mánadagur 21. august 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Atlantic á vipparaveiðu
Helvtin av føroyskum
LGBTarum líða av tunglyndi
Halgir W Poulsen
Eg gjørdist eitt sind
ur skakkur og ikki
sørt argur at lesa á
in.fo at nú var Atlan
tic Airways komið við einum
nýggjum korti, heldur smakk
leyst nevnt Merkið, ið gav útvald
um ferðafólkum ókeypis mat og
drekka umborð á flogførunum
umframt aðrar fyrimunir. Eftir tíð
indunum at døma høvdu ávís fólk
longu fingið hesi kort, ið vóru ætlað
“týdningarmiklum persónum, so
sum politikarum, stjórum og øðr
um, ið vera mett at vera týdning
armikil.”
Eg kundi ikki koma til aðra nið
urstøðu, enn at hatta mundi vera
ein av teimum ikki óvanligu leysa
søgunum, ið mangan eru at síggja á
ymsu portalunum, ið kappast um
kundarnar við “avdúkingum”, ið
kortini vísa seg at vera skot í bláa
luft. Best var at bíða eftir rættleið
ingunum frá felagnum.
Hesar komu frá stjóranum
stutt eftir, men tvørturímóti at
vera rættleiðingar váttaði stjórin
søguna og gjørdi hana enn meira
ótrúliga. Stjórin váttar, at ein og
hvør sum ferðast nógv kann fáa
Merkið. Hvør er tað so, sum ferðast
nógv. Her hevur felagið verið noytt
at gera nakrar metingar, ið neyvan
hava verið torførar at gera. Úrslitið
er, at tað eru stjórar og “onkrir pol
itikarar, men teir eru fáir. At enda
sissar stjórin lesaran við at upplýsa,
at tað eru færri enn tjúgu fólk í
Føroyum, ið hava fingið hetta góða
kort.
Tá havt verður í huga, at hetta
hendir bert eitt ár eftir, at skipanin
við ókeypis mati og drekka til øll
umborð varð avtikin fyri at spara
pengar og fáa ráð at seta ferðaprís
irnar niður, ger tað einki um vit
fara nøkur ár aftur í tíðina at minna
á, undir hvørjum umstøðum tann
skipanin kom. Vit, sum eru komin
nakað upp í árini og minnast tíðina,
tá Mærsk Air hevði einarætt til før
oyaflúgvingina, ynskja undir ong
um umstøðum ta tíðina aftur, so
illa sum Mærsk fór við kundunum.
Sjálvur upplivdi eg ta einu ferðina
at liggja “veðurfastur” í Kastrup í
fimm dagar, tí “mjørki var í Vágum”,
sum Mærsk fortaldi kundunum,
meðan sólin skein oman og niðan.
Hetta gjørdist ovboðið, og í 1987
varð Atlantic Airways stovnað við
landsstýrinum (51 prc) og Cimber
Air (49) prc) sum partaeigarum.
Striltið gekk hjá AA, og Mærsk
var ein harður kappingarneyti, so
landsstýrið, sum hevði yvirtikið
partin hjá Cimber Air í 1989, setti 75
milliónir afturat í felagið í 1992. So
gjørdi Mærsk tann brølaran, sum
minnir ikki so sørt um tað, Atlantic
nú ger: teir býttu ferðafólkið í tveir
klassar, ein 1. klassa fyri tey, ið
guldu fullan billettprís, og hongdu
gardinur upp móti øllum hinum.
Tey “fínaru” fingu vist bæði eitt og
annað gott, meðan hini einki fingu.
Tá sum nú fingu hjún sum ferðað
ust saman avsláttur uppá tann eina
ferðaseðilin. Hetta førdi til mangar
løgnar hendingar umborð. Ein mað
ur, ið ferðaðist við konu og børnum,
fekk at vita, at hann skuldi sita
framman fyri gardinurnar, meðan
konan og børnini máttu aftur til
roykjararnar at sita. Tey (og fleiri
við teimum) ferðaðust ongatíð aft
ur við Mærsk.
Endin var so tann, at Mærsk
gavst, meðan Atlantic yvirlivdi og
av sonnum gjørdist fólksins ogn,
orsakað av góðari undirtøku frá
fólkinum og landsstýrinum við
fólksins skattapeningi, men ikki
minst orsakað av svarinum frá At
lantic til fjákuta tilboðið frá Mærsk,
nevniliga at hjá Atlantic var bara
ein klassi fyri øll, og tað var fyrsti
klassi.
Í dag er so støðan tann, at Atlan
tic hevur fingið ein nýggjan, og eftir
øllum at døma ikki minni eirinda
leysan kappingarneyta í SAS. Nógv
bendir á, at skal Atlantic eisini yv
irliva hesaferð, er fyrst og fremst
neyðugt, at tey klára at varðveita ta
undirtøku og tann góðvilja, ið flestu
føroyingar hava sýnt higartil, og
tað verður undir ongum umstøðum
við at býta fólkið upp í klassar, sum
Mærsk gjørdi á sinni.
Meðan tað var reiðiliga einfalt
hjá Mærsk at gera av, hvør slapp
fram um gardinurnar, tykist býtis
lykilin hjá Atlantic ringur at gjøgn
umskoða og enn verri at praktisera.
Lat okkum hyggja at hesum gylta
skara. Fyrst eru tað stjórarnir.
Hvussu nógv skulu teir/tær ferðast
og hvussu rík skulu feløgini hjá
teimum vera? Hvat hendir tá stjór
in missir starvið ella hann hevur
ferðast felagið á húsagang? Við tí
lítla skara tað fyribils er talan um
(færri enn tjúgu fólk sambært AA-
stjóranum) verður neyvan talan
um gardinur soleiðis beinanvegin,
so stjórin kann koma at sita millum
tað vanliga fólkið. Hvat hendir, um
hann situr millum t.d. ein pension
ist og ein lesandi, sum ikki hava so
góð ráð, og forbarmar seg yvir tey
og biður um tríggjar matpakker at
lata hinum burturav? Verður tað
góðkent, og hvat skal tann vanliga
blíða og fyrikomandi flogternan
siga? Og hvat um hann ferðast sam
an við konuni, sum ikki er í útvalda
skaranum? Hevur hann loyvi at
bjóða henni?
Og hvat við politikarunum?
Sambært stjóranum er talan um
“onkrar politikarar, ið ferðast nógv”
og “onkrar einstakar politikarar”.
Hvussu ofta skal ein politikari av
landinum fyri at lúka kravið um
at “ferðast nógv”, og hvør skal av
gera hvat “nógv” er. Eg hugsi, at
svarið hevði verið ymiskt, um tú
spurdi ein veljara ella ein polit
ikara, men nú er tað leiðslan á al
menna partafelagnum Atlantic, ið
vit mugu seta spurningin hvat er
“nógv”? Og hava tey havt atlit til
eitt rímiligt býti millum samgongu
og andstøðu? Fara tey at revidera
listan við hvørt landsstýrisskifti?
Her eru nógvir spurningar, sum
eg vóni, at Stjórin fer at svara okk
um partaeigarum í felagnum, ið
sum kunnugt eru “vit, fólkið í Før
oyum” sum tað so skaldsliga eitur í
einum av uppskotunum til stjórn
arskipan, men tað eru kanska bara
føgur orð.
Tað, sum Atlantic nú sum tá
hevur allarmest brúk fyri, er tann
breiða undirtøkan felagið higartil
hevur havt, og vónandi framvegis
hevur, frá flestu føroyingum, og tað
fær felagið ikki við at býta kundar
nar í klassar.
LGBT
Fleiri altjóða vísindaligar kanning
ar hava í longri tíð víst, at fólk, ið
hava aðra kynsliga sannføring ella
samleika, enn tí hinskyndu ella
cis, hava munandi verri sálarliga
heilsu, enn hinskynd í miðal hava.
LGBT Føroyar hevur tí gjørt eina
víðfevnda kanning av heilsustøð
uni hjá limum sínum fyri at vita,
um støðan er tann sama í Føroyum.
Úrslitið vísti, at føroyskir LGBTarar
hava lutfalsliga verri sálarliga
heilsu, og á fleiri økjum er støðan
sera skakandi. Tørvurin á bráfengis
sálarligari viðgerð er stórur. Leita
verður nú eftir fígging, so farast
kann í gongd við at gera nakað
munagott við hesar trupulleikar.
Nýggja
heilsukanningin
hjá
LGBT Føroyar, har 158 limir lut
tóku, vísir, at næstan helvtin (49%)
av føroyskum LGBTarum hava
í eitt longri tíðarskeið kent seg
tunglyntan, meðan 11% siga seg
ivast. Bara 40% siga seg ikki hava
verið tunglynt í eitt longri tíðar
skeið í sínum lívi.
Til samanberingar við heilsu
kanningina hjá Fólkaheilsuráðnum
í 2015 søgdu bert 4% av øllum føroy
ingum, at tey vóru “sera darvaði” av
tunglyndi síðstu 14 dagarnar. Gott
21% søgdu seg vera “eitt sindur
darvaði” av tí sama. Sostatt bendir
nógv á, at LGBTarar í Føroyum líða
tvífalt so nógv av tunglyndi, sum
miðal føroyingurin í kanningini hjá
Fólkaheilsuráðnum.
Meira enn helvtin
kennir angist
Heili 56% av føroyskum tví-, sam-
, og tvørkyndum siga seg til tíðir
kenna angist, sum avmarkar við
komandi m.a. við, at ikki vilja vera
saman við øðrum fólki ella vitja
ávís støð. Sambært kanningini hjá
Fólkaheilsuráðnum eru í miðal 18%
av øllum føroyingum “sera” ella
“eitt sindur” darvaði av angist.
Etingarólag er eisini ein stór
ur trupulleiki millum samfelags
bólkin. Triði hvør (33%) LGBTari
í Føroyum hevur ella hevur havt
etingarólag, meðan 35% hava roynt
at skatt seg sjálvan við t.d. cutting.
Eingin kend føroysk hagtøl eru
fyri miðal føroyingum hesum við
víkjandi.
Orsøkir til sálarligar
trupulleikar
Altjóða vísindin hevur granskað
ymisku orsøkirnar til, hví tað vísir
seg, at LGBTarar hava eina lut
falsliga verri sálarliga heilsu enn
hinskynd. Úrslitini vísa, at stig
matisering, fordómar og mismun
ur av hesum málbólki skapa eitt
fíggindaligt og strongt sosialt um
hvørvi, sum síðani hevur við sær, at
hesin minniluti í alt ov stóran mun
fær álvarsamar sálarligar trupul
leikar at dragast við.
Sjálvhjálparbólkar skulu
bøta um trupulleikan
LGBT Føroyar arbeiðir í løtuni við
at finna fígging til at seta á stovn
sjálvhjálparbólkar, har tey, sum
hava tørv á hesum, við profession
ellari hjálp, kunnu søkja sær hjálp
og stuðul, soleiðis at føroyskir
LGBTarar fáa møguleika til at
betra um sálarligu heilsuna. Hetta
hevur víst seg at geva munagóð
úrslit uttanlands. Ætlanin er at
seta eitt væl útbúgvi toymi við
professionellum fólkum við hósk
andi royndum, sum saman kunnu
leiða sjálvhjálparbólkarnar yvir eitt
longri tíðarskeið.