Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-08-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. august 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. august 2017 · Nr. 96 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Býráðslimur í Klaksvík vil hava at vita, hvørji krøv verða sett skipum í sam­ bandi við larm og útlát, og hvussu stórar inntøkur havn­in hevur av útlenskum skip­um – Nú útbygging av Norð­ havn­ini óivað aftur verður rað­fest høgt, sum uppskotið ið ný­liga varð sent býráðnum legg­ur upp til, er umráðandi, at havn­a­økið í kommununi verð­ur betur skipað sum heild og eisini viðvíkjandi larmi og útláti. Tað sigur Gunvá við Keldu, býráðslimur fyri Fólka­flokk­in og fyrrverandi borg­ar­stjóri í Klaksvík. Hon hev­ur sent vinnu- og havn­ar­ nevndini skriv við spurn­ing­ um hesum viðvíkjandi. – Greitt má vera, hvørjar treyt­ir kommunan sjálv kann seta, og hvørjar treytir komm­unan má ávirka lands­ mynd­ug­leikarnar at arbeiða við og upp­fylla, sigur hon. Gunvá við Keldu fegnast um, at karm­arnir ígjøgnum ár­ini hava staðið í menning, og at virksemið er økt. – Umframt tað góða, ið fylg­ir við økta virkseminum, upp­liva vit eisini vansar, ið komm­unan má og eigur at taka sær av, sigur hon og vís­ ir á, at sum økingin av ferðsl­ uni hevur verið, er bæði larm­ur og útlát eisini økt. – Tað er uppgávan hjá komm­ununi at upplýsa borg­ar­ar­nar um, hvørjar ætl­anir eru í sambandi við tálm­an av hesum vansum, ið til tíðir er ov nógv. Hon sigur, at í summar vórðu mátingar av larmi frá Norð­havnini gjørdar, sum vístu 65 decibel uttandura og 45 dB innandura í íbúð­ar­øki­ num í Ánunum. Um­hvørv­ is­stov­an hevur upplýst, at hægst loyvda mát er 45 dB um dagin og 35 dB eftir klokk­an 17 fyri mát gjørd utt­an­dura í íbúðarøki. – Hesi tøl eru ov høg og mugu tí tálmast, sigur hon og setir havna- og Vinnu­ nevnd­ini­ hesar spurningar: 1. Hvørji krøv verða sett skipu­num í sambandi við larm? 2. Hvørji krøv verða sett skip­unum í sambandi við út­lát? 3. Hvør er inntøkan (kr.) av fremm­andum skipum í­gjøg­n­um eitt ár 4. Hvørjar ætlanir hevur nevn­d­in­/býráðið í sambandi við tálm­an av larmi og út­ láti? Hon heitir á havnar- og vinnunevndina um at við­ gera hetta skjótast tilber og svara aftur. – Sum kunnugt er hetta eitt mál, ið órógvar nógv og hevur stóran mistrivna við sær. Umráðandi er, tá ið komm­unan ger útbyggingar, at vera uppá for­ kant og ikki í seinna enda hava tor­ført við at liva upp til krøv­ ini, tá ið út­ bygg­ingin er framd og ge­r­an­d­is­ dag­ur­in b y r j ­ a ð u r , s i ­g u r G u n v á við Keldu. Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Greining síða 10 Semjan á veg áðr­enn 3. viðgerð Tíðindi síða 8 Summ­ ar­til­tak á Sandi Stríðið hjá vágatingmonnum og fyrr­ ver­andi vágatingmonnum um, nær peng­ar­nar fyri und­ir­sjóv­ar­tunn­ il­in er aftur­goldin – er greitt dømi um av handa­hógv­i merkt pol­it­iskt lógarsmíð. Hvussu í himmalsins navni kann tað vera so trupult at finna út av, hvat stend­ur í lógini? Tveir løg­menn hava stað­fest, at skuldin til land­ið er goldin, tá lánið er goldið og parta­pen­ing­ur­in til landskassan eis­ini er goldin. Landsstýrismálanevndin hevur nú stað­fest tað sama. Og tað hev­ur