mánadagur 21. august 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?
– Um eg eri í Havn, so fari eg ein gongutúr í Sandagerð ella onkra aðrastaðni í
býnum.
Hvat heldur tú um føroyska summarið?
– Tað er tað besta. Man skal vera í Føroyum um summarið.
UNDIR FÝRA EYGUM
– Um man ikki trýr upp
á tað sjálvur, so fer
ongin annar at koma
rennandi aftaná. Um
man velur at satsa
upp á listina, so má
tað bera ella bresta,
men man kemur
ongan veg, um man
ikki fer heilt inn í ta
Mynd: Randi Samsonsen
út lendskum
listafólkum,
men eins og Jóhan Martin
Christi an sen hevði sagt far-
væl við Før oy ar, so hevði
hann eisini gjørt upp við før-
oysku nátt úr una.
– Tá eg gekk á Kunst aka-
de mi num tók eg frástøðu
frá før oysku náttúruni, tí tað
fylti so nógv í Føroyum, og eg
vildi gera nakað nýtt, greiðir
Jó han Martin Christiansen
frá, ið tó broytti hugsan, tá
hann vendi aftur til Føroyar.
– Tá ið eg kom heim,
varn að ist eg, at náttúran
kann lýs ast á nógvar ym-
iskar mátar. Við SPOR fór eg
heilt konkret út í før oysku
náttúruna og gjørdi av stoyp -
ingar av føroyskari nátt úr -
uni og sporini av henni. Tað
var ein nýggjur máti hjá
mær at arbeiða við nátt úr-
uni, sig ur lista mað ur in.
Betri umstøður
Hóast Jóhan Martin Christi-
an sen í dag hevur nokk at
gera sum listamaður, so er
tað langt frá øll mynd lista-
fólk, ið eru í somu støðu og
megna at liva av listini.
– LISA gjørdi eina kanning
í fjør millum listafólk, ið
stað festi, at myndlistafólk
eru tey, ið tjena minst av
lista fólkum í Føroyum, með-
an sjónleikarar tjena mest.
Tað eri eg bilsin av, men tað
er orsøkin til, at eg eri vorðin
ak t ivur í tí lista pol it iska,
sigur Jóhan Martin Christi-
an sen.
Umframt at vera nevnd-
ar lim ur í LISA, so er ungi
listamaðurin eisini nevnd-
ar for maður í Føroysk Mynd-
lista fólk, og nevnir hann
tvey mál, ið hava fylt nógv í
tí listapolitiska seinastu tíð-
ina.
– Vit gera nógv við at tosa
við landið, og vísa á, at tá tey
byggja nýggjar bygningar,
er tað ein upplagdur møgu-
leiki at skapa arb eiði fyri
lista fólk og halda tey hjól ini
koyr andi. Har um framt er
tað trup ult hjá lista fólk um
at finna eitt stað at arbeiða
við nú ver andi húsaprísum
í høv uðs stað num. Tí er tað,
at vit gjørdu uppskotið um
at brúka Hoydalar sum lista-
dep il, sigur Jóhan Martin
Christi an sen.
Eg minnist heilt
týðiliga løtuna, tá
eg møtti Ingálv av
Reyni fyrstu ferð
LISTAVERK BURTURÚR
FØROYINGAHAVNINI
Jóhan Martin Christi-
ansen er júst afturkomin
úr Grønlandi, har hann
hevur verið í Før-
oyingahavnini í sam-
band við eina nýggja
lista verkætlan, ið hann
arbeiðir við í samband við
Nuuk Nordisk Kultur-
festival, ið verður í
oktober.
– Tá eg fekk inn-
bjóð ingina hugsaði eg
beinan vegin, at tað skuldi
snúgva seg um Føroy-
ingahavnina og Nordafar.
Pápi mín hevur verið
har, og havi eg tí hoyrt
nógv um staðið, men
hevur tað altíð verið
okkurt duldarfult við
tí, greiðir Jóhan Martin
Christiansen.
Nýggja verkætlanin
hjá listamanninum
kann skiljast sum eitt
framhald av Spor verk-
ætlanini, ið hann hevur
víst fram í Føroyum og
Dan mark, men hesaferð
setir hann sjóneyka
á hvussu náttúran er
farin við sporunum eft ir
føroyingunum í Før oy-
inga havnini.
– Verkætlanin hevur
snúð seg um at skráseta
for fall estetikkin á stað-
num. Eldri ættarliðið
hevur nógvar søgur frá
hesum staðnum, men
yngru ættarliðini kenna
lítið til tað. Tey fysisku
minnini, ið eru eftir,
eru nú einans nøkur
fá spor, ið eg gjøgnum
verkætlanina ynski at
skráseta, greiðir Jóhan
Martin Christiansen frá.