mánadagur 21. august 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Í farnu viku bórust tíðindini,
at Statens Kunstfond hevði
ogn að sær trý listaverk frá
listaframsýningini
SPOR
eftir føroyska lista mann-
inum Jóhan Martin Christi-
an sen. Við keypinum bleiv
tað enn einaferð staðfest, at
tað rúmast nakrar serligar
list ar lig ar gávur í unga lista-
mann inum úr Havn.
Hóast sín unga aldur eru
tað nógv ár síðan, at Jó han
Martin Christiansen gjørdi
vart við seg sum lista mann,
og hevur hann um framt ym-
isk ar smærri lista fram sýn-
ing ar, longu sýnt fram tríggj-
ar stórar listaframsýningar
við heitunum KOLONI BOX,
Dress og SPOR.
Byrjaði við Ingálvi
Áhugin fyri list tendraðist
rætti liga tíðliga hjá Jóhan
Mart in Christiansen. Longu
í barna garðinum minnist
hann, at hann var hugtikin
av søgum um kenda før-
oyska listamannin Ingálv
av Reyni, men hugurin bleiv
veru liga vaktur til lívs, tá
hann ein dagin møtti mæta
lista mann in um.
– Eg minnist heilt týðiliga
løt una, tá eg møtti Ingálv
av Reyni fyrstu ferð. Eg var
sjey ára gamal, tá hann ein
dagin sat uttanfyri garð in
hjá foreldrunum hjá mær við
blý ant og pappír og teknaði
okk urt frá Venj ing ar skúl-
an um, greiðir Jóhan Martin
Christiansen frá.
Hugtikin av at uppliva
kenda listamannin í sínum
rætta elementi, fór sjey ára
gamli drongurin inn og fann
bók ina um Ingálv av Reyni
fram.
– Tá setti eg meg at tekna
av eftir málningunum hjá
hon um, og tað var tá, eg
fann útav, at hetta var tað,
ið eg hevði hug at gera, sigur
Jóhan Martin Christansen,
um løtuna, tá hann tók síni
fyrstu fet innan listaheimin.
Og hóast ungi lista mað ur-
in í dag ikki arbeiðir við somu
tólum sum Ingálv av Reyni,
so hómast enn ein stór virð-
ing fyri ein av Føroya størstu
lista monnum.
– Mær dámar væl hansara
verk og hann er fantastiskur
mál ari, men virðingin botnar
eis ini í tí, at hann fór eina
nýggja leið, og tordi gera
okk urt, ið fólk hildu vera hol
í høvdið, sigur ungi lista mað-
ur in.
Má trúgva upp á tað
Neistin sum bleiv kveiktur
í sjey ára gamla dronginum
slapp at loga víðari og vaksa
seg størri, og tá Jóhan Mart-
in Christiansen var 13 ára
gam al fekk hann sítt fyrsta
lista verkstað og fýra ár
seinni hevði hann sína fyrstu
fram sýning í Gallerí Focus.
Tað var um hetta mundi,
at hann bleiv sannførdur
um, at hann hevði funnið
røttu hillina, og leitaði sær
til Svøríkis á listaskúla. Líka
síð an hevur hann livað av
list ini.
– Tað er ikki so, at man
tjen ar milli ón ir, men eg fái
yvirlivað sum lista fólk í Før-
oy um. Tað er sum við øllum
øðr um, ið man ger. Um man
ikki trýr upp á tað sjálvur,
so fer ongin ann ar at koma
renn andi aft aná. Um man
vel ur at satsa upp á listina,
so má tað bera ella bresta,
men man kemur ongan veg,
um man ikki fer heilt inn
í tað, sigur Jóhan Martin
Christi an sen.
Væntaði ikki at
koma heimaftur
Í dag hevur ungi lista mað ur-
in heimstað í Føroyum, men
ferðast nógv millum Dan-
mark og Føroyar í sínum
yrki sum listamaður. Men
tá hann fyri 10 árum síðan
flutti av land inum, lá tað als
ikki í kort unum, at hann fór
aftur til Føroyar. Tað broytt-
ist tó fyri tveimum ár um síð-
an, tá hann fekk eitt til boð
at gera eina fram sýn ing til
Lista skálan, ið seinni gjørd-
ist til SPOR. Brád liga gav tað
meining fyri lista mann in at
fara heim aft ur.
– Tá fann eg út av, at mær
dámdi væl at arbeiða í Føroy-
um. Serliga er tað gott, at
vera í einum meira vin ar lig-
um enn í Keyp mannahavn,
har øll eru strongd og man
skal berjast um alt, ið man vil
hava fatur á. Slíkt er lætt ari
í Føroyum, og so hev ur man
náttúruna og um hvørv ið
kring seg, sigur Jóhan Mart-
in Christiansen.
Aftur til føroyski
náttúruna
Føroyska náttúran hevur
og er ein kelda til íblástur
hjá nógvum føroyskum og
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
Næsti býur á skránni er Helsinki, men eg kundi hugsað mær at sæð Kuba, áðrenn
alt broytist har. Havi annars júst verið í Grønlandi, ið leingi hevur verið mítt
stóra ynski.
Hvat er tín yndismatur?
– Tað er toskur
LISTAMAÐURIN
VENDI AFTUR
TIL FØROYAR
OG NÁTTÚRUNA
– Tá eg gekk á Kunstakademinum tók eg frástøðu frá føroysku náttúruni, tí tað
fylti so nógv í Føroyum, og eg vildi gera nakað nýtt, greiðir listamaðurin Jóhan
Martin Christiansen frá, ið tó broytti hugsan, tá hann vendi aftur til Føroyar
UM Jóhan Martin
Christiansen
Jóhan Martin Christiansen varð føddur í
Havn í 1987, men flutti fyri tíggju árum
síðan av landinum. Fyri tveimum árum
síðan kom hann heim aftur til føðilandið,
men ferðast sum listamaður nógv millum
Tórshavn og Keypmannahavn. Jóhan Martin
hevur útbúgvin sum Mestar of Fine Arts
frá Malmø Kunstakademi og hevur seinni
árini eisini verið virkin á listapolitiska
økinum sum nevndarlimur í LISA og
nevndarformaður í Føroysk Myndlistafólk.