hann græt næstan allan dagin.
Mín keri er so fittur og følin. Eg sat
og klípti meg sjálva í hondina, tí eg
vildi ikki oyleggja mítt makeup.
Elin borg Pállsdóttir sang eisini
"Can't help falling in love” hjá Elvis,
og tað var eisini fantastiskt!! Tað
var eisini eitt yvirraskilsi til mín
frá Jan :)
Vígslan gekk væl, men tá vit
skuldu upp at offra, traðkaði Jan
á mítt slør!! Eg hevði akkurát lagt á
tað síðsta offurstaðið, og var á veg
oman, tá hann traðkaði á tað. Tí-
betur hevði Kitty fest tað so væl, at
tað datt ikki av, men tað er so eisini
okkurt vit kunnu flenna eft ir.
Veitslan
Veitslan var eisini góð. Har var
gott lív í allatíð, og har vóru eisini
nógv fleiri talur, enn eg hevði
væntað. Mín familja er ikki nøkur
“talarafamilja”, men tað vóru
faktist fleiri, sum reistu seg upp
at siga okkurt. Enntá babba reisti
seg upp og segði nøkur orð. Hann
er meira sangskrivarin enn talarin,
so vit mundu øll dottið uppeftir, tá
hann reisti seg upp. Fræta eg helt,
at tað var cool altso! Fyrstu ferð
í lívinum, at hann hevur hildið
talu, og hann kláraði seg bara heilt
væl. Eg helt sgu eisini eina talu
fyri fyrstu ferð, so har vóru fleiri
greinsur fluttar tað kvøldið.
Lív Næs og Tróndur Enni komu
at syngja nakrar sangir, og tað var
eisini virkuliga gott. Brúðarvísuna
og brúðarvalsin kundi eg gott livað
uttan, men tað vildi Jan so gjarna,
so tað gjørdu vit. Men at skera
brúðarkøkuna tímdi eg so slett
ikki! Eg ætlaði faktist slett ikki
at hava nakra brúðarkæku, men
tað bleiv so til tað alíkavæl, men
vit skóru hana ikki…dertil og ikke
længere! Hon bleiv sett á borðið,
og so var tað bara at fáa sær.
Familjan hjá mær hevði leigað
sær buss heim, so tey fóru avstað
uml. kl. 03, so tá haldi eg, at brúd-
leyp ið mestsum endaði, tí tá fóru
næst an øll. Tey, sum vóru eftir
hjálptu til at rudda av.
Svigermor koyrdi meg og børn-
ini heim, meðan Jan var eftir í
bygd ar húsinum, og hjálpti til at
rudda tað seinasta burtur.
Eg vildi sleppa úr kjólanum sum
skjótast, so vit skundaðu okkum
inn. Tá vit komu inn sá eg rósubløð
liggja á trappunum uppá loftið og
inn í okkara kamar, og so sjálvandi
eisini víðari har frá og til songina,
og á songini eisini. So hekk eitt
“just married” skeltið uppiyvir
songini, og á songini stóð ein kurv
við øllum møguligum lekkrum í.
Bomm, kips, sodavatn og you name
it. Eitt kort lá eisini kurvini, og tað
var ein heilsan frá vinkunum hjá
mær í Kollafirði, sum høvdu gjørt
hettar…maaa tað var lekkurt altso,
og kurvin kom óluksáliga væl við!!
:) Allar kvittarnir fyri tað, sum tær
høvdu keypt lá eisini í kurvini, so
tað fingu vit eisini “eitt gott grin
av”.
Jan og eg fylgdust ikki heim,
so tað vóru svigermor og eg, sum
fylgdust so fittar eftir hesum
bløð un um, og inn í kamarið, og
hon fekk eisini æruna av at lata
meg úr brúðarkjólanum, og síggja
míni flottu undirklæðir, sum altso
vóru ætlaði til Jan. Tað var eisini
for biðið stuttligt. Men tað veit
denn, eg var troytt og børnini vóru
troytt, so eg tímdi ikki at ganga
og tvætla í kjólanum til Jan kom
heim. Vit gjørdu skjótt av, og eg
leyp í tey behageligastu klæðini
eg eigi, og so at fáa ungarnar í song.
Alt í alt…ein óluksáliga góður
og stuttligur dagur!! Tað besta eru
hes ar smáu kiksaðu detaljurnar,
sum m an kann flenna eftir, og sum
man aldrin fer at gloyma. Tað setir
ordi liga kulør á dagin, og ger hann
enn meira minningarríkan.
Sunnudagin brúktu vit at av-
vikl að ymiskt, og tað saman við
mána degnum aftaná, og týsdagin
fóru vit aftur til arbeiðis, og lupu
í dag ligdagin aftur beinanvegin.
Maaa eg var troytt! Eg skuldi verið
farin á "honeymoon" ella í feriu
aftaná, men tað verður næstu ferð.
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO!