Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA Tá John Vinther var 12 ára gamal, var hann við mammu síni ein stuttan túr úr Oslo til Frederikshavn við ferju. Hann hevur livað við avleiðingunum av tí, sum hendi umborð hendan túrin síðani. SÁRUR MASK Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo 44 ára gamli John Vinther Nissen er ein av motorsúkklarunum úr Ut­satt-mann, sum hevur vitjað í Føroyum seinastu dagarnar. Hó­ast hann tosar opið um ágangin, sum hendi honum tá hann var 12 ára gamal, so er tað torfort og svárt at tosa um. Tí hevur hann tera­peut­in Raymond Lønberg við til sam­røð­ una. Terapeutin Raymond Lønberg var eisini við, tá John Vinther Nis­ sen og hinir motorsúkklararnir koyrdu tvørtur í gjøgnum Noregi í 2016. Nú eru teir í Føroyum og vísa doku­mentarin og greiða frá um ræðu­ligu hendingarnar, sum teir hava upplivað. Orsøkin er, at jú meir tú tosar um eitt slíkt evni, jú minni tabu verður tað. Hetta er ikki nak­að, sum skal goymast burtur, men hetta er nakað, sum snakkast skal um í almenna rúminum, heldur tera­peut­in Raymond Lønberg. Hann vísur á, at tað ofta er tor­ før­ari hjá monnum at greiða frá, at teir hava upplivað kynsligan agang. – Um vit eru fleiri, sum siga søgu okk­ara, so verður eisini lættari hjá øðr­um, sum hava upplivað hetta at finna sær hjálp, sigur John Vinther Nis­sen um orsøkina til, at hann er komin til Føroya við Udsatta-mann. – Um bert ein føroyingur søk­ir sær hjálp, so hevur tað verið alla ferð­ina vert, sigur hann álv­ar­sam­ ur. Misbrúktur sum 12 ára gamal Tá John Vinther Nissen var 12 ára gamal, var hann við mammu síni ein stuttan túr úr Oslo til Frede­riks­ havn við ferju. Hann hevur livað við avleiðingunum av tí, sum hendi um­borð hendan túrin síðani. – Eg stóð í spælihøllini og spældi spøl á automatunum, tá ein maður kem­ur og hyggur í meðan eg spæli. Hann byrjar at tosa við meg, og síð­ ani bjóðar hann mær við sær oman í lugarið, har hann hevur bomm og soda­vatn, sigur John Vinther Nis­ sen. Hann greiðir frá, at hann ikki minn­ist, hvussu longi hann tosaði við hendan mannin, áðrenn hann fer við honum oman í kamarið. Har tosa teir inntil John Vinther Nissen sovn­ar. Síðani minnist hann, at hann vaknar nakin í songini um nátt­ina, og tá hoyrir hann barna­ lokk­ar­an tosa í telefon og siga við onkr­an, at hann hevur ein drong, sum er klárur í kamarinum. Hann veit, at tað vóru tveir menn, sum misbrúktu hann hesa nátt­ina, men hann minnist bara, hvussu tann eini sá út, og hin minn­ ist hann ikki, at hann sá andlitið á. – Næsta morgunin hoyrdi eg í há­tal­ar­unum, at leitað var eftir mær. Tá renni eg út og hugsi um, hvat eg skal siga við mammu mína. Tá eg síggi hana, sigi eg, at eg møtti onkr­um, sum eg kendi, og at eg hevði sovið har um náttina. – Hasa frágreiðingina havi eg ofta angrað, sigur hann og legg­ ur aft­ur­at, at tað er orsakað av skomm­ini, at hann ikki vildi siga mammu síni, hvat hent var ta nátt­ ina. Seinni hevur John møtt ein av hes­um monnunum fleiri ferðir í nær­um­hvørvinum í Oslo, har hann er frá, og sami gerningsmaður royndi enn eina ferð at missnýta hann, men ta ferðina káraði John at flýggja. Sein hjáárin Eftir hendingina fortrongdi John Vin­ther Nissen ágangin, og greiðir frá, at hóast hann var mentur at gloyma partar av tí, ið hent honum hevði, so gloymdi kroppurin tað ikki. Hann greiðir frá, at hann í áravís helt, at hann ræddist at ganga til tann­lækna. Hann ræddist tað so illa, at hann fór á skeið fyri at sleppa av við ræðsluna. – Áðrenn eg varnaðist, at eg hevði verið fyri ágangi, gekk eg til eitt skeið fyri at sleppa av við ræðsl­ una, sum eg hevði fyri tannlæknum. Eg gekk til tannlækna tvær ferðir um mánaðin, við tí endamáli at sleppa av við óttan, sigur hann. – Upprunin til ógvusliga at­burð­ in var jú ikki ræðsla fyri tannlækna. Seinni fann eg útav, at orsøkin til, at eg ikki kláraði, at fáa nakað í munnin, og at eg næstan spýði, tá eg bustaði tenn var, at eg hevði ver­ ið fyri ágangi, sigur hann. Eisini hevur John Vinther Nis­ sen havt trupult við at savna seg, og hevur ongantíð klárað at skift blæ­urnar hjá børnum sínum. – Eg visti ikki fyrr enn seinni, hvi eg helt tað vera so ólekkurt, sigur hann álvarsamur. Ikki mín skyld 27 ár gingu áðrenn John Vinther Nis­sen segði nøkrum, hvat var hent hon­um. Tað hendi, tá hann læs eina grein, sum kona hansara hevði lut­ að á sosialu miðlunum, um ein til­ tikn­an norskan barnamisnýtara, sum enn einaferð varð ákærdur og hesuferð fyri at hava missnýtt minst 20 børn. Andlitið av pædo­ fil­in­um varð kámt, so ikki bar til at iden­ti­fisera mannin. – Fyri mær var andlitið ikki kámt, eg sá hann klárt og tíðiliga. Eg minnist, at eg læs eitt sindur av »Tá tú kemur á eini motorsúkklu, so bæði sæst og hoyrist tú. Fólk halda ofta, at hevur tú verið útsettur fyri kynsligum ágangi, so hevur tú eitt stempul á tær, sum ger, at tú onki megnar vegna stóru skommina, sum tú berur. Boðskapur teirra er millum annað, at teir eru sterkir og kunnu koma undan tí, sum teir hava upplivað, og fáa eitt virðiligt og heiðurligt lív«