mánadagur 21. august 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
SAMRØÐA
ULINITETUR
greinini, men síðani knekkaði eg, tí
eg kendi bæði persónin og hend
ingarnar aftur. Eftir 27 ár kláraði
eg ikki at halda hetta inni í mær
sjálvum longur, sigur hann við
grátirødd.
Hann setti seg tá í samband við
ein hjálparfelagsskap og kom í prát
við Raymond Lønberg.
John Vinther Nissen fortelur, at
skuldarkenslan, sum fylgir við ein
um ágangi er ótroyttandi. Tað tek
ur langa tíð og nógv viðgerð áðrenn
ein veruliga skilur, at skuldin ikki
er eins egna. Tað er ein grøðings
tilgongd eftir at hava tosað um
hendingina og síðani skula viðgera
kenslurnar, sum fylgja við.
John Vinther Nissen hevur tos
að alment um ágangin í norsku
miðlunum. Hóast tað hevur verið
toført, so hevur hann bert fing
ið positivar afturmeldingar. Hetta
bæði frá fremmandafólki og fam
ilju. Serliga minnist hann stuðulin
frá soni sínum, eftir at hann hevði
greitt frá hendingini í eini útvarps
sending.
– Sonur mín, sum tá var 12 ára
gamal, kom í skúla og greiddi frá,
at pápin var í útvarpinum í dag, og
tað helt hann, at tey øll skuldu lurta
eftir, sigur John Vinther Nissen, við
gráturødd, og leggur afturat, at tað
var hann ómetaliga stoltur og djúpt
rørdur av.
– Hetta skal út í tað almenna.
Hetta skal ikki goymast nakra
staðni, staðfestir hann.
Missbrúkarin dripin
Í februar mánaði í ár varð maðurin,
ið gjørdi seg kynsliga inn á John
dripin, tá hann varð álopin og
stungin við knívi í fongslinum.
– Hann hevði missbrúkt 35-
40 børn, sum man veit um. Hann
hevði missnýtt børn í 30 ár, so tað
eru óivað fleiri, sigur John Vinther
Nissen.
Tað hevur verið torført hjá John
og fleiri av hinum, sum bíðaðu
eftir rættarganginum, at gernings
maðurin ongantíð varð dømdur
fyri tað, sum hann hevði gjørt teim
um.
– Fleiri hava sagt mær, at tey eru
glað um, at hann varð dripin, men
vit fingu ongantíð konfronterað
hann, og knappliga hevði eg onga
staðni at leggja vreiðina, sum eg
hevði mótvegis honum, sigur hann
álvarsamur.
– Vit útsettu vórðu straffaði, tá
hann varð dripin. Tað er kenslan,
sum eg nú siti við, leggur hann aft
urat.
Sárur maskulinitetur
– Á túrunum, sum vit hava verið
á hava vit nýtt setningin “sárur
maskulinitetur”, tí hetta er nakað,
vit vilja seta fokus á, siga teir báðir.
Tað vekir uppmerksemi, tá
menn tosa um hetta svára evni, og
serliga stórir menn í leðurjakkum
og á motorsúkklu.
– Tað er eitt paradoks, tá menn
í motorsúkkluklæðum tosa um
kynsligan ágang, og tað vekir upp
merksemi, sigur terapeuturin Ray
mond Lønberg.
– Vit vilja vísa á, at hóast man
hevur upplivað ágang, so er vón
fyri framman. Hevur tú verið fyri
ágangi, so leita tær hjálp, tí tað
hjálpir, sigur John Vinther Nissen
til endans.
»Tað er eitt paradoks, tá menn
í motorsúkkluklæðum tosa
um kynsligan ágang, og tað
vekir uppmerksemi«
»Jú meir tú tosar
um eitt slíkt evni,
jú minni tabu
verður tað. Hetta
er ikki nakað,
sum skal goymast
burtur, men hetta
er nakað, sum
snakkast skal
um í almenna
rúminum«
UTSATT-mann
er ein bólkur av monnum, sum hava verið fyri kynsligum
ágangi í barndóminum. Teir arbeiða í móti kynsligum
ágangi mótvegis børnum, og brúka royndir teirra til at
hjálpa øðrum dreingjum og monnum, sum hava upplivað
tað sama. Teir vilja vísa á, at hóast tilveran er knúst ber til
at reisa seg aftur og fáa eitt gott lív.
Kelda: Udsattmann.no.Av heimasiðuni www.kris.fo
John Vinther Nissen (t.v.)
vil við vitjan síni í Føroyum
varpa ljós á kynsligan ágang
Raymond Lønberg er
terapeuturin, ið knýttur
er at bólkinum