mánadagur 21. august 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
POLITIKKUR
Árni Gregersen
GREINING:
Fyri tey flestu kom tað helst óvart
á, tá ið ein samd vinnunevnd mælti
til nakrar broytingar í lógini um
fiskidagar, men annars tók undir
við uppskotinum hjá landsstýris
manninum við fiskivinnumálum,
Høgna Hoydal.
Tað stutta av tí langa í broyting
unum er, at fiskidagarnir nú eru
ásettir fyri 16 í staðin fyri fýra mán
aðir. Hetta var ikki ætlanin í fyrst
uni, men bæði samgonga og and
støðan í vinnunevndini hildu undir
viðgerðini, at fýra mánaðir eru eitt
ov stutt tíðarskeið fyri vinnuna.
Hon má hava eitt sindur longri
tíðarskeið at leggja fiskiskapin til
rættis í.
Trupulleikin við at áseta fiski
dagarnar í ár er, at samgongan hev
ur ítøkiligar ætlanir um at umskipa
fiskivinnuna. Hetta má eisini ger
ast, tí veiðuloyvini, sum allur flotin
hevur, eru søgd upp at fara úr gildi
á nýggjárinum.
Eftir tí samgongan hevur boðað
frá, so verður farið frá fiskidøgum
í nýggju skipanini, men hóast hon
er ætlað at koma í gildi á nýggjárin
um, so hevur løgmaður boðað frá,
at kvotaskipanin kemur ikki í gildi
fyrr enn eitt ár seinni.
Tí er ætlanin, at fiskidagarnir
eisini skulu brúkast næsta ár.
Tekniskar forðingar
Í vinnunevndini var semja um, at
at fiskidagarnir eiga at verða ásett
ir soleiðis, at vinnan kann leggja
fiskiskapin til rættis í fiskiárinum,
uttan at verða nervað av lógartekn
iskum viðurskiftum, nú arbeitt
verður við nýggjari fiskivinnulóg.
Í broytingaruppskotinum verð
ur tí skotið upp, at samlaða fiski
dagatalið fyri alt fiskiárið verður
ásett at galda frá 1. september til 31.
desember 2017.
Endamálið við uppskotinum er
at geva vinnuni møguleika at skipa
fiskiskapin komandi 12 mánaðirnar
at rokna frá 1. september 2017.
Við ársskiftið detta veiðiloyvini
við
tilhoyrandi
fiskirættindum
burtur.
Í broytingaruppskotinum verð
ur hædd eisini tikin fyri, at nýggj
lóg um vinnul,igan fiskiskap verður
sett í gildi á nýggjárinum. Tí verður
skrivað í viðmerkingunum:
“Um lógin um vinnuligan fiski
skap fer úr gildi, og nýggja fiski
vinnulóggávan verður samtykt fyri
árslok, mugu ásetingar um hetta at
verða feldar inn í nýggju lóggáv
una, so vinnan ikki verður óneyð
ugt nervað.”
“ Um eingin nýggj fiskivinnulóg
verður samtykt, verður lógin um
vinnuligan fiskiskap framvegis
galdandi, og tá verður samstundis
neyðugt at leingja ella endurnýggja
loyvini fyri, at heimild skal vera til
at fiska eftir 31. desember 2017.”
Vinnan væl nøgd
Onki er at ivast í, at vinnan er væl
nøgd við, at fiskidagatalið nú er
ásedtt í eitt longri tíðarskeið enn
ætlanin upprunaliga var.
Sum tað sæst, so kunnu broyt
ingar sjálvandi henda, men fiski
dagarnir skulu sambært semjuni
í vinnunevndini arbeðast inn í
nýggju lógina.
Politiskt er søgan eitt sindur ein
onnur.
Málið um fiskidgarnar hevur
røtur inn í nýggja uppskotið um,
hvussu fiskivinnan skal skipast í
framtíðini.
Higartil hevur andstøðan verið
ímóti stórum parti av tí, sum stóð
í uppskotinum, sum var lagt fram í
farnu tingsetu.
Ivasamt hevur eisini alla tíðina
verið um allir limirnir í samgonguni
av fullum huga tóku undir við upp
skotinum.
‘At semja fanst í vinnunevnin i í
farnu viku er ein ábending um og
eitt signal til landssstýrismannin
um, at vinnunevndin kann saktans
standa saman eisini ímóti tí, sum
landsstýrismaðurin skýtur upp.
Tað vil siga, at tey ivamál, sum
eru millum samgongulimir, nú pol
itiskt mugu handfarast uppá ein
annan máta, enn gjørt var við fyrra
uppskotinum.
Boðini frá samgonguleiðarunum
er, at øll samgongan og Sonja Jógv
ansdóttir standa aftanfyri upp
skotið, sum landsstýrismaðurin
við fiskivinnu, Høgni Hoydal, fer í
tingið við fyrsta dagin.
Tað ljóðar í politiska umhvørv
inum, at øll samgongufólk hava
skrivað undir uppá , at nýskipan
aruppskotið verður lagt fram. Men
ógreitt er, hvussu fast tinglimir
hava læst seg til konkreta upp
skotið.
Sjálvt um semja fekst um fiski
dagar í vinnunevndini og seinni í
sjálvum tingsalinum, so er ongin
trygd fyri, at tað sama hendir, tá ið
uppskotið um nýggja fiskivinnulóg
skal viðgerast.
Við teimum frontum vit hava
sæð higartil, so er enn onki, sum
bendir á semju um nýskipanina.
Uppboðssølan er ein snávingar
steinur og tað sama eru ognarvið
urskiftini, sum fáa eitt hámark.
Og endaliga er tað heldur ikki
semja um kvotur í staðin fyri fiski
dagar, sjálvt um tann broytingin
ikki hendir næsta ár.
So sjálvt um fiskidagarnir komu
gjøgnum eitt samt ting, so er onki
tekin um, at tað sama fer at henda,
tá ið nýskipanin skal samtykkjast.
Áðrenn tingið hevði endaligu viðgerðina av fiskidøgunum fyri komandi fiskiárið, var semjan í vinnunevndini á veg
SEMJAN VAR Á VEG
UNDAN 3. VIÐGERÐINI
Tað eydnaðist fyri Bjarna Hammer at fáa semju um fiskidagarnar í vinnunevndini
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, veit nú, at til ber at fáa semju í vinnunevndini.
Spurningurin er, hvussu nógv hann leggur upp til semju í uppskotinum um fiskivinnuna.