Hen­rik Old, sum nú varðar av øki­num í landsstýrinum eisini stað­fest. Nú vita vit ikki, um Jørgen Nicla­ sen fram­veg­is sigur seg hava rætt. Men sum lands­stýrismaður møtti hann á aðalfundi og samtykti einsa­ mallur, at tunnilin skuldi lat­ast landinum aftur, tá lánini eru gold­in – og ikki partapeningurin. Harvið má landsstýrismaðurin hava brot­ið lógina. Tí tá tað nú fyri triðju ferð er staðfest, at Jørgen ikki hev­ur rætt, so má hann væl sakt­ans hava skeivt. Um dagarnar sendu Marjus Dam og Jóanis Nielsen, fyrrverandi løg­ tings­menn, lesarabræv við teirra krøv­um: »Hansara (Henrik Old) ætlan um at parta­pen­ing­ur­in skal gjald­ ast aft­ur er heilt burt­ur­við og vís­ir, at hann bert roynir at leggja fót­ ongl­ar út fyri vestur- og norð­ur­øk­ ið. Veruleikin er, at hann ætlar at krevja umleið 400 milliónir krón­ur í parta­pen­ingi umframt rakst­ur­in av tunlunum. So talan er um heilt nýggj­ar mannagongdir og ó­hugna­liga skattainnkrevjing, sum vit als ikki koma at góðtaka«, skriva teir báð­ir fyrr­ver­andi løgtingsmenninir. Teir staðfestu eisini, at lánini eru nú aft­ur­goldin í bæði Vága- og Norðoyatunlunum. »So Henrik Old skal bert av­taka gjald­ið beinanvegin í báðum tunlu­ num. Alt annað er lógarbrot«. Her kann staðfestast, at nógvir ting­menn og fyrrverandi tingmenn tulka lóg­ir sum ein ávísur lesur Bíbli­ una. Ófrættakent við so tilvildarligum lógarsmíði. Og oppurtunistiskt at tulka lógir til egn­an fyrimun, tað gongur ikki. Tað sigur eisini nógv, at Jørgen Nicl­a­ sen ikki kom í løgtingið við lóg­ar­upp­ skoti at nágreina lógina, sum hann lovaði. Hann visti, at tað ber ikki til. So hann letst bara halda upp á sítt, hóast hann veit, at tað er skeivt. Tað snýr seg hóast alt um 395 milli­ón­ir krónur – og tað strikar man ikki ikki bara soleiðis við ein­um penn­ astroki. Meina tingfólk, at landið nú skal brúka 395 milliónir krónur eyka til tunl­arnar, so finnið pengarnar og samtykkið tað! Nú er nokk møsnað! Tað snýr seg um 395 mió kr Ov nógvur gangur av skipum í Norðhavnini Finnið hasar 395 milli­ón­ir­ nar, um tit meina tað í álvara! Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Komandi leygardagklokkan 14 verður Faroe Express Staf­ettin á Eystaru Bryggju í Havn. Hetta er nýtt motións­til­ tak, har arbeiðspláss kapp­ ast/renna saman, men har tað sosiala hevur eins nógv at siga sum sjálv renningin. Renningin verður skip­ að á sama hátt sum DHL Stafett­in, ið er størsta mot­i­ óns­renn­ing í heiminum. Stafettin er øðrvísi enn onn­ur renni­til­tøk, við tað at hetta er ikki fyri ein­stak­ling­ ar men fyri lið; men eis­ini tí, at runnið verður á havn­ar­ lagnum í Havn, partvís inni á av­byrgda Schengen-økinum, ið vanliga ikki er opið fyri al­ menn­ing­i­num. Eisini verður ókeypis und­i­r­hald, tónleikur, matur og drekka – umframt at renn­ar­ar­nir sleppa at síga í bingj­um. Ítróttarfelagið Bragdið skip­ar fyri saman við flutn­ ings­fel­ag­num Faroe Express, og lut­tøku­gjaldið fer óskert til ung­dóms­ar­beiðið innan fræls­an ítrótt. Luttakararnir fáa eina ó­keyp­is renniblus umframt ein gávu­posa. Renna á havnar­ økinum leygardagin Talan er um motiónstiltak, har arbeiðspláss kappast, og har tað sosiala hevur eins stóran týdning sum renningin