mánadagur 21. august 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Leygardagin
26.
august
verður árliga seinsumm
artiltakið á Sandi, har lagt
verður fyri leygarmorgunin
klokkan
10
við
stórum
ókeypis morgunmatarborði.
Á tiltakinum verður nógv
ymiskt á skránni, bæði til
børn og vaksin. Børnini
sleppa at hugna sær ókeypis
í hoppiborg longu longu
klokkan 10 leygarmorgunin,
og í tímunum frá klokkan 15
til 17 verður ókeypis barna
tiltak í tjaldi, har Kular
Røtur og Angela og Hanni
bal fara at luttaka.
Seinnapartin leygardagin
sleppa børnini eisini at
royna 7D Biograf.
Beint eftir døgurða verð
ur skjótikapping Úti í Støð,
har steyp verða latin numm
ar 1,2 og 3.
Ymiskt á skrá
Tíðliga seinnapartin leyg
ardagin verður greitt frá
søgnini um Gívrina, og í
hesum sambandi verður
skipað fyri gongutúri við
ferðaleiðara at hyggja eftir
bundna steininum yviri á
Bartalstrøð.
Tíðliga seinnapartin fer
Føroya
Seyðahundafelag
at skipa fyri framvísing við
minnisvarðan.
Bæði
Listasavnið
og
Bygdasavnið í Koytu fara at
hava opið leygardagin frá
klokkan 14 til 16, og í tímun
um millum klokkan 15 og 17
fara Sandshavið og Føroya
Bjór at bjóða smakkiroyndir.
Í tímunum frá klokkan 14
til 18 fer Lions at hava sølu
framsýning í Gamla skúla
við steinprenti.
Klokkan 16 verður fyri
lestur við Una Árting um
eldgos og skógarvøkstur, og
í tímunum frá klokkan 18 til
22 fara Ørvaroddar at grilla.
Ókeypis konserttiltak
Størsta
einstaka
tiltakið
á
seinnsummardøgum
á
Sandi verður ókeypis kon
sertin, sum byrjar klokkan
19 leygarkvøldið.
Her fara Signar í Homr
um, Lív Næs & Tróndur Enni
at framføra, og saman við
Húsaorkstrinum fara Stein
tór Rasmussen, Páll Oddur
Rubeksen, Halleluja Sofus
og Jens Marni Hansen á pall.
Á midnátt og fram til
klokkan 04 verður dansur í
Virkinum.
Hæddarpunktið á tiltakinum er ein stór ókeypis konsert við kendum tónleikanøvnum
Stórt seinsummar
tiltak heima á Sandi
UNGDÓMSHÚS: Ungdómshúsið í Sunda kommunu
læt upp aftur seinasta fríggjakvøld. Tað er gamla
Garnhúsið á Oyri, sum er tilhaldsstað hjá
ungdóminum í kommununi. Leiðari er Katrina
Nattestad, og vanliga er húsið opið mikukvøld
(18-22) og fríggjakvøld (19-24).
Hvør árstíð hevur síni
sermerki, og soleiðis er
eisini við heystinum,
tá hoyggið skal fáast
til høldar, eplini skulu
takast upp úr moldini, og
seyðaslakt stendur fyri
framman
Vilmund Jacobsen
Heystið er eisini tíðin, tá
nátungarnir fara á sjógvin,
og lírarnir flúgva úr reiðr
inum.
Nátungarnir eru gjarna
eitt sindur fyrr á veg úr
reiðrinum enn lírin. Líra
dagur er 26. august, og tá
plagdu menn at draga líra.
Nakrar dagar seinni plagdu
teir at taka líra við lykt.
Nátungatíðin, tá menn
taka náta á sjónum, plagar
at byrja um 25. august. Onk
untíð einar tveir dagar fyrr,
og onkuntíð einar tveir
dagar seinni.
Eitt sindur ymiskt er,
nær nátin verpur, verður
floygdur og kemur á sjógv
in, men tá ein vika er eftir
av august, er vanligt, at
menn byrja at stima eftir
nátungum.
Okkurt
árið
kunnu
hampiligir nátadagar ger
ast, tá farið er nakrar dagar
út um 20. august, men besta
tíðin til tøku á sjónum er
ivaleyst um mánaðarskift
ið, august/ september.
Hesa vikuna verður
asfaltterað í Nes kommunu. Í dag
verður eingin gjøgnumkoyring
eftir Rókavegi, og í morgin –
týsdagin – verður eingin
gjøgnumkoyring eftir Hjallavegi
Fáa nýggja
sjálvtøku á
Strondum
Vilmund Jacobsen
Tað gleðir fólk í Sjóvar
kommunu, at sjálvtøkan,
sum BankNordik tók
niður á Strondum í
samband við sølu av
bankabygninginum,
nú kemur aftur.
- Vit hava mett um
yvirskipaðu nýtsluna
og tørvin á sjálvtøkum
kring landið. Metingin
hevur við sær, at vit
í næstum fara at
seta upp eina nýggja
sjálvtøku á Strondum.
Í Banknordik leggja
tey aftrat, at nýggja
sjálvtølan á Strondum
kemur í staðin fyri
sjálvtøkuna, sum fyrr
í ár varð tikin niður.
- Undantikið tær
broytingar, sum longu
eru fráboðaðar, verða
ongar aðrar sjálvtøkur
fluttar ella tiknar niður.
Sostatt kunnu okkara
viðskiftafólk vænta at
varðveita tær sjálvtøkur,
sum í dag verða
brúktar kring landið,
siga tey í Banknordik.
Í Sjóvar kommunu
fegnast tey sjálvsagt
um avgerðina hjá
bankanum.
Árstíðirnar hava síni sermerki
Flestu tiltøk, sum verða á seinsummardegnum á Sandi leygardagin, eru ókeypis