Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. august 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 18. AUGUST 2017 SOSIALURIN 95 28 ÍTRÓTTUR 28 B36 ÁTTI FYRRA HÁLVLEIK Verjukendi taktikkurin hjá NSÍ skein ígjøgnum serliga í fyrra hálvleiki, og hetta sást aftur í samanteljingini hjá veddingarfyritøkuni Bet365. Í hálvleikssteðginum segði samanteljingin, at NSÍ einans tríggjar ferðir hevði verið á fremsta triðinginum á vøllinum. Hinvegin hevði B36 verið heilar 50 ferðir á seinasta triðinginum hjá NSÍ. B36 hevur nú vunnið sjey dystir upp í slag og hevur av álvara meldað seg upp í FM-stríðið. Ein av høvðusorsøkunum er tvøramaðurin í álopinum – Patrik Johannesen – sum nú er eitt mál frá at blíva toppskjútti. – Eg havi eina vón um landsliðið, sigur áleyparin TRÓNDUR ARGE – GUNDADALUR A lt avgerandi løt- an er ikki at taka feil av. Eftir seks sigrar upp í slag hevur B36 nú møguleikan, at leggja seg undir liðina á odda liðnum Víkingi, um teir vinna á NSÍ. Runavíkingar renna aftaná, eftir at B36 er kom ið á odda 1-0, men tíggju min uttir fyri tíð verður alt av gjørt. Patrik Johannesen vel ur júst røttu løtuna at renna og avleveringin frá Alex Mell em gaard er fram úr. Ein- samall ur móti Sím un Rógva Hansen í NSÍ-mál in um, er ný klakti lands liðs spæl ar in ísakaldur og lyftur bóltin í mál ið til 2-0. Tvøramaðurin hevur spælt seg í hjørt ini á B36- við halds fólk un um og málið er enn ein lands liðsúttøka. – Eg havi ein lítla vón, tí eg havi spælt væl í seinastuni, sig ur Patrik Johannesen. Landsliðið skal um tvær vik ur spæla móti Portugal og Andorra. Hevur lisið uppá Tað var ikki av tilvild, at tvør- mað urin valdi at lyfta bólt in upp um Símun Rógva Han- sen. Fyrr í ár kom áleyparin í somu støðu og brendi. – Tá legði eg merki til, at hann fór niður tíðliga. Tí valdi eg at lyfta bóltin upp- um hann, fortelur Patrik Jo- hanne sen stutt eftir dystin. Lagið er gott í skifti rúm- in um eftir dystin. Fleiri spurningar skulu svar- ast. Ein av teimum er, um Patrik Johannesen er rang- stadd ur í uppspælinum til 2-0 málið. Myndirnar vísa greitt, at soleiðis er ikki. Patr ik Johannesen hevur við málinum skotið 12 mál í hes um kappingarárinum. Tað ger hann til vanda mikl- asta áleyparan í land in um sam bært ítr ótt ar skriv ar a- num á Norðlýsinum, Jákupi Ósá, sum hevur tøl, ið und ir- byggja metingina: – Patrik Johannesen hev- ur skorað ella lagt upp til 19 mál í hesum kapp ing ar ár in- um. Hann hevur spælt 1.560 minuttir og tað merkir, at hann skorar ella leggur upp til mál fyri hvørjar 82 minuttir. Síðani kemur mið- vall arin hjá Víkingi, Sølvi Vatn hamar, sum hevur skor- að ella lagt upp til 15 mál, sig- ur Jákup Ósá. Hann vísur eisini á, at mill um hinar, sum liggja ov- ar liga á listanum, er ongin sum kemur undir 95 minuttir fyri málið ella uppleggið. Søgu liga sæð, so stendur Partrik Johannesen seg væl í mun til toppskjúttarnar seinnu árini. Tað er líka Clay ton Soares, sum í 2012 hevði eitt gott ár, tá hann bara brúkti 70 minuttir fyri hvørt uppleggið ella málið. Verjukent NSÍ NSÍ var uttan Árna Frede- riks berg, Bárð J. Hansen og Betuel Hansen. Anders Ger ber spældi við fimm í verj uni og út gangs støðið var ein verju kend 5-3-2. Tað gekk næstan ein hálv ur tími, áðr enn NSÍ hevði eitt álop, men tað var kanska eisini tað vanda mikl asta í fyrra hálv leiki. Held ur ólíkt NSÍ, so gekk illa at halda fast í bólt in um. – Eg haldi at vit spæla ein klókan fyrra hálvleik. Teir hava onga roynd á mál ið í brotsteiginum, men tað hava vit heldur ikki. Tað var sjálv- andi ikki ætlanin at klára seg so illa á bóltinum, men vit verja væl, sigur Anders Ger- ber, venjari hjá NSÍ. Í seinna hálvleiki broytti NSÍ spælskipan til 3-4-3 og kom til onkrar vandastøður, men tað gjørdi eisini, at B36 fekk møguleika at fara í mót- álop. Tað kostaði 2-0 mál ið, men kundi eisini givið mál, tá Klæm int A. Olsen stút aði úr stuttari frástøðu, men Tórð ur Thomsen stór bjarg- aði. B36 í FM-formi Við sjey sigrum á rað er B36 aftur í FM- s t r í ð - num. Bakk- ar nir, Høgni E y s t u r o y og Alex Mellemgaard, spældu báð ir frá byrj an. Lið- ið nærk a st sterkastu upp- stilling og hevur nú funnið eg in leik an at avgera dystir. Mið verjan spældi væl, mið- vøll ur in var sterkur á bólt- in um, meðan bæði Christian R. Mouritsen og nýggi Mein- hard E. Olsen spældu væl. – Munurin nú í mun til fyrr í ár er, at vit skora mál. Tað gjørdu vit ikki at byrja við, sigur Patrik Johannesen um góðu gongdina. Sunnudagin verður topp- dyst ur í Gøtu, tá Víkingur tek ur móti B36. Nummar eitt móti nummar tvey. FM vinnararnir móti FM vinn ar- un um frá 2014 og 2015. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... B36: Ikki við: Hannes Agnarsson (knæið, óvist), Jógvan Skeel Nolsøe (knæið, óvist) Ivasmur: Høgni Eysturoy (belastaður eftir skaða) EB/Streymur: Allir mans tøkir HB: Ikki við: Rókur av Fløtum Jespersen (fibur, óvist) ÍF: Allir mans tøkir KÍ: Ikki við: Jonas F. Rasmussen (leikbann, 7 gul), Páll A. Klettskarð (fóturin, óvist) Ivasamur: Atli Danielsen Við aftur: Semir Hadzibulic (leikbann) og Hørður Askham (leikbann) NSÍ: Ikki við: Bogi A. Løkin (lærskaði, 1 vika) Jannik M. Olsen (lærkrikin, ógreitt hvussu leingi) Ivasamir: Árni Frederiksberg (knæskaði) Bárður J. Hansen (knæskaði) Skála Ikki við: Jákup Johansen (brotið fótin, 6 vikur), Michal Przybylski (loyvini) Ivasamur: Ólavur Mikkelsen (knæðið) TB/FCS/Royn Ikki við: Heri E. Kjærbo (leikbann) Ragnar Joensen (burturstaddur) Teitur Justinussen (burturstaddur) Víkingur: Ikki við: Andreas Lava Olsen (stóratá, 3-5 vikur) 07 Vestur Ikki við: Ken Fagerberg (leikbann) Gunleif Magnusarson (knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Partik Johannesen í essinum: T 2017 N 95 m um NSÍ.Í Liðtíðindi: VIL AFTUR Á LANDSLIÐIÐ