hósdagur 17. august 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017
SOSIALURIN 95
27
meg: “Veitst tú ikki, at tú hevur ikki
loyvi til hetta”. Eg svar aði: “Men tey
siga jú í radio, at tað er trúarfrælsi.
Tey siga væl ikki ósatt?” So flentu
tey og tóku ímóti.
Roynt varð at gera virksemið
so trupult fyri trúboðarum sum
gjør ligt. Kirkjur og kristin sam-
komu hús vórðu stongd og nýtt
til pol it isk endamál.
Í øðrum førum vóru politiskir
fund ir við møtiskyldu hildnir í
kirkju tíð. Hetta hendi enntá á jól-
um. Tey, sum ikki aktaðu, kundu
enda í fongsli og verða útsett fyri
tort uri og avrætting. Millum hesi
vóru eisini fólk, sum Elsa kendi.
Í bókini hjá Elsu verður greitt
frá ræðusøguni hjá prestinum
Gud ina og konu hansara Tsehay.
Hann varð avrættaður og hon sat
í fongsli í nógv ár. Hon var í Før-
oy um í 1993, her hon greiddi frá
síni søgu.
Men hóast nógv politiskt virk-
semi so eydnaðist ikki komm un-
ist unum at vinna fólkasálina.
Elsa greiddi skemtiliga frá
einum politiskum fundi á sjúkra-
hús inum, har hon arbeiddi, og har
tað var møtiskylda. Her var hongd
upp ein stór mynd av Karl Marx.
Elsa gjørdi seg eitt sindur óvit-
andi, og spurdi hvør hesin mað-
ur in var. Nei, tað vistu tey ikki,
kanska var hann amerikanari!
Tað sama spurdi hon um Lenin.
Nei, tað vistu tey ikki, um hann
var menniskja ella djór!
Elsa sá tá, at áhugin var so lítil
fyri politikki, at tað var eingin
vandi fyri, at hesin politikkur
fekk und ir tøku millum fólk. Meira
vanda mikið var, at kristnir ung-
dóm ar kundu dumpa til próv tøk-
ur, um teir ikki svaraðu “rætt” upp
á politiskar spurningar.
Elsa ræddist ongan. Hon helt
fast í síni sannføring uttan mun
til, hvat onnur hildu. Hon helt seg
til skriftorðið: “Statt upp og tala til
teirra alt tað, sum eg bjóði tær, og
ótt ast teir ikki, at eg ikki skal gera
teg ræddan fyri teimum!”
Fekk hon høvi til tess, læt hon
eis ini myndugleikapersónum
kristi ligan lesna.
Eitt dømi var ein harðrendur
mus lim ur, Ali Musa, sum ráddi
fyri borg um í Arba Minch, tá ið
Elsa var har. Hann var kendur
fyri at vera ser liga harð ligur móti
teim um kristnu og hevði til fragd
at fara illa við teimum.
Ein dagin kom Ali Musa á vitjan
á sjúkrahúsinum. Elsa frættir
hetta og fer beina leið til hansara
og gevur honum eina traktat og
bíbliu partar og spyr: “Vilja tygum
ikki hava Guds orð?” Fyrst ypti
hann øksl, men so segði hann: “Tað
er í lagi, lat meg fáa!”
Bakkaði ikki fyri
sjálvum forsetanum
Eitt annað dømi um dirvið hjá
Elsu er, tá ið tey á sjúkrahúsinum
fingu sjálvan forsetan, Mengistu
Haile Mariam, á vitjan. Í gongini
var eitt borð, har tað lógu Bíbliur
og ann ar kristin lesnaður.
Nøkur av starvsfólkunum
hildu hetta vera ov vandafult at
lata hetta tilfar liggja frammi til
eina slíka vitjan. Tað kundi vera
sum at vísa hundi brand at lata
fremstu ímyndina av atsóknunum
móti teimum kristnu síggja eina
Bíbliu. Tað var onkur sum mælti
til at rudda borðið. Men hetta segði
Elsa nei til. Tað var eingin grund
til at dylja sjálva orsøkina til, at
tey vóru har. Soleiðis gjørdist tað
eisini. Men Mengistu og hansara
fylgi fóru framvið borðinum uttan
at látast um vón.
Elsa fekk aftur víst sítt dirvi og
hvat, ið hon stóð fyri. Mengistu
varð seinni dømdur til deyða fyri
fólka morð.
Jákup og Jóhannes kundu
eins væl fallið í kríggi
Ein serlig avbjóðing var kríggið um
Eritrea, ein landspartur í Etiopia,
sum vildi hava loysing. Tað var
ein hópur av etiopiskum ung-
dómi sendur til Eritrea at basa
uppreistrinum. Nógvir teirra fullu,
og sigast kann, at tað var til onga
nyttu. Eritrea fekk loysing og er
í dag kent sum eitt av ringastu
ræðu stýrum í heiminum.
Jákup og Jóhannes kundu eins
væl fingið somu lagnu, sum nógvir
aðr ir ungir menn fingu. Teir vóru
báð ir farnir til Addis Abeba at
fáa sær arbeiði. Har komu teir
at búgva hjá eini eldri konu. Teir
búðu í einum tilbygningi til hús
henn ara. Tá hendi tað, at hermenn
gingu hús úr húsi, har teir vistu, at
ungir dreing ir búðu, at noyða teir í
her tæn astu. Teir komu inn til hesa
kon una um náttina og spurdu,
um tað ikki búðu tveir dreingir
her. Jú, tað kundi hon bara vátta.
Men hvar teir vóru, visti hon ikki.
Her menn in ir fóru so at leita. Teir
fóru í hvørt skot og hugdu alla
staðni, har tað kundi hugsast, at
teir krógvaðu seg. Men – tað má
hava verið eingla vernd – teir fóru
ikki at leita í til bygn inginum, har
dreingirnir vóru. Teir vakn aðu
sjálvir av hundinum í hús inum,
sum fór at goyggja, tá ið her-
menninir komu á dyr. Teir lurt-
aðu eisini hjartkiptir eftir, hvussu
leit að varð eftir teimum. Men teir
máttu bara halda seg kúrrar. Morg-
unin eftir sluppu teir sær til rým-
ing ar. Teir høvdu so ongan hug
til at fara í nakað kríggj. Tá búðu
teir eina tíð hjá prestum í Mekane
Yesus kirkjuni, sum tey kendu.
Seinni blivu teir gøtumenn!
Tíðin farin í Etiopia
Sum frá leið fór at ganga afturá
við kollveltingini. Hetta førdi til
eina mótkollvelting, sum beindi
fyri kommunistiska stýrinum, og
Men gistu rýmdi av landinum. Her
kom Elsa eisini at eiga ein leik lut.
Hon var yvirsjúkrasystir á einum
sjúkra húsi, sum lá mitt í stríðs øk-
in um. Starvsfólkini vóru so bebba-
rødd, at tey øll rýmdu til hús. Elsa
var einsamøll eftir at taka sær av
sjúkl ing unum. Tað bøtti ikki um,
at streym urin fór. Tá ið av torn-
aði, funnu tey eina kúlu beint við
song ina hjá einum sjúklingi. Aft-
ur føldi Elsa, at tey høvdu havt
eingla vernd.
Í fleiri ár arbeiddi Elsa saman
við Doris Heinesen úr Klaksvík,
sum eisini virkaði í Etiopia vegna
Kirkju liga Missiónsfelagið.
Í 1992 tók Elsa ta avgerð at
gevast í Etiopia. Hetta var ein
trupul av gerð. Dreingirnir vóru
eftir í Etiopia, og heima eldust
foreldrini. Páp in var deyður,
men mamman, Sunn eva, livdi,
og tað gjørdist greitt fyri Elsu,
at nú var hennara pláss heima
hjá mammuni. Nú var Elsa eisini
blivin 64 ár.
Heima kom Elsa eisini at hava
nóg mikið um at vera. Mamman
gjørd ist 97 ára gomul, og Elsa var
sam an við systkjunum um hana
alla hennara tíð. Samstundis var
hon virkin í kristiligum virksemi
Nakað eftir, at Elsa var heim-
kom in, fluttu Jákup og Jóhannes
til Gøtu. Sum frá leið komu øll hini
eis ini,og Elsa kom tá at vera bæði
ver mamma og omma hjá teimum
øll um. Tey vaksnu hava øll arbeitt
i Gøtu, har tey hava verið væl mót-
tik in av sínum arbeiðsfeløgum og
børn ini hava fingið skúlagongd og
út búgving og trívast væl í Gøtu og
Før oy um.
Vit vóru næstu skyldfólk og eri
eg altíð komin nógv inn til teirra.
Blíð skap urin var framúr, og tað
vardi ikki leingi, til drekkamuðurin
stóð á borð inum. Ofta kom prátið
inn á Eti opia, sum framvegis átti
eitt stórt pláss í hennara hjarta.
Javnan var hon uppi á sam býl-
in um Gøtubrá og helt andakt.
Elsa var virkin til tað allar
sein asta. Hóast hon hevði rokkið
ellisár verð ur saknurin ómetaliga
stórur hjá øllum, sum kendu hana.
Vit eru mong, sum koma at
minnast Elsu sum eitt stórmenni,
sum til tað seinasta var sínum kalli
lýð in.
Komandi partur
Í komandi parti greiðir Anna Evensen frá
sínum lív sum prestakona á Viðareiði í 1870
árunum.
Kirkjan í Konso tikin til politiskt virksemi. Politisk
slagorð hanga framman fyri krossin.
Elsa og Doris saman við Tshay, sum misti mannin og sum sjálv sat í fongsli
í mong ár vegna teirra trúgv, á flogvøllium í Vágum
Ein errin mamma við sínum tvíburum