Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 Soleiðis gongur trolveiðan Vilmund Jacobsen Fyrr ljóðaði, at skip blakaðu nógv burturkast í havið. Men, hetta er ikki loyvt. Krøvini til skip eru nógv herd seinnu ár­ ini, tá ræður um at sleppa av við burturkastið. – Okkara skip skilja ruskið eft­ir teimum forskriftum, ið eru. Gerðarbók verður eis­ini førd yvir alt ruskið, spill­olj­ una og annað, ið vit føra til lands. Tað sigur Óli Jákup Tvør­ foss, innkeyps­leiðari hjá upp­sjóv­ar­skip­unum hjá Varð­anum í Gøtu við heima­ síð­una hjá IRF. Hann vísir á, at umborð á skip­unum hanga skriv uppi við veg­leiðing um, hvussu rusk­ið skal skiljast, og hvat skal í hvønn kassa. – Tá talan er um mat­leivd­ ir, sum er lívrunnið burt­ur­ kast, er loyvt at blaka hetta á sjógv, um skipið er minst 12 fjórð­ing­ar úr landi. Óli Jákup Tvørfoss sigur, at tá ræð­ur um spillolju, verð­ur tang­in tømd­ur, tá skip­ini koma til lands - ella so ofta, sum tørv­ur er á tí. – Skipið setur seg í sam­ band við havna­skriv­stov­una ella IRF, og bilur frá IRF kem­ ur og tømir tangan. Innkeypsleiðari vísir á, at spill­oljan verður endurnýtt. – Í fjør varð 99% av allari spill­oljuni, ið IRF tók ímóti, end­ur­nýtt. Skipanin er hon, at havnarskrivstovan ella IRF kvitta fyri tað, tey taka ímóti av ruski og spillolju, tá skip­ini koma til lands. Bæði Heilsufrøðiliga Starv­stovan og Norsk Veri­ tas hava eftirlit og gera kann­ ing­ar umborð á skip­un­um. – Á tílíkum eft­ir­lits­vitj­an­ um hyggja tey millum annað eft­ir, at mannagongdir verða fylgdar, at gerðabókin sam­ svar­ar við veruleikan, at upp­sløg­ini um rusk hanga uppi og eru týðilig. Um okk­ urt ikki er, sum tað eigur, gera tey vart við tað, og skip­ ini kunnu fáa bót, sigur inn­ keyps­leiðarin hjá Varðanum í Gøtu, Óli Jákup Tvørfoss. MANSLEGA: Árliga manslegan í Nesvík verður í ár vikuskiftið 15.-17. september. Evnið hesaferð verður: ”Hevur tú tíð...?”. Tað eru 24 tímar í samdøgninum, men hvussu brúka vit hesar tímarnar, og hvussu kunnu vit gerast betri til at raðfesta, so familjan ikki verður rakt av strongd og upploysn? Tey fiska bæði nær og fjar Vilmund Jacobsen Tvey ísfiskalínuskip hava verið til fiskiskap í grønlendskum sjógvi, har tey serliga hava fiska tosk og brosmu. Væntandi landa hesi bæði skipini í dag. Tað vita tey á Fiska­ markn­aði Føroya at siga. Sosialurin kann leggja aftrat, at annað av hes­ um skipum er Sands­ havið, sum kom heim úr Grøn­landi í endanum av síðstu viku við umleið 180.000 pundum av ís­ fiski. Umframt bæði ísfiska­ línu­skip­ini, hevur eis­ini eitt frystilínuskip ver­ið til fiskiskap í grøn­lendsk­ um sjógvi. Fíggjadagin, tá tey á Fiska­markn­aði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, vóru fýra línuskip til fiskiskap vestan fyri Føroyar. Skipini, sum eru vestan fyri, fiska serliga tosk og svartkalva. – Tvey línuskip eru eisini eyst­an fyri og fiska longu og brosmu. Á Fiskamarknaði Før­oya vænt­aðu tey fríggja­dag­ in, at eitt ella tvey línu­ skip, sum hava fiskað í før­oyskum sjógvi, koma inn at landa í dag og tey, ið eftir eru, koma væntandi inn at landa seinni í hesi vikuni ella fyrst í aðru viku.  Umframt línuskipini í før­oyskum og grøn­ lendsk­um sjógvi, eru eis­ ini tvey føroysk línuskip í Grønlandi og taka ímóti fiski frá grønlendskum út­róðr­ar­monnum. Tey línuskip, sum fríggja­dagin lógu við bryggju, fara væntandi út aftur ein av komandi døg­un­um. Streymurin verður harð­ ur tað mesta av hesi vik­uni, men útlit eru til, at veðrið verður gott. Á Fiskamarknaði Føroya verð­ur ikki roknað við nøkr­um serligum útróðri teir næstu dagarnar, tí útróðurin roynist ikki sum er. Teir, sum royna við línu, kunnu tó vóna, at heystið, sum er ein betri fiskitíð, eisini fer at roynast hjá út­róðr­ar­bát­ un­um. Viðhefta mynd er av Sandshavinum, sum landar 180.000 pund av ísfiski undan Grønlandi í dag. – Okkara skip taka rusk, spillolju og kloakkspillivatn við til lands og endurnýta tað, ið kann endurnýtast, sigur Óli Jákup Tvørfoss, innkeypsleiðari hjá Varðanum í Gøtu Nakrir ísfiskatrolarar landa hesa vikuna, og aðrir landa í næstu viku Taka ruskið við til lands Í morgun seldi upp­ boðs­sølan hjá Fiska­markn­ aði Føroya 75,5 tons av fiski fyri slakar 1,4 milj­ ónir krónur. Samanlagdi miðalprísurin var 18,52 krónur fyri kilo. Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru øll partrolarapørini uttan tað eina til fiskiskap, men fiskiskapurin er smáligur hjá teimum flestu. Okkurt parið roynir eftir svartkalva og okkurt roynir eftir toski. Á Fiskamarknaði Føroya væntaðu tey ikki, at partrolararnir koma inn aftur at landa fyrr enn seint í hesi vikuni. Teir flestu eru nýliga byrjaðir túr. Trý pør fiska framvegis gulllaks, men nú fer gulllaksavertíðin at styttast. Av djúpvatnstrolarunum fiska tríggir mest svartkalva og nakað av kongafiski. – Tveir koma inn at landa í dag, og hin triði landar helst síðst í vikuni. Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og frystir fiskin umborð. Fríggjadagin var ein trolbátur á landleiðini, og hesin fekk eina blanding av toski, upsa og flatfiski. Væntandi landar trolbáturin, sum er á landleiðini, fyrst í hesi vikuni. Fríggjadagin vóru fýra trolbátar norðan fyri og fiskaðu tosk og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. – Hesir koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni, vistu tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.