Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017 SOSIALURIN 95 26 Óli Jacobsen Elsa Jacobsen farin: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen E lsa fekk eitt serstakt lív. Heilt ung varð hon um- vend og fekk sum frá leið kall at fara til Etiopia at virka sum trúboðari og sum sjúkra systir og jarðarmóðir. Hon fór hag ar í 1960 send av Kirkjuliga Missi óns felagnum. Í nýggjari tíð er hon fyrsti før- oy ing ur, sum fór út í heim í hes um ørindum. Hon er eisini fyrsti trú- boðarin, sum er sendur av før oysk- um missiónsfelagi. Elsa var í Etiopia inntil 1992. Hon var tó heima nøkur ár inn í mill um, har hon ferðaðist um land- ið og greiddi frá sínum virksemi. Væl dugdi hon at greiða frá, og fólk vóru hugtikin av hennara frá søgn um. Í Etiopia upplivdi Elsa meira enn onn ur. Umframt sítt virksemi inn an trúboðan og sjúkrarøkt kom hon eisini at uppliva bæði ta søgu- ligu hending, at eitt komm un ist- iskt stýri kom til valdið, og at tað fall 17 ár seinni. Hon hevði tískil roynd ir av einum slíkum stýri frá byrj an til enda. Elsa greiddi frá sínum upp liv- ing um í Miðvikuni í Sosialinum í 2008. Í 2009 komu hennara end ur- minn ing ar út í bókini Mítt Etiopia. Her greiddi hon frá sínum virk- semi, men eisini frá einum landi, sum á stórt sæð øllum økjum er so nógv øðrvísi enn tað, sum vit kenna til. Hon greiddi eisini ná- greini liga frá, hvussu ræðuligt og eir inda leyst eitt einaræði kann ger ast. Kom úr túninum í Norðragøtu Nú Elsa er farin, kann tað vera rími ligt at tríva í hennara lív og virki. Elsa var dóttir Sunn evu í Súna stovu og Eliesar í Tjørnu- stovu í Norðragøtu. Tey vóru ikki færri enn 13 systkin. Nú eru átta teirra eftir. Elsa lærdi fyrst til sjúkrasystur. Tá ið hon fekk kallið sum trú boð- ari, fór hon eisini at læra til jarð- ar móður. Tað var hennara sann- føring, at tað var ein partur av trúboðanini at kunna hjálpa fólk- inum við teirra tørvi sum lækna- hjálp. Fekk tvíburar Elsa kom fyrst til Konso sunn ast í Etiopia. Hon arbeiddi á lækna klin- ikk ini á eini missiónsstøð, sum eini ís lendsk hjún stóðu fyri. Hvønn dag kom ein hópur av sjúkl ing um, og mong vóru ógvuliga sjúk. Ofta komu menn berandi við sjúkl- ing um, sum høvdu verið áleiðis í dag ar. Møtir vórðu hildin sunnu- morgn ar. Tá komu 7-800 fólk. Seinni kom Elsa at arbeiða á ym isk um sjúkrahúsum í sunnara parti av Etiopia umframt sítt virk- semi sum trúboðari. Tað var tó skjótt, at Elsa í Konso fekk eina heilt aðra avbjóðing, sum hon slett ikki hevði roknað við. Ein dagin í 1961 kemur ein pápi til hennara við tveimum dreingja- tví burum. Hann spurdi, um hon ikki vildi taka teir til sín, tí mamma teirra var deyð í føðingini. Hetta var ikki tað, Elsa hevði ætlað. Hon var ein samøll og hevði ikki ætlan um nak að annað. Hinvegin visti hon, at tók hon ikki av, kundi hetta fáa óhepnar avleiðingar fyri dreing irnar, so hon játtaði. Hesir báðir, Jóhannes og Jákup, búgva í dag í Norðragøtu saman við kon um og tilsamans seks børn- um, sum øll eru væl virkandi part- ar í okkara samfelagi. Tað verða ikki minst tey, sum koma at sakna mammu, ver- mammu og ommu, sum til tað sein asta var so nógv um tey. Hungur var eisini avbjóðing Tey fyrstu árini hjá Elsu í Etiopia sat keisarin Haile Selassie við vald- ið. Hann var jaligur móti trú boð ar- un um, ikki minst tí teir høvdu so stór an týdning innan sjúkrarøkt og skúlaskap í landinum. Men landið hevði kortini sín ar stóru trupulleikar sum tær aft ur- vend andi hungursneyðirnar. Serliga ringt var tað í 1974, og støð an gjørdist kend gjøgnum miðl arnar um allan heimin. Tað varð sagt, at fleiri hundraðtúsund fólk doyðu í hungri. Skipað varð fyri neyðhjálp úr mongum londum. Her var missiónin eisini við í hjálp ar arb- eið inum, eisini tann í Konso, har Elsa virkaði. Kommunistarnir fáa ræðið Nógv hildu, at keisarin gjørdi ov lítið fyri at fyribyrgja hesum van- lukk um. Hetta endaði so við eini koll velting, har kommunistarnir tóku ræðið. Boðskapurin var, at nú skuldi rættvísi og umsorgan fyri borg ar- un um setast í hásæti! Men pípan fekk skjótt eitt annað ljóð. Hetta gjørdist eitt sera harðrent stýri, sum ikki fór fram við mýk- ind um. Valdsstríð innanfloks førdi til, at tann eirindaleysi Mengistu Haile Mariam fekk valdið. Hetta valds stríðið kostaði enntá egnum floks fe løgum fleiri túsund manna- lív. Elsa kom at fylgja hesum stýri frá fremstu røð frá byrjan til end- an, soleiðis sum hon greiðir frá í síni bók. Eitt slíkt stýri hevði brúk fyri syndabukkum, og ikki heilt óvænt að gjørdust teir útlendingar og eisi ni trúboðarar. Tað bar tó ikki til at steðga trú- boð ar um í teirra virksemi, tí teir høvdu so stóran týdning fyri m.ø sjúkra húsum og heilsuverki ann- ars í landinum. Men roynt varð at ræða trú- boð ar arnar frá sínum kristiliga virk semi, hóast tað á pappírinum skuldi eitast at vera trúarfrælsi. Men hesum bakkaði Elsa ikki fyri, sum hon greiddi frá: Eg helt, at eg skuldi frá byrjan av royna trúarfrælsið. Tá eg fór ør- indi á skrivstovur og líknandi, gekk eg runt og gav fólkinum trakt at ir og bíbliupartar. So søgdu tey við Elsa Jacobsen var 89 ára gomul, nú hon knappliga legði árarnar inn. Hon hevur virkað og upplivað meira enn tey flestu Foreldur við barni. Elsa veitir sjúkrarøkt í Konso Elsa Jacobsen RÆDDIST SJÁLVT IKKI EIRINDA LEYSA EINA- RÆÐIS HARRAN Í ETIOPIA Eftir at hava hingið uppi í 17 ár fara Marx, Engels og Lenin upp í royk