mánadagur 21. august 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96
SAMRØÐA
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Í mai mánaði í ár vóru limir
úr sjálvbodna hjálparfelags
skapinum Kris og luttóku
í eini ráðstevnu í Noregi.
Har komu tey í samband
við nakrar menn úr felags
skapinum
Udsatt-mann,
sum hevur til endamál at
varpa ljós á kynsligan ágang
í móti monnum, og at hjálpa
monnum, sum hava verið
undir kynsligum ágangi.
Hesir mennirnir koyrdu
fleiri dagar á motorsúklu
tvørtur í gjøgnum Noreg í
2016 – frá Lindesnes til Lofo
ten – við filmsliði frá NRK, og
tá varð ein dokomentarfilm
ur gjørdur um ferðina. Eftir
ráðstevnuna vórðu mennin
ir á motorsúkklu bodnir til
Føroya á vitjan, og hetta er
nú komið í lag.
– Teir eru kraftigir og
sterkir, men so hava teir
eina lítla bamsu við eisini,
sum vísur á, at teir eisini
eru bleytir, sigur Gvøðbjørt
West, dagligur leiðari og
ráðgevi í hjálparfelagsskap
inum Kris.
– Tá tú kemur á eini mot
orsúkklu, so bæði sæst og
hoyrist tú. Fólk halda ofta, at
hevur tú verið útsettur fyri
kynsligum ágangi, so hevur
tú eitt stempul á tær, sum
ger, at tú onki megnar vegna
stóru skommina, sum tú ber
ur, sigur Gvøðbjørt West.
– Boðskapur teirra er mill
um annað, at teir eru sterkir
og kunnu koma undan tí,
sum teir hava upplivað, og
fáa eitt virðiligt og heiðurligt
lív, leggur hon afturat
Sein hjáárin
Dagarnir
norsku
motor
súkklarnir eru í Føroyum,
hava teir millum annað vitj
að í arrestini í Mjørkadali og
í Vesturkirkjuni í Tórshavn,
har
dokumentarfilmurin
hevur verið vístur.
Endamálið við tí er at
vísa á, at kynsligur ágangur
ofta hevur við sær avgerðir,
atburð og kenslur seinni í
lívinum, sum eru torførar
at skilja, men sum hava sín
uppruna í áganginum.
Ein av norsku motor
súkklarunum hevur verið
fyri ágangi í samkomuhøpi
og ynskti tí at vitja eina
kirkju. Ein annar av motor
súkklarunum hevur sitið
inni, og ynskti tí møguleikan
at tosa við føroyskar fangar
um evnið, greiðir Gvøðbjørt
West frá.
Serliga tabu hjá
monnum
Gvøðbjørt West greiðir frá,
at tað eru fleiri gentur enn
dreingir, sum eru fyri kyns
ligum ágangi. Mett verð
ur, at á leið ein út av tíggju
børnum hevur verið sett fyri
kynsligum ágangi, og hon
metir, at 80 prosent av teim
um eru gentur og 20 prosent
eru dreingir. Hon heldur
eisini, at hóast tað er torført
hjá bæði kvinnum og monn
um at tosa um ágangin, so
kann tað verða torførari hjá
monnum.
– Menn skulu vera macho
og mansligir, og teir hugsa tí
ofta, at teir kundu gjørt meir
fyri at fyribyrgja áganginum.
Tí goyma teir tunga loynd
armálið betri, og tað loynd
armálið er ómetaliga tungt
at bera og verður borið inn
í vaksnamannaárini, sigur
Gvøðbjørt West.
– Byrðan hjá teimum út
settu menniskjunum er stór,
skommin forferdilig og av
leiðingarnar eru ræðuligar.
Missnýttir dreingir fáa ofta
eina samleikakreppu, tí tað
ofta eru menn, sum hava
missnýtt teir, sigur hon og
leggur afturat, at ofta bíða
menn fleiri ár, áðrenn teir
tosa um ágangin, og ofta eru
eisini ógvuslig hjáárin áðr
enn teir fáa hjálp.
Tosa um ágang
Tað er neyðugt fyri eitt
menniskja, sum hevur verið
útsett fyri kynsligum ágangi
at tosa um ágangin. Tó, so
er tað av ymiskum orsøkum
ofta torført at siga nøkrum,
hvat hent er.
– Ofta er tó trupult at
koma hartil, tí tann misnýtti
verður hóttur. Tann maktin,
sum skemmarin hevur á
barninum er ómetaliga stór,
staðfestir hon álvarsliga.
Gvøðbjørg leggur dent á,
at tað er umráðandi at tosa
um ágangin, tí jú meir vit
tosa um eitt slíkt evni, jú
minni tabu verður tað. Hetta
hevur hon upplivað tey 18
árini hon hevur arbeitt fyri
hjálparfelagsskapin Kris.
– Tá vit tosa um ágangin
skilja tey, ið hava verið fyri
ágangi, at tað er ikki teimum
skuldin og skommin liggur á,
men á tí, ið hevur gjørt seg
inn á tey, sigur hon.
– Teir eru kraftigir og sterkir, men so hava teir eina
lítla bamsu við eisini, sum vísur á, at teir eisini eru
bleytir, sigur Gvøðbjørt West, dagligur leiðari og
ráðgevi í hjálparfelgasskapinum Kris, um teir fýra
motorsúkklararnar úr Noregi, sum hava vitjað í Føroyum
og varpað ljós á kynsligan ágang seinastu dagarnar
MENN Á MOTOR
SÚKKLU TOSA
UM KYNSLIGAN
ÁGANG
John Vinther Nissen og Raymond
Lønberg uttan fyri Kris í Runavík
UM KRIS
KRIS er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs
endamál er at geva tí misnýtta vegleiðing og hjálp,
og at upplýsa um kynsligan ágang. Ítøkiliga arbeiðið
hjá Kris er sostatt í tveimum.
KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava
verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra.
KRIS kann veita børnum og ungum undir 18 ár, ið
hava verið fyri kynsligum ágangi, hjálp í samráð við
barnaverndartænastuna.
KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging
ímóti kynsligum ágangi.
KRIS arbeiðir málrættað við at gera tey, ið hava
verið fyri kynsligum ágangi, før fyri at liva eitt
vanligt lív og geva teimum vónina aftur um eina
betri framtíð
Av heimasiðuni www.kris.fo
Gvøðbjørg